mikudagur 14. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
19
Tinghellan fer at
hyggja nærri eftir
valskráum flokkana.
Hetta verður gjørt
soleiðis, at vit velja
nøkur evni, kannað
verður síðani, hvørja
ásjón flokkarnir hava
og hugt verður eftir
evninum frá ymsum
síðum
TINGHELLAN – ÚR
VALSKRÁUM
Bogi Eliasen
Fyrsta evni er miðspjaðing
og hvønn bygnað miðfyri-
sitingin skal hava. Landið
rekur ella fíggjar umframt
miðfyrisitingina eisini aðra
fyrisiting og stovnar.
Bæði evnini eru áhuga-
verd, men tey hoyra saman,
tí hava vit valt at hyggja at
teimum
saman.
Sam-
ferðslunetið hevur somu-
leiðis stóra ávirkan á hesar
møguleikar. Í stuttum kann
sigast, at allir flokkarnir í
síni valskrá, uttan Sjálv-
stýrisflokkurin, nevna, at
samferðslunetið skal byggj-
ast út. Sjálvstýrislokkurin
nevnir ikki hetta mál í val-
skránni.
Greinin tekur støði í val-
skráum flokkana, og ikki
hvat valevni annars føra
fram aðrastaðni.
Allir flokkarnir tykjast
verða samdir í, at Lands-
stýrið er spjatt í ov nógv
aðalráð og at ein saman-
legging kann verða við til
at rationalisera og gera
almennu fyrisitingina bæði
bíligari og betri.
Hvat siga flokkarnir í
valskráunum
A Fólkaflokkurin
Leggja
tænastur
nærri
borgaranum og tillaga al-
mennu
umsitingina.
Kommunurnar stuðlaðar til
at leggja saman í størri
eindir, fyri at betra um
fíggjarligu og fyrisitingar-
ligu støðuna.
B Sambandsflokkurin
Nærdemokratiið styrkjast
við at fleiri egnað málsøki
so við og við verða løgd til
kommunurnar.
Aðalráðini skulu umskip-
ast og samanleggjast, so-
leiðis at tey verða færri.
C Javnaðarflokkurin
Almen størv til útjaðaran
6 aðalráð og ein kunning-
ardisk størri kommunalt
samstarv
D Sjálvstýrisflokkurin
Einki einki beinleiðis um
evni, men nevnir økt innlit
og KT
E Tjóðveldisflokkurin
Miðfyrisitingin skal ratio-
naliserast og effektiviserast
við at leggja deildir saman
Skúlar og mentan kring
landið. Hvørt øki í landin-
um skal hava sín depil til
mentan,
útbúgving
og
gransking.
M Miðflokkurin
Bygnaðarlig endurskoðan.
Tryggja effektiva upp-
gávuloysn í tøttum samar-
beiði millum stovnar og
verk.
Miðspjaðing.
K Hin Stuttligi flokkurin
Jóhan Dalsgaard hevur
onga almenna valskrá.
Soleiðis eru allir flokk-
arnir, Sjálvstýrisflokkurin
nevnir einki um evni og er
undantikin, samdir í, at
miðfyrisitingin skal um-
skipast og at almennar upp-
gávur og/ella størv í størri
mun skula verða uttanfyri
høvuðsstaðin.
Hvat er miðspjaðing –
1. størri
uppgávur
til
kommunurnar – decen-
tralisering – merkir at
kommunurnar fáa máls-
øki landið hevur í dag.
2. leggja deildir av almenn-
um stovnum til útøkir -
dekoncentrering – merk-
ir at ein ella fleiri deildir
av
einum
almennun
stovni, sum hevur brúk
fyri at verða nærri borg-
aranum, verða lagdar
kring landið, t.d. økis-
skrivstovurnar hjá Toll
og Skat
3. heilar stovnar ella partar
av stovnum til onnur
økir, spjaðing av al-
mennum uppgávum –
t.d.
Skipaeftirlitið,
Skipasýnið og Sjó-
vinnufyrisitingin, sum
bleiv flutt til Vágarnar,
og er ein partur av Fiski-
málaráðnum. Almanna-
og Heilsuskúlin í Suður-
oy er dømi um útbúgv-
ingarstovn.
Rationalisering av
miðfyrisitingini
Ber tað til at rationalisera
miðfyrisingina og leggja
partar av henni út til onnur
øki?
Verður meira hugsað um
heilar stovnar, sum kanska
ikki eru partar av sjálvari
miðfyrisitingini, skuldu tað
verið møguligt, tí tað er
eingin nátturulóg, at alt
skal liggja í høvuðsstað-
num.
Um sjálv miðfyrisitingin
(aðalráðini ella ráðharra-
stovurnar) skal rationali-
serast og leggjast saman, er
tað so torført at sameina
við eina miðspjaðing? Her
verður hugsað um partar av
sjálvari
miðfyrisitingini.
Um miðfyrisitingin skal
verða smidlig, og aðal-
stýrini skula kunna brúka
hvønn annan uppá tvørs og
hava neyvt samstarv, verður
en geografisk spjaðing ein
forðing.
Miðfyrisitingin
hevur t.d. brúk fyri at fund-
ast, og hittast javnan fyri at
samstarva.
Tað er trupult at leggja
stovnar uttanfyri miðstað-
arøkið, sum fólk ofta skulu
til, tí tað gerst longri hjá
fleiri borgarum. Stovnar
har persónliga samskiftið
ikki er tað mesta, og har
samskifti við viðskiftafólk
kann fara fram um teldu,
telefon fax ella bræv, eiga
tó at kunna leggjast uttan
fyri høvuðstaðin í ávísan
mun.
Heilir útbúgvingarstovn-
ar kundu verið uttanfyri
høvuðstaðin. Her mugu vit,
tí vit eru fáment, tó hugsa
um, at lærustovnar í mest
møguligan mun gagnnýta
hvønn annan við útgerð,
hølum og lærararum, um
ynski er, at hetta skal
haldast á einum lágum
kostnaðarstøðið. Soleiðis
skulu vit helst hava heilar
stovnar ella skúlar innan
fyri eitthvørt serøki savn-
aðar, og síðani meta um
hvar teir skulu liggja. At
flyta heilsuskúlan, men ikki
samstundis
skúlan
hjá
sjúkrarøktarfrøðingunum
(sjúkrasystrum), ella fiski-
vinnuskúlan,
men
ikki
fiskiransóknarstovu
og
náttúruvísindadeild, skipa-
eftirlit, men ikki alla fiski-
vinnuumsitingina, eru trini
dømi um slíkar hálvar flyt-
ingar.
Føroyski leisturin
kundi verið
Tøknin – partvíst heima-
arbeiðspláss, partvíst í høv-
uðstaðnum
Møguleiki at búgva uttan
fyri høvuðsstaðin, arbeiða
2-3 dagar í Havn og restina
heima. Gevur eisini t.d
suðringum møguleika at
arbeiða í Havn, men búgva
í Suðuroy. Styrkir lokal-
samfelagið. Tekur kanska
trýsti av leigu- og húsaprís-
um í Havn og barnaansing-
artrupuleikanum.
Gevur
eitt meira fjølbroytt sam-
felag, har vit varðveita
bygdamentanina í einum
nýggjum leisti. Við teimum
møguleikum tøknin gevur í
dag, eigur at bera til at hava
partvíst heimaarbeiðspláss.
Við hesum leisti kunnu
fólk, ið hava nomið sær út-
búgving búgva í bygdini
tey eru frá, verða partur av
bygdasamfelagnum
og
nærri familjuni.
Um vit fara at spjaða
miðfyrisitingina um alt
landið, kann eitt av nega-
tivu hjáarinunum verða at :
Samfelagsmenningin og
lokalpolitiska spæli í Løg-
tinginum fer at snúgva seg
um at fáa almenn arbeiðs-
pláss til sína bygd og/ella
valdømi, í størri mun enn
ídag, ístaðin fyri at menna
eina betri fyrisiting. So-
leiðis koma vit skjótt í eina
ringrás, at hvørja fer eitt
øki hevur fingið eina al-
menna tænastu, skulu hini
økini kappast um at fáa tí
næstu fyri ikki at verða
aftanfyri. Endin av hesum
verður at miðal longdin til
eina tænastu verður longri
fyri tann einstaka borgaran,
um t.d. Bileftirlitið verður í
Sumba og Heilsufrøðiliga
Starvstovan á Viðareiði, so
hava vit øll tilsamans mist.
Okkara skipan við fleiri
valdømum ger, at tann
einstaki løgtingslimurin, í
ávísan mun, arbeiðir fyri
øki, hann er valdur fyri,
sum er ein náttúrigur partur
í eini valskipan við valdøm-
um. Men vit mugu ansa
eftir, at hesin eginleikin
ikki spjaðir miðfyrisiting-
ina ov nógv.
Eitt annað er, at eisini
fólk við útbúgving hava
brúk fyri einum arbeiðsum-
hvørvi fyri at menna seg,
og tí kann tað verða neyð-
ugt at hava ein miðfyrisit-
ing á sama stað. Peninga-
liga kann tað somuleiðis
gerast dýrt at spjaða ov
nógv. Hugsast skal eisini
um, at samstarv er ímillum
ymsu almennu stovnarnar
og bara tað at fundast, gerst
ein trupulleiki um alt al-
ment virksemi skal spjaðast
um alt landið.
Inn í hesa hugsan skal
eisini takast, at tað hevur
fyrimunir og vansar at
búgva ávíkavist á bygd og í
býi. T.d. hava bygdafólk
nógv bíligari grundstykkir,
ofta lætta atgongd til fisk,
seyð og kanska eplir, og eitt
lítið trygt lokalsamfelag. Í
Havn er t.d. atgongdin til
náttúruna ikki so líkatil,
men nærleikin til stovnar-
nar er har. Við øðrum orð-
um so ber ikki til at vilja
búgva á bygd, og krevja
bæði teir fyrimunir tað
hevur við sær, umframt teir
sum býir hava, eins og tað
ikki ber til at búgva í Havn
og krevja teir fyrimunir tað
hevur at búgva á bygd..
Soleiðis er tað ikki bara í
Føroyum, men um allan
heim, og eisini í Føroyum.
Tað tykist at verða polit-
isk semja um at útbyggja
samferðslunetið munandi.
Tað sær ikki longur út sum
luftkastellur, at ein tunnil
kemur frá Streymoynni til
Sandoynna, og hareftir frá
Sandoynni til Suðuroynna,
tó at hetta kanska er 20-30
ár fram í tíðina. Ágóðin av
hesum verður nógv lættari
ferðing í Føroyum, og tí
verður lættari at búgva
uttanfyri
høvuðsstaðin,
sjálvt um arbeiði er har, tí
tað verður ikki so tíðar-
krevjandi at ferðast aftur og
fram. Við hesari menning í
huganum, skulu vit kanska
hugsað um ikki at mið-
spjaða ov nógv, men heldur
hugsa um, hvussu vit kunna
sameina eina effektiva og
smidliga miðfyrisiting, við
at fólk búsitandi kring alt
landið kunnu arbeiða har.
Og harafturat definera hvat
tað eru fyri almennir stovn-
ar og/ella arbeiðspláss sum
kunna flytast frá høv-
uðstaðnum og kring landið,
tí sjálvandi verður tað ikki
longri frá Havnini til bygd-
irnar, enn frá bygdunum til
Havnina.
Tað er avgjørt ein styrki,
um vit megnað at halda lív
í bygdunum í Føroyum, og
soleiðis hava eitt meira
fjølbroytt samfelag. Eftir
míni meting skulu vit í
føroyska vælferð rokna at-
gongdina til náttúruríki-
dømi og tryggleikan í
bygdasamfelagnum,
og
virka fyri at hesir møgu-
leikar verða gagnýttur eins
og tað eingin grund er til at
byggja okkara lítla sam-
felag upp til at verða eitt
stórbýarsamfelag, so at alt
og øll skulu enda í Havn.
Um vit fáa sterkari komm-
unur, kunnu tær røkja nú-
verandi landsuppgávur. Her
er tó ynskiligt, at bert upp-
gávur allar kommunurnar
kunnu røkja, verða lagdar
út, tí annars skal landið al-
líkavæl
umsita
málini.
Hetta skapar eina dupult-
umsiting, sum ikki er nøkur
gongd leið, tá vit eru so fá-
ment. At geva kommunun-
um fleiri málsøkir, gevur
eisini fleiri almenn størv
kring landið. Men tað
krevur størri og sterkari
kommunur enn í dag.
Flokkarnir hava í val-
skráum fatur í nøkrum av
hesum, men týðiligt er, at
orkan hjá flokkunum er
ikki til at greina slíkar
spurningar til fulnar undan
valinum. Vandin er tí, at
nakrar almennar orðingar
um miðspjaðing verðar
settar í samgonguskjalið,
síðan verða embætisbólkar
settir at lýsa og greina, so
verður aðalorðaskifti og
fundi av ymsum slagi – og
so er aftur stutt til val, at
ikki ber til at gera annað
enn at lova av nýggjum.
Viljin tykist tó at verða,
og vit á Tinghelluni fara so
at minna flokkarnar á hetta
eftir valið.
Soleiðis eigur hetta evni
eisini at verða ein partur av
kjakinum um, hvat fyri
vælferðarsamfelag
vit
ynskja í Føroyum.
Miðspjaðing og betri miðfyrisiting
Skal miðfyrisitingin spjaðast?
Tilgjørd mynd
C
M
Y
K
19
18