mikudagur 14. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
13
Framløga Miðfloksins í SvF mánakvøldið avdúkaði, at
andsøgn er í politikki floksins. Flokkurin hevur átt lívið í
tí samgongu, ið er farin í søguna. Henda samgonga hevði
fullveldi sum sítt aðalmál. Nú hevur Miðflokkurin tveitt
fulveldispolitikkin yvir borð og talar í staðin fyri eini
fíggjarligari uppgerð við Danmark. Hví syrgdi hesin
flokkur ikki fyri hesi uppgerð, tá hann sat við buktini og
báðum endunum í Tinganesi? Her hongur ikki saman.
Formaður Miðfloksins gjørdi nógv burtur úr hesum at
eggja fólki at giftast. Tað skulu fylgja ítøkiligir fyrimunir
við at vera giftur, og hetta kann bert merkja, at tey, ið liva
saman uttan pappír ella einsamallir uppihaldarar, skulu
revsast við ikki at verða stuðlað og hava sosialar og
fíggjarligar fyrimunir. Hvat viðkemur tað politiskum
flokkum, hvussu fólk liva teirra lív, og hvat er hetta fyri
politikkur, ið leggur upp til at diskriminera partar av
landsins borgarum, tí teir ikki liva upp til Miðfloksins
moralska standard? Hvønn moralskan rætt hevur ein
politiskur flokkur til at tvinga sínar normar niður yvir
høvdini á øllum føroyingum?
Flokkurin hevur eisini roynt at skapa eina øsing um
fosturtøku – hóast Føroyar liggja í lægra endanum við
fosturtøkum samanborið við onnur lond í Vesturheim-
inum. Svar floksins var, at tær kvinnur, ið koma fyri barn,
skulu fáa hjálp og góð tilboð frá samfelagnum. Hetta kann
bert vera gott. Men her hongur kortini ikki saman hjá
Miðflokkinum, tí beint frammanundan hevði formaðurin
gjørt greitt, at familjupolitikkurin skal vera hjúnabands-
fremjandi. Av hesum fylgir, at einsamallar møður skulu
einki gott vænta frá Miðflokkinum. Har er bert fordøming
at heinta. Tá tað ivaleyst er so, at tær flestu kvinnur, sum
velja fosturtøku, eru ógiftar, so kann "familjupolitikkurin"
hjá Miðflokkinum ikki hjálpa hesum, sum fyri alt tað
ivaleyst hava mest hjálp fyri neyðini. Spurdur, hví Mið-
flokkurin ikki hevði gjørt nakað við fosturtøkuspurningin
var svarið tað, nú hann hevði havt politiskt vald, at tað var
skyldað uppá Danmark. Hetta svar var ov vánaligt, tí einki
hevur forðað Miðflokkinum at broyta donsku abortlóg-
gávuna í Føroyum. Lagt kann verða afturat, at danir
umsita ikki almannamál, so á tí økinum kundi flokkurin
havt gjørt síni sjónarmið og krøv galdandi, um nakað
álvara var í øllum hesum við meira hjálp til kvinnur, ið
velja fosturtøku. Her vóru eingir danir at skylda uppá.
Tað, sum Miðflokkurin ger, er, at hann leggur eftir bólk-
um í samfelagnum, ið frammanudnan eru marginaliser-
aðir og roynir at stoyta hesar bólkar longur út í samfelag-
sins útjaðara. Samkynd, einamallir uppihaldar, kvinnur, ið
kenna seg noyddar at velja fosturtøku, medmenniskju, ið
frammanundan hava tað trupult, skulu einki gott vænta
sær uttan fordøming. Her skal steinur leggjast oman á
byrðu. Hesin politikkur er eyðkendur fyri tað høgra-
populistiska rák, sum í løtuni er víða hvar í Vesturheimin-
um, eitt nú í Danmark Jú mangt er í neyðini nýtt. Tá
flokkar uttanlanda leggja eftir ávísum fyri ikki um at tala
verjuleysum samfelagsbólkum, er hetta vanliga dømi um
hugsjónarligt fátækdømi eins væl og moralska og polit-
iska ómegd. Miðflokkurin er í so máta einki undantak.
Jenis er svarið skrivaðu samstarvfelagarnir so fegnir, tá
samgonga varð skipað seinast. Gud viti, hvat teir hugsa í
dag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Mangt er í neyðini nýtt
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Dánial Johansen
Hví gjørdist Óli Breck-
mann so uppøstur, tá til-
tikna málið um løgmann
bleiv borið upp á mál?
Sjálvur citeraði Óli: Sig
bert eina lygn nóg ofta, so
verður hon sannleiki til
endans.
Er tað kanska tað, løg-
maður roynir, tá hann fer at
bera seg undan við »feil-
bóking« og »truplar um-
støður« í staðin fyri at
ganga í seg sjálvan?
Fólkaflokkurin
hevði
óivað staðið seg betur, um
bæði løgmaður og Jørgen
Niclasen høvdu viðgingið
síni mistøk og biðið Føroya
fólk um umbering. Tá
høvdu fólk trúð uppá, at
flokkurin ikki gekk inn fyri
óreglusemi.
Kanska er tað sum í
PIPAR & SALT. Tað er
»tíðin«, sum ger tað, og
Cognac bleiv til »konga-
bomm«, og at SKÁL bleiv
til »Hey«.
Ótrúligt, at so nógv hóast
alt stuðla flokkinum.
Skil tað hvør ið kann.
Hey!!!
Napolion Magnussen
Hava nú hoyrt fleiri fólka-
floksmenn rópa um, at teir
fara at arbeiða fyri at smá-
bátar skula takast úr fiski-
dagaskipanini, entá ein av
teirra fiskimálaráðharrum
hesi seinastu árini hevur
sagt tað.
Haldi hetta er sera nasa-
djarvt at koma við, nú teir í
átta ár hava havt fiski-
vinnumál um hendi. Havi
sjálvur tosað við ein av
teirra fiskimálaráðharrun-
um hesi árini, hann segði,
at tað snøgt sagt ikki bar til,
tí at man mátti hava allar
fiskidagar undir skipanini
fyri ikki at undirgrava skip-
anina.
Ein kann tí spyrja, hví
teir koma við hesum. Og
svari má verða: Útgjaring,
og aftur útgjaring.
Tit skula halda munn um
tað, tit kundu havt gjørt tey
seinnu árini og ikki gjørdu!
Hatta er at halda Føroya
fólk fyri rukku, so haldi
munn!!
Góðan nátt, Tjóðveldis-
flokkurin!
Hava tit ikki innsæð tað
enn? Meirilutin av Føroya
fólki ynskir ikki loysing
eftir tykkara leisti! Meiri-
lutin raðfestur eitt gott og
liviligt samfelag fyrst, og
so hvørt vit hava ráð, skula
vit yvirtaka restina, tað er
bara so!
Høvdu tit vilja svølgt eitt
sindur av tykkara ærukæru
undirlutakenslum yvir fyri
dønum, vóru tað 80% av
fólkum, sum tóku undir við
tí. Og kalli so ikki nakran
»botn konservativan«, tí tað
eru tit so avgjørt sjálvir!
Tað, ið nógv undrast á,
er, at tit ikki hava skaffað
eina einasta nýggja krónu í
landskassan, ongar nýggjar
inntøkur eru funnar, bara
hóttanir um fleiri avgjøld,
tað er fakta!
Og til alla lítlu sam-
gongu: Latið vera við at
lova nakað nú, sum tit
lættliga kundu havt gjørt,
men sum tit ikki gjørdu,
meðan tit sótu.
Atli Hansen
Einki kemur burtur úr
ongum - uttan lummaull.
Hetta er ein viðurkendur
lærusetningur. Tað kann tí
undra undra, at so lítið
verður gjørt burtur úr at
viðgera korini hjá vinnu-
lívinum í einum valstríði.
Her verður bert tosað um
tað, sum kemur frá vinnu-
lívinum, nevniliga til lív-
sins uppihald, vælferð, út-
búgving og íløgur í fram-
tíðina. Her verður bara tos-
að um mjólkina og einki
um kúnna.
Tað mesta av Eystur-
oynni hevur hesi seinnu
árini upplivað ein sterkan
búskaparligan
vøkstur
skaptur av einum vælvirk-
andi
og
dynamiskum
vinnulívi. Hetta hevur bygt
ein vælstand og eina væl-
ferð sum ongantíð fyrr í
søguni, tí at okkara komm-
unir hava havt eitt vakið
eyga fyri at hjálpa til og at
skapa møguleikarnar.
Gøtu kommuna hevur
verið ein týðandi partur av
hesi menning og sum borg-
arstjóri, vald á listanum hjá
Sambandsflokkinum, hevur
Halldóra Ranghamar staðið
á odda fyri tí góðu gongdini
í okkara sókn.
Halldóra stillar nú upp til
løgtingsvalið fyri Sam-
bandsflokkin í Eysturoy og
flokkurin hevur í henni
fingið eitt valevnið við
nógvum førleikum. Hon er
ung, hon er røsk, hon er
skilagóð og hevur áræði.
Hon er ein vinnari. Henn-
ara útbúgving og hennara
royndir í kommunalum ar-
beiði í eini vinnulívs-
kommunu vilja saman við
hennara persónligu egin-
leikum gera hana til eitt
sterkt boð upp á ein sess á
sambandsbonkinum.
Og har vil hon hava nógv
hugskot til at menna og
stimbra okkara vinnulív - tí
vinnulívi, sum skal vera
grundarlagið undir okkara
vælstandi og vælferð -
undir okkara framtíð.
Tað er tí við góðum huga,
at eg heiti á allar eysturoy-
ingar um at geva Halldóru
Ranghamar - og við henni
eisini Sambandsflokkinum
- góðan stuðul á valinum
20. januar 2004.
Sambandsflokkurin - ein
vinnulívsflokkur.
Gott val og gott nýggjár
Eitt sterkt vinnulív framleiðir vøkstur
og vælstand og vælferð
Góðan morgun, Fólkaflokkurin!
Viðmerking til valsending Fólkafloksins
í ÚF 12.01.04
Durita Dam
Teir seinastu dagarnir
havi eg, við stórum
áhuga, fylgt við í kjakin-
um um samkynd.
Mín
fyrispurningur
snýr seg um, hvør við-
gerðarháttur Miðflokk-
urin ætlar skal verða
nýttur, fyri at grøða
samkynd. Hvar skal við-
gerðin fara fram? Vita tit
um nakran samkyndan,
ið hevur áhuga í hesi
viðgerð?
Eg skal leggja afturat,
at eg ongantíð havi
hugsað um samkynt sum
sjúk, men bert sum ein
part av tí menniskjaliga
margfaldni, sum Vár-
harra hevur skapt. Ann-
ars haldi eg at orðið
»kynsvillingur« er eitt
sera óetiskt og »happ-
andi« navn.
Frælsar Føroyar
í svartari miðøld
- hvat er tað?
Føroyingar
eru framvegis meira
enn bara menn
Kvinnur til dømis
- og samkynd
Veljið tey sum virða
mannarættindini
Bergtóra Hanusardóttir
VIÐMERKINGAR
Eyðun Egholm
Tey sum hava fylgt eitt
sindur við, eiga at hava lagt
merki
til,
hvussu
illa
Sambandsflokkurin
er
komin frá sínum val-
sendingum.
Flokkurin
hevur t. d. ikki skil á, hvat
tað er, tey eru við at broyta,
hvørki viðv. skattinum ella
viðurskiftunum
ímillum
Føroyar og Danmark.
Føroyngar, tit eru vón-
andi skilabetri enn tað, sum
veljarakanningin vísir.
Oddfríður Marni
Rasmussen
Rithøvundur
Føroyar skulu vera fyri all-
ar
føroyingar.
Soleiðis
verður sagt um tað før-
oyska samfelagið. Mið-
flokkurin hevur lagt val-
skránnað fram, og enn eina
ferð sæst, at Føroyar eru
IKKI fyri allar føroyingar.
Listafólk og samkynd eru
enn ikki vælkomin at liva
og starvast her á landi.
Miðflokkurin
vil,
at
sparast skulu 69 milliónir á
mentanarøkinum, tí, sum
teir siga: Mentanin eigur
ikki at vera ein útreiðsla
fyri føroyska samfelagið.
Mentan hevur ongantíð
verið ein útreiðsla fyri sam-
felagið. Tað er eyðsæð, at
peningurin, sum mentanin
letur í landskassan, ikki er
har
beinanvegin,
men
ferðafólk, sum koma at
vitja hetta vakra landið,
vitja tað tí, at tey hava eitt
gott forhold til føroyska
mentan - og tey leggja pen-
ing eftir seg. Føroyskur
tónleikur verður spældur
kring allan knøttin. Bøkur
verða týddar til onnur mál.
Listafólk verða innstillað
og vinna virðislønir. Ítrótt-
arfólk vinna heiðursmerkir
og føroyskum listafólki
verður sýndur heiður í
egnum landi, og tað er alla
æru vert.
Tað ljóðar á miðflokka-
monnunum, at vit, sum
fáast við at skapa list, ikki
hava familju, og tí ikki
kunnu koma undir familju-
politik, at vit ikki hava brúk
fyri barnagarðsplássum, at
vit ikki drekka mjólk, og at
vit ikki hava arbeiði, vit eru
bara ein útreiðsla. Tá ið eg
ikki skrivi ella eri saman
við mínari familju, havi eg
eitt vanligt borgarligt starv,
sum eg eri sera væl nøgdur
við.
Eg kann fortelja mið-
flokkamonnunum, at tá ið
eg gevi eina bók út, so
hendir tað seg at eg kanska
fái løn í nakrar mánaðir tá
ið eg skrivi. Eitt bókarfor-
lag skal geva hana út. Síð-
ani lati eg prentaranum
bókina til umbrótingar.
Bókin verður innbundin.
Hon verður latin bókasøl-
unum og tey selja hana til
ein lesara. Eru tit greiðir
yvir hvussu nógv fólk hava
bókina á hendi áðrenn les-
arin endaliga keypir hana?
Ógvuliga nógv fólk, sum
øll gjalda skatt, MVG, og
løn til starvsfólk. Um eg
ikki fekk løn fyri mítt
arbeiði (ja, hetta er eitt
arbeiði) vildi verið tað
sama sum, at ein hand-
verkari ikki fekk løn fyri at
byggja eini hús, ella at ein
flakakvinna ikki fekk løn
fyri at flekja fisk. Øll hava
vit tað til felags, at vit
levera eitt produkt til ein
keypara. Men nú er tað so
viðvíkjandi listini, at mark-
naðurin í Føroyum er av-
markaður og tí má hon
stuðlast alment, annars
verður
arbeiðið
ólønt.
Kanska hetta er vælgerandi
arbeiði og átti tí at verði
skattafrítt, sum eitt nú í
Írlandi, har listafólk ikki
gjalda skatt av teimum
fyrstu 100.000 krónunum.
Um skapandi og útinnandi
listafólk ikki fáa henda
vælfortjenta
stuðul
frá
landinum, sum vit eru sera
takksom fyri, so enda vit á
almannastovuni. Eru vit
kanska tá eitt mál hjá
miðflokkinum at arbeiða
við?
Tjóðpallur Føroya verður
veruleiki. Tað var jú bert
ein tingmaður, sum at-
kvøddi blankt og ein, sum
atkvøddi ímóti, so gamla
tingmanningin vildi føra
Tjóðpall Føroya út í verkið.
Vónandi fer ein nýggj ting-
manning ikki at mótmæla
hesum.
Eitt og hvørt land, sum
hevur respekt fyri síni egnu
søgu og sínum fólki, eigur
at loyva gransking. Hetta
kann vera við til at menna
okkum sjálvi og onnur við.
Loftmiðlarnir mugu eis-
ini skifta út gamla útgerð
og fylgja við á tí tøkniliga
økinum. Teir hava brúk fyri
góðum kørmum og góðari
útgerð, og tá ið útgerðin er
vorðin ov gomul, kann hon
seljast til onkran, sum ætlar
sær at seta á stovn eina
sjónvarpsrás.
Liss Joan Hansen
Funningsfjørð
Havi seinastu kvøldini hugt
at valsendingunum í SVF,
har Øssur Winthereig er
vertur. Má viðganga, at
hetta hevur verið eitt
skuffilsi av teimum heilt
stóru. Mest av øllum havi
eg undrast á, at Øssur spyr
luttakarnar um nakað sum
helst, tí hann vil slett ikki
hoyra tey svara uppá tað,
hann spyr tey um!
Í gjárkvøldið bar so av.
(hósdag 8 januar) Hetta
kvøldið var valsendingin úr
Eysturoynni, og tað fyrsta
evnið var um vatnorkuút-
byggingina
hjá
SEV.
(rev)álvaratos!
Fyrst eina samrøðu við
dagrøktaraleiðara, sum ikki
vildi missa spæliplássið hjá
børnunum í dagstovninum
á Oyri, alt gott um tað. Men
so segði hon at vatnorku-
útbyggingin er í lagi, um
SEV vísir hóvsemi, tá teir
taka vatnið! Vælsignaða
eigi teg, koyr tær ein túr til
Funningsfjarðar, og hygg
eftir hvussu hóvligir SEV
eru, tá teir fara at taka
vatnið úr áðunum. Hyggju-
ráðini eru nokk at taka ein
lupp ella, enn betri, mikro-
skop við tær, um tú altso
ætlar tær at síggja nakað
vatn í áðunum við vestaru
síðu
av
Funningsfirði.
Gongur tú niðaná fjøllini,
oman fyri har byrginging-
arnar í áunum eru, sær tú,
at allar smáar grøvir og
veitir eisini eru veittar til
vatnúttøkini hjá SEV. Tað
var eisini sagt her á leiðini,
áðrenn SEV tók áirnar, at
teir bara skuldu taka ein
part av teimum, men her
gongur sjón fyri søgn. Nei,
SEV tekur hvønn ein
dropa…..hví ólukkan skulu
teir ikki gera tað, tá vatnið
er tað, teir eru farnir eftir?
Síðan eitt umfar til lut-
takarnar uppá 1 1/2 minutt
at tosa í, og so nakrir spurn-
ingar frá Øssuri Winther-
eig. Bara tað hann spyr um,
og einki annað kann sigast í
sendingini. Eingin tíð til at
svara, luttakarnir verða av-
kvettir mitt í einum svari,
og sleppa als ikki at rættað
tær skeivu uppfatanir Øssur
fær fólk til at halda, at
valevnini kanska hava sagt!
Hví skal Kyoto-sáttmálin
verða við til at steðga SEV
útbyggingunum?
Hasin
eini motorurin, sum SEV
nýtir til hesa vatnorkuna,
hevur ikki so nógv co2-út-
lát, at tað gerð nakran mun
uppá vakstrarhúseffektina,
samanborið við árinið á
nærumhvørvið av, at áirnar
verða turrlagdar!
Tað ljóðar sera gott at
siga, at tað í løtuni verða
gjørdar árins-kanningar við
Funningsfjørð, og at vit fáa
eitt svar uppá tær skjótt.
Men hvat er hetta svarið
vert? Kanningarnar byrjaðu
ikki fyrr enn eftir at vatnið
varð tikið úr áunum og
nærumhvørvinum. Hugsa
tær, at ein maður hevur eina
langa fjøl, sagar eitt petti av
og brennir tað. Koyrir síðan
øskuna burtur, og biður ein
annan mann koma at máta
hvussu lang fjølin var, áðr-
enn hann sagaði og brendi
pettið av fjølini. Hvussu
góður er møguleikin fyri, at
tann seinni maðurin finnur
útav upprunaligu longdini á
fjølini? Hann hevur ikki
møguleika at brúka eyga-
mál, tí hann hevur ikki sæð
fjølina fyrr enn eftir at hon
er stytt, og eigarin hugdi
ikki at hvussu long fjølin
var áðrenn hann sagaði.
Tí kann sigast, at tær
sokallaðu
árinskanning-
arnar eru reint spæl og
gitingar, sum ikki kunnu
brúkast til nakað sum helst.
Tær eru umleið líka nógv
verdar sum tann burtur-
beinda øskan av omanfyri
nevndu fjølini.
Jón Guttesen
Lisbeth eigur ein Sambandslummaroknara og hann
hevur verið frammi
Góður er hesin Sambandslummaroknari, einamest í
einum valstríði.
Tí Sambandslummaroknarin veit Lisbeth at siga, at
um hon sigur 40 heldur enn 60 (á "Eyka arbeiði")
Ja so fara pengar at floyma í Føroyum.
Sambandslummaroknarin kann neppa Lisbeth
fortelja
Um toskur tá verður meiri ella um prísir tá verða
hægri
Ej heldur um laksur tá verður dýrur ella um
svartkjaftur tá verðir eftir
Nei Sambandslummaroknarin veit kanska at siga
at tá fara vit at klippa okkum nakað nógv oftari!
Ja sjálvt hjá tí allar, allar gløggasta mann búskapur
verða sverur
Og hjá Lisbeth, ja, heldur sverari
Tí hevur Sambandslummaroknarin hjá Lisbeth
Ein knøtt sum lummaroknarin hjá tær og mær ej
hava
Ein knøtt sum fær øll roknistykkir at ganga upp
Um enn bert fyri eina tíð
Sum fær øll reyð tøl at blíva svørt
Um enn ikki permanent
Sum fær teg at gloyma alt um skynsemi og
sjálvbjargni, ýðni og fullveldi
Ein knøtt við drotningakrúnu á
Eg haldi tað er á henda knøtt
Lisbeth hevur havt fingurin á!
Til Miðflokkin
Veljið bara ikki svart!
Sambands-
lummaroknarin
Valsendingar í SvF
Føroyar skulu vera fyri allar føroyingar
C
M
Y
K
13
12