mikudagur 14. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
21
Leiðarin á Skipaeftir-
litinum og virkandi
leiðarin á Almanna-
og Heilsuskúlanum á
Tvøroyri síggja ikki
stórvegis trupulleikar
í at flyta almennar
stovnar og fyrisiting-
ar úr miðstaðarøki-
num
MIÐSPJAÐING
Bartal Nolsøe Poulsen &
Áki Bertholdsen
Valskráirnar hjá politisku
flokkunum líkjast á nógv-
um økjum, eisini tá ið tosað
verður um miðspjaðing og
útjaðarapolitikk.
Flestu
flokkarnir
vilja
menna
útjaðaran, við t.d. at flyta
almennar stovnar út um
høvuðsstaðarøkið.
Men
samstundis vilja teir allir
effektivisera miðfyrisiting-
ina, og ikki er trupult at
síggja eina andsøgn millum
hesi bæði málini.
Almanna- og Heilsu-
skúlin og Skipaeftirlitið eru
tveir av landsins stovnum,
sum seinastu árini eru
lagdir uttanfyri Tórshavn,
og vit hava tosað við leið-
ararnar á hesum báðum
stovnunum at vita, hvussu
hetta politiska eksperi-
mentið hevur roynst.
Mennandi fyri oynna
Jórun Petersen, sum er
virkandi leiðari á Almanna-
og Heilsuskúlanum á Tvør-
oyri sigur, at tey sum heild
hava havt ótrúliga góðar
royndir av at hava skúlan
liggjandi uttanfyri Havn-
ina. Bæði næmingar og
leiðsla lata væl at. Jórun
Petersen sigur, at ein av
stóru fyrimununum við at
hava skúlan liggjandi í út-
jaðaranum er, at allir næm-
ingarnir búgva á staðnum.
– Um skúlin hevði ligið í
miðstaðarøkinum, høvdu
næmingarnir brúkt nógva
tíð hvønn dag at ferðast
millum skúla og bústað.
Minni tíð hevði verið til
heimaarbeiði, og felags-
lívið aftaná skúlatíð hevði
heldur ikki verið tað sama.
Eitt skeið á heilsuskúlanum
á Tvøroyri er vanliga 8 til
10 vikur, og hóast hetta
kann tykast at vera long tíð
at vera vekk frá húsi og
heimi, so heldur virkandi
leiðarin á skúlanum á Tvør-
oyri ikki, at tað er nakar
trupulleiki fyri næming-
arnir á skúlanum. Tvøroyar
kommuna hevur saman vid
Suðuroyar kunningarstovu
gjørt nógv fyri at útvega
næmingunum bústað, og
tað hevur riggað væl, held-
ur hon.
Jórun Petersen sær sum
sagt stórar fyrimunir í at
hava ein tílíkan skúla í út-
jaðarinum, ikki minst fyri
lokalsamfelagið. – Tað er í
allar mátar mennandi fyri
býin og oynna, at skúlin
liggur her á staðnum. Før-
leikakrevjandi arbeiðspláss
fylgja við skúlanum, og
nýtt fólk kemur til staðið,
og við teimum eisini nýggj-
ur íblástur. Politikkarar úr
útjaðarunum hava fleiri
ferðir gjørt vart við, at um
smáu plássunum í landin-
um skal vera lív lagað, er
neyðugt at fólk við hægri
útbúgvingum hava møgu-
leika at búsetast og arbeiða
í útjaðarinum, og Jórun
Petersen heldur, at við Al-
manna- og Heilsuskúlanum
er Suðuroyggin komin eitt
stig nærri at fáa hesi fólk at
støðast í oynni.
Fíggjarligir fyrimunir
Óla Hans Hammer Olsen,
sum er leiðari á Skipaeftir-
litinum, segði í samrøðu
við Sosialin fyri stuttum frá
líknandi
royndum.
Nú
meira enn eitt ár er gingið,
síðan Skipaeftirlitið varð
flutt úr Tórshavn vestur í
Vágarnar sigur hann, at tað
hevur gingið ógvuliga væl,
betri enn væntað. - Um bert
fysisku karmarnir eru til
staðar, skrivstovuhøli, tekn-
isk útgerð og annað, er onki
í vegin fyri, at Skipaeftir-
litið liggur í Vágunum.
Tað var táverandi lands-
stýrismaðurin í fiskivinnu-
málum, Jørgen Niclasen,
sum í 2002 tók politisku
avgerðina at flyta Skipa-
eftirlitið út á bygd, og hóast
mong vóru ivasom um av-
gerðina, er leiðarin á stovn-
inum í dag væl nøgdur.
Óla Hans Hammer Olsen
sær ikki stórvegis trupul-
leikar vid at arbeiðsplássið
hjá honum nú liggur í Mið-
vági, heldur tvørturímóti.
Hann sigur, at hølið, sum
Skipaeftirlitið hevði í Havn
var 200 fermetrar, og í Mið-
vági er gólvvíddin einar
270 fermetrar, og hartil er
leigan minni enn helvtina
av tí, hon var í Havn so
eisini fíggjarligir fyrimunir
kunnu standast av mið-
spjaðingini.
Sostatt kann møguliga
sigast, at mótviljin ímóti at
flyta stovnar úr Havnini
ikki byggir á veruligar
trupulleikar, men heldur
fordómar. Leiðarin á Skipa-
eftirlitinum dugir tó ikki at
fyristilla sær, at stovnurin
kundi ligið eitt nú í Suð-
uroynni, av tí at tað nógva
av
virkseminum
er
á
meginøkinum. Hann heldur
eisini, at er talan um
umsiting, sum er tengd
saman at øðrum partum av
almennu umsitingini, kann
tað gerast eitt sindur trupult
at sundurskilja uppgávur-
nar, og at senda tær í hvør
sítt herðashorn í landinum.
Men Skipaeftirlitið er sum
so ein stovnur, sum er rætti-
liga óheftur at restini av
landsins umsiting, so tann
trupulleikan kennir hann
ikki tað stóra til. Lætt er at
samskifta umvegis teldu-
post og telefon, og meira
krevst ikki.
Vágatunnilin hevur havt
við sær, at tað lættliga ber
til at arbeiða í Vágunum,
hóast ein býr á Streym-
oynni, og hetta hevur so
havt við sær, at Skipa-
eftirlitið ikki beinleiðis
hevur ført til fólkavøkstur í
Miðvági. Av teimum 10
fólkunum, sum arbeiða hjá
Skipaeftirlitinum, býr um-
leið helmingurin í Tórshavn
og aðrastaðni í Streym-
oynni. Óla Hans Hammer
Olsen býr sjálvur á Streym-
nesi, so hjá honum er lítil
munur á at koyra til Havnar
ella til Miðvágs til arbeiðis.
Tað er líka tunnilsgjaldið,
men tí slepst ikki undan,
sigur hann.
Skipaeftirlitið og Almanna-
og Heilsuskúlin góðar
royndir av miðspjaðing
Skipaeftirlitið bleiv flutt í Vágar
Almanna- og Heilsuskúlin kom at halda til á Tvøroyri
UTTAN ÚR HEIMI
Goyma gass í Bretlandi
Næsta ár verður neyðugt hjá bretum at keypa gass úr
útlondum, og norska Statoil er eitt av feløgunum, sum
liggur framvið.
Statoil hevur í samstarvi við tvey bretsk orkufeløg
gjørt av at byggja eina stóra gassgoymslu har suðuri í
Onglandi. Goymslan, sum verður undir jørð, skal rúma
420 milliónum rúmmetrum, og hon verður eftir ætl-
anini klár at taka í nýtslu í 2009. Tó verður roknað við,
at tað fyrsta gassið kann sendast hagar ígjøgnum rør-
leiðingar úr Norðsjónum longu í 2006.
Leiðslan í Statoil vil ikki siga, hvat tann nýggja gass-
goymslan fer at kosta. Felagið hevur frammanundan
eina gassgoymslu í Týsklandi.
DNA ímóti neytaøði
Matvørumyndugleikarnir í Danmark ætla nú at nýta
DNA-royndir, um illgruni er um, at neyt, sum koma á
sláturhúsini, kunnu hava neytaøði.
Sambært Jyllandspostinum eru myndugleikarnir
farnir undir at taka DNA-royndir av heilavevnaði hjá
eitt nú neytum, og hildið verður, at á hendan hátt fer tað
at bera til at staðfesta samleikan hjá tí einstaka djórin-
um. Hevur eit djór neytaøði, verður tað eisini lættari at
finna onnur djór, ið kunnu hava sjúkuna, siga mat-
vørumyndugleikarnir. Djóralæknin Henrik Kreiner
sigur við Jyllandspostin, at tann nýggja kanningin er
ein fyrimunur, men loysir kortini ikki allar trupul-
leikarnar við neytaøði.
Higartil hava tólv tilburðir av neytaøði verið í Dan-
mark. Harumframt er sjúkan staðfest hjá trimum djór-
um, sum hava verið send av landinum. Tann seinasti til-
burðurin var í august í fjør, tá tað varð staðfest, at ein
kúgv, sum var seld til Portugal, hevði neytaøði. Næstan
3.000 donsk neyt eru avlívað seinastu árini fyri at forða
fyri neytaøði.
Skulu kanna skjøl
Amerikanska fíggjarmálaráðið vil hava at vita, um
fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Paul O'Neill hevur
avdúkað loynilig skjøl í einari nýggjari bók, sum júst er
komin út, og sum fer illa við George W. Bush, forseta.
Í einari samrøðu við sjónvarpið CBS seinasta sunnu-
dag nevndi Paul O'Neill eitt loyniligt skjal í sambandi
við bókina "The Price of Loyalty", sum tíðindamaðurin
Ron Suskind hevur skrivað. Tað ljóðar, at fyrrverandi
fíggjarmálaráðharrin gav Ron Suskind umleið 19.000
ymisk skjøl, sum skuldu vísa, hvussu amerikanska
stjórnarumsitingin arbeiðir. Í bókini sigur O'Neill
millum annað, at George W. Bush, forseti, í veru-
leikanum hevði lagt ætlanir um at leypa á Irak, áðrenn
yvirgangsmenn søktu at USA 11. september í 2001.
Tað avsannaðu Hvótu Húsini mánadagin. Talsmaður
forsetans segði, at forsetin hevði gjørt alt fyri at loysa
Irak-kreppuna á ein friðarligan hátt.
Paul O'Neill var fíggjarmálaráðharri hjá Bush, men
hann varð koyrdur frá, tá stjórnin varð umskipað í
desember í 2002.
Júst sum danskir her-
menn hava funnið
granatir í Irak, ið
kanska innihalda eit-
urevni, er avdúkað, at
danskir serfrøðingar
bygdu eina granat-
verksmiðju í Irak, tá
landið var í kríggi við
Iran
VÁPNAHANDIL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri nøkrum døgum síðani
frættist, at danskir hermenn
vóru komnir fram á nakrar
gamlar granatir í einari
bygd har eysturi í Irak nær-
hendis iranska markinum.
Eitt ella annað flótandi evni
er í granatunum, men tað er
ikki greitt, um talan er um
eitrandi evni ella ikki.
Í gjár avdúkaði danska
blaðið Information, at irak-
ar keyptu eina granatverk-
smiðju úr Danmark í 1986.
Tað var fyritøkan DISA,
Dansk Industri Syndikat,
sum gjørdi verksmiðjuna,
og serfrøðingar hjá fyritøk-
uni vóru í Irak og settu
hana upp vestan fyri Bag-
dad, skrivaði blaðið.
Richard Guthrie, sum
starvast á svenska friðar-
granskingarstovninum
SIPRI, sigur, at granatirnar,
sum donsku hermenninir
hava funnið, eru gamlar. Tí
heldur hann ikki, at tær
kunnu takast sum nakað
prógv fyri, at Irak hevði
hópoyðingarvápn, tá USA
og Bretland lupu á landið.
At irakar gjørdu granatir
við eiturevnum í áttatiárun-
um er ikki nakað nýtt. Vest-
urheimurin visti, at Irak
gjørdi og nýtti slík vápn í
krígnum ímóti Iran, men tá
varð Irak roknað sum eitt
sameint land hjá Vestur-
heiminum í bardaganum
ímóti tí víðgongda presta-
stýrinum í Iran.
Í síðstu viku kom fram, at
USA hevur tikið 400
vápnaeftirlitsmenn úr Irak.
Eftir at hava leitað í níggju
mánaðir hava teir ikki
funnið nøkur hópoyðingar-
vápn.
Vandin fyri einari
nýggjari umfarssótt í
Asia er vaksin, eftir at
heimsheilsustovnurin
hevur váttað, at eitt
influensavirus, sum
hevur gjørt av við
fleiri milliónir høsn-
arungar, kann smitta
fólk
SÓTT
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
WHO váttaði í gjár, at
minst trý fólk í Vietnam eru
deyð av einari influansa-
sjúku, sum stavar frá
høsnavirusinum.
Sam-
stundis hava vietnamesisku
heilsumyndugleikarnir
kunngjørt, at seinastu fjúrt-
an dagarnar eru tíggju børn
og eitt vaksið fólk deyð av
influansu í høvuðsstaðnum
Hanoi.
Kanningar hjá WHO
hava síðani víst, at tvey av
børnunum og ein vaksin
maður vóru vorðin smittað
høsnavirusinum. Tað er
ikki greitt, um hini doyðu
av somu orsøk.
Heimsheilsustovnurin
sigur, at 1,2 millión høsnar-
ungar eru deyðir av einum
influensavirusi. Hetta løgna
virusið hevur serliga gjørt
um seg har suðuri í Viet-
nam, og í síðstu viku doyðu
fleiri túsund høsn av tí,
sigur WHO. Enn er kortini
ikki frætt um fólk har
suðuri í Vietnam, sum hava
fingið smittuna, og heims-
heilsustovnurin og teir viet-
namesisku myndugleikar-
nir royna nú at forða fyri, at
sjúkan skal breiða seg.
Í Suðurkorea hava heilsu-
myndugleikarnir váttað, at
minst eitt fólk har er smitt-
að av høsnavirusi.
Danir bygdu granatverksmiðju
í Irak
Óttast høsnavirus í Asia
C
M
Y
K
21
20