Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 8 - 14. januar 2004 Nr. 8 - 14. januar 2004 31 VALGREINAR Endurnýggjan av tí politiska flotanum Kristian Eli Zachariasen valevni Sjálvstýris- floksins í Norður- oyggjum Tey seinastu árini er ein endurnýggjan farin fram av tí føroyska fiskiflot- anum. Nýggj, stásilig og munandi effektivari skip eru komin ístaðin fyri tey gomlu, ið als ikki vóru tíðarhóskandi longur. Og sæst hetta eisini aftur hjá td. nótaskipinum, har ið 7 føroysk skip liggja á topp 10 yvir nótaskip, ið hava fiska mest í Norð- atlantshavinum Ein freistast til, at samanlíkna fiskiflotan við politiska leikpallin, har kanska flestu av skút- unum ikki eru tíðarhósk- andi longur. Og hava onkrar av teimum møguliga brúkt alt brennievni, soleiðis at eingin framdrift er í hesum skútunum longur. Harafturat vóru nakrar av hesum skútunum, ið skuldi eitast fyri at par- trola, farnar at stýra í hvør sína kós, soleiðis at tað tilfeingi, ið tær ann- ars vildu borið til Føroya fólk fór fyri skeyti. Vit eru komin til eina nýggja gongda leið. Eina leið við nýggjum, effek- tivum og tíðarhóskandi skútum, ið eru fullar av brennievni.til at tryggja okkum framdriftina í tí nýggja føroyska sam- felagnum tey komandi árini. Tíðin, har ið kjalar- vørrurin var brúktur at stýra eftir er farin! Sjálv- stýrisflokkurin bjóðar seg fram til hetta vali, við ungum nýggjum kreft- um, har ið dentur fer at verða lagdur á kósina fyri framman og eitt fast stavnhald tey komandi árini. Gott val Gloymið ikki vælgerðirnar Absalon Absalonsen valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Sál mín lovað Harranum og gloym ikki allar vælgerðir Hansara. Sálm. 103.2. Gloymið ikki at gera væl og geva øðrum burt- urav frá tykkum. Hebr. 13.16. Oman fyri standandi skriftorð renna mær mangan í huga nú val- stríðið er í hæddini. Eg ivist onga løtu í, at mong í Føroyum hava tikið hesi skriftorð til sín og liva eftir teimum, takka Harr- anum í tí stilla og geva sínar olmussur so stillis- liga og ósædd, at vinstra hond veit ikki hvat høgra ger. Men hvussu er við al- mennu Føroyum, geva vit nakað til menningar- hjálp ella hjálp til neyð- stødd. Jú har standa 300 000 kr á fíggjarlógini, svarandi til 6 - SEKS - kr um árið pr íbúgva. Flestu føroyingar munnu halda hetta vera skomm. Miðflokkurin setur sum treyt fyri at fara í samgongu, at hetta tal verður munandi hækkað. Heðin Mortensen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Eitt afturvendandi evni undan vali eru umstøðurnar hjá teimum, ið búgva til leigu, men eisini umstøð- urnar hjá útleigarunum. Báðir partar standa rætti- liga einsamallir, tá hugsað verður um galdandi lóg- gávu á økinum, tí her tørvar okkum at fáa skipað við- urskifti. Umráðandi er at tryggja bæði leigara og útleigara. Í fyrsta lagi eru tað alt ov nógv leigumál, ið als ikki standa mát við tað, sum er rímiligt. Tað kann ikki vera meiningin, at fólk skulu rinda okursleigu fyri vána- ligt býli, bara tí at útleigar- in ikki leggur í at greiða síni viðurskifti til fulnar. Tað átti at verið eitt sjálv- sagt krav, at øll leigumál vórðu viðgjørd og góðkend av einari almennari leigu- nevnd, áðrenn ein íbúð ella eini hús kundu verið leigað út til fólk at búgva í, so krøv um brunatrygd og at allar vanligar umstøður vóru í lagi. Samstundis skuldi leigu- lóggávan givið teimum útleigarum fyrimunir, ið hildu sínar skyldur og fingu síni ting góðkend og í rætt- lag. Hetta kundi eitt nú verið gjørt við lagaligum reglum fyri skatting av leiguinn- tøkum, so góðkendir útleig- arar fingið helvtina av leiguinntøkuni skattafría. So hevði tað loyst seg at leiga út uttan »svarta leigu«, samstundis sum dygdin á íbúðum og húsum var í lagi. Óivað sita mong við øðrum hugskotum og hugs- anum um, hvussu hesi viðurskifti kundu blivið betri. Í øllum førum er tað upp á tíðina, at nakað verð- ur gjørt við hetta mál, so leigulóggávan verður dag- førd og gagnlig fyri allar partar. Jacob Vestergaard valevni Fólkafloksins í Suðuroy Eitt av málunum, sum Javnaðarflokkurin er komin fram við í valstríðnum, er at stovnseta ein Fiskidaga- marknað, sum skal umsita handil og avgjald av fiski- loyvum og fiskidøgum. Útmeldingin frá Javnað- arflokkinum er ikki greið, og eg havið enn onga skila- góða frágreiðing hoyrt um, hvussu teir ætla, at Fiski- dagamarknaðurin skal virka. Boðskapurin er, at Fiskidagamarknaðurin skal geva munandi ískoyti í landskassan. Javnaðarflokkurin átti at sagt okkum, hvussu Fiski- dagamarknaðurin skal virka. Skulu øll fiskiloyvir og allir fiskidagar inndrag- ast og seljast á Fiskidaga- marknaðinum - verður tað til fastan prís ella til hægst- bjóðandi - skulu skipinið, sum loyvir og dagar verða tiknir frá, fylgja við - hvør sleppur at bjóða o.s.fr. Hvussu stórt avgjald skal leggjast á tey ymisku loyv- ini og dagarnar - hvussu nógv skal hvør einstakur bátur/skip gjalda, skal tað verða eftir stødd ella eftir hvussu nógv verður fiska, o.s.fr. Uppskot Javnaðarflok- sins hongur ikki saman og kann ikki gjøgnumførast, uttan tað fær álvarsligar fylgjur fyri okkara fiski- vinnu. Vit hava eina vælvirkandi fiskivinnuskipan, kanska tað bestu í heiminum, og hana eiga vit at standa sam- an um. Skipanin/lógin krevur tó ábøtur og umsit- ingin av fiskiloyvum og fiskidøgum eigur at gerast meira gjøgnumskygd og tilgongilig, so øll kunnu fylgja við, hvat hendir. Mín greiða meining er, at tað ongantíð verður rætt at leggja avgjald á fiskiloyvir, fiskidagar ella kvotur, tvørturímóti kemur hetta at virka darvandi fyri vinn- una. Vinnan hevur fingið nakrar møguleikar, við teimum loyvum, sum givin eru. Vinningurin fyri sam- felagið liggur í, at menn við áræði, dirvi og stórum dunaskapi hava útnytta hesar møguleikar og harvið skapt ovurhonds stór virðir til samfelagið. Soleiðis hevur tað altíð verið og soleiðis má tað framhaldandi verða. Treytir eiga tó altíð at verða við, so hesi fiskiloyvir ella møgu- leikar, um vit kallað tað so, verða gagnnýttir, samfelag- num at frama. Javnaðarflokkurin hevði skjótt gjørt enda á okkara vælvirkandi fiskidagaskip- an, slapp hann at gjøgnum- føra uppskotið um Fiski- dagamarknað. Besta trygdin fyri, at vit framhaldandi koma at hava heimsins bestu fiskivinnu- skipan er at velja Fólka- flokkin 20. januar. Gott val. Jóhan Petur Johannesen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Hvør er uppgávan hjá tí almenna? Sambandsflokkurin vil feg- in at vit hava eitt gott al- mannaverk. Eitt almanna- verk, ið er fyri brúkaran, ið ger at vit øll kunnu gera brúk av tí tá ið okkum tørvar tað. Hvørjar eru so tær al- mennu uppgávurnar: 1. Rættartrygd (dómsvald og politi) 2. Almanna- og heilsuverk 3. Útbúgving (øll skulu hava møguleika til at fáa eina útbúgving) 4. Góðan infrakstuktur vegir, havnir Afturat hesum so hava vit í Føroyum almennar loft- miðlar SVF og ÚF, og er skyldan hjá teimum at verða til alment gagn fyri allar borgar. Tí hevði ikki verði meiri enn rímiligt at teir komu á fíggjarlógina, so at teir ikki høvdu fyri neyðini at havt eydnuspøl og lýsingar, men at eydnu- spøl og lýsingar heldur var givið til privatar miðlar at fingið nyttu av. Tí ynskja vit framhald- andi ríkisfelagsskap, so at vit kunnu hava eina góða 1. Rættartrygd (dómsvald og politi) 2. Almanna- og heilsuverk 3. Útbúgving øll skulu hava møguleika til at fáa eina útbúgving Gott val Leigulóggávan má dagførast Uppskot Javnaðarfloksins um Fiskidagamarknað Alment og Privat (2) Marja Lamhauge valevni Sambandsfloksins í Eysturoy Sambandsflokkurin vil skapa karmar fyri øktum vinnumøguleikum, so tað gerst lættari at stovna egi virki og harvið skapa fleiri arbeiðspláss Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at lógin "Vinnuframalógir í Føroy- um", verður sett til at virka, við at fáa kunngerðirnar til lógina lýstar og settar í verk. Vinnuframalógirnar vilja hjálpa íbirtarum at koma í gongd við egnum virki. Hesar lógir vóru gjøgnumførdar av Lands- stýrinum, sum sat fram til 1998, meðan Sambands- flokkurin sat í Tinganesi. Men Tjóðveldis/Fólka- floks- og Sjálvsstýris Landsstýri hava ikki vilja lýst kunngerðirnar so skip- anin fæst at virka. Vinnuframalógirnar vilja sum sagt hjálpa íbirtarum og kveikjarum at koma í gongd. Eisini vilja vit ar- beiða fyri at seta meira ferð á útbúgving og gransking, sum kann tæna vinnulívin- um til frama, og á tann hátt skapa fleiri arbeiðspláss. Fyri okkum í Eystur- oynni, sum standa fyri 60% av vinnulívinum í Føroy- um, hevur hettar sera stóran týdning Hetta vilja vit í Sambandsflokkinum ar- beiða fyri. VALGREINAR Dagførdar miðnáms- útbúgvingar Eyðgunn Samuelsen valevni Javnaðfloksins í Norðoyggjum Í virkisskránni hjá Javn- aðarflokkinum stendur : "útbúgvingartilboð teirra 16-19 ára gomlu byggir á eitt grund- ella støðisár aftaná fólkaskúlan" . Í dag hava vit 5 ym- iskar miðnámsútbúgv- ingar: HF, Student, HT, ið er ein tøknilig student- útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, HIF, ið eisini er ein studenta- útbúgving á Fiskivinnu- skúlanum í Vestmanna og FHS/HH, ið tilsaman geva handilsliga stu- dentsútbúgving. Føroyar eru eitt lítið land, men vit hava valt politiskt at hava mið- námsútbúgvingar, um- framt í miðstaðarøkin- um, eisini í Vestmanna, Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy. Hetta val gongur Javnaðarflokk- urin inn fyri, tí vit meta tað altavgerandi, at tey ungu eru nærhendis heimbygdini meðan tey taka miðnámsútbúgving fyri at økja um møgu- leikan fyri at tey ungu koma aftur til heim- bygdina/oynna eftir lokn- an lestur. Hetta má sjálv- andi fylgjast upp við før- leikakrevjandi størvum kring landið, so tey ungu hava valmøguleikan at búseta seg í ella uttanfyri miðstaðarøki, tá tey koma heimaftur. At hava 5 ymsar mið- námsútbúgvingar virkar væl í miðstaðarøkinum, tí har er eitt størri fólka- grundarlag enn í restina av landinum. Tað er trup- ult at fáa hesa skipan at virka optimalt uttanfyri miðstaðarøki, sjálvt á Kambsdali kunnu tað vera smáir flokkar, ið minka um valmøgu-leik- arnar hjá teimum ungu. Hinvegin kann ein eis- ini spyrja, um samfelag hevur brúk fyri so stórari spesialisering í heili 3 ár, sum miðnámsútbúgv- ingarnar í dag geva. Tøkniliga menningin gongur so skjótt í dag, at servitan eldist skjótt og kundi tað bent á, at sam- felagnum tørvar fólk ið hava nakrar felags før- leikar, sosum at duga at arbeiða sjálvstøðugt, at duga at nýta vitan frá ymsum lærugreinum í einum heildarhøpi og at duga at samstarva við onnur og ikki minst, ein grundleggjandi fakligan førleika í lærugreinum sum enskt, føroyskt, støddfrøði, alisfrøði, lív- frøði og evnafrøði. Tað er júst hetta, ið eitt grund- ella støðisár aftaná fólka- skúlan kundi innihildi, síðan kundu næmingar- nir valt sergrein: student, tøkni, handil ella fiski- vinnu seinnu tvey árini. At okkara miðnámsút- búgvingar krevja dagfør- ingar er ongin ivi um, allar tær donsku mið- námsútbúgvingarnar ið okkara eru grundaðar á, eru dagførdar við einum reformi ið kemur at virka í 2005. Danski reform- urin inniheldur júst eitt felags støði ið tekur _ ár. Javnaðarflokkurin vil virka fyri at miðnámsút- búgvingarnar í Føroyum altíð eru dagførdar, so tær eru í minsta lagi á hædd við hini norðan- londini og samstundis nøkta tørvin ið føroyska samfelagi hevur brúk fyri. Javnaðarflokkurin ásannar at útbúgving og gransking er vegurin fram, um vinnan og kappingarføri framhald- andi skal økjast í Føroy- um. Vil tú stuðla einum nýmótans útbúgvingar- politikki so stuðlar tú Javnaðarflokkinum. Bjarki Mohr valevni hjá Javnaðar- floksins í Suðurstreymi Miðfyrisitingin skal um- skipast, men ongin hevur dirvi at tosa um eina møguliga avleiðing. Undir valstríðnum higar- til, hava allir flokkar - eftir at Javnaðarflokkurin legði fram uppskot um at um- skipa Miðfyrisitingina - verið á einum málið um, at tað er neyðugt at gera okk- urt ítøkuligt við vaksandi umsitingina. Ymisk valevnir hava kjakast um spurningin, onnur hava skriva í bløð- unum. Eg havi við áhuga fylgt kjakinum, og má tíverri ásanna, at higartil hava valevnini snú sær undan at svara, tá talan kemur inn á møguligar av- leiðingar av einari fyri- standandi umskiping. Endamálið við einari umskiping av aðalráðunum er kent. At tillaga fyrisit- ingina til føroyska sam- felagið. At hækka tænastu- støðið við betri samskipan. At tryggja umsitingina stabilitet í framtíðini, soleiðis at hon ikki skakast av politiskum neyðloys- num. Men ikki minst, at hon hóskar til fíggjarliga førleikan. Frá 1998 til 2002 eru samlaðu inntøkur lands- kassans øktar við 724 milli- ónum kr. Sama tíðarskeið eru rakstrar- og íløguút- reiðslurnar øktar við 804 milliónum kr., svarandi til eitt nettohall á 80 milliónir kr. Gongdin í 2003 er ikki betur - tvørturímóti - og kunnu vit tí ímynda okkum enn størri hall, tá endaligur landsroknskapur fyriliggur. Vit sleppa ikki undan at fremja umskipanir - og rationaliseringar - skulu vit framhaldandi hava ein bú- skap í javnvág. Í omanfyri nevnda tíðarskeiðið, eru lønarútreiðslurnar hjá um- sitingini øktar við góðum 200 milliónum kr. Hyggja vit eftir høvuðsvinnuni - Fiskiskapur - eru lønarút- gjaldingarnar eisini øktar 200 milliónir kr., í sama tíðarskeiðið. Tey, ið hava verið við til bygnaðarligar umskipanir - í privatum- ella almennum vinnum - vita, at man fyrst hyggur eftir hvør tænastu- tørvur skal nøktast, síðan hvørji fólk man hevur at nøkta tørvin við, og hvussu man skapar fíggjarligan- og fólksligan tryggleika. Seinast - men ikki minst - hvussu sleppa vit av við dupult funktiónir, fyri at lætta um útreiðslustøðið. Tað er neyvan nøkur loyna, at nógv av teim dugnaligu fólkum - sum í dag starvast innan almenna umsiting - kundu verið við til at ment vinnuna, og so- leiðis tilført henni eina virðisøking, tí hesi fólk eru væl skúlaði. Tílík starvs- glíðing er ikki óhugsandi - hon er neyðug - skulu vit framhaldandi menna inn- tøkugevandi framleiðsluna. Í einari tílíkari umskip- ing, er ikki bert neyðugt, men eisini sømuligt, at av- varandi mynduleiki viðgerð - saman við yrkisfeløgum - hvørjir møguleikar eru fyri at hjálpa starvsfólkum víð- ari á starvsbreytini, soleiðis at man ikki einvegis setur starvsfólk í eina óhjálpiliga støðu. Sjálvur eri eg av teirri fatan - eftir at eg í nógv ár havi umsitið fíggjar- og starvsfólkaviðurskiftið - at leiðandi mynduleikin skal greiða fólki frá avleiðing- um av tiknum avgerðum. Alt annað er dupult- moralskt, og vanvirðing av dugnaligum samstarvs- felagum. Orðatak er í sigur, " Sig ongantíð nakað um onnur, sum tú ikki sjálvur vilt siga teimum". Orsøkin til at valevnini ikki vilja kjakast nærri um møguligar avleið- ingar er, at tey óyva hugsa um, at tey eru í vanda fyri at missa eina ella tvær atkvøður. Men álvaratos, halda valevnini veruliga at fólk eru so lítið hugsandi, at tey ikki kunnu rokna møgu- ligar avleiðingar út. Um tað er kostnaðurin - fyri egið trúvirði - vil eg fegin gjalda prísin. Kenneth Rasmussen valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Náttúran er grøni grund- vøllurin undir tilveru okk- ara. Náttúran er óbøtandi og skal umsitast á skyn- saman hátt, tí er tað altíð ein spurningur um at finna eina javnvág. Vit hava eina livandi jørð, og livikorini á jørðini er grundarlagið fyri livi- korum okkara. Dálka vit jørðina, dálka vit okkum sjálvi. Vit skulu verja um- hvørvið við at hava greiðar reglur fyri brúki av náttúru- tilfeingi. Hetta tryggjar búskaparvøkstur eftir náttúrunnar treytum. At SEV í 2004 fer undir aftur stórar útbyggingar og ger árinskanningar aftaná er heilt burturvið. Tað skal vera lógarkrav, at tá ið størri verkætlanir verða framdar, so skulu haldgóðar og óheftar árins- metingar gerast, áðrenn farið verður til verka. Sjálvstýrisflokkurin virk- ar fyri einum umhvørvis- politikki, sum tryggjar, at menningin av okkara sam- felag ikki skaðar um- hvørvið. Vit vilja varðveita náttúrunnar fjølbroytni og tryggja góð livikor fyri komandi ættarlið. ..men fyrst tørvar okkum tín stuðul 20. januar. Grøni grundvøllurin Sig ongantíð nakað um onnur…… Øktir vinnu møguleikar C M Y K 31 30