mikudagur 14. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
17
Bóndin lovar bíligari mjólk
Valevni og bóndin á
Kjalnesi metir ikki, at
landbúnaðurin í Før-
oyum sum er kann
virka uttan almennan
stuðul. Hann vil eisini
hava bíligari mjólk og
heldur onga trupul-
leika vera við út-
lendskum íleggjarum
í alivinnuni
LØGTINGSVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
28 ára gamli bóndin á Kjal-
nesi, Eddie Joensen, stillar
fyri fyrstu ferð upp til
løgtingsval í ár. Hann tók
við festinum í 2000 eftir
pápa sín, og hann dylir ikki
fyri, at hjá honum eru
landbúnaðarmál so avgjørt
eitt hjartamál.
Tað fyrsta bóndin og
valevni á Kjalnesi nevnir er
at fáa mjólkina bíligari.
Hann er av teirri greiði
fatan, at mjólkin í Føroyum
er ov kostnaðarmikil fyri
barnafamiljurnar.
Í løtuni er mjólkastuðulin
til bóndurnar 50 oyru fyri
liturin, og Eddie Joensen
metir, at tað hevði verið
hóskandi at byrja við at tví-
falda hendan stuðul. Hesin
økti stuðul vil merkja eina
meirútreiðslu til landskass-
an áljóðandi umleið 3,5
milliónir krónur.
– Hetta gera tey í øllum
øðrum londum, vísir Eddie
Joensen á.
Er hetta ikki ein beinleið-
is stuðul til bóndirnar?
– Stuðul er vorðið eitt
sovorðið ljótt orð, so eg vil
heldur rópa tað fyri eitt
ískoyti. Tað er ótrúliga
týdningarmikið at gera tað
liviligari hjá familjunum,
sigur Eddie Joensen.
Eisini viðurskiftini hjá
bóndunum heldur Eddie
Joensen vera neyðug at
broyta uppá. Eitt nú ognar-
viðurskiftini hjá bóndunum
heldur bóndin á Kjalnesi
kunnu broytast.
– Sum støðan er í dag, so
seta vit sum bøndur pening
í hús á garðunu. Vit taka
kanska lán, og tá vit so hava
goldið hesi lán aftur, so eigi
vit ikki húsini allíkavæl,
sigur Eddie Joensen.
Hann heldur ikki, at tað
hevur so stóran týdning at
privatisera jørðina sjálva,
men sjálvar fastognirnar á
garðinum eigur bóndin at
kunna eiga, soleiðis at hann
ikki stendur á berum, tá
hann gevst sum bóndi. Hann
leggur dent á, at bóndirnar
sjálvir ofta taka lán og rinda
hesi aftur sjálvi.
Tað er hugsanin hjá
Eddie Joensen, at eftirkom-
arar hjá verandi bóndum
skulu hava fyrsta rætt til at
yvirtaka garðarnar. Men er
eingin eftirkomari, so held-
ur valevni hjá Javnaðar-
flokkinum, at besta loysnin
er at leggja garðar saman til
størri eindir.
– Tað skal helst kunna
bera til at liva av at vera
bóndi, sigur Eddie.
Bóndin á Kjalenesi held-
ur eisini, at tað skal vera
møguligt hjá bóndum at fáa
stuðul til at velta nýggj
lendi.
– Tað eigur so at vera
Jarðarráðið ella ein Búnað-
arstova við serkønum fólk-
um, sum ger av um eitt lendi
er ráðiligt at fara í holt við at
velta og veita stuðul til,
sigur Eddie Joensen.
Ber tað til at hava land-
búnað í verandi líki uttan
almennan stuðul?
– Tað meti eg ber ógvu-
liga illa til. Ì øllum førum
fær hetta eina stóra ávirkan
á prísin á kjøti og mjólk,
sigur Eddie Joensen.
Fokus á familjuna
Kjalnesgarður, sum er í
Kollafirði, er fýra merkur
til støddar. Eddie hevur
bæði mjólkineyt og 160
áseyðir. Í bóndans garði á
Kjalnesi býr Eddie saman
við Fridu, sum hann eigur
tvey børn saman við - eina
fýra ára gamla dóttir og ein
fimm mánaðir gamlan son.
Og familjumál eru so av-
gjørt eitt hjartamál hjá
Eddie Joensen, leggur hann
eina við. Umframt bíligari
mjólk til hesar familjur,
heldur Eddie tað vera fleiri
aðrir møguleikar at stimbra
føroysku barnafamiljuna.
– Tað er dýrt at hava fleiri
børn ansaði á stovnum. Eg
haldi, at foreldur við fleiri
børnum eiga at fáa avslátt-
ur, soleiðis at tað verður
meira liviligt, sigur Eddie
Joensen.
Hesi
vallyfti
minna um tey hjá øðrum
javnaðarvalevnum, og tey
skulu takast í álvara, sigur
Eddie.
Hann vísir eisini á, at
rentustuðulin
eigur
at
varðveitast.
– Tað er sera órættvíst at
taka hann frá familjunum,
eftir at tey hava bundið seg
fíggjarliga í nógv ár undir
teimum
fortreytum,
at
rentustuðulin er avgerandi
fyri at endarnir skulu røkka
saman, sigur Eddie Joensen.
Norðstreymoy
Sum uppstillaður í Norð-
streymoyar valdømi kapp-
ast Eddie og Javnaðarflokk-
urin um ein av tveimum
valdømisvaldum løgtings-
sessum. Kappingin í hesum
valdøminum er sera hørð.
Tá spurt verður um ætl-
anir í sjálvum valdøminum,
heldur bóndin á Kjalnesi, at
neyðugt er at skapa betri
fortreytir og karmar fyri
vinnulívið í hesum valdøm-
inum fyri at skapa fram-
burð.
– Alivinnan er illa sperd,
og eg haldi ikki, at tað er
nakar trupulleiki at fáa út-
lendskan kapital upp í
vinnuna. Bert teir fylgja
teimum treytum, sum verða
settar á eitt nú umhvørvis-
økinum seta, sigur Eddie
Joensen.
Sum onnur droyma eisini
norðstreymoyingar
um
tunlar og betri vegakerv.
– Vit mugu betra um
vegin til Tjørnuvíkar, og
ein tunnil droyma vit eisini
um, men hetta liggur langt
frammi í tíðini, sigur Eddie.
Eingin fullveldis-
maður
Bóndin á Kjalnesi vónar
tað besta, nú tað av álvara
stundar til val. Verður hann
valdur, so verður neyðugt
við einum húskalli á garð-
inum fyri at lætta um
arbeiðsbyrðuna.
Tá vit spyrja bóndan og
valevni eftir hansara støðu í
tí tjóðskaparliga spurning-
inum, er hann skjótur at
svara, at hann so avgjørt
ikki er nakar loysingar-
maður.
– Tað er nógv í Javnaðar-
flokkinum, sum eru loys-
ingarfólk, men tað eri eg so
ikki. Haldi tó, at partarnir í
ríkisfelagsskapinum skulu
gerast meira javnsettir,
sigur Eddie Joensen.
Við tíðini heldur Eddie
Joensen, at tað er rúm fyri
at minka blokkin, men
hetta skal ikki gerast sum
støðan er nú.
– Vit mugu raðfesta fam-
iljuna og vælferðina fyrst
og fremst, ljóðar boðskap-
urin frá valevninum og
bóndinum á Kjalnesi.
Stutt um...
Eddie Joensen er 28 ára gamal. Dagliga starvið er
bóndi á Kjalnesgarði, sum hann festi í 2000 eftir pápa
sín. Hann heldur saman við Fridu, og tey bæði eiga
tvey børn - eina fýra ára gamla gentu og ein fimm mán-
aðir gamlan son.
Hann hevur leingi havt áhuga fyri politikkin og altíð
kalla seg fyri javnaðarmann, men hann er fyrst seinnu
árini vorðin aktivur - og nú uppstillaður.
Eddie Joensen er eisini kendur sum hondbóltsspælari
hjá KÌF. Umframt at vera bóndi hevur hann starvast
ymsastaðni, m.a. á Royndarstøðini og hjá Landsverk-
frøðinginum.
Valevni í
Sosialinum
Hendan
greinin
er
partur av einari greina-
røð, har vit práta við
ymisk valevni, sum flest
øll eru rættiliga nýggj í
politikki. Hesar greinir
koma í Sosialin kom-
andi dagarnar.
Eddie Joensen er bóndi og tilveran hareftir. Nú bjóðar hann seg fram sum valevni við lyftum um bíligari mjólk og betri viðurskiftum til bóndir
Mynd: Jens Kristian Vang
Listi A
Listi A Hin Føroyski Fólkaflokkurin
(radikalt sjálvstýri)
1. Óli Breckmann, løgtingsmaður, Argir
2. Eli Christiansen, umsitingarleiðari, Tórshavn
3. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, Hoyvík
4. Turid Christophersen, hjálparfólk, Tórshavn
5. Elna Skylv Hansen, ítróttaráðgevi, Kaldbak
6. Jan Hansen, bygdaráðslimur, Nólsoy
7. Poul Michelsen, løgtingsmaður, Tórshavn
8. Annika Olsen, handilsskúlalærari, Tórshavn
9. Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur, Tórshavn
10. Torkil V. Rasmussen, læraravikarur, Tórshavn
Stillarar
Regin W. Dalsgaard, edv-maður, Smærugøta 27, 100 Tórshavn
Jan Christiansen, borgarstjóri, Marinargøta 26, 188 Hoyvík
Steingrím Niclassen, fyrrv. skúlastjóri, Frúutrøð 18, 100 Tórshavn
Anna Húsgarð, sjúkrahjálpari, Brattabrekka 8, 100 Tórshavn
Jógvan Sundstein, fyrrv. løgmaður, Skákið 9, 100 Tórshavn
Líggjas Joensen, stjóri, undir Heygnum 7, 100 Tórshavn
Katrin Dahl, fyrrv. hvíldarheimsleiðari, N. Mohrsg. 15, 188 Hoyvík
Magnus H. Magnussen, aut. el-innleggjari, Gripsv. 18, 100 Tórsh.
Maria á Dul, starvsfólkastjóri, Traðartún 24, 160 Argir
Hans A. M. Johansen, goymslumaður, Argjavegur 61, 160 Argir
Jórun Petersen, húsmóðir, á Gørðum, 180 Kaldbak
Cornelius Reinert, bóndi, við Á, 180 Kaldbak
Dánjal Pauli Danielsen, fyrrv. landsstýrismaður, 176 Velbastaður
Demmus Hentze, landsrættarsakførari, Handan Á 7, 100 Tórshavn
Rene Hansen, sølumaður, 270 Nólsoy
Listi B
Sambandsflokkurin
1. Annfinn Brekkstein, borgarstjóri, Velbastaður
2. Súsanna Dam, bankakvinna, Tórshavn
3. Janus Djurhuus, arbeiðsformaður, Tórshavn
4. Jakob Holm, yvirstýrimaður, Argir
5. Michael Jensen, inspektørur, Tórshavn
6. Jóhan Petur Johannesen, lærari, Argir
7. Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, Tórshavn
8. Høgni Mikkelsen, byggimeistari, Tórshavn
9. Heðin Mortensen, løgtingsmaður, Tórshavn
10. Lisbeth Lindenskov Petersen, løgtingskvinna, Tórshavn
11. Bjarti Thomsen, sivilverkfrøðingur, Nólsoy
Stillarar
Poul á Kletti, blaðmaður, Varðabyrgi 10, 100 Tórshavn
Andrew Jensen, arbeiðsformaður, J. C. Svabosgøta 26, 100 Tórshavn
Alfred Hofgaard, snikkari, Rasmusargøta 3, 100 Tórshavn
Anna á Steig, skrivari, N. Mohrsgøta 13, 188 Hoyvík
Olaf Andreasen, arbeiðsmaður, Yviri við Strond 57, 100 Tórshavn
Henry Debes Joensen, fyrrv. varaskúlastjóri, Kráargøta 5, 160 Argir
Trúgvi Fossdal Guttesen, verkfrøðingur, Fjalsgøta 10, 100 Tórshavn
Beate L. Samuelsen, blaðstjóri, Varðalág 4, 100 Tórshavn
Johannes Martin Olsen, pensionistur, Velbastaðvegur 31, 100 Tórshavn
Hansina Brekkstein, skrivstovukvinna, 176 Velbastaður
Petur Weihe, umsjónarmaður, Lynggøta 13, 100 Tórshavn
Herborg Joensen, oldfrúa, Mýrusnípuvegur 25, 100 Tórshavn
Anfinn Reinert, 2. varasløkkiliðsstjóri, Dalagøta 23, 100 Tórshavn
Eilif Samuelsen, lærari, Kráarvegur 11, 100 Tórshavn
Bent J. H. Hansen, varðhaldsleiðari, Kráargøta 14, 160 Argir
Listi C
Føroya Javnaðarflokkur
1. Bergur P. Dam, skrivstovumaður, Tórshavn
2. Sophus E. Dal Christiansen, søluráðgevi, Tórshavn
3. Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna, Tórshavn
4. John Johannessen, tíðindamaður, Tórshavn
5. Elin Lindenskov, býráðslimur, Tórshavn
6. Kristian Magnussen, løgtingsmaður, Tórshavn
7. Bjarki Mohr, starvsfólkaleiðari, Tórshavn
8. Kári Mortensen, studentaskúlalærari, Tórshavn
9. Helena Dam á Neystabø, leiðari, Tórshavn
10. Jan Poulsen, løgreglumaður, Tórshavn
11. Joan Ziskason, sjúkrasystir, Hoyvík
Stillarar
Anna Maria Persson, sjúkrasystir, Bíggjarvegur 3, 100 Tórshavn
Atli P. Dam, varastjóri, Traðabrekka 17, 100 Tórshavn
Edith Dahl, húsmóðir, Villingardalsvegur 49, 100 Tórshavn
Havgrímur Johannesen, stjóri, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn
Hervør Hansen, krambakvinna, 270 Nólsoy
Jacob Lindenskov, fyrrv. landsstýrismaður, Torfinsgøta 31, 100 Tórshavn
Jákup Danielsen, leiðari. Velbastaðvegur 50, 100 Tórshavn
Jóhan Samuelsen, lærari, Torfinsgøta 38, 100 Tórshavn
Jói Winter, sjómaður, Traðagøta 2A, 160 Argir
Jona Henriksen, fyrrv. KFUK skrivari, Reyngøta 20, 100 Tórshavn
Jørmund E. Zachariasen, arbeiðari, 280 Hestur
Petur Jensen, vátrúmfrøðingur, Berjabrekka 51, 100 Tórshavn
Rúni Øregaard, lærari, Hamarsgøta 38, 100 Tórshavn
Torfinn Smith, býráðslimur, Turiðargøta 8, 100 Tórshavn
Torkil Ejdesgaard, vikarur, oman Stóragarð 6, 100 Tórshavn
Listi D
Sjálvstýrisflokkurin
1. Carl August Arge, rúsevnisráðgevi, Tórshavn
2. Eilif Brimheim, vinnukavari, Tórshavn
3. John Eysturoy, skrivstovumaður, Tórshavn
4. Sámal Petur í Grund, skipari, Søldarfjørður
5. Hans J. Hermansen, koyrilærari, Tórshavn
6. Inga F. Hjalnafoss, handilskvinna, Hoyvík
7. Malan Johansen, búskaparfrøðingur, Tórshavn
8. Ása Olsen, fakfelagsleiðari, Tórshavn
9. Klæmint Olsen, handilsskúlalærari, Tórshavn
10. Terji T. Rasmussen, námsfrøðingur, Nólsoy
11. Johan M. Stenberg, lærari, Argir
Stillarar
Marjun Hansen, húsmóðir, Tildugøta 9, 100 Tórshavn
Heine Olsen, pensionistur, Kovalág 10, 100 Tórshavn
Hilmar Kass, fyrrv. sjómansskúlalærari, Eystari Ringvegur 9, 100 Tórshavn
Ingibjørg Nicolajsen, pensionistur, Tinghúsvegur 73, 100 Tórshavn
Svenn Brimheim, ráðgev. verkfrøðingur, Rektaragøta 12, 100 Tórshavn
Petur Splidt, stjóri, 176 Velbastaður
Sonni Óli Djurhuus, lærari, Eirargarður 8, íbúð 323, 100 Tórshavn
Hildur Johannesen, heilsuhjálpari, Sigmundargøta 22, 100 Tórshavn
Rógvi Hansen, stjóri, Tildugøta 9, 100 Tórshavn
Tórbjørn Poulsen, verkfrøðingur, Bóndabrekka 21, 100 Tórshavn
Poul Arne Joensen, skrivstovumaður, Grønlandsvegur 51, 100 Tórshavn
Poul Næs Sørensen, telegrafistur, Grønlandsvegur 28, 100 Tórshavn
Sjúrður Samuelsen, skipasýnsmaður, handan Á 4, 100 Tórshavn
Noomi Sigmundsdóttir Júliússon, handilskvinna, Dalag. 22, 100 Tórsh.
Eyðbjørg Kass, skrivstovukvinna, Álvastígur 5, 100 Tórshavn
Listi E
Tjóðveldisflokkurin
1. Jógvan Arge, býráðslimur, Tórshavn
2. Niels Uni Dam, samskiftisfólk, Tórshavn
3. Rói Egholm, stjóri, Argir
4. Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, Hoyvík
5. Kristina Háfoss, løgtingskvinna, Hoyvík
6. Finnur Helmsdal, sosialráðgevi, Hoyvík
7. Høgni Hoydal, løgtingsmaður, Hoyvík
8. Tórfríð Johannesen, assistentur, Nólsoy
9. Rúni Nielsen, sølumaður, Tórshavn
10. Bjørn Patursson, bóndi, Koltur
11. Per Simonsen, skipari, Tórshavn
Stillarar
Edith í Jákupsstovu, húsmóðir, Tórsbyrgi 17, 100 Tórshavn
Bjørg Hanusson, pedagogur, Berjabrekka 103, 100 Tórshavn
Hanna við Høgadalsá, húsmóðir, Sundsvegur 9, 100 Tórshavn
Egil Simonsen, skipari, Garðavegur 7, 188 Hoyvík
Andreas Joensen, arbeiðsmaður, 187 Hvítanes
Jákup Pauli Gregoriussen, arkitektur, í Vika, 100 Tórshavn
Jens K. Jacobsen, vrakari, Geilatún 16, 100 Tórshavn
Svenning Tausen, lærari, Noregsvegur 5, 100 Tórshavn
Karin Kjølbro, leiðari, Høvdagøta 7, 160 Argir
Ingrið Sondum, lærari, 176 Velbastaður
Jóannes Patursson, bóndi, 175 Kirkjubøur
Torbjørn Jacobsen, arbeiðsmaður, 180 Kaldbak
Ingi Mohr, leiðari, Sundsvegur 7, 100 Tórshavn
Petur Simonsen, stjóri, Dalakrókur 14, 100 Tórshavn
Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður, 270 Nólsoy
Listi H
Miðflokkurin
1. Absalon Absalonsen, skipari, Tórshavn
2. Thomas Juul Askham, rørleggjari, Tórshavn
3. Niels Hammer, sernámsfrøðingur, Hovi
4. Egin Henriksen, programmør, Tórshavn
5. Álvur Kirke, goymslumaður, Kaldbak
6. Charlotta á Váli Olsen, stovnsleiðari, Tórshavn
7. Jónfinn Olsen, sjálvstøðugur vinnurekandi, Miðvágur
8. Jónfinn Petersen, sølumaður, Argir
9. Jenis av Rana, lækni, Tórshavn
10. Elin Tausen, handilskvinna, Argir
Stillarar
Lissi Hansen, lærari, millum Horna 4, 100 Tórshavn
Steindor Hjaltalin, servisumaður, Vípuvegur 9, 100 Tórshavn
Victor Carlsen, sølumaður, Dánjalstrøð 15, 100 Tórshavn
Heine Lützen, tryggingarmaður, Kristiansgøta 23, 188 Hoyvík
Annika N. við Skipá, lærari, Hákunargøta 5, 188 Hoyvík
Johannus Poulsen, arbeiðstakari, Ovaragøta 36, 188 Hoyvík
Tórun Bech, dagrøktari, oman Hoydalar 33, 188 Hoyvík
Egon Rasmussen, bilmekanikari, Torkilsgøta 11, 188 Hoyvík
Beinta K. Áargarð, Millum Gilja 177, 188 Hoyvík
Conny Danielsen, handilskvinna, Leitisgøta 10, 160 Argir
Dánjal á Dul Jacobsen, umsitingarleiðari, Heygskrókur 13A, 100 Tórshavn
Símin Hansen, el-innleggjari, Flatnagerði 10A, 100 Tórshavn
Harald M. Haraldsen, sjúkrarøktari, Lýðarsvegur 11, 188 Hoyvík
Hjalti á Lava, kt-ráðgevi, í Lágni 13, 100 Tórshavn
Svenning av Lofti, evangelistur, Sólteigur 4, 100 Tórshavn
KUNNGERÐ
Løgtingsvalnevndin fyri Suðurstreymoyar valdømi hevur móttikið hesar valevnislistar til løgtingsvalið týsdagin 20. januar 2004.
Tórshavn 8. januar 2004
LØGTINGSVALNEVNDIN FYRI SUÐURSTREYMOYAR VALDØMI
Janus Isfeldt formaður – Birna Dahl –
Jutta Midjord
Pf. Einars Prent · Tlf. 314929
Listi K
Hin stuttligi flokkurin
1. Johan Dalsgaard, lesandi, Kollafjørður
Stillarar
Malan Ellingsgaard, heimagangandi, Íslandsvegur 39, 100 Tórshavn
Astvard Hansen, maskinførari, Íslandsvegur 39, 100 Tórshavn
Magnus Wilhelm Dam Jacobsen, urtagarðsm., Tungugøta 3, 100 Tórshavn
Niels Heðin Gaard Joensen, kokkur, Pætursgøta 3, 100 Tórshavn
Brynhild Gård Joensen, blómubindari, Argjavegur 41A, 160 Argir
Harald Gaard Joensen, maskinmaður, Javnagøta 7, 100 Tórshavn
Anna Eikhólm Joensen, lesandi, Javnagøta 7, 100 Tórshavn
Guðny Eikhólm, pedagogur, Javnagøta 7, 100 Tórshavn
Eyðbjørg Djurhuus, heimagangandi, 187 Hvítanes
Ólavur Gaard Joensen, dekkari, Niðaragøta 2 íbúð 5, 188 Hoyvík
Anna Dalsgaard, pedagogur, Argjavegur 41, 160 Argir
Poul á Kák Poulsen, kokkur, Djóna í Geilsgøta 63, 100 Tórshavn
Reinholdina Poulsen, klinikkdama, Djóna í Geilsgøta 63, 100 Tórshavn
Ormar Dalsgaard, rørsmiður, í Lon 13, 100 Tórshavn
C
M
Y
K
17
16