Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 8 - 14. januar 2004 27 27 Nr. 8 • mikudagur • 14. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Fram og B68 togast Fram skrivaði mána- dagin, at teir nú hava gjørt endaliga avtalu við B68 um Hans Fróða Hansen, men enn hevur B68 so ikki váttað handilin LEIKARASKIFTI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Líkt er til, at íslendska fót- bóltsfelagið, Fram, fram- haldandi roynir at trýsta eina semju við B68 ígjøgn- um viðvíkjandi keypinum av Hans Fróða Hansen. Sum vit skrivaðu í farnu viku, so boðaði Fram tá frá, at teir hava keypt føroyska landsliðsmannin, men sam- bært B68-formanninum, Niclas Davidsen, so var tó einki í hesum. Í somu grein varð víst á, hvørjar trupulleikar Fram kundi koma í, um so var, at teir høvdu gjørt avtalu við leikara uttan um felagið, sum hann er sáttmála- bundin at, men tað mundi tó vera so sum so við sátt- málanum. Og í øllum før- um segði Hans Fróði Han- sen seg einki kenna til hendan. Eru nærri Mánadagin seinnapartin skrivaðu teir á heimasíðuni hjá Fram so aftur um hand- ilin. Hesaferð staðfestir fel- agið, at nú eru øll viður- skiftini við leikaranum komin í rættlag. Sagt verð- ur, at onkur misskiljing var íkomin millum leiðslurnar í Fram og B68, men at hesar nú eru greiddar, og at leik- arin nú kemur til Íslands seinast í hesum mánaðin- um. Men tað tykist tó ikki, sum um forkláringstrupul- leikin hjá íslendska felagn- um er vorðin minni av hesi orsøk. Í øllum førum vilja toftamenn framvegis ikki kennast við handilin, tó at ávís framstig eru hend í so máta hesa seinastu vikuna. - Vit hava so framvegis ikki skrivað undir nakra avtalu við Fram, men eg kann tó siga somikið, at partarnir eru nærri hvørjum øðrum nú, enn vit vóru fyri eini viku síðani, sigur Niclas Davidsen, formað- urin í B68. Hvussu nær partarnir eru, vil B68-formaðurin tó ikki siga nakað um, men hvussu er og ikki, so skal hesin parturin av avtaluni upp á pláss, áðrenn nakar handil kann gerast veruleiki. Landsliðsleikarar til VB Við tilgongd av tveimum litaviskum leikarum, hevur VB fingið hópin til kom- andi kappingarárið í fótbólti upp á pláss FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kring landið eru fótbólts- venjingarnar so smátt farn- ar í gongd aftur, og í flestu feløgunum kring landið hevur aktiviteturin verið nógvur hesar seinastu mán- aðirnar. Nógva staðni hevur verið tosað um frágongd av leikarum, og hetta leggur so upp til, at feløgini eisini mugu finna nýggjar mans at seta fyri frágongdina. Litaviskur landsliðsleikari Eisini í Vági hava tey havt úr at gera, og haðani eru boðini, at tey nú halda seg hava hópin til komandi nógvu mánaðirnar kláran. Av hópinum frá í fjør hevur VB mist nakað av fólki. Predrag Zivkovic, sum í fjør var leikandi venj- ari, og sum annars hevur leikt við liðnum síðani 2000, verður í ár at síggja í TB, og eisini hevur felagið sagt farvæl við verjuleikar- an, Slobodan Madzar, og danska álopsmannin, Brian Andresen, sum tó bara var við liðnum seinnu hálvu av kappingarárinum. Fyri hesar báðar hevur VB fingið fatur á tveimum litaviskum leikarum, og okkurt bendir á, at hetta eru leikarar, sum væl kunnu vísa seg at gerast góður fongur. Serliga tykist til- gongdin av 22 ára gamla Mindaugas Grigalevic spennandi. Hesin hevur upp gjøgnum ungdómsárini verið fastur fúsur á litav- isku ungdómslandsliðun- um, og í november fekk hann sín fyrsta skrásetta A- landsdyst, tá Litava leikti venjingardyst móti Pólandi. Hin leikarin, sum talan er um, er 28 ára gamal og spælir í verjuni, og tó at hann ikki hevur somu al- tjóða royndir sum lands- maðurin, so hevur hann í nógv ár spælt í bestu litav- isku deildini. Formaðurin í VB, John Hendrik Holm, sigur, at allar avtalur við leikararnar báðar eru komnar í rættlag, men sum hann tekur til, so er helst best ikki at stað- festa nakað, fyrr enn enda- ligt arbeiðs- og uppihalds- loyvi eisini er komið. Umframt teir báðar litavarnar, so hevur VB framvegis tveir av út- lendsku leikarunum, sum í fjør vóru á liðnum. Danski Anders Sørensen fer aftur í ár at gera um seg á miðvøll- inum, og tað sama fer Mil- an Kulic, sum eftirhondini má sigast at vera gamal kenningur í Vági. Og so hevur VB eisini fingið fatur á einum leikara úr føroyska landsliðshópin- um. Símun Samuelsen royndi seg í fjør hjá GÍ, men nú er studentatilveran á Kambsdali skift út við eina tilsvarandi á Miðnáms- deplinum í Suðuroy, og so verður tað VB, sum kom- andi árið fer at fáa gleði av fótbóltsevnum hansara. Skifta vøllin Soleiðis er líkt til, at mest sum allur hópurin er komin upp á pláss til komandi kappingarárið, og tá fara vágbingar eisini at spæla á nýggjum undirlendi. Gjøgnum árini hevur VB fingið mong høgg fyri standin á vøllinum vesturi á Eiðinum, sum fleiri feløg hava sagt vera lívshættislig- an, og har tað eisini hevur verið ført fram, at VB hevur fingið órættvísan fyrimun, men serliga hetta seinasta vilja vágbingar sjálvir als ikki kennast við. John Hendrik Holm sigur eisini, at standurin á vøllin- um einamest hevur gingið út yvir VB sjálvar, tí tað eru fyrst og fremst teir, sum hava merkt bágan av hes- um, og hann leggur afturat, at tey øll fegnast um, at nýggjur vøllur nú er í ger. Útskiftingin av undir- lendinum hevur tó viðført, at VB í løtuni ikki hevur nakran vøll at venja á. Væntandi verður arbeiðið hesum viðvíkjandi liðugt í apríl mánaði, og fram til tá noyðast vágbingarnir so at venja aðrastaðni, eins og tað helst verður neyðugt at gera onkrar tillagingar í steypakappingini. Antin soleiðis at VB spælir heimadystirnar aðra staðni í oynni, ella soleiðis at kappingin verður lagað, soleiðis at VB spælir allar útidystirnar fyrst. Íslendska Fram hevur fyri aðru ferð staðfest, at Hans Fróði Hansen nú kemur til felagð, men á Toftum eru boðini enn, at eingin avtala er gjørd við íslendska felagið C M Y K 26 Talvið hesa vikuna Anand,V (2766) - Akopi- an,V (2693) GMA Wijk aan Zee NED (2), 11.01.2004 1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.d4 cxd4 4.Rixd4 Rif6 5.Ric3 a6 6.Be3 Ric6 7.f3 e6 8.g4 (Eingilski variantur- in í sisilionsku byrjanini) 8...Be7 9.Fd2 0—0 10.0—0—0 Rixd4 11.Bxd4 b5 12.g5 Rid7 13.h4 Fc7 14.Kb1 b4 (Svartur fer á beina leið í álop. Akopian vann leik- andi lætt á sjálvum Kram- nik í 1. umfari, og fer eis- ini eftir einum eins góð- um skalpi; Anand) 15.Ria4 Bb7!? (Áhuga- vert finnuoffur. Men er latna finnan nóg mikið fyri at rista Anand?) 16.Fxb4! (Nei! Anand tekur ímóti offrinum, og velur sostatt at verja seg nakrar leikir, áðrenn hann ætlat at knekka Akopian) 16...Bc6 17.Ric3 Rfb8 18.Fc4 Rie5 19.Fe2 Fa5 20.f4 Rig6 21.Ff3 e5! (Svartur hevur leikt væl síðani hann lat finnuna. Støðan javnvigar nøkun- lunda) 22.Bf2 Fb4 23.b3 Rixf4 24.Be1 Fc5 25.Bg3 a5 (Kompromileys álops- telving) 26.Bxf4 exf4 27.Rid5 Bd8 28.Fxf4 a4 29.Rh2 Bxd5 30.exd5 Ba5 31.Fd4 Fa3 32.h5 Bb6 33.Fc3 Ba5 34.Fd4 Bb6 35.Fd3 Re8 36.g6! (Anand fær júst tíð til at vikna um svørtu konga- støðuna) 36...fxg6 37.hxg6 h6 38.Bh3 (hvíti rókurin á h2 stendur avbera væl. Verjir mát- hóttanir á a-linjuni) 38...Bd8 39.Be6+ Rxe6 (Besti leikur. Kh8 tapir eftir Rxh6+ og mát verð- ur) 40.dxe6 Bf6 41.c3 axb3 42.Fc4 Fa5 DIAGRAM Støðumynd eftir 42...Fa5 43.e7+! Kh8 44.Re1 Be5 45.Fc6 og svartur gavst. Besta val er bxa2+, men eftir Kc2 er liðugt. Einki gott skák, og e-finnan fer á mál. 1—0 Standa dønum mát Føroyingar í Keyp- mannahavn leiktu í vikuskiftinum 4-4 í fremstu donsku deildini. Mótstøðu- liðið K 41 vóru undan dystinum á 2. plássi TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eftir fjórða umfari sunnu- dagin, er føroysk telving í donsku elituni helst tryggjað komandi kapping- arár. Málið føroyska talv- felagið setti sær undan kappingarbyrjanini, var at halda sær uppi í sterkastu deildini. Og sanniliga hava føroysku útisetarnir prógv- að, at teir hoyra heima í donsku superliguni. Talvfelagið Føroyar hev- ur skavað sær saman 14,5 stig av 32 møguligum. Dysturin sunnudagin - og fjórða umfar sum heild - gav ábendingar um, at før- oyingar neyvan kunnu enda í niðurflytingarvanda. Vónirnar undan dystin- um sunnudagin vóru góðar. Høvuðsmálið var ikki at tapa dystin. Innan tveir tímar var støðan longu 1-1; Norski stórmeistarin á før- oyska liðnum, Einar Gaus- el, leikti ein skjótan og tryggan javnleik við svarta fólkinum móti stórmeistar- anum Henrik Danielsen. Eyðun Nolsøe leikti somu- leiðis ein skjótan javnleik. Síðani gekk bæði upp og niður næstu 2-3 tímarnar. Kanska høvdu føroyingar møguleikan at vinna tepran sigur, men úrslitið gjørdist tó loksins ein rættvísur 4-4 javnleikur. Ein rættiliga spennandi og víðopin dystur. Umframt javnleikirnir hjá Gausel og Eyðuni, leiktu Nikolaj Borge og Carl Eli N. Samuelsen javnt, meðan Flóvin Tór Næs og Heini Danielsen hegnisliga vunnu síni talv. John Arni Nilssen og Heini Olsen taptu á hesum sinni. Støðan eftir 4. umfar er hendan: Felag stig Helsinge 24,5 Skolerne 20,0 K41 19,0 Sk 1968 16,0 Brønshøj 16,0 Talvf. Fo 14,5 Nørresundby 9,5 Århus 8,5 Tvey tey aftastu liðini flyta niður í 2. deild. Trý umfør eru eftir at leika. Komandi umfar verður 1. februar, tá føroyingar hitta Brønshøj. Í sætta og sjeynda og seinasta umfari (28 — 29. februar) verða mótstøðuliðini ávíkavist Skolerne og Århus. Corus Wijk aan Zee av bakkastokki Leygardagin byrjaði ein tann sterkasta kappingin nakrantíð, tiltikna super- stórmeistarakappingin Corus í lítna býnum Wijk aan Zee í Hollandi. Fjúrtan sterkir stórmeistarar - tí- verri eingin Kasparov - og eitt miðalrating áljóðandi 2702. Allir skula telva ímóti øllum. Í fyrsta umfari endaði heili seks talv við javnleiki, og bert í einum talvi varð vinnari funnin. Akopian vann óvæntað leikandi lætt móti einum nipnum Kram- nik. Kramnik kom tó sterkt aftur í øðrum umfari, tá hann niðurspældi Loek van Wely. Anand og Leko eru á odda. Talvið hjá Anand móti Akopian í øðrum um- fari er við í blaðnum. Sera javnt er millum teir fjúrtan telvararnar eftir fyrstu tvey umførini. Støðan: Anand (2766) 1,5 / 2 Leko (2722) 1,5 Akopian (2693) 1,0 Zhang Zhong (2639) 1,0 Bologan (2679) 1,0 Shirov (2736) 1,0 Adams (2720) 1,0 Topalov (2735) 1,0 Svidler (2747) 1,0 Sokolov (2706) 1,0 Bareev (2714) 1,0 Kramnik (2777) 1,0 Timman (2578) 0,5 Van Wely (2617) 0,5 Landsliðsvenjing Fyri aðru ferð í vetur savnaðist ungdóms- landsliðið í svimjing á venjingarlegu SVIMJING tíðindaskriv Ungdómslandsliðið í svimjing hevur verið á venjingarlegu í Klaksvík um vikuskiftið . Tey ið høvdu fingið boð at møta vóru: Pauli Ø. Mohr Fuglafjarðar Svimjifelag Arnold Davidsen Flot Remi Langaard Flot Joan Símun Edmundsson Flot Kári J.À Høvdanum Skeggjar Elspa Mørkøre Skeggjar Eyðbjørg PetersenSkeggjar Heidi Strømsten Skeggjar Kirsten Rassmussen Skeggjar Gunnleif Olsen Tvøroyrar Svimjifelag Jutta Thomsen Tvøroyrar Svimjifelag Malan Bærentsen Tvøroyrar Svimjifelag Mona Simonsen Tvøroyrar Svimjifelag Hildibjørg Joensen Tvøroyrar Svimjifelag Maria Vang Tvøroyrar Svimjifelag Anna K Eysturberg Tvøroyrar Svimjifelag Paula Rasmussen Havnar Svimjifelag Brynhild Jacobsen Havnar Svimjifelag Bjørg Seloy Havnar Svimjifelag Høgni Miné Rasmussen Havnar Svimjifelag Petur Mc Intosh Havnar Svimjifelag Hetta er aðru ferð tey eru saman til venjingarlegu í hesum svimjiárinum, tey vera øll við til Stórkapping- ina sum verður í Havn síðst í hesum mánaðinum. Annars fara 19 frá ung- dómslandsliðnum til Køge at svimjja í mars mánaði, hetta er kapping ið nevnist Køge Open, og koma svimjarar frá Danmark, Svøríki og Føroyum. Petur Heðin á Fløtti er venjari hjá ungdómslands- liðnum, somuleiðis venur hann A-landsliði sum skal møtast til venjingarlegu í Havn næsta mánað. Ungdómslandsliðið í svimjing hevur júst verið á næstu venjingarleguni