Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. januar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 8 - 14. januar 2004 Nr. 8 - 14. januar 2004 35 VALGREINAR Eldraøkið Frithleif Olsen valevni Sambands- floksins í Eysturoy Tey eldru í samfelagnum, skulu hava rætt til ta hjálp tey hava tørv á, á teirra ellisárum. Tað er skylda hjá yngra ættar- liðnum og teimum sum stýra landinum, at syrgja fyri tí. Tey hava lagt lunnar, undir tað sam- felag, vit búgva í. Síðst í farna ári, vóru vit vitni til tað vánaligu støðu heimahjálpin var í. Eldri og veik lógu óhjálpin heima við hús. Tey kundu lítla og onga hjálp fáa, tí ongir pengar vóru eftir til tað. Hetta er nakað, sum ikki eigur og má koma fyri í einum so framkomnum samfelag, sum vit so ofta kalla okkum. Sambandsflokkurin góðtekur als ikki hetta. Sambandsflokkurin vil tí gera nakað við hetta álv- arsmál, so vend kemur í. Heimahjálpin skal sjálvandi virka til allar dagar, til tey sum treingja tað. Vit eru ikki harrar yvir nær og hvar hvør blívur sjúkur, men vit vita fullvæl at tey eldru og veiku treingja til hjálp, hetta er ongin nýggjheit fyri nakran. Hetta hendir sam- stundis, sum loysingar- flokkarnir frásiga okk- um, útvið 400 milliónir krónur árliga av peningi. Við tað, at vit eru í ríkis- felagsskapi við Dan- mark, hava vit rætt til hesar pengar og vit hava eisini brúk fyri pengun- um. Fólkapensiónin skal dagførast. Hon skal verða á støði við pen- siónina í grannalondum okkara. Tað skal loysa seg hjá eldri fólki, sum klára og vilja arbeiða, at verða á arbeiðsmarknaðinum, so leingi sum møguligt. Tí má skattatrekki verða á einum rímiligum støði, so at tað ikki er ein forð- an fyri, at tey kunnu verða úti á arbeiðs- marknaðinum. Sambandsflokkurin er trygdin fyri einum væl- ferðarsamfelagi. Gott sambandsval. Trygdin skal økjast Rúna Sivertsen Valevni Fólkafloksins í Norðoyggjum • Trygdin á sjógvi og landi skal økjast • Nullhugsjónin um - at vit ongan skulu missa í ferðsluni - skal eisini verða galdandi, tá tað ræður um trygdina hjá sjófólki okkara • Tunnils- og vegasam- bandið til bygdirnar norðanfyri verður bøtt, so farleiðin gerst trygg • Somuleiðis skal ferða- sambandið til útoyggj- arnar gerast betri og tryggari KYOTO – eisini okkara ábyrgd Carl August Arge valevni Sjálvstýrisfloksins í Suðurstreymoy Kolsýruútlátini er ein tann størsta hóttanin mannaættin stendur yvirfyri. Vísinda- fólk eru á einum máli um hetta. Hendan hóttanin kann bert basast, um øll heimsins lond samstarva móti sama máli. Eisini vit. Alt tos um at vit eru so smá í hesum samanhangi er ábyrgdarleyst ørvitistos. Soleiðis kunnu øll siga. Hvør sær dálka vit lítið, men tilsamans eru vit við at forkoma okkum av hesi dálking. Tí mugu øll vera við til at loysa trupulleikan. Við at átaka okkum skyldurnar í KYOTO sátt- maánum seta vit okkum eitt greitt mál at arbeiða framm ímóti. Vit gerast ein partur av loysnini. Gera vit ikki hetta, so eru vit ein partur av trupul- leikanum. Vit geva næsta ættarliðunum ein sera ljótan arv. Vit koma okkum í ringt orð - og kunnu vænta okkum at onnur lond revsa okkum við handilsforðing- um og øðrum tiltøkum. Hvør vil samstarva við ábyrgdarleys fólk? Hvat kunnu vit gera? Vit hava óvmikið av orku rundan um okkum: vindur, streymur, alda og ikki minst ein flógvan sjógv alt árið. Tí er als eingin orsøk at hita okkara heim við olju. Tí kunnu vit minka um - og kanska heilt gevast - at nýta olju at framleiða elmegi við. Íslendingar hava sett sær mál: at gerast heimsins fyrsta land sum als ikki nýtist olju. Teirra bilar og skip skulu í framtíðini nýta orku frá hydrogen brenning (brint). Vit eiga at sam- starva við íslendingar á hesum øki og seta okkum sama mál. Sjálvandi mugu vit tryggja okkum at hetta ikki forðar okkum at menna komandi oljuvinnuna. Sjálvstýrisflokkurin hev- ur á síni valskrá at KYOTO sáttmálin skal umfata Før- oyar. Vel tí Sjálvstýrisflokkin. Hvør kann? D kann! Vilmund Jacobsen valevni Tjóðveldisfloksin í Eysturoy Nú mín góði vinur, Súni í Hjøllum, ikki læt seg stilla uppaftur til løgtingsvalið hesaferð, heittu fólk í Nes kommunu á meg um at stilla upp. Eftir at hava ráð- ført meg við Súna og fingið hansara fulla stuðul, játtaði eg. Hetta er tískil fyrstu ferð, eg eri uppstillaður í Eysturoyar valdømi, her eg havi búleikast meira enn eina fjórðingsøld. Hóast veljarakanningar siga, at sambandsflokkarnir standa til at vinna hetta val- ið, er eingin ivi um, at Tjóðveldisflokkurin fer at fáa umboð í Eysturoyar val- dømi. Øll valevnini á lista E hava sama møguleika at verða vald. Tann, ið fær flestar atkvøður, verður valdur. Avgerðin um, hvør kemur at umboða Eystur- oynna á tingi eftir 20. januar, liggur í tínum hond- um. Í mínum arbeiði sum tíð- indamaður, havi eg gjøg- num mong ár serliga tikið mær av vinnuliga partinum, bæði á sjógvi og landi. Tí havi eg eina holla vitan á hesum øki. Eg virðismeti tað arbeiði, sum gjørt verður á skips- dekkinum og á flakavirkis- gólvinum ógvuliga høgt. Tað er her, útflutningurin og samfelagsvirðini verða skapt. Saman við endur- skapandi tilfeinginum í havinum, er tað á skips- dekkinum, í lastini, við bryggjukantin og á fram- leiðsluvirkjunum, at grund- arlagið undir okkara sam- felag verður skapt. Hvør útróðrarbátur og hvør egnari eigur sín lut í skapanini av okkara vinnu- lívi og vælferð. Eysturoyggin er lokomo- tivið á vinnuøkinum, og síðan vit fingu uppboðs- sølu á Toftum fyri góðum 10 árum síðan, hevur vinnulívið í oynni verið fyri stórari menning. Men eitt nútíðarsamfelag er meira enn skip og fiskur. Hond skal takast um børnini og tey gomlu, sum slóðaðu fyri, skulu røktast á nøktandi hátt, tá ið tey ikki orka meira. Vit skulu hava ein góðan skúla og góðar útbúgvingar. Ungdómurin skal hava bestu kor til fjølbroytt frítíðarvirksemi. Ein íløga í ungdómin, er ein íløga í framtíðina. Tá ið eg havi latið meg stillað upp í Eysturoyar valdømi, er tað í fyrsta lagi fyri at fáa ávirkan á av- gerðirnar, har karmarnir fyri øllum virksemi í land- inum verða samtyktir, nevniliga á Føroya løgtingi. Við tykkara stuðli á valinum, 20. januar, fái eg høvi á ein siðiligan hátt at bera tíni og míni sjónarmið fram á Føroya løgtingi. Heidi Petersen valevni Tjóðveldisfloksins í Norðurstreymoy Gransking sum grundar- lag fyri menning Hvussu menna vit okkum sum tjóð og samfelag. Har er eitt av amboðunum gransking. Ástøðiligar kanningar um hvussu tað sær út í løtuni og hvussu er best at leggja til rættis í framtíðini. Henda gransk- ing eigur at fara fram á øllum økjum, men serliga innan umhvørvi er neyðugt at koma í gongd. Gransk- ingin staðfestir hvussu sær út í løtuni, men eisini vísir hon okkum hvørjar leiðir eru gongdar frameftir. Tað ber ikki til í framtíðini bert at elta sum fyri er slóða, vit skulu finna og ganga okk- ara egnu leiðir, og sjálvandi kann hetta gerast í sam- starvi við onnur. Føroyar sum miðdepil fyri altjóða granskingarstovni Granskingardepil fyri hav- umhvørvi og veðurlags- broytingar skal knýtast at Fiskivinnumskúlanum í Vestmanna. Tjóðveldis- flokkurin vil seta fram uppskot í Norðurlandaráðið um at stovna ein norður- lendskan granskingardepil fyri havumhvørvi og veður- lagsbroyting í Føroyum, og skal hann liggja á Fiski- vinnuskúlanum í Vest- manna. Hesin granskingar- stovnur vil gera Føroyar til miðdepil fyri Norðurhøv, og kann skapa eitt gransk- ingarumhvørvi, sum fer at draga nógv virksemi til bygdina við sær. Fari er undir projectering av nýggjum Fiskivinnuskúla og havbúnardepili í Vest- manna og skal hetta arbeið- ið verða liðugt 1. oktober í ár, og tá granskingardepilin kemur afturat, eru vit í Føroyum á altjóða støði innan henda part av gransk- ingini í heiminum. Eg hugsi um tykkum... Gransking VALGREINAR Tann stuttligi sambandsflokkurin Jógvan Arge Valevni Tjóðveldis- floksins í Suðurstreymi Valstríðið er eisini ein kapping um at vera stutt- ligur. Summi royna at vera stuttlig við vilja, onnur verða til láturs av sínum royndum at tekkjast veljaraskaranum. Jóhan í Kollafirði hev- ur boðið seg fram við hinum stuttliga flokkin- um. Men spurningurin er, um ikki Sambandsflokk- urin liggur á odda í kapp- ingini um at fáa láturin fram. Ongin hevur nakrantíð hoyrt um, at størsti polit- iski flokkur í einum landi í síni tráan eftir valdinum hevur boðið seg fram við so luftigum lyftum. Kaninin í sambands- hattinum, tann hemmiligi skattalættin, sum ongin má fáa nakað at vita um, tí tey mugu ikki stjala hann frá Sambandsflokk- inum fyri valið, slær allar rekordir. Er Jóhan í Kollafirði ein stuttligur flokkurin, so er Sambandsflokkurin upp aftur stuttligari - fyri ikki at siga tann komiski flokkurin. Tað ber ikki til, at ein slíkur flokkur fær álitis- váttan á løgtingsvalinum 20. januar. Fær hann tað, verður valúrslitið ikki stuttligt, men bæði komiskt og tragiskt. Tí seta vit X við E. Birgir Mohr Sandi Fráfarandi landsstýri dumpaði í vælferðarpoli- tikki, tí tað raðfesti full- veldið og loysing fremst. At reypa av, at meira peningur er latin út, samstundis sum fólkið rópar eftir tænastum til óhjálpin fólk, týðir upp á, at her verður meira av peningi latin fyri minni tænastur, og tað er kleyvar- skapur. Sjálvt undir stóru kreppuni fyrst í nítiárunum var heimahjálp til øll. Nei, tað er neyðugt við einum nýggjum politikki, nýggjum løgtingi, nýggjari samgongu og nýggjum landsstýri, sum seta fólkið og tað góða samfelagið fyrst. Loysunarorðini eru ein nýggj raðfesting og ein desentralisering av stovn- um og virksemi annars. Og fyrilit má takast fyri útjað- aranum, annars fer hann at avfólkast enn meira. Skal nakað høpi vera í, at leggja meira umsiting út til kommunurnar, so má fyrst ein kommunureformur ger- ast, og tað tekur tíð, og hes- in má innihalda eina kommunala útlíkning eins og okkara grannalond longu hava haft tað í nógv ár. Ein kommunal útlíkning er neyðug, óansæð talið av kommunum. Vil fólkið ikki broyta kommunustrukturin, ella tora politikkararnir ikki at lóggeva fyri hesum, so má politikkurin taka hædd fyri verandi støðu og tillagast okkara nógvu, ójavnu og ofta smáu kommunueind- um – og útjavnast má. At tvinga nakað ígjøgnum er sjáldan skilagott. At lóggeva, sum um vit bert hava 10 størri komm- unur og harvið tvinga tær nógvu smáu at leggja saman – meira ella minni tilvildarliga, tað er ikki ein farbarur vegur, tí tað skapar ójavnar á vitalum samfe- lagsøkjum og óætlaðar og kanska eisini minni hepnar loysnir. Hetta var ætlanin hjá nú kollsiglda landsstýrinum – hesin politikkur er sera farligur fyri okkum, sum búgva í útjaðaranum og í smáum kommunum. Vit vildu blivið teir stóru tapararnir her. Tí krevst ein annar politikkur. Tað vil Javnaðarflokkurin – veljið Javnaðarflokkin 20. januar. Sophus Edward Dal- Christiansen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Allir føroyingar vilja klára seg sjálvar. Tað býr djúpt í okkum øllum. Tey flestu ynskja eisini, at vit fáa fult sjálvstýri. Men tað skal gerast uttan at blaka væl- ferðina fyri borð. Einki sjálvstýri verður framt við uppgerðum og samanstoytum. Eitt før- oyskt sjálvstýri skal náast við miðvísum arbeiði. Tað skal røkkast við stigvísum tillagingum, har alt fólkið lyftir eina felags uppgávu í sátt og semju. Allir flokkar eru samdir um, at tíðin er farin frá Heimastýrinum. Allir flokkar ynskja meiri sjálv- stýri. Og allir flokkar siga seg ganga inn fyri einum sjálvberandi búskapi. Í einum sjálvbjargnum Føroyum er alneyðugt at dúva upp á samstarv við umheimin, og tá liggur sjálvandi best fyri at sam- starva við Danmark og síð- an næstu grannatjóðirnar. Føroyingar fáa alt tað sjálvstýri, vit vilja hava. Tað hevur verið greiði boð- skapurin úr Danmark. Trupulleikin hevur verið, at landsstýrið ongantíð hevur vitað, hvussu nógv sjálv- stýri føroyingar vilja hava. Skulu vit koma víðari, mugu tær broytingar, ið gjørdar vera, hava eina breiða undirtøku í fólkin- um. Javnaðarflokkurin er borganin fyri einari tjóð- skaparligari semju. Uttan okkum fæst eingin semja, sum bróðurparturin av fólkinum stendur aftanfyri. Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot til ta tjóðskap- arligu semjuna, sum kann orðast í einari stjórnarlóg. Sjálvstýri Føroya skal víðk- ast og styrkjast, og stað- festast skal, at vit frítt kunnu velja, hvørja leið vit ganga, tá ið vit eru komin ásamt um tað. Neyðugt er, at flestøll kunnu taka undir við tjóð- skaparligu semjuni. Tað kann gerast einfalt við at staðfesta ta støðuna, Føroy- ar eru í og samstundis gera greitt, hvussu føroyingar kunnu loysa seg úr ríkinum, um Føroya fólk einaferð kemur ásamt um tað. Tá ið ein politiskur sátt- máli er gjørdur millum Før- oyar og Danmark, ið viður- kennir londini sum tvær javnbjóðis tjóðir í einum felagsskapi, er sjálvstýris- málið loyst. Tá kunnu vit arbeiða víðari við at menna hetta landið, ið vit øll eru góð við. Stigvíst og miðvíst. Edvin Joensen valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Eitt av eyðkennunum hjá undanfarnu samgongu er vantandi stýring. Eitt dømi um hetta er kreppan í rækjuvinnuni. Rækjuflotin hevur farnu árini ført hópin av peningi til landið, og menn hava gjørt stórar íløgur í hesa vinnu. Hesi skip hava vunnið sær rættindi í fremmandum sjóøki, rætt- indi, sum eru mist tann dag henda vinna heldur uppat, og rættindi, sum vit einki hava goldið fyri. Hesir menn hava víst stórt hegni til at laga seg til nýggjar og broyttar umstøður, og hóast hesin floti hevur havt nøkur rakár, so vita vit ikki enn, um honum kundi verið lív lagað, um vit høvdu styrkt honum kappingarførið eina tíð. Undanfarna samgonga hevur ført ein, eg vil kalla betongdogmatiskan poli- tikk, sum minnir okkum á Rusland í farnum tíðum. Stuðul skal ikki latast, punktum. Men hvat við at stýra? Teir vóru jú settir til at stýra landinum. Eg ivist ikki í, at um rækjuflotin hevði fingið somu sømdir í Føroyum, sum Mærsk fær í Danmark, so hevði tað verið ein stórur bati. Allar manningar hjá Mærsk sigla undir DIS skipanini, og spara harvið reiðarínum stórar upp- hæddir. Eg dugi ikki at síggja, at hvørki Mærsk ella Danmark eru verri farin av tí. Aðrir hættir tað almenna kundi brúkt, til at lætta hesum flota um út- reiðslur hansara, hava eisini verið nevndir. Í staðin hendir tað sama sum fyri 10-15 árum síð- ani. Tey nýggjastu og mest framkomnu skipini fara fyrst, og hóra nøkur undan, verða tað tey elstu og vánaligastu skipini, ið ikki kunnu kappast við onnur. Fullveldislandsstýrið dumpa í vælferðarpolitikki! Miðvíst ímóti sjálvstýri Rækjuflotin Eg vil IKKI straffa teg, tí tú gert nakað eyka! Torkil V. Rasmussen valevni Fólkafloksins í Suðurstreymi Fólkaflokkurin fer altíð at vera tann flokkurin, ið stuðlar hugsjónini, at tað SKAL loysa seg at ar- beiða! Sosialistiskar røddir og gamlar røddir úr sambandinum hava leingi spurt, hvar skatta- lættin hjá Fólkaflokkin- um blívur av? Hetta er bert ein ábending um, hvussu lítið omanfyri- nevndu bólkar hava fingið við! Skattalættar, hægri barnafrádráttir og lægri bensinavgøld eru veitt fyri uml. 100 mió. kr,- í 1999 og 2000. SKATTALÆTTAR uppá 52 mió. kr,- eru veittir í árinum 2003 og 71 mió. kr,- í ár! Botnfrádrátturin er hækkaður uppí 22.000 kr,- fyri ár 2004! Skatta- stigin hevur bert fimm bólkar nú í mun til átta í 1996. Eg vil arbeiða fyri, at allar inntøkur skulu skattast eftir sama inn- tøkuskattaprosenti, sum samstundis skal vera ein skattalætti fyri allar van- ligar inntøkubólkar í samfelagnum! Tað kann ikki vera rætt, at fólk sum gera yvirarbeiði skulu verða toppskattað! Tað MÁ loysa seg at arbeiða! Setið tí valdagin x við lista A ella við eitt av valevnum Fólkafloksins! C M Y K 35 34