mikudagur 5. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá fyritøkan JT electric á
Kambsdali í november var
við framsýningini Pacific
Marine
Expo
í
Seattle,
hevði felagið bás saman
við amerikanska felagnum,
Harris Electric, ið er ein um
leið sjeyti ára gomul fyritøka
á sínum øki í USA.
Orsøkin til, at hesi bæði
feløguni vóru á bási saman,
er, at Harris Electric um
boðar trolkameraið hjá JT
electric í økinum og veitir
neyðuga tænastu í hesum
sambandi.
Í grein á blaðsíðu 10 og 11 í
dag er meiri at lesa um hesa
stevnu, og hvussu hon vign
aðist hjá fyritøkuni á Kambs
dali.
Á framsýningini í Seattle
legði JT electric serligan dent
á trolkameraið, sum felagið
hevur ment og hevur selt,
bæði í Evropa og USA.
Ein av størstu kundunum
hjá JT electric er nevniliga
American Seafood Compag
ny, sum hevur keypt og bí
lagt fimm trolkamera.
Kend andlit
Rúni Petersen, sum er verk
ætlanarleiðari og stendur
fyri søluni av trolkamera
num, var saman við Sofusi
Gregersen,
marknaðar
leiðara hjá JT electric, á
framsýningini í Seattle.
Ein av døgunum fingu
teir vitjan av einum kendu
andliti, nevniliga einum av
sjómonnunum, sum eru við í
kendu og vælumtóktu send
ingini á Discovery, Deadliest
Catch.
Rúni Petersen, sum er av
myndaður saman við hesum
manni, sigur, at hann kom at
vitja menninar á básinum
hjá Harris Electric.
- Eg skilti, at teir kendust
og at skipið, sum hann er við,
hevur Harris Electric sum
veitara til ymiska útgerð.
Hann sigur, at teir prátaðu
ikki tað heilt stóra saman.
- Men tað var kortini
stuttligt at hitta ein av hes
um sjómonnunum úr kendu
sendirøðini.
Rúni Petersen sigur, at
teir, sum eru við í hesi send
ing, helst meiri at kalla eru
kendir sum stjørnir enn
fiskimenn.
- Hetta var meiri sum at
hitta eina poppstjørnu enn
ein fiskimann, leggur verk
ætlanarleiðarin hjá JT electr
ic aftrat.
Góð undirtøka
Rúni
Petersen
sigur,
at
honum kunnugt er einki
aktuelt um, at hesir djørvu
fiskimennir úr Beringshavi
num ætla at útvega sær trol
kameraið hjá fyritøkuni á
Kambsdali.
- Men nú fáa vit at síggja.
Teir kenna Harris Electric,
og tað eru teir, sum umboða
okkum í hesum økinum,
leggur hann aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
Deadliest Catch vitjaði
føroyska fyritøku í USA
SEATTLE - Tað var stuttligt at hitta ein av sjómonnunum úr kendu sendirøðini, Deadliest Catch, men
hetta var meiri sum at hitta eina poppstjørnu enn ein fiskimann, sigur Rúni Petersen hjá JT electric
Rúni Petersen,
verkætlanarleiðari
hjá JT electric – og
ein av sjómonnunum
úr kendu sendirøðini,
Deadliest Catch
... eg skilti, at teir
kendust og at skipið,
sum hann er við, hevur
Harris Electric sum
veitara til ymiska
útgerð...
RÚNI PETERSEN