Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2 8 Sosialurin Leo Poulsen Maðurin, sum er dani, kom við flogfari til Før­oya klokkan 14.30 mána­dagin, og tá hund­ urin hjá Toll­valdi­num varnaðist okkurt óreglu­ ligt, var maðurin tikin inn til kanningar. Har var amfetaminið funnið av TAKS, og løgreglan hand­tók síðani mannin. Upprunaliga varð mað­ur­in ákærdur fyri at hava smuglað 200 gramm av amfetamini, men tá løgreglan vigaði evn­ið kom fram, at talan kort­ini bert var um 135,4 gramm. Maðurin játtaði seg sek­an í at hava smuglað am­feta­minið og legði aftr­at, at hann sjálvur upprunaliga helt, at tað snúði seg um 200 gramm av amfetamini. Orsakað av upp­klár­ ing­ar­arbeiðinum og av tí at talan var um so stóra nøgd, bað ákærin um afturlatnar hurðar, og hetta játtaði dómarin. Ákærin, Lene Christ­ en­sen, krav­di mann­in varð­halds­fongsl­að­an í fýra vikur, harav tvær í isola­tión, og hesum var dóm­arin samdur í. Av tí at talan er um eitt játtanarmál verður rokn­að við, at málið kem­ur fyri rættin tá varð­halds­fongs­ling­in gongur út, so mað­ur­ in fær sín dóm bein­an­ vegin. Maðurin kom til Før­ oya í august í fjør at arbeiða, men so fór fyri­ tøk­an av knóranum. Tað var eftir at hava ver­ið heima í jólafrí, at 20 ára gamli danin kom aft­ur til Føroya, fyri at royna at finna sær ar­beiði, og samstundis slep­ pa burtur frá heim­liga umhvørvinum í Dan­ mark. leo@sosialurin.fo Ein mánað varðhalds­ fongsling fyri smugling Ein 20 ára gamal dani er í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava smuglað 135,4 gramm av amfetamini til Føroya Maðurin, sum er dani, hevði 135,4 gramm av amfetamin uppi á sær, hóast hann sjálvur helt seg hava 200 gramm Leo Poulsen 30. desember fingu starvs­ fólk­ini í Kringvarpinum at vita, at tíðindaleiðsla er sett fyri 2011. Kári Durhuus er settur í fulltíðarstarv sum tíðindaleiðari, meðan Bein­ta Løwe Jacobsen er sett sum redaktiónsleiðari í útvarpinum og Høgni í Jákups­stovu sum redak­ tións­leiðara í sjónvarpinum. - Annika Mittún Jacobsen hevur sína frágreiðing um, hví hetta ikki varð gjørt. Talan er um eina ítøkiliga upp­gávu, og eg havi mett, at hesi eru tey bestu at loysa hesa uppgávuna., sigur Annika Mittún Jacobsen. Talan er í stóran mun um somu leiðslu sum í fjør, og tí heldur hon, at tey eru tey bestu at halda fram í 2011. Kringvarpsstjórin segði annars alment í Dimma­lætt­ ing, at hon fór at lýsa starvið sum tíðindaleiðari leyst. - Vit eru í einari broyt­ing­ ar­tíð, og leiðslan frá í fjør er kom­in við einari frágreiðing. Broyt­ingartíðin hevur tikið longri tíð en vit roknaðu við, og tí hildu vit tað vera rætt, at somu fólkini eisini koma at føra loysnina út í verki, sigur Annika Mittún Jacob­ sen. Kringvarpið heldur seg ann­ars ikki sjálvt aftur at finn­ast at øðrum, fyria t seta fólk í starv uttan at lýsa tað leyst framman und­an. Kringvarpið skriv­ar á heima­ síðu sínari: »Starvs­manna­ felagið, sum javnan hevur fremstafingur á lofti, tá almenn størv ikki verða lýst leys, hevur nú sjálvt brot­ ið hesa meginreglu. Felagið hev­ur sett ein kunn­ingar­ráð­ geva í starv í eitt hálvt, men starv­ið er ikki lýst leys«. Men hetta hevur stjórin eina frágreiðing uppá: - Man kann siga, at eg sum leiðsla geri, og hvat tíðinda­ deild­in annars gera, tá tey við­gera mál í samfelagnum, eru hvør sítt, sigur Annika Mittún Jacobsen. Sumt er ráð til Beinta Løwe Jacobsen er sett sum tíðindaleiðari í útvarpi­ num, hóast hon bert sat í einum fyribilsstarvi í nakrar mánað­ar. - Eg fái eitt tilmæli frá tíðinda­leiðaranum, og Óluva Zachariasen, sum var tíð­ inda­leiðari, ynskti at fara aft­ur í sítt gamla starv á tíð­ inda­deildini. Vit hava so heitt á Beintu Løwe Jacobsen um at átaa sær starvið í eitt ár, sigur Annika Mittún Jacob­ sen. Kári Durhuus heldur fram sum tíðindaleiðari í Kring­varpi­num í 2011 eisini. Tó er tann broytingin, at hann nú fer í fulltíðarstarv. Í hálv­tíðar­starvnum fekk Kári Dur­huus 25.000 krónur í løn, so tjenar hann tað í hálva tíð, má lønin nú verða 50.000 krón­ur um mánaðin. Men hvus­su hevur Kringvarpið ráð til tað, tá ið spinkast og spar­ast má allastaðni? - Vit eru ikki heilt liðug við tann partin, so tað kunnu vit venda aftur til sein­ni, mn Kringvarpið skal hava ein tíðindaleiðara, og sum støðan er í løtuni halda vit tað vera rætt, at Kári Durhuus fullførir tær æt­ lanir­nar, hann er í gongd við, sigur Annika Mittún Jacob­ sen, Kringvarpsstjóri. leo@sosialurin.fo Kringvarpið lýsir ikki størv leys Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, hevur sett tíðindaleiðsluna fyri 2011 uttan at nakað av teimum trimum størvunum eru lýst leys. Kortini fílist Kringvarpið at Starvsmannafelagnum fyri at gera tað sama Annika Mittún Jacobsen sær einki forgjørt í at seta leiðarastørv, uttan at tey verða lýst leys frammanundan