Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 8 - 14. januar 2004 Nr. 8 - 14. januar 2004 23 Tveir føroyingar hava keypt ein stóran nátt- klubba, sum liggur mitt í Keypmanna- havn. Staðið, sum seinastu seks árini hevur verið stripp- klubbi, skal nú verða verða náttklubbi við egyptiskum íblástri, og ætlanin er ikki at kappast við Jacques um føroyskar gestir NÁTTARLÍV Eyðun Klakstein Nú hava føroyingar aftur gjørt eitt átak í danska náttarlívinum. Michael Christiansen og Dánial Petur Thorsteinsson hava keypt ein náttklubba í trimum hæddum, sum liggur í hjartanum í Keyp- mannahavn, og har ætla teir at satsa við einu nýggjum og eksotiskum dansistaði. Føroyingar í Keyp- mannahavn hava rættiliga tikið dansistaðið Jacques, har Todi Jónsson er ein av eigarunum, til sín, og nýggja dansistaðið ætlar sær ikki at fara at kappast um føroysku kundar í danska náttarlívinum. – Vit ætla ikki at spæla føroyskan tónleik ella hava føroyskar plátuvendarar, tí vit fara ikki at kappast við Jacques um føroyingarnar, sum fara í býin í Keyp- mannahavn. Føroyingar eru sjálvsagt vælkomnir hjá okkum, men tað eru danir, sviar og norðmenn eisini. Staðið er heilt einfalt ov stórt til, at vit fara at satsa upp á føroyingar, sigur Michael Christiansen. Frá stripp til dans Náttklubbin liggur í Øster- gade, sum er nærindis Kongens Nytorv – einar 200 metrar frá Strøgnum – og tað verður mett sum eitt sera gott stað til ein nátt- klubba. Fleiri kend og væl umtókt støð eru í nánd, og tað plagar at lokka nógv fólk í býin har um leiðir. Staðið hevur seinastu seks árini gingið undir navninum Velvet Club og hevur verið ein stripp- klubbi. Men tey, sum kanska nú vænta ein føroyskan stripp- klubba í Keypmannahavn, mugu fáa armarnar niður aftur beinanvegin, tí før- oysku eigararnir fara at gera staðið aftur til eitt dansistað, sum tað eisini var øll áttatiárini og fram til miðskeiðis í nítiárinum. Føroysku eigararnir hava fingið lyklarnar til nátt- klubban, men teir eru noyddir at fara ígjøgnum alla mylluna fyri at fáa loyvi til at hava dansistað, og hetta rokna teir við kemur upp á pláss innan tvær vikur. Egyptiskur íblástur Hóast teir nú bíða eitt sind- ur eftir myndugleikunum, hava teir langt síðani gjørt av, hvat teir ætla at brúka tað 640 fermetra stóra dansistaðið til. – Vit fara at gera eitt stað við eitt sindur av egypt- iskum íblástri. Tað skal eita Club Cairo, og vit fara at stíla eftir teimum, sum eru 23 ár og eldri, sigur Michael Christiansen. Tað eru nógv dansistøð í Keypmannahavn, sum kappast um tey heilt ungu, og hesa kapping ætla føroy- ingarnir sær ikki at blanda seg uppí. – Kappingin um tey heilt ungu er sera hørð, og tað ávirkar eisini prísirnar, so at tú nógva staðni kanst uppliva verulig discount- diskotek, sigur Michael Christiansen. – Vit halda, at tey ungu, sum eru eitt sindur eldri – úr 23 árum og upp í 30'ini – eru ein meira áhugaverdur málbólkur hjá okkum. Tað eru bara heilt fá støð, sum stíla eftir hesum málbólki, og tí halda vit, at tey mangla eit t gott stað at fara í. Opið tvey kvøld um vikuna Bæði Michael Christiansen og Dánial Petur Thorsteins- son hava tilknýti til eitt annað stað í danska náttar- lívinum, sum føroyingar kenna væl – nevniliga Skarv. Tað var í nógv ár miðdepilin hjá føroyingum í Keypmannahavn, men nú er tað ikki til longur. Dánial Petur átti og eigur fram- vegis staðið, har Skarv var, men nú gongur tað undir navninum Lemon og er ikki nakað føroyskt stað burtur- av. Club Cairo skal hava opið fríggjakvøld og leyg- arkvøld, og tá verður siglt við fullum seglum. Eini 20 fólk skulu arbeiða har, og pláss er fyri 450 gestum. – Vit ætla okkum ikki at hava opið til dømis hós- kvøld, tí tá eru tað mest tey heilt ungu, sum fara í býin, og vit vilja ikki lokka tey at koma inn til okkara, tá ið tað eru onnur fólk, sum vit vilja hava fríggjakvøld og leygarkvøld. Fyri at vit ikki skulu blanda alt saman, hava vit bara opið tvey kvøld, sigur Michael Christiansen. Hann sigur tó, at teir eru opnir fyri, at onnur kunnu hava tiltøk har, tá ið Club Cairo ikki er opin. Tað er ikki óvanligt, at aðrir klubbar leiga seg inn í slík høli ávís kvøld at hava til- tøk. Tað hevur eisini verið gjørt á eitt nú Jacques. Føroyingarnir rokna við, at Club Cairo fer at lata upp síðst í februar mánaði ella fyrst í mars mánaði. Føroyingar keypt nýtt dansistað í Danmark KT-Forum mælir til, at nýggi almenni teldupolitikkurin verður førdur út í lívi á fimm stovnum fyrst. Restin av al- mennu umsitingini skal síðani læra av royndunum hjá hesum pilotprojekt- um TELDUTRYGD Eyðun Klakstein Almenna umsitingin hevur eina stóra uppgávu fyri framman. Nýtslan av kunn- ingartøkni skal samskipast og gerast tryggari, og tað fer at krevja nógv. Teldutrygdin hjá tí al- menna er ov vánalig, og eftir støðugar atfinningar frá eitt nú Landsgrann- skoðaranum, er KT-Forum komið við einum uppskoti um, hvussu tamarhald kann fáast á støðuni. KT-Forum er mannað við umboðum fyri aðalráðini í landsfyrisitingini og hevur seinastu tvey árini arbeitt við at orða ein teldupolitikk fyri landið. Hetta uppskot er nú liðugt og verður seinni í hesum mánaðinum lagt fyri aðastjórarnar at taka støðu til. KT-Forum mælir til, at ein nýggjur standardur verður settur at galda fyri allar almennar stovnar. KT- Forum mælir til, at hesin standardur verður tann sokallaði ISO 17799, sum er tann mest nýtti av sínum slagi. Tung uppgáva Tað verður ikki eftir einum degi, at almennu Føroyar fáa ein nýggjan og betri samskipaðan teldupolitikk. – Tað er ikki yvir at dylja, at verksetanin av regluverk- inum verður ein stór og tung uppgáva hjá fyrisit- ingini, og sum er hevur fyrisitingin av góðum grundum ikki nóg góðan førleika at byggja upp og at seta í verk kt-trygdarkervi sambært standardunum, sigur KT-Forum í sínum uppskoti. – Neyðugt at leggja eina skynsama tilgongd til rættis, har roynt verður at viga upp ímóti vandamál- um og forðingum. Hetta kann gerast við at nakrir stovnar ganga undan í ar- beiðinum, og at royndirnar hjá teimum koma øðrum stovnum til nyttu. Mælt verður tí til at seta pilot- verkætlanir í verk á nøkrum stovnum, og at aðrir stovnar samstundis arbeiða við málinum, tó við lægri ferð, og við leiðbeining. Byrja við fimm stovnum KT-Forum mælir til at at seta pilotverkætlanir í verk á fimm stovnum, sum í stødd og virkisøki eru ymiskir – til dømis eitt aðalráð, ein skúli og tríggir -stovnar við ymiskari stødd og ymiskum virkisøki. – Mælt verður til ikki at seta pilotverk-ætlanir í verk á teimum størstu og kt- tyngstu stovnunum. Best er, um allir fimm stovnarnir hava onkrar upplýsingar, ið koma inn undir persóns- upplýsingarlógina, heldur KT-Forum, sum heldur, at tað er rætt at brúka bæði føroyska og útlendska ráðgeving í hesum arbeiði. – Tann útlendska skal verða mest brúkt í byrjan- ini, í ávísum stigum í verk- ætlanunum og annars í serligum førum. Og royndirnar hjá hesum fimm stovnum skulu síðani brúkast til at gjøgnumføra broytingar á øllum hinum stovnunum. Men áðrenn nakar kemur so langt, skulu aðalstjórar- nir taka undir við tilmælin- um frá KT-Forum, og teir sleppa at taka støðu til alt hetta, tá ið ta lidna álitið verður lagt fyri teir um stutta tíð. Fimm stovnar skulu ganga undan í teldutrygd Talan verður ikki um ein kappingarneyta til Jackways, siga Michael og Dánial Petur, sum í næstum lata dyrnar upp í Club Cairo Herfyri var ein forvitnis- ligur listamaður í SMS. Hesin málaði vakra por- trettmyndir av fólki. Navn- ið á manninum er Emil Zahariev. Hann býr í Lon- don, men er úr Bulgaria. Hann hevur lært at mála á skúla og hevur nógvar royndir. Av tí at hann ikki hevði øll loyvi í lagi í sam- bandi við vinnuligt virk- semi, er hann farin av land- inum aftur, men hann ætlar sær aftur til Føroya í apríl. -HR Tað er tungt at taka ein valdømisvaldan tingmann í Norðoyggjum, metir Sambandsflokkurin. Fólkaflokkurin tykist at varðveita eina javna og stóra undirtøku VELJARAKANNING Heri á Rógvi/ Páll Holm Johannesen Stóra veljarakanningini hjá Sosialinum og FYND gev- ur Sambandsflokkinum út- lit til eitt óføra gott val. Bert í Sandoynni og í Norð- oyggjum stendur illa til hjá Sambandsflokkinum. Fólkaflokkurin er somik- ið sterkur í Norðoyggjum, at hann fær bæði tann fyrsta valda tingmannin og tann fjórða. 34,1% er úrtøkan í velj- arakanningini hjá Fólka- flokkinum í Norðoyggjum. Sambandsflokkurin eigur 16% av atkvøðunum, Javnaðarflokkurin 18,3% og Tjóðveldisflokkurin fær 20,6%. Sum vit eisini skrivaðu í blaðnum í gjár, so er Sam- bandsflokkurin ikki so øgi- liga langt burturi frá einum valdømisvaldum ting- manni. Útfrá úrslitið við seinasta løgtingsval í Norð- oyggjum skulu knappar tretivu Fólkafloks atkvøður glíða ein bókstav niður á valseðlinum, um veljara- kanningini er eftirfarandi. Sympati við Anfinn Eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum í Norðoyggjum, Magni Laksáfoss, sigur, at tey ikki eru nøgd við úrslitið í velj- arakanningini, men tað tey rokna kortini við einum betri úrslitið valdagin. - Vit kunnu fegnast um eina framgongd. Norð- oyggjar eru ikki eitt etabl- erað valdømi hjá Sam- bandsflokkinum - men eitt valdømi, sum skal byggjast upp, sigur Magni Laksá- foss. Hann heldur, at ein av frágreiðinginum fyri góðu undirtøkuna hjá Fólka- flokkinum er, at fólk hava sympati við Anfinn Kalls- berg. Støðug framgongd Anfinn Kallsberg fegnast um, at Fólkaflokkurin gongur fram í Norðoyggj- um, sum eisini valdømi hjá løgmanni. Sambært kann- ingini fær Fólkaflokkurin 34,1 av samlaða atkvøðu- talinum í Norðoyggjum og tað er ein framgongd síðan seinasta val. Spurdur, um hví Fólka- flokkurin fær so góð úrslit í Norðoyggjum, svarar An- finn, at rákið seinastu árini hevur verið, at Fólkaflokk- urin vinnur størri og størri undirtøku millum veljar- arnar í Norðoyggjum. - Í 1998 fingu vit 28, 5 % av atkvøðunum og í 2002 var talið 32,1%, so trendið er, at vit fáa størri og størri undirtøku, og tað fegnast vit sjálvsagt um, sigur An- finn Kallsberg. L Ø G T I N G S VA L 0 4 Ása Olsen Sjálvstýrisflokkurin Suðurstreymoyar valdømi Heimarøkt Hvørjar ætlanir hevur tú á heimarøktarøkinum? - Veruleikin á heimarøktarøkinum er hann, at játtanin ongantíð heldur. Tískil mugu vit inn at kanna og staðfesta, hvør orsøkin til hetta er. Er tað tað, at landssjúkrahúsið sparir við at senda fólk heim? Ella er orsøkin, at fólk eru eldri og uppgávurnar í heimarøktini av tí sama eru vorðnar tyngri? Eg trúgvi, at tað er tað seinna. Um tað er rætt, so skal játtanin økjast eftir tí tyngdini, sum er í heimarøktini í dag. Tí tað eru nógvir røktartungir brúk- arar, sum liggja heima, og í verandi støðu er tað so sanniliga ikki nøktandi. - Pengar skulu setast av til heima- røktina, so at øll tey, sum ynskja at fáa heimarøkt, kunnu fáa hana. Tað átti eisini at verðið skilt ímillum heimarøkt og sambýli. Tí sambýlini eru komin fyri at verða, og tey fáa sínar pengar. Men tá tey eru saman, gongur tað út yvir játtanina til teir brúkarar, sum eru úti í økinum. Tey, sum hava minst, fáa altíð minni, og tí má og skal tað skiljast ímillum hesu bæði. Skulu fólk kunna búgva í teirra egna heimi, so longi tey ynskja tað? - Ja, so avgjørt skulu tey sleppa at búgva í egnum heimi, so longi tey ynskja tað. Tey hava jú helst sjálvi verið við til at bygt húsið og heimið upp. Øll minnini eru har, so ja, avgjørt. - Ja, sjálvandi skulu tey tað. Tey skulu kunna velja sjálvi, um tey ynskja at verða búgvandi í teirra egna heimi ella sleppa á eitt heim. Áttu sjálvbodnar tænastur at verðið samskipaðar við heimarøktini? - Um vit taka vitjunartænastuna sum dømi, so haldi eg, at slíkar sjálvbodnar tænastur kundu verðið samskipaðar við heimarøktini. Heimarøktin kemur jú út í hvørt heim og vitar, hvar tørvurin veruliga er. Og harvið síggja tær eisini hvørji eru einslig og trongja til vitjan. - Tað hevði verið gott við fleiri sjálv- bodnum tænastum, men eg trúgvi, at tað verður torført at samskipa tær við heimarøktina. Til dømis er ein eldraáhugabólkur í norðoyggjum, sum skipar fyri nøkrum eldratiltøkum um árið. Og serliga har hevði tað verið gott, um eitt nú einstakl- ingar kundu hjálpt teimum mongu, sum eru einslig. Møguliga hevði tað verið eitt betur hugskot at samskipað sjálvbodnar tæn- astu við til dømis Dagtilhaldini, sum eru kring landið. Og harvið kundu tilhaldini verðið kunnað um eldratiltøk og verið við til at eggjað teimum eldru til at fara til slík tiltøk. Mamy Dahl Sørensen Javnaðarflokkurin Norðoya valdømi Hvat er betur, høkir ella gangistativ? Gangistativ er betur, tí tað er tryggari. Men høkir eru sjálvandi eisini góðar. - Bæði eru góð, men rulli-Maria er best. Trupult at vinna fram í Norðoyggjum Fólkaflokkurin sólar sær í Klaksvík og Norðoyggjum, har undirtøkan hjá flokkinum tykist framhaldandi at vera stór Listamaður í SMS Emil Zahariev málaði portrettmyndir í SMS herfyri Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 23 22