mikudagur 14. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 8 - 14. januar 2004
15
Fríggjadagin 9. januar
var almenn móttøka á
skrivstovuni hjá Bláa
Krossi Føroya á
Glyvrum í sambandi
við at aðalskrivarin
seinastu átta árini,
Ásbjørn Jacobsen,
hevur lagt frá sær, og
Jaspur Langgaard á
Nesi hevur tikið við
sum nýggjur aðal-
skrivari
Eini 100 fólk vóru til
móttøkuna og nøkur teirra
hildu talu, tey vóru m. a.
nevndarformaðurin Sverri
Steinhólm, fráfarandi aðal-
skrivarin Ásbjørn Jacob-
sen, nýggi aðalskrivarin
Jaspur Langgaard, lands-
stýrismaðurin í heilsumál-
um Bill Justinussen og løg-
tingslimurin Alfred Olsen.
Nýggi
aðalskrivarin,
Jaspur Langgaard, er 33 ára
gamal og leirvíkingur. Eftir
lokið studentsprógv fór
hann í 1990 til Danmarkar
at lesa til datamatikara.
Stutt eftir at hann var
heimafturkomin fekk hann
starv sum edv-maður á
Formula í Havn og har
hevur hann verið í starvi
seinastu 9 árini. Tó arbeiddi
hann í 2000 sum KT-leiðari
á Almannastovuni.
Jaspur er giftur við
Oliviu, f. Olsen, í Rituvík
og tey eiga synirnar Remi,
12 ár og Beinir, 4 ár.
Blái Krossur Føroya er
ein privatur hjálparfelags-
skapur, ið umboðar 1100
limir í 8 lokalfeløgum. Á
skrivstovuni á Glyvrum
arbeiða 3 fólk, á Blákross-
kaféini í Havn arbeiða 2
fólk, á Blákrossheiminum
eru 12 ársverk og uml. 60
kvinnur arbeiða sjálvboðið
í Blákrossbúðini.
Endamálsgreinin
hjá
Bláa Krossi Føroya kann
býtast upp í trý:
1. Hjálpartænastan, sum
er at hjálpa menniskjum, ið
eru illa fyri vegna mis-
nýtslu av rúsdrekka ella
rúsevnum.
2. Fyribyrgingararbeiði,
har roynt verður at fyri-
byrgja at fólk misnýta rús-
drekka og onnur rúsandi
evni, og at virka fyri eini
rúsfríari lívsáskoðan og
rúsfríum umhvørvi.
3. At boða gleðiboðskap-
in um Guds kærleika til
menniskju.
Jaspur sigur, at hann kundi
hugsað sær at økt um lima-
tali í Bláa Krossi og at gjørt
meira burturúr fyribyrg-
ingararbeiðinum. Í tí sam-
bandi kundi hann hugsað
sær, at almennu myndug-
leikarnir settu meira pening
av til fyribyrgingararbeiði á
løgtingsfíggjarlógini m.a.
til fyribyrgingarátakið hjá
Bláa
Krossi
"Børn
í
vanda", sum hevur til enda-
máls at veita børnum góðan
og tryggan uppvøkstur.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
14. januar. Felix, deyður umleið ár 260. Prestur í
Nola, nærhendis Napoli í Italiu. Nógvar eru frásagn-
irnar um hansara lítillátna lív og tær mongu
undurgerðir, hann útinti.
Navnið merkir eydnuríkur.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
tá góði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Effer millum Garðarnar
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk øll tit, sum hjálptu so væl til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar innan-
og uttanlands, heilsanir og vitjanir í heiminum
áðrenn og aftaná jarðarferðina.
Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Etly, Kári, Benn Johnny og Estrid við familju
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá okkara kæri
Óli Hansen
vanliga nevndur Óli í Sundunum,
Kollafjørður
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til prestarnar Hera Joensen
og Ingu PoulsenDam.
Tøkk til sangarar og berarar.
Tøkk til stýrið fyri missiónshúsið fyri vælvild
í sambandi við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur og kransar og til øll tykkum,
ið á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina,
bæði áðrenn og aftaná,
og til tykkum, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Marin og systkini: Kirstin, Hans, Maria,
Hans Jacob, Poul Eli, Johannes og Anton
Blái Krossur Føroya
nýggjan aðalskrivara
Fráfarandi aðal-
skrivarin, Ásbjørn
Jacobsen, og nýggi
aðalskrivarin, Jaspur
Langgaard
Mynd: Kristian á Reynatrøð
Alfred Olsen og Kári Højgaard, løgtingsmenn
Mynd: Kristian á Reynatrøð
Jaspur Langgaard og Edmund Joensen, løgtingsformaður
Mynd: Kristian á Reynatrøð
Fyrrverandi og núverandi leiðarar á Blákrossheiminum,
Sólborg Dulavík, og Olga Magnussen
Mynd: Kristian á Reynatrøð
15
14
Nr. 8 - 14. januar 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Seinasta fríggjadag
var móttøka í bý-
ráðshøllini hjá Runa-
víkar kommunu, har
kommunan heiðraði
eitt av starvsfólkun-
um seinastu mongu
árini fyri trúgva
tænastu. Maðurin,
sum var miðdepilin
hendan dagin, var
Andre Hentze, ið
hevur starvast sum
formaðurin hjá
kommununi í sløk 29
ár
MÓTTØKA
Anna Joensen,
praktiknæmingur
Á samkomuni, har fleiri
býráðslimir og onnur vóru
møtt, var kaffi og pinna-
matur. Áðrenn løtan byrjaði
við heilsanum til Andre,
spældi Meinhard Bjartalíð
á klaver, og hetta setti sín
serstaka dám á tiltakið.
Fystur at taka orðið var
býráðsformaðurin,
Rod-
mundur Nielsen, sum takk-
aði Andre fyri trúgva tæn-
astu øll hesi mongu ár.
Hann vísti á, at tað er ikki
ein og hvør, sum hevur sitið
í almennum starvi eitt so
langt áramál.
- Teir, sum sótu í komm-
ununi, tá ið Andre tók við
starvinum, eru ikki allir á
lívi í dag. Formaður í Runa-
víkar kommunu fyri 29
árum síðan var Dia P. Jo-
hannesen.
Rodmundur
takkaði
Andre fyri loyalitet og góð
samstarvsevni, sum hava so
stóran týdning í einum tí-
líkum starvi.
- Andre tók sjálvur av-
gerðina um at gevast, og nú
hann ikki longur er í starvi
hjá kommununi, er hann
farin at bora og spreingja
saman við soninum, Jákupi
Andreas.
Rodmundur vísti á, at
Andre er aktivur í sam-
komu, har hann hevur ser-
liga stóran áhuga fyri ung-
dóminum.
- Hesum hava vit størstu
virðing fyri, segði hann.
Býráðsformaðurin ynskti
fyrrverandi
arbeiðsfor-
manninum og familju hans-
ara alt tað besta, nú hann er
farin undir annað virksemi.
Á samkomuni handaði
Rodmundur Nielsen Andre
ein frálíkan málning av
Sandi, haðani Andre er.
Listamálarin er leirvíking-
urin, Sámal Toftanes.
Hans Jakku Lamhauge,
sum hevur verið formaður í
teknisku nevnd hjá Runa-
víkar kommunu í mong ár,
takkaði eisini Andre fyri
trúgva tænastu øll hesi
mongu ár.
- Vit hava samstarvað í
27 ár, og tískil kenni eg teg
rættiliga væl. Tú hevur
verið ótrúliga loyalur móti
tínum arbeiðsplássi. Tú
torir at siga tína meinig, og
tú sigur hana við rætta við-
komandi.
Hans Jakku vísti á, at tað
krevur nóg av einum manni
at vera arbeiðsformaður í
eini so stórari og umfatandi
kommunu við so nógvum
bygdum.
- Tað krevur nógv at fáa
alt at ganga upp.
Hans Jakku greiddu frá
umstøðunum, sum arbeiðs-
menninir hjá kommununi í
sínari tíð høvdu uppi á
einum neystalofti og seinni
í kjallaranum á havnaskriv-
stovuni.
- Tú ynskti alla tíðina, at
arbeiðsmenninir
fingu
rímilig kor at virka undir.
Nú tú fert frá, eru hesar
umstøður við at verða undir
landi í nýggjum bygningi á
Lambareiði.
Hans Jakku segði, at tað
ikki altíð hevur verið so
tespiligt hjá Andre og hans-
ara monnum í kommununi.
- Tit noyddust út at ar-
beiða í regni og ódn, tá ið
rennurnar ikki svølgdu - ja,
onkuntíð svóvu tit ikki í
heilar nætur. Eg havi stóra
virðing fyri tí arbeiði, tú og
tínir menn hava gjørt fyri
kommununa.
Eliesar Kastalag, ið hev-
ur starvast sum verkfrøð-
ingur hjá kommununi í
mong ár, segði eisini nøkur
orð á hugnaligu móttøkuni.
Hann takkaði Andre fyri
mongu árini og vísti á
hansara loyalitet móti ar-
beiðsplássinum.
- Eg byrjaði í 1970,
einsamallur á deildini sum
arbeiðsformaður, tekniskur
ráðgevi og alt millum
himmal og jørð.
Eliesar segði seg minnast
ógvuliga væl, tá ið hann í
sínari tíð sá umsóknina hjá
Andre, tí teir kendust úr
Klaksvíkini.
- Eg var ógvuliga glaður
fyri setanina av honum.
Samstarvið hevur verið
gott, hóast vit ikki altíð
hava verið samdir um alt.
Eliesar helt, at kona
Andre, Marjun, mangan
hevur verið tolin, tá ið
arbeiðsdagarnir vóru lang-
ir, og neyðugt var hjá hon-
um at traðka til í úrtíð.
- Hjartaliga takk fyri
tíðina, segði Eliesar.
Kári P. Højgaard, býráðs-
limur, takkaði Andre eisini
fyri tíðina og endurtók enn
einaferð hansara loyalitet
móti arbeiðsplássinum.
- Tað hevur ikki altíð
verið lætt at gjørt øllum til
vildar, eitt nú tá ið kavi lá,
og vegirnir skuldu gravast.
Kári vónaði, at Andre fer
at fáa mong góð ár aftrat.
- Aldur sæst ikki á hon-
um, segði hann.
At enda takkaði Andre
Hentze fyri tøkkirnar og
góðynskini.
Ein loyalur arbeiðsformaður gevst
Rodmundur Nielsen, býráðsformaður, handaði m.a. blómur og ein málning til André Hentze
Mynd: Maria Olsen
Rodmundur
Nielsen
heldur røðu,
meðan André
og konan,
Marjun, lýða
á
Mynd: Maria
Olsen
Hans J.
Lamhauge,
formaður í
teknisku
nevnd, hevur
samstarvað
við André í
27 ár
Mynd: Maria
Olsen
Nógv fólk og fyrrverandi
starvsfelagar stukku inn á
gólvið
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
14