mikudagur 14. januar 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
11
Hans Jakob Langgard,
ið er formaður í SFS,
sigur, at Føroya Spari-
kassi hevur borið seg
rætt at í sambandi við
uppsagnirnar av
teimum 16 fólkunum
Formaðurin í SFS, sum er
fakfelagið hjá Sparikøss-
unum og Elektron, Hans
Jakob Langgaard sigur í
stuttari viðmerking, at røttu
mannagongdirnar í sam-
band við uppsagnirnar á
Føroya
Sparikassa
eru
fylgdar.
Hann
harmast
sjálvsagt um uppsagnirnar,
men leggur afturat, at tað er
leiðslan í Føroya Spari-
kassi, sum hevur tikið av-
gerðina, og at fakfelagið
skal bert tryggja at røttu
mannagongdirnar
verða
fylgdar.
– Eg veit, at tað er
ongantíð behagiligt hjá
nøkrum at verða upp-
sagdur, men í hesum førum
meti, at Føroya Sparikassi
hevur gjørt nógv burturúr
við hjálpa teimum upp-
søgdu, sigur Hans Jakob
Langgard í stuttari við-
merking
Páll
Mannagongdirnar fylgdar
16 fólk eru søgd úr
starvi í Føroya Spari-
kassa, og fimm deildir
verða lagdar niður
hálvan februar. Tað
eru avleiðingarnar av,
at arbeiðsuppgávur-
nar hjá starvsfólkun-
um eru minkaðar
nógv orsakað av
sjálvirkandi skipan-
um. Uppsøgdu fólkini
fáa tilboð um sálar-
liga hjálp
UPPSAGNIR
Eyðun Klakstein
Øll starvsfólk hjá Føroya
Sparikassa eru kallað inn til
fundar á høvuðsdeildum
sínum mikumorgunin.
Tá fáa tey at vita, at 16
fólk eru søgd úr starvi hjá
Føroya
Sparikassa,
og
fimm deildir kring landið
verða lagdar niður.
Hetta er beiski bitin, sum
landsins næststørsti pen-
ingastovnur má svølgja.
– Orsøkin til hetta er, at
manuellu
avgreiðslurnar
eru minkaðar við 30 pro-
sentum seinastu fýra árini,
og vit kunnu ikki hava fleiri
fólk í starvi, enn tað er brúk
fyri, sigur Marner Jacob-
sen, forstjóri í Føroya
Sparikassa.
Hann avsannar, at upp-
sagnirnar hava nakað sum
helst at gera við støðuna í
alivinnuni,
har
Føroya
Sparikassa er ein av fígg-
ingarstovnunum.
– Rationaliseringin er
partur av vanligum virkis-
rakstri og hevur tí ikki sam-
band við hálvársroknskapin
2003, ið var merktur av
burturleggingum móti tap-
um.
Fimm deildar hvørva
Deildirnar
í
Skopun,
Sandavági, Kvívík, Hósvík
og á Skála verða lagdar
niður frá hálvum februar,
og tá mugu viðskiftafólk
hjá sparikassanum á hesum
plássum venja seg við
nýggjar avgreiðslur.
Tað
eru
ikki
bara
starvsfólk
á
hesum
deildum, sum eru søgd úr
starvi. Forstjórin í Føroya
Sparikassa vil ikki siga so
nógv um, hvørji fólkini eru,
men hann sigur, at upp-
sagnirnar eru kring alt
landið, og at tað fyrst og
fremst eru avgreiðslufólk,
sum mugu lúta fyri spar-
ingunum.
– Ein støðugt vaksandi
automatisering
av
av-
greiðslunum hevur gjørt
seg galdandi hjá Føroya
Sparikassa í fleiri ár. Tað
merkir, at ein munandi
partur av øllum avgreiðsl-
um eru sjálvvirkandi ella
verða framdar av kundun-
um sjálvum við gjald-kort-
um,
umvegis
Heima-
Greiðsluna, GjaldSkipan-
ina og so víðari.
– Automatiseringin hevur
borið í sær, at manuellu
avgreiðslurnar eru mink-
aðar heili 30 prosent sein-
astu fýra árini. Tí hevur
stjórnin í Føroya Spari-
kassa tikið avgerð um at
fremja eina umskipan ella
rationalisering, sum merkir
broytingar í starvsfólkatali
og deildarneti, sigur Føroya
Sparikassi í tíðindaskrivin-
um, sum varð sent fjøl-
miðlunum eftir middag týs-
dagin.
Sálarliga hjálp
Føroya Sparikassi harmast
sum vera man um, at neyð-
ugt er at siga fólki úr starvi,
men Marner Jacobsen, for-
stjóri, sigur, at hetta er
neyðugt.
– Í løtuni liggur tað ikki
kortunum, at fleiri upp-
sagnir verða, hóast tað
ongantíð ber til at geva eina
trygd fyri tí, sigur hann.
Føroya Sparikassi sigur,
at starvsfólkini, sum nú
fara úr starvi, verða ikki
slept upp á fjall. Øll fáa tey
tilboð um hjálp frá sál-
arfrøðingi. Eisini stendur
teimum í boði at gera tær
útbúgvingarnar lidnar, sum
tey eru í gongd við. Spari-
kassin hevur eisini bjóðað
sær til at rinda fyri skeið, ið
kunnu bøta um møguleik-
arnar hjá starvsfólkunum at
koma í nýggj størv.
Røkja deildarnetið
Hóast deildir verða niður-
lagdar, ætlar Føroya Spari-
kassi framvegis at røkja
deildarnetið kring landið
væl.
– Tær 16 eftirverandi av-
greiðsludeildirnar
verða
styrktar og støðugt endur-
nýggjaðar, og harvið menn-
ir Sparikassin framhaldandi
tænastuna til øll viðskifta-
fólk síni. Ein ítøkilig ætlan
er um at byggja eina nýggja
deild í Fuglafirði. Ein
sjálvtøka letur upp á deild-
ini í Sørvági, og sjálvtøkan
á deildini á Skála verður
framhaldandi virkin, sigur
Føroya Sparikassi.
Eftir rationaliseringina
eru 16 avgreiðsludeildir í
Føroya Sparikassa, um-
framt høvuðsdeildina. Full-
tíðarstørvini eru 172 í tali.
Føroya Sparikassi
sendir 16 fólk til hús
Elin Lindenskov
pdf.
C
M
Y
K
11
10