mikudagur 14. januar 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
33
VALGREINAR
Tann einliga
mamman!
Rúni Poulsen
Valevni javnarflokkin
Eysturoy
Ein ung kvinna eg tosaði
við fyri stuttum, kærdi
sína neyð fyri mær, og
spurdi meg um hvat
Javnaðarflokkurin kundi
gera fyri einligar mamm-
ur ið vóru arbeiðsleysar.
Hon hevði fingið játtað
pening
frá
almanna-
stovuni, og kundi vera
heima saman við barni
sínum og fáa pening,
einasta treyt var at hon av
og á vísti skrivligt, at hon
søkti um arbeiði, men
arbeiði var einki at fáa,
so hon helt hon skuldi
fara á skúla, tí hon tímdi
ikki bara sita inni allan
dagin og bara fáa pening-
in serveraðan, men tá
hon segði Almannastov-
uni um hetta so var
eingin góða mamma, hon
fekk ongan pening frá
teimum, so hon mátti fáa
pening frá Stuðulstovn-
inum, men líka yvir
3000kr, kemur man ikki
langan veg við, tá ein
skal hava íbúð, barn, mat
og skúlabøkur. Tað keði-
liga í hesu støðuni er, at
um hon ikki hevði sagt
nakað fyri Almannastov-
uni, so hevði hon frítt
kunnað lisið í eitt ár, bert
víst at hon søkti arbeiði
og fekk avslag frá ar-
beiðsplássum, og hevði
Almannastovan goldið
fyri alt uttan at vita tað.
Synd at tey erligu ikki
kunnu fáa tað betur í
samfelagnum!
Hvussu kann samfe-
lagið fungera, tá tey sum
vilja nakað við lívinum
fáa noktað pening at liva
fyri? Nógv geva teimum
sum einki gera skyldina,
men tað er ikki rætt, tað
skal bara so nógv broyt-
ast fyri at fáa hetta sam-
felagið at virka meira
rættvíst. Javnaðarflokk-
urin fer at gera sítt til at
„allar ungar mammur"
sleppa at fáa eina út-
búgving uttan at skulu
vera bangnar um fíggjar-
ligu korini.
Helena Dam á
Neystabø
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Javnaðarhugsjónin er posi-
tiv. Hon hevur lagt lunnar
undir tí vælferðarsamfelgi,
sum øll í dag meta er tann
besta
samfelagsskipanin
yvirhøvur. Tí má eisini
boðskapurin vera positivur
opin og framskygdur.
Til hetta løgtingsvalið er
tað avgerandi, at tað vera
optimistiskar
javnaðar-
røddir, sum bera fram ætl-
anir um samfelagsligar
ábøtur, ið hava til endamáls
at:
• gera
Føroyar
meiri
fjøltáttaðar
• at vit gerast dugnaligari
til at framleiða og skapa
virðir burturúr føroysk-
um tilfeingi,
• at ágóðar og byrðar verða
býttar »so javnt millum
føroyingar« sum gjørligt.
Stutt sagt økja um bú-
skaparliga rásarúmið, og
fyribyrgja tí mannamuni og
klassamuni, sum lættliga
kann vaksa, tá útlit eru til
búskaparliga truplari tíðir.
Eisini í tjóðskaparmálin-
um hevur Javnaðarflokk-
urin eitt ítøkiligt semju-
søkjandi uppskot at byggja
á, eitt uppskot sum tekur
støði í sjálvsavgerðarrætti
føroyinga, og sum varðveit-
ir hendan týdningarmikla
rætt. Eitt haldgott grund-
arlag undir teirri tjóðskap-
arligu semjuni, sum øll
leingjast eftir.
Niklái Petersen
løgtingsmaður, valevni
Tjóðveldisfloksins í
Norðstreymoy
Eddie skrivar at fyri fyrstu
ferð í 30 ár í allarbestu tíð-
um, hava vit fingið bíði-
listar í heimarøktini av ber-
ari vanstýring, og at fíggj-
armálaráðharrin hevur latið
miðfyrisitingina vaksið við
útvið hundrað milliónum
kr.
Samdur við Eddie í at
eldrarøkt eigur at vera ein
rættur hjá fólki, líka so væl
sum barnaansingin er blivin
tað í nærmast øllum landin-
um, við tjóðveldisflokkin-
um í landstýrinum.
Víðari sigur Eddie, at
okkurt valevnið hjá tjóð-
veldisflokkinum tosar um
at seta kós, og at hon er so
skeiv, sum hon kann verða.
Tjóðveldisflokkurin rað-
festir eldraøkið rættuliga
ovarlaga í sínum politikki,
og er játtanin til eldraøkið
hækka úr 164 mió.kr. í
2000 til 228 mió.kr í 2004,
altso ein hækking uppá 64
mió.kr.
Trupulleikarnir
hava
verið í heimarøktini sein-
astu árini, játtanin til sjálva
heimarøktina er hækka úr
góðum 67 mió. kr í 2000 til
102 mió. kr. í 2004, altso
ein hækking uppá 35 mió.
kr. til sjálva heimarøktina,
men tað sær tíverri ikki út
til, at hækkingin er komin
brúkarunum til góðar.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur bert umsitið hetta økið í
18 mánaðir, hetta er eitt
tungt og fløkt økið, og
trupuleikarnir loysast ikki í
eini handavending.
Vit hava slóðað fyri so-
leiðis, at komandi árini
verða bygd 123 nýggj ellis-
og røktarheimspláss, hesi
eru játtaði og eru farin í
gerð, og vit eru klárir við
60 plássum afturat um
játtan fæst fyri hesum.
Samdøgursrøkt og økis-
terapi er eisini sett í verk,
sum ein partur av heima-
røktini. So at siga at tjóð-
veldisflokkurin onga kós
hevur í hesum máli, er heilt
burturvið.
Javnaðarflokkurin hevur
umsitið hetta mál mest sum
øll árini fram til 2002, og
har mugu vit bara staðfesta,
at lítið og onki er hent á
hesum økið, teimum eldru
til frama og sóma.
Annars haldi eg tað, at
tílik mál eiga at kunnu
loysast tvørtur um floks-
mørk, og ikki brúkast sum
politisk kastibløka upp
undir val, tey eldru hava
betur uppiborið.
Viðvíkjandi økingini í
miðfyrisitingini er at siga,
at starvsfólkamál hevur
verið málsøkið undir løg-
manni, og hevur fyrrver-
andi fíggjarmálaráðharrin
Karstin Hansen fleiri ferðir
borið upp á mál, um at
sloppið inn at kanna tey
ymisku stýrini, fyri at vita
hvussu
fíggjarstýringin
hevur verið, men hetta
hevur verið honum noktað
av løgmanni, landsstýris-
fólkini hjá tjóðveldisflokk-
inum høvdu tó onki ímóti
hesum.
Nú tveir mánaðir undan
at val varð útskriva, fekk
Fíggjarmálaráðið loksins
hesið mál at umsita.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur valt henda leistin, at
loysa
trupuleikarnar
á
eldraøkin, tað er møguligt,
at tað kundi verið gjørt á
annan hátt.
Nú kunnu fólk so sjálvi
meta um kósina hjá tjóð-
veldisflokkinum í hesum
máli.
Gott val øll somul, setið
ein sterkan tjóðveldisflokk
á ting.
Sverre Midjord
Valevni Javnaðarfloksins
í Suðuroy
Viðvíkjandi alivinnuni,
vil Javnaðarflokkurin ar-
beiða fyri, at hon fær væl
betur karmar at arbeiða
undir. Við at loyva út-
lendskum
íleggjarum
framat á t.d. aliøkinum,
fáa vit eisini styrkt um
avleidda virksemið, so
sum veiting av vørum og
tænastum og víðari virk-
an til dýraru vørur. Tó má
ein treyt vera, at út-
lendsku íleggjararnir á
ein ella annan hátt vera
integreraðir í føroyska
samfelagið, á sama hátt,
sum treytirnar eru fyri at
fáa leitiloyvi í oljuvinn-
uni. Hetta var ikki illa
móttikið av oljufeløgun-
um, og verður neyvan
vrakað av íleggjarum
innan fiskaídnað, tí ein
ílegging verður gjørd fyri
at geva pengar av sær. Og
ein vælvirkandi alivinna
vil aftur geva pening í
lands- og kommunu-
kassar.
Alivinna
Ein Positiv javanaðarrødd
Viðmerking til grein í Dimmu 10. januar "Frá
heimahjálp til onga hjálp" hjá Eddie Joensen,
valevni Javnaðarfloksins í Norðurstreymi
Rasmus Niclasen
valevni Javnaðarfloksins í
Vágum
Javnaðarflokkurin hevur ta
greiðu fatan, at eitthvørt
stig, ið verður tikið á sjálv-
stýrisleið, má byggja á
breiðar semjur. Tað má
byggja á felags mið og mál
fyri alla tjóðina og flokk-
arnar.
Hesi síðstu 6 árini hava
prógvað, at ongi úrslit
røkkast, um fólkið ikki er
við. Endaleysar ósemjur
hava í alt ov stóran mun sett
dagsskránna. Eftir hvørt
miseydnað samráðingar-
umfar við danir varð kósin
bara snara eitt sindur, og so
herjaða teir á til næsta fund,
uttan stev og uttan mál.
Heimastýrislógin hevur
roynst okkum væl í meir
enn eina hálva øld, men
tíðin er komin til broyt-
ingar. Greiða má fáast á
valds- og ábyrgdarbýtinum
millum
føroyskar
og
danskar myndugleikar.
Á
grundlógarstevnuni
var semja um, at Føroyar
kann skipa seg í samveldi,
um tað er tað, ið fólkið
ynskir og áhaldandi vísir á
tað.
Sjálvsavgerðarrætturin er
tí ómissandi, so longi Før-
oya fólk og Føroya land eru
til. Tí vilja vit hava ein
sjálvstýrissáttmála, ið stað-
festir føroyingar sum tjóð
og Føroyar sum eitt land
við sjálvsavgerðarrætti.
Javnaðarflokkurin
vil
virka fyri, at savna flokk-
arnar á tingi í sjálv-
stýrismálinum, soleiðis, at
leiðin vit velja at ganga
byggir á ta breiðu tjóð-
skaparligu semjuna.
Tjóðskaparliga semjan
Jaspur Vang
Valevni hjá Sambands-
flokkinum í Suðuroy
Ynskið um at kunna gera
eitthvørt betur og at vilja
framburð og menning er
væl vanliga orsøkin til at
fremja
samfelagsligar
broytingar. Higartil framd-
ar yvirtøkur av málsøkjum
hava sum heild ikki tænt
hesum endamálið. Heldur
tykist tilætlaða endamálið
við yvir- tøkunum at hava
verið ein skipa ætlan um at
yvirtaka fyri valdið eina.
Fjøldin og væl- ferðin hava
havt minni týdning.
Hyggja vit at teimum
málsøkjum, sum higartil
eru yvirtikin, kann sum
heild staðfestast, at lands-
politiskið
myndugleikin
ikki hevur megnað at stýra
teimum størru yvirtiknu
stovnunum nóg væl. Yvir-
tikin málsøki eru heldur
ikki dagførd í nóg stóran
mun.
Ein av høvuðsuppgávun-
um hjá einum komandi
uppruddingarlandsstýri má
tí verða at skúgva allar tær
kostnaðar- og orkukrevj-
andi yvirtøkuætlaninar til
viks og leggja seg eftir at
dagføra og menna longu
yvirtikin málsøki.
Løgregla/ákæruvald,
rættarskipan og
flogvøllur
Fráfarnu fullveldisflokk-
arnir eru í alt ov stóran mun
sloppnir undan at svara
ítøkiligum og altavgerðandi
spurningum í samband við
ætlaðu yvirtøkurnar av enn
fleiri málsøkjum. Eitt nú
standa fylgjandi ítøkiligu
spurningar ósvaraðir:
• eru núverandi løgreglu-
og rættarskipan ov kost-
naðarmiklar fyri heima-
stýrið ?
• hvat kemur ein yvirtøka
og rakstur av løgreglu- og
rættarskipan at kosta
føroyska samfelagnum ?
• hvussu ætla fullveldis-
flokkarniar
at
fíggja
raksturin av ætlaðu yvir-
tøkunum ?
• virka núverandi løgreglu-
og rættarskipan ikki nóg
væl - ella verri enn skip-
anir undir heimastýrin-
um?
• hvussu verða rættartrygd
og politiskur og átrún-
aðarligur
habilitetur
tryggjað eftir yvirtøku
av løgreglu, ákæruvaldi
og rættarskipan ?
• hevur heimastýrið higar-
til - og í nóg stóran mun -
megnað at dagføra lóg-
gávu og umsiting av
yvirtiknum málsøkjum ?
• eru búskaparligu for-
treytirnar fyri fleiri yvir-
tøkum til staðar ?
• er løgfrøðiligur - og
umsitingarligur førleiki
til yvirtøkur og rakstur av
ætlaðu yvirtøkunum sum
er ?
• hvat kostar yvirtøka - og
rakstur av flogvøllinum ?
• hvat kemur ein dagføring
av flogvøllinum at kosta?
Sonevnda "Hvítabók" og
tvær fullveldissamgongur
hava ikki viðgjørt hesar
ítøkiligu spurningar al-
ment. Hóast tað vóru ætl-
aninar um yvirtøku av om-
an fyri nevndu málsøkjum
komnar so væl áleiðis,
áðrenn val varð útskrivað,
at ætlaninar vóru klárar at
seta í verk.
Heilsuverkið
Landssjúkrahúsið hevur alt
tað
vit
minnast
havt
leiðslutrupuleikar. Orsøkin
kann einans vera tann, at
landspolitiski myndugleik-
in ikki hevur megnað at
skapa røttu karmarnar um
stovnin. Dømini um hettar
eru mong, og kann m.a.
nevnast, at vit í seinastuni
hava hoyrt, at starvsfólki á
Landssjúkra- húsinum í
sínari neyð fór biddara-
gongd til privat vinnuvirki
at savna pening inn til við-
líkahald av stovninum, eins
og landsrætturin herfyri
gjørdi av, at ein fyrrverandi
stjóri á Landssjúkra-húsin-
um av órøttum varð sagdur
úr starvi og kemur lands-
kassin tí at rinda uppsagda
stjóranum
stórt
endur-
gjald. Tí kunnu vit m.a.
spyrja:
• Hvørt
landspolitiski
myndugleikin er førur
fyri at skapa røttu karm-
arnar um eina yvirtikna
løgreglu og rættarskipan
og um ein tryggan og
vælvirkandi flogvøll ?
Hvat viðvíkur sjúkravið-
gerð uttanlands varð á
fíggjarlógini fyri 2003 alt
ov lítil peningur settur av til
endamálið. Hettar fyrst og
fremst til stóran ampa fyri
einstakað sjúklingin og
harafturat ein fíggjarligur
smeitur fyri sjúklingin,
arbeiðsgevaran og harvið
samfelagið
sum
heild.
Eisini vóru ítøkiligar ætl-
anir frammi um at tillaga
lóggávuna soleiðis, at enn
færri føroyingar skuldu
sleppa í viðgerð uttanlands.
Hvat eftirviðgerðini av
sjúklingum, sum hava fing-
ið skaða eftir heilabløðing
viðvíkur, vísa kanningar, at
viðgerðin í Føroyum als
ikki er á sama støði og
aðrastaðni í ríkinum. Tí
kunnu
vit
við
røttum
spyrja:
• Hvørt fíggjarlig orka er
til yvirtøkur, tá fíggjarlig
orka og førleiki annars
ikki er til umsiting - og
viðgerð at sjúkum føroy-
ingum ?
Landsfyrisitingin
Propagandamaskinan hjá
Tjóðveldisflokkinum,
"Fregnir", visti her fyri at
siga frá, at landsumsitingin
ikki hevur megnað at fáa
frá hondini dagliga lógar-
smíðið, men leitaði sær
kostnaðarmiklan serkunn-
leika hjá útvaldum sakfør-
arum í Havn. Einki nýtt er í
hesum. Vit onnur hava vita
tað leingi.
Fráfarni landsstýrismað-
urin í lógarmálum boðaði
fyri stuttum alment frá, at
útlendingalóggávan
ikki
kundi broytast, fyrr enn
málsøkið var yvirtikið.
Eftir bert ein fund við
danska innanríkisráðharr-
an, vóru allar forðingar
brádliga burtur og útlend-
ingalóggávan kundi tillag-
ast føroyskum ynskjum -
uttan nakra yvirtøku.
Umvælingin av nýggja
Løgtingshúsinum
bleiv
meira enn tvífalt so dýr
sum ætlað.
• Hvussu mann førleikin
hjá slíkari fullveldisfyri-
seting vera at skipa fyri
yvirtøku af flogvølli,
rættarskipan, dómsvaldi
og flogvølli, umframt ger
av grundlóg og rættar-
gangslóg ?
Í málinum um samstarvið
millum
"Elektron"
og
"PBS" var ikki møguligt at
finna
semju
millum
fullveldisflokkarnar
um,
hvat teir høvdu viðtikið á
Løgtingi - og hvat teir vildu
við lógini um vernd av per-
sónsupplýsingum.
Har-
afturímóti bleiv lógin í
staðin misnýtt til at føra
vinnupolitik við og til at
grava grøvina millum ríkis-
partarnar enn størri. Eisini í
hesum málið er fullveldis-
landsstýrið drigið í rættin
og stevnt eftir endurgjaldi.
Málsøki forfallin
Meðan fullveldisflokkarnir
hava tosað um yvirtøkur,
eru flogvøllur, rættarskipan
og
løgreglu
forfallin.
Hvørki
føroyskir
ella
danskir myndugleikar hava
ynskt at gera íløgur í skip-
anir, sum eingin veit, hvør
kemur at hava ræðið á kom-
andi árini. Soleiðis liggja
partar av samfelagnum í
órøkt.
Landsstýrismaðurin
í
almannamálum segði fyrr í
ár, at eldraøkið liggur í
vanrøkt. Fullveldisloysnin
er at tveita kommununum
ábyrgdina og útreiðslurnar.
Fólkaræðisliga skipanin
óbúgvin
Ì ólavsøkurøðu sínari 2003
segði fráfarandi løgmaður
m.a. viðv. fullveldissam-
gonguni,
at
"persónlig
áhugamál órógvaðu møgu-
leikarnar
fyri
breiðum
politiskum semjum" og at
"politiskar
neisir
vóru
gerandiskostur". Leggja vit
harafturat dagliga klandrið
og keglið innanhýsis mill-
um teir 4 fullveldisflokk-
arnar, fáa vit eina greiða
fatan av, hvussu búnir
fullveldisflokkarnir
eru
fólka- ræðisliga.
• Hvussu kundi ein full-
veldissamgonga,
sum
ikki kundi semjast "inn-
anhýsis", fáa í lag breiðar
semjur
í
føroyskum
politikki ?
Ein landsstýrismaður í frá-
farandi fullveldissamgong-
uni slapp gott frá at lata ein
átrúnaðarligan minniluta
skipa sonevndu "Siðsemis-
nevndina".
• Ynskja føroyingar, at ein
politiskur
religiøsur
minniluti, ella einhvør
annar minniluti, skal
kunna skipa eina yvir-
tikna løgreglu og/ella
rættarskipan
og
m.a.
standa fyri framtíðar før-
oyskum lógarsmíði ?
Vit hava eftir 5 árum upp-
livað einar 7 landsstýris-
menn í mentamálum.
• Ynskja vit, at ein yvir-
tikin løgregla, rættarskip-
an ella flogvøllur skal
verða umsitin av eini 7
tilvildarligum landsstýr-
ismonnum eftir t.d. 5
árum ?
Fullveldisbúskapur
Tað er ikki so løgi, at ein
socialistiskur Tjóðveldis-
flokkur
og
ein
ultra
høgravendur Fólkaflokkur
saman við tveimum smáum
flokkum, sum onga greiða
støðu hava í spurninginum
um ríkisrættarligu støðu
Føroya og harvið ikki hava
nakran greiðan búskapar-
politikk, ikki hava megnað
at stýra føroyska búskapin-
um. Búskaparligu útlitini -
nú búskaparliga gongdin
hevur verið betur enn
nakrantíð - eru hareftir:
• Undirskotið
á
lands-
fíggjarlógini 2003 verður
uml. 240 mió. kr.
• Einki hevur verið gjørt
fyri rækjuflotin, sum er
um at fara á heysin.
• Einki ítøkiligt hevur ver-
ið gjørt fyri alivinnuna,
sum er við at fara á húsa-
gang.
• Almennu
rakstrarút-
reiðslurnar eru eftir 5
árum øktar við uml. 1,2
mia. kr.
• Arbeiðsloysi vindur uppá
seg í útjaðarøkjunum.
• Inntøkurnar hjá komm-
ununum í útjaðaraøkjun-
um eru fallandi.
Samanumtikið er tað tí í
evstu løtu, at veljarin fær
møguleikan at gera av,
hvørt hann ynskir at full-
veldisgongdin skal halda
áfram, ella um hann ynskir
ein ábyrgdarfullan politikk
innan fyri karmarnar av
ríkisfelagsskapinum.
Eisini
er
avgerðandi
neyðugt at minnast til, at í
føroyskum politikki er bert
ein Sambandsflokkur.
VALGREINAR
Mat til børnini
í fólkaskúlanum
Elin Lindenskov
valevni Javnaðarfloksins
www.lindenskov.com
Ein stórur trupulleiki í
fólkaskúlanum
er,
at
børnini ikki fáa nóg
góðan mat. í Svøríki hava
børnini síðani 1940’ini
fingið heitan mat í døg-
verðatímanum. Tað tók
langa tíð til at tey í Dan-
mark skiltu, at hetta er
vegurin fram. Men nú
eru tað fleiri og fleiri
skúlar sum bjóða børn-
unum mat. Um leið triði
hvør fólkaskúli í Dan-
mark bjóðar nú børnun-
um mat.
Vit í Føroyum hava
lítið gjørt við hesi viður-
skifti, hoast onkur glotti
er. Adventistaskúlin byrj-
aði við skúlabyrjan 2003
at geva børnum sínum
sunnan mat. í Hoyvíkar
skúla er ein lítlil roynd
við at geva børnunum
frukt
og
skúlabreyð.
Børnini skuldu tekna seg
til skipanina og gjalda
eina
lítla
upphædd.
Minst 50 børn skuldu
tekna seg til skipanina
fyri at hon kundi gerast
veruleiki, men tá avtorn-
aði høvdu fimm ferðir so
nógv teknað seg. Børnini
vóru sera glað fyri skip-
anina, hóast onkur gjarna
hevði viljað havt ost á
skúlabreyðið.
Hugsið
tykkum so til, um vit
høvdu bjóða børnunum
góðan heitan mat!
Tað er ein sannroynd,
at tað er sera ymiskt,
hvussu matpakkin sær út
hjá børnunum. Summi
hava ein flatan livurstei-
matpakka við, onnur fáa
ein luksur matpakka við
frá foreldrum, sum veru-
liga hava yvirskot til at
taka sær væl av børnun-
um. Aftur onnur hava
slett einki við og renna
yvir í onkra kiosk at
keypa sær eitt Twix ella
okkurt líknandi.
Svenskar
kanningar
vísa sambært Politikken,
at næmingarnir, sum eta
døgverða klára seg væl
betri enn teir, sum ikki
eta nakað ella bara eta
okkurt ósunt.
Hetta er so týdningar-
mikið mál, at bæði land,
kommunur og skúlar
saman við foreldrum
eiga at taka málið upp til
viðgerðar.
Á
mínari
heimasíðu havi eg nakrar
slóðir til Greinar um
hetta evni.
Vilt tú vita meira, um
hvat eg tikist við seinastu
4 árini, so vitja mína
heimasíðu
www.lindenskov.com.
Har liggja hundrað tals
greinar, røður o.a. frá
hesum tíðarskeiði.
Menning og framburð heldur enn
yvirtøkur og fullveldi
C
M
Y
K
33
32