mikudagur 5. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. januar 2011 · Nr. 2
10
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Í november luttóku umboð
fyri fyritøkuna JT electric á
Kambsdali á Pacific Marine
Expo í Seattle. Hetta er ein
framsýning
við
ymiskari
fiskivinnutøkni, har fram
leiðarar og útbjóðarar sýna
fram sínar vørur, og keyparar
leita fram við at síggja tað
nýggjasta innan tøkni.
Umboðini, sum JT elec
tric hevði á hesi stevnu, vóru
Rúni Petersen, sum er verk
ætlanar- og søluleiðari av
trolkameranum, sum fyri
tøkan framleiðir og Sofus
Gregersen, marknaðarleiðari.
Rúni hevur ábyrgdina av,
at menningin av trolkamera
num, sum má sigast at vera
stoltleikin hjá JT electric,
ikki stagnerar, men heldur
fram.
Fyritøkan á Kambsdali
hevur ikki luttikið á Pacific
Marine Expo áður, men eitt
nú trolvirkið Vónin hevur áð
ur verið við á framsýningini.
Ávegis til Seattle var JT
electric í Íslandi og á vegnum
heimaftur var fyritøkan eisi
ni umboðað í St. John’s, har
Vónin hevði eitt átak og vísti
fram sínar framleiðslur.
Søla í USA
Við allari nýgerð og menning
av tøkni er neyðugt at hava
neyvt samstarv við vinnuna,
og tað hevur JT Electric
eisini havt, síðan felagið fyri
4-5 árum síðan fór undir
áhugaverdu
verkætlanina
við trolkameranum.
- Høvuðsorsøkin til, at
vit fóru við til hesa stevnu í
Seattle er, at vit hava ein av
okkara bestu kundum har
yviri, nevniliga American
Seafood Compagny. Hetta
felag hevur fleiri stórar
verksmiðjutrolarar.
Nøkur
skip hjá hesum felag brúka
okkara trolkamera, og teir
eru avbera væl nøgdir. Í
løtuni hava fýra skip hjá
American Seafood Compag
ny okkara trolkamera. Hesi
skip fiska eitt nú pollok uppi
við Alaska.
Tað siga teir báðir, Rúni
Petersen og Sofus Gregersen.
- Samstarvið millum okk
um
og
fiskivinnufelagið
í Seattle byrjaði, tá teir
um norskt felag, sum sel
di teimum trol, frættu um
kameraið fyri umleið
trimum árum síðan.
Á fiskivinnustevnuni
hesaferð bíløgdu teir
eitt trolkamera aftrat,
soleiðis at tey nú verða
fimm í tali.
Í
Seattle
vóru
nógvir
áhugaðir
keyparar, og JT Elec
tric fekk eisini aðrar
ítøkiligar sáttmálar um
sølu av síni tøkni.
Inn og út
Tað, sum er rættiliga áhuga
vert við kameranum og
marknaðinum í USA, er, at
kameraið bæði kann brúkast
til at justera veiðireiðskap,
soleiðis at hann roynist opti
malur, og mest møguligur
fiskur kemur í trolið. Í aðrar
mátar kann tólið eisini brúk
ast í arbeiðnum at menna
skipanir við ymiskum skilji
ristum, soleiðis at óynsktur
fiskur fer útaftur. Tólið kann
soleiðis brúkast í royndini at
veiða tann størra fiskin úr
einum fiskastovni. Umframt
at kunna brúkast í royndini
at veiða optimalt, kann tól
ið sostatt eisini brúkast í
strembanini eftir burðar
dyggari fiskiveiði, sum er
so nógv frammi nú á
døgum.
-
Skipini
hjá
American
Seafood
Compagny hava stórar
trupulleikar við hjá
veiði av einum slagi
av laksi, har kvotan er
lítil og verður uppaftur
minni í 2011. Trupul
leikin er, at tá hjáveiði
kvotan hjá skipunum
er uppi, noyðast tey
at gevast at fiska.
Hjáveiðikvotan av eitt
nú laksi er felags kvota, og tí
noyðast feløgini, sum hava
skip á hesi veiði, at sam
starva, soleiðis at tey sleppa
at fiska høvuðsfiskasløgini
sum longst.
Rúni Petersen og Sofus
Gregersen siga, at eitt nú
American Seafood Compag
ny hevur arbeitt dúgliga við
at finna skiljirist, sum kann
slúsa laksin úr trolinum, so
leiðis at minst møguligt end
ar afturi í posanum.
- Tað er ikki minst her, at
trolkameraið kemur teimum
til stóra nyttu. Tá trolið
kemur at borði, og kipsið er
tikið úr kameranum, sæst
á livandi myndum, hvussu
reiðskapurin arbeiðir. Her
sæst eisini, hvussu skiljirist
in virkar, og soleiðis kann
arbeiðast víðari við, hvat
møguliga kundi verið øðrvísi
og betri.
Myndirnar, sum kameraið
tekur, kunnu soleiðis eisini
brúkast mótvegis myndug
leikum og umhvørvisvernd
arfelagskapum sum prógv
um, at arbeitt verður við at
loysa
trupulleikarnar,
og
hvussu virkin skiljiristin er.
- Við myndunum kunnu
feløgini, sum reka hesi skip,
prógva, hvussu effektiv eks
kloderingin av hjáveiði í
veruleikanum er, leggja teir
aftrat.
Stóran týdning
Fyri
American
Seafood
Compagny hevur tað stór
an týdning, at skipini kun
nu fiska sum longst, har
høvuðsfiskasløgini eru at
fáa.
- Alternativið er, at skipini
noyðast at flyta undan laksi
til leiðir, har minni er at fáa
av teimum fiskasløgum, ið
roynt verður eftir, og tað
gongur so aftur út yvir úr
tøkuna. Stóra felagið, sum
hevur keypt okkara trol
kamera, gongur soleiðis á
odda í royndini at minka um
hjáveiðina.
Teir
ásanna
báðir,
at
upprunaliga hugskotið við
trolkameranum var at geva
fiskimonnum høvi til betri at
síggja, hvussu reiðskapurin
arbeiðir og soleiðis at kunna
gera neyvari betringar og
justeringar, sum kunnu gera
mun fyri effektivitetin.
- At trolkameraið nú eisini
er vorðið ein týðandi táttur í
Hava selt fleiri tro
TØKNI - Tað, sum er rættiliga áhugavert við trolkameranum og marknaðinum í USA, er, at kameraið bæði
kann brúkast til at justera veiðireiðskap, soleiðis at hann roynist optimalur, og mest møguligur fiskur kemur
í trolið. Í aðrar mátar kann tólið eisini brúkast í arbeiðnum at menna skipanir við ymiskum skiljiristum,
soleiðis at óynsktur fiskur fer útaftur, siga Rúni Petersen og Sofus Gregersen hjá JT electric á Kambsdali
Rúni Petersen saman við tveimum av fremstu monnunum aftanfyri Harris Electric,
ið umboða og veita tænastu í USA fyri fyritøkuna á Kambsdali
... umframt góða
samstarvið, vit hava við
Vónina, hava vit eisini
etablerað okkum við onnur
feløg úti í heimi, sum eru
veitarar til fiskiskipaflotan...