Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 8 - 14. januar 2004 C M Y K 28 Nr. 8 - 14. januar 2004 29 Á alibrúkinum hjá Bakkafrost er tamarhald fingið á sjúku men ákærurnar um útflutning av sjúkum og sjálv- deyðum laksi níta fast – hóast kanningar benda á at ákærurnar byggja á misvísandi hagtøl og roknifeilir ALIVINNA Búi Tyril / PRnewsMedia.com Á alivirkinum hjá Bakka- frost á Glyvrum arbeiða 130 starvsfólk hart í tveimum vaktarskiftum, alt ímeðan tey krossa sínar fingrar fyri at laksasjúkur ikki skulu taka seg upp av nýggjum og økja um longu stórar oyðileggingar. Aftan á tógvið stríð er tað eydnast at vinna á ILA og eigarar og leiðsla so væl sum starvsfólk seta nú sínar vónir til at tað fer at eydn- ast at halda sjúkuni burtur framyvir. Árið 2003 var upp á fleiri mátar eitt fellisár fyri Bakka fyritøkurnar sum umfata smoltbrúk, aling, kryvjing, góðsking og export fiskasølu. Hóast ein útflutning upp á so mikið sum 180 milliónir krónur, át eitt negativt úrslit burtur av eginpeninginum sum fyri einum ári síðani var 45 milliónir krónur. – Vit hava havt eitt tungt ár og vóna nú at 2004 verður betri, viðmerkir Regin Jacobsen, stjóri. – ILA sjúkan gjørdi um seg um so at siga alla Eysturoynna og restina av landinum við og vit vóru einki undantak í so máta. Omaná komu so ákærurnar um at vit skuldu havt útflutt sjúkan og sjálvdeyðan laks og tað bøtti sum vera man ikki um støðuna; eitt skifti sá tað út til at myndugleik- arnir ES fóru at verða drignir upp í leikin, ja og at okkara virksemi fór at verða lagt heilt niður. Men nú sær tað frægari út aftur. Hvat var tað sum gjørdi at Heilsufrøðiliga Starvs- stovan meldaði tykkum til fútan? – Tað bygdi alt á nakrar mannagongdir sum vit hava havt og sum á pappírinum skuldu givið eina rætta mynd av viðurskiftunum; hetta var við øðrum orðum hagtøl yvir nøgd á deyðum fiski og bygdi á miðaltøl fyri vektina á fiskinum sum heild. »Sera gott samstarv« Regin Jacobsen greiðir frá at hagtølini sum hava fyri- ligið hava støði í hvussu tað verður fóðrað; tey byggja á eina ávísa miðalvekt á fisk- inum umframt talið á stað- festum deyðum fiski. Sum skilst hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan sæð eitt svart hol í øllum hesum tølum tá teir hava faldað uppgivnan deyðan laks við ta miðal- vekt sum hevur verið brúkt. Men hendan miðalvekt kann vera ógvuliga flót- andi. Tað sum stendur eftir, aftan á fútin við hjálp av »Rejseholdet« hevur gjørt drúgvar og umfatandi kanningar, er at hagtølini sum Starvsstovan hevur gingið út frá neyvan eru eftirfarandi – og at einki grundarlag at ákæra Bakka- frost fyri óreglusemi í handfaringini av laksi. – Tað var kanska eitt sindur óneyðugt at løgregl- an skuldi gera eitt arbeiði sum vit og Starvsstovan í veruleikanum skuldu havt gjørt, sigur Regin Jacob- sen. Hvat hava tit lært av tilburðinum? – Eitt er hvat vit hava lært, og tað er sjálvandi av týdningi fyri okkara við- komandi, eitt annað er hvat onnur vónandi fáa burturúr. Her hugsi eg fyrst og fremst um alla alivinnuna men sjálvandi eisini um aðrar vinnur, myndugleikar og onnur… Tað er greitt stað- fest nú at hagtøl viðvíkj- andi alilaksi kunnu vera misvísandi og at fleiri vari- ablar gera seg galdandi. Eitt er fóðurfaktor og miðalvekt grundað á fóðring; her vísir tað seg at fiskurin hjá okk- um var 15 prosent minni enn gingið var út frá. Eitt annað er at tann fiskur sum doyr í einum aliringi mink- ar í vekt og verður millum 30 og 35 prosent lættari enn miðalfiskurin í ringinum. Eitt triðja er at tann deyði fiskurin sum verður sendur til Biogas minkar ein fjórð- ing í vekt í sambandi við at hann verður trýstkókaður. Vóru hesir tættir ikki við í myndini? – Sum vit hava skilt tað, vóru teir ikki tað. Hetta er í altso nýggj vitan. Umframt at hendan vitan ikki hevur fyriligið, so gekk Starvs- stovan út frá at okkara út- flutningur var 400 tons meðan hann í veruleikan- um var 500 tons. Hava tit ikki latið inn tykkara hagtøl? – Vit hava regluliga latið inn okkara hagtøl yvir fóðr- ing so væl sum útflutning, og meta okkum at hava yvirhildið allar reglur bæði viðvíkjandi hesum og øll- um øðrum. Nakað heilt annað er hagtølini onkurs- vegna kunnu vera komin skeivt fyri í umsitingini hjá Starvsstovuni. Hvat halda tit um Starvs- stovuna? – Eg vil leggja dent á at okkara samstarv við Starvsstovuna yvirhøvur hevur verið, er og fer fram- vegis vónandi at vera sera gott. Starvsstovan hevur høga kompetensu og ger eitt ógvuliga týðandi og dygdargott arbeiði, eitt ar- beiði sum allir partar í ali- vinnuni hava stóra nyttu av. Alt hetta málið við ákærun- um hevur frá fyrsta degi verið yvirdimensionerað kanska orsakað av fleiri misskiljingum… Krevur nógv pláss Hvat heldur tú annars um støðuna í alivinnuni? – Støðan í vinnuni er álv- arslig og sjúkan hevur kost- að og kemur framvegis at kosta nógv. Enn merkjast effektirnar av sjúkuni ikki so konkret men tað fara tær at gera í 2005, tí sera lítið av smolti verður sett út í løtuni. Hinvegin er alivinn- an um at fáa bilbukt við ILA og eg rokni við at um eitt ár er myndin munandi broytt til tað betra – fyri tey alibrúk sum til ta tíð eru eftir. – Tað sum mong nú stúra fyri í Eysturoy, og tað av góðum grundum, er tær negativu effektirnar av hesum; alivinnan er her ein ógvuliga stórur partur av vinnulívinum. Tær nýggju kunngerðirn- ar um »sjúkufyribyrgjandi rakstur á alistøðum« og um »niðurberjing og eftirlit við ILA (Infectious Salmon Anaemia)« umboða sam- bært Regin Jacobsen eitt týðandi stig í menningini av karmunum um føroyska alivinnu, eitt stig sum skuldi havt verið tikið fyri fleiri árum síðani. – Havbúnaðarfelagið gjørdi í 2001 eina verkætl- an sum bygdi á norska ser- frøði og tilmæli frá Veteri- nærmedisinsk Oppdrags- senter (VESO). Endamálið við verkætlanini var at kanna sjúkuviðurskiftini í Føroyum og koma við til- mælum til at nútímansgera og effektivisera tey smittu- fyribyrgjandi tiltøkini í ali- vinnuni. – Høvdu politikarar og umsiting lurtað eftir Hav- búnaðarfelagnum tá, so varð nógv vunnið… Men betri seint enn ongantíð; tær nýggju kunngerðirnar peika sama veg sum VESO verkætlanin og eru avgjørt eitt stig á rættari leið. Regin Jacobsen meinar at ein sunn alivinna krevur nógv meira pláss enn hvat hon í løtuni hevur. – Tað sum vit millum annað mugu til at leggja okkum í geyma er at aling- in krevur nógv meira pláss enn vit hava hildið. Um vit vilja sleppa undan sjúkum, so mugu fleiri firðir setast av og sorteringin millum árgangirnar má vera grundig og effektiv. – Tá tú tømir eitt alibrúk mást tú geva allari ekoskip- anini við alibrúkið tíð til at reinsast væl og virðiliga. Hetta er serliga galdandi um tú hevur havt sjúk. Verður tað ikki reinsað ordiliga so er vandi fyri at tann nýútsetti fiskurin, sum jú er meira sárbarur enn tann eldri, verður sjúkur, og so fer vindur tað upp á seg fyrst millum tað unga og so tað eldra eisini. Bakkafrost: Ákærur byggja á flótandi roknistykki Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com VALGREINAR Javnaðarflokkurin vil stuðla hand- verkslærlingunum Sylverius Jacobsen Valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy. Ásannast má, at tey ungu eru framtíðin. Eftir lokn- an fólkaskúla standa tey ungu ofta fyri einum av- gerandi valið. Hetta valið er tað, sum ein ungur má taka støðu til og inniber hvat eins lívstarv skal verða. Fleirtalið av teimum ungu velur at fara á handilskúla, studenta- skúla ella hf skeið og hetta er gott, men eitt fátal velur at søkja sær lærupláss á einum virki innan handverk. Hetta er ikki altíð lætt og ofta sýnist bíðitíðin í so long. Hvat kann polit- iski myndugleikin so gera við hetta? Jú, at gera møguleik- arnar bæði hjá meistar- um og lærlingum so góð- ar sum gjørligt. Fyri læruplássið hevur tað al- stóran týdning at endur- gjaldið fyri tíðina, sum lærlingurin gongur í skúla verður fult endur- goldið. Tað vísir seg, at hvørja ferð fíggjarlógin skal gerast, verður hetta gjaldið broytt, hetta ger, at læruplássið ongantíð veit hvar tað flýtur fíggj- arliga, tí sáttmálarnir verða teir flestu gjørdir fyri 4 ár, og í hesum tíðarskeiði ganga tey flestu í skúla 55 vikur. Fyri lærlingin hevði tað havt stóran týdning, um hann kundi fingið frítt frálærutilfar og fyri tey sum búgva á skúla- heimum og aðrastaðni frádráttir. Lærlingalønin er alt ov lítil hjá teimum flestu um ikki yvirarbeiði hjálpir til. Teknisku skúlarnir mugu fáa neyðugu játt- anirnar, so handverks- fakið altíð er á hædd við frálæruna í øðrum lond- um. Føroyskir handverk- arar eru jú víðakendir fyri sínar dygdir alla- staðni, og serliga teirra fleksibilitet, at laga seg til umstøðurnar. Ynskir tú teim ungu væl, velur tú Javnaðar- flokkin. Við eitt vegamót Jógvan á Lakjuni tingmaður og valevni Fólkafloksins í Eysturoy Tey seinastu seks árini havi eg havt tann fram- íhjárætt at umboða Eyst- uroynna á tingi. Eg havi latið meg stillað upp aft- ur og fari enn einaferð at biðja um tykkara stuðul. Eg havi altíð verið sjálvstýrismaður og síggi tað soleiðis, at føroyingar í dag standa við eitt vega- mót! Fólkið skal taka eina avgerð um, antin tað vil halda hesa kósina, til sjálvbjargni - ella tað aftur vil steðga upp og lata mótloysið ráða. Einki kann vera meira grundleggjandi rætt enn at vilja klára seg sjálvur - at standa á egnum bein- um og ikki liggja øðrum til byrðu. Hetta er gald- andi fyri okkum sum ein- staklingar, og sjálvandi er hetta eisini galdandi fyri okkum sum land og sum fólk. Góðu veljarar. Hesum vil eg arbeiða fyri, verði eg aftur valdur á ting. Nú ræður um at halda kósina og við góðum treysti at ganga frameftir. Set tín kross við lista A. Johan Dahl valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Mál okkara er at koma í samgongu eftir komandi løgtingsval og harvið eisini fáa sett stólin fyri hurðina hjá fullveldisgongdini, sum er við til at føra okkum í fíggjarliga út av eggini aftur. At lata hjarta einans ella kenslur einans stýra eini tjóð er beinleiðis hættisligt; tað hava vit mong ræðandi dømi um upp gjøgnum tíðina. Allir føroyingar íð kenna til søguna, vita eisini um hópin av dømum um tær sera óhepnu avleiðingar hjartastýrd nationalisma hevur havt við sær í tí farna. Allir føroyingar - uttan undantak - hava eina fræl- sishugsjón. Hjá summun verður hendan frælsishug- sjón, til eina nærmast fyrilitaleysa persónsdyrkan og tá er hon meira skaðilig enn gagnlig . Hvør og hvat hevur skapt hetta deiliga land, sum vit øll elska ?? Er tað polittiska orðaskvaldrið hjá teimum, sum halda seg hava patent uppá heitið "FØROY- INGAR" ? Nei, tað er ikki loysingin ella eitt sokallað fullveldi, ið hevur skapt framburðin í Føroyum, men loysnir, - loysnir funnar og gjøg- numførdar í ríkisfelags- skapinum. Loysnir koma ikki av at lata undirlutakenslur stýra okkum. Sera fá - um nøkur fram- brot í heiminum eru komin umvegis kenslur, - tað er vanligt vit og skil og logikkur sum skapar fram- brot. Hóvligar, væl umhugs- aðar stutt- og langtíðar ætlanir skulu føra til góðar loysnir fyri land og fólk og tað vil sambandsflokkurin standa sum garantur fyri.. Vit skulu byggja landið við umhugsan og tí eksper- tisu, sum vit hava í stóran stíl millum vanligar føroy- ingar og skulu skapað karmarnir sum leggja lunn- ar undir, eitt eisini í fram- tíðini, sunt og vælvirkandi vælferðarsamfelag fyri øll. Tað verður einans skin- samur samskiftispolitikkur, sum er sprottin í valum- hugsaðum framburðsætlan- um, sum fer at føra til, at allir føroyngar í framtíðini fara at siga av hjarta: "Nú er satt frælsið fyri øll vorðið ein verðuleiki"!! Tað er hetta sambands- flokkurin stendur fyri, stiðji okkum - vit vilja skapað framburð og frælsið fyri tann einstakað Far á val og vel Sam- bandsflokkin tann 20 januar 2004. Gott val. Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Javnaðarflokkurin vil virka fyri at Føroyar verða mill- um heimsins reinastu lond. Vit vilja binda okkum til at halda Kyotosáttmálan. Sátt- málin bindur okkum til at skerja útleiðingarnar av vakstrarhúsgassum við samanlagt 5%, sammett við samlaðu útleiðingina í 1990. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum boðaði í 2001 donskum myndug- leikum frá, at vit ikki vilja binda okkum at sáttmálan- um, tí hann var bangin fyri oljuvinnuni. Sera óheppið haldi eg, sjálvandi skulu vit føroyingar luttaka og virka fyri, at vakstrarútlátið minkar. Vit áttu heldur at sett okkum sum mál at minka munandi um okkara útlát. Hetta er ein ætlan, sum røkkur langt inn í framtíðina. Eitt nú hava íslendingar í samstarvi við nakrar av heimsins størstu fyritøkum gjørt royndir, har bussar koyra við brint sum brennievni. Í Føroyum verður í løtuni gjørdar kanningar av alduorku, sum møguliga kann geva okkum enn reinari elorku enn vit hava í dag. Eisini eiga vit at gera enn meira burturúr vindorku. Møgu- leikarnir er mangir, men so leingi vit ikki binda okkum til at minka um útlátið, so hendir einki. Tí er tað av sera stórum týdningi, at vit beinanvegin binda okkum at kyoto sáttmálanum og fara til verka fram ímóti einum reinari heimi. Tað ber ikki til at vit føroyingar ferð eftir ferð melda okkum út úr altjóða samfelagnum og lata hini taka sær av okkara trupulleikum. Vilt tú vita meira, um hvat eg tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heima- síðu www.lindenskov.com. Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hesum tíðarskeiði. Kyotosáttmálin skal setast í gildið í Føroyum Loysnir og samstarv innan fyri ríkisfelagsskapin Jógvan Páll Poulsen valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum At yvirtøkulógirnar (Tvør- oyrarskjalið) ikki skal set- ast í verk At barsilsskipanin skal vera samhaldsføst (øll líka út- gjald) At útróðrarbátar undir 15 tons fiska frítt At flutningsstuðul verður veittur til útróður í útjað- aranum At skattastigin verður ajourførdur og prístals- viðgjørdur At samhaldsfasti kemur at virka sum upprunaliga ætlað At rentustuðulin verður verandi á sama støði Hesum fari eg at arbeiða fyri: Marjun Olsen valevni hjá Sambandsflokkinum Føroyingar hava ótrúligar fyrimunir við at verða í ríkisfelagsskapi við Dan- mark og Grønlandi. Nøkur fá dømir: • Størri og bíligari møgu- leikar fyri lesandi • Sendistovur um allan heim, eru tøkar fyri før- oyingar • Fríur rættur at arbeiða í øllum ríkinum • Fríur rættur at stovnseta virkir í øllum ríkinum • Tryggari gjaldoyra • Okkara part av avlopi tjóðbankans Hesi fáu dømir eru bert ein lítil partur av einum long- um lista, sum kan setast upp. Spurningurin er bara hvat vit gera við hesar fyrimunir ?? Skulu vit menna Føroyar enn meira, við at brúka tey rættindi við eiga ?? Ella skulu vit tveita teir burtur, tí tað er skomm, at verða í einum ríkisfelags- skapi?? Størsta trygd fyri varð- veitan av øllum fyrimunun- um er Sambandsflokkurin Seti tí X við B Tveiti ikki fyrimunirnir burtur 29