mikudagur 14. januar 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 8 - 14. januar 2004
Nr. 8 - 14. januar 2004
37
VALGREINAR
Eitt týdningar-
mikið val!
Sigmund Andreasen
valevni Miðfloksins í
Suðuroy
Tá orðið valg verður
nýtt, kann eg ikki lata
vera við at nevna, at vit
øll uttan aldursmark hava
tann møguleika at gerða
tað størsta og besta valið
nakrantíð, " veljið Harr-
an sum Nr 1.
Vit mennisku hava
fingið rætt at lívga um
skapanarverkið, og hava
vit her í Føroyum valg
sum snýr seg um at
stjórna
Føroyum
tey
næstu 4 árini. Sjálvur eri
eg stillaður upp fyri
Miðflokkin í Suduroy,
tad sum hevur mín
áhuga, og er arbeiði mítt,
er fiskur og tað, sum
hevur við fisk at gera.
Sjálvur havi eg ikki troytt
so nógv Føroyagrunnar,
men sum so nógvir aðrir
Føroyingar roynt aðrar
møguleikar, og tá má tað
verða við fremmandum
skipum, tí tann føroyski
líniflotin er ov bundin av
at fiska runt oyggjarnar.
Tað er og hevur verið
nokk til av fiski hesi
seinastu árini, serliga
dýrum fiski sum toskur,
men vit skulu ikki síggja
burtur frá, at sjálvt um
vit hava 200 fjóðringa
fiskimark, so er tað ikki
eitt stongt mark, tað letur
seg væl gerða at svimja
inn um markið, men eins
væl út um markið. Leitar
mann aftur í tíðina til
fyrsta túrin hjá mær í
1964, tá kundu vit vera
stoltir av okkara nýmót-
ans líniflota, vit hava nú
2004, hvussu sær út í
dag? Jú, tey somu línu-
skipini sigla enn, meðan
trolaraflotin roynir at
fylgja mótanum. Í áttati-
árunum varð upphøgg-
ingarstuðul latin, so vit
kundu fáa nøkur nýggj
línuskip í flotan, tað
komu eisini nøkur stási-
lig skip, men okkara
stýrandi
polittikkarar
syrgdu fyri at avreiða tey
til okkara grannatjóðir
við millióna tapi fyri
hvørt skipið.
Her síggja vit eina
mynd
av
tveimum
Írskum fristilínuskipum,
AVRO CHIEFTAIN og
AVRO VIKING. Teir eru
heilt
innilokaðir
við
brunni í miðjuni, sum ger
tað trygt og lætt at fiska í
øllum veðri og serliga á
djúpum vatni har nógv
fiskasløg finnast, sum vit
í Føroyum ikki royna
eftir. Vit eiga at hava
eyguni opin fyri øllum
fiskimøguleikum.
Sjálvur gjørdi eg eina
roynd at fáa Føroyingar
til Grønlands vid línu,
her er talan um fyrst á
nýggjárinum tá toskurin
bleiv vekk, eg fekk eina
avtalu vid Grønland, eg
kundi fiska frítt við
Føroyskum
skipi
og
manning, gjørdi eina
avtalu
við
landsins
mynduleikar sum áttu
Líniskipið "Bláfossur",
sum hevði fingið upp-
høggingarstuðul og lá á
Tvøroyri, teir skuldu
gera mær skipið klárt til
hesa veiðu, men rokn-
ingin skuldi ikki yvir-
strika 1,4 mió. Tað bleiv
byrjað at gera klárt, men
tá avtalan var við at
ganga í lag bleiv steðga,
vegna at motorurin
skuldi skiftast út, so teir
vóru leysur av avtaluni.
Men tað skal sigast, at
Blafossur siglur við sama
motori í dag, og hevur
gjørt tað sera gott í
Grønlandi. Sum dani
varð eg biðin um at fáa
onnur skip til Grønland
og bað eg teir seta seg í
samband við teir, ið
stýrdu her heima, men
onki hoyrdis víðari.
Eg veit at Grønland
setti seg í samband við
Noreg, og teir lótu ikki
boðini fara aftur við
borðinum, teir hava fisk-
að fyri 100 tals milliónir
í Grønlandi, og fiska enn
í dag. Í heyst var eg ein
túr í Eysturgrønlandi við
norskum línuskipi, og má
eg siga at eg ongantíð
havið sæð so nógva
lodnu í sjónum, sum sig-
ur mær, at spurningurin
er bara um tíð, til tosk-
urin aftur er í Grønlandi.
Eg vóni við hesum fáu
orðum at onkur pera ferð
at lýsa hjá teimum, ið
skulu stjórna landinum
eftir valið.
Við hesum vil eg
ynskja øllum í Føroyum
eitt gott og eydnuberandi
nýggjár við einum góð-
um Miðflokkavali.
Terji Rasmussen
valevni sjálvstýrisflokksins
í Suðurstreymoy
Eg haldi at tíðin er komin
til at tosa um, at seta á
stovn
eitt
alment
tónlistarligt útgávufelag,
við professionellari leiðslu
á handilsligum grundarlag,
har eisini tann privati
váðafúsi kapitalurin, bæði
úti og heima, tekur lut.
Endamálið hjá felagnum
skal vera at marknaðarføra
føroyskan tónleik úti í stóru
verð.
Hetta kann gerast við at
landið setur ávísa upphædd
av um árið í 6 til 8 ár í ein
grunn, har eisini privat
luttaka við áleið somu
upphædd.
Felagið skal tó fara í
gongd við sítt virksemi
beinanvegin, og tann fyrsta
uppgávan kundi til dømis
verið at fólk fór út um
landoddaranar at snodda til
hvussu onnur hava fingið
úrslit á hesum økinum.
Tað eru fólk sum vilja
vera við, at hetta er ein alt
ov dýr íløga, tí trupult er at
koma inn á altjóða mark-
naðin. Men royndir aðra-
staðni vísa júst tað øvugta.
Íløgurnar nýtast nevniliga
ikki altíð at vera so stórar,
meðan úrtøkan ofta vísur
seg at vera ørandi stór, um
ætlanin eydnast. Tá hugsa
verður um hvussu stórar
íløgur skulu gerast fyri at
fáa t.d. fisk út á marknaðin,
er hetta ein lítil dropi í
havið í mun til hvussu stór
úrtøkan kann gerast. Tað er
eingin trolari sum kann fáa
líka stóra ársúrtøku úr
sínum tilfeingi, sum ein
fløga, sum slær ígjøgnum á
heimsmarknaðinum.
Partur av yvirskotinum
kann oyramerkjast til tann
meira eksperimenterandi
tónleikin og aðrar lista-
greinar. Á tann hátt verður
tað listin sum fíggjar seg
sjálva. Tá kann sleppast
undan tosinum um at
mentan bert er ein út-
reiðsla. Vinnuframagrunn-
urin og framtaksgrunnurin
høvdu sjálvandi verið ein
nátúrligur partur í hesi
ætlan.
Tá gongd er komin á
felagið er einki til hindurs
fyri at privatisera, soleiðis
sum eisini ætlanin er við
bankunum, Føroya Tele,
Atlantsflog og øðrum.
Hesin sami leisturin kann
sjálvandi eisini brúkast til
marknaðarføring av før-
oyskum bókum.
Ert tú við uppá hetta? -
So eri eg tín maður!
Hvør kann? D kann!
Egin Henriksen
valevni Miðfloksins
Tá tað bleiv kunnugt í Før-
oyum, at í Danmark sótu
bólkar frá fíggjarheiminum
og statsvaldinum og plan-
løgdu,
hvussu
Føroyar
skuldu rennast um koll,
vóru fólk bæði skelkað og
óð.
Naiv og fitt, sum vit
Føroyingar vórðu, fingu vit
eina ordans útpurring.
At "Moder Danmark"
kundi verða so ónd og
gemen við síni "fattige
børn ud i Færø" var bara so
ótrúligt.
Vit vóru jú uppfløska
við, at danir dugdu best og
vildu tað besta fyri okkum,
so best var ikki at hugsa ov
nógv, men lata danir ráða.
Hans mejestæt Rikkard
Mikkelsen den første og
hansara riddarar.
Tá so lavinan fór á rull,
og statsvaldið ikki megnaði
at halda øllum lortinum
undir teppinum, valdu teir,
kanska fyri at lætta trýst-
inum, at likvidera kongin,
teir sjálvir høvdu útnevnt
"Hans mejestæt Rikkard
Mikkelsen den første".
Nú spyrt tú, góði lesari
kanska, hvat eg vil við
hesum. Hetta er jú farin tíð,
vit mugu líta frameftir!
Jú, men tað kann kosta
dýrt ikki at læra av for-
tíðini.
Hvat er vorið av øllum
"riddarunum, ið kongurin
útnevndi". Eru teir eisini
allir falnir í ónáði, ella sita
nakrir teirra enn og hála í
tragrir?
Mær tykir, at meginpart-
urin av Føroya fólkið og
harvið av politiska system-
inum, so væl og virðuliga
er inntørnað aftur eftir at
verða vakt av einum óndum
dreymi.
Halda tit veruliga at
danska systemið liggur og
svevur bara tí, at ein
Rasmussen er avloystur av
einum øðrum Rasmussen,
so kunnu tit bara lesa í
bløðunum, hvør í t.d.
skrivaði nýársrøðuna hjá
Fogh.
Nei, vissuliga har er einki
broytt.
Bankin
Av tí at oksarnir í landinum
høvdu etið seg um rygg og
ikki vóru gonguførir, blivu
Palliba og Marsanna spent
fyri vognin at draga land-
inum,
tað
sokallaðu
"Banka bjargingina" í land
- bjarging fyri hvønn?
kundi man freistast at spurt.
Drátturin var so harður
og tungur, at fleiri av børn-
um Palliba og Marsannu
fullu frá á vegnum og eru
ikki afturí aftur komin enn.
Men teimum hevur eingin
lagt í at spyrja eftir enn
minni at bjarga.
Einaferð í tíðini varð ein
annar Føroya Banki, sum
den Danske Bank átti.
Hann var settur effektivt og
elegant uppá pláss, minnist
meg rætt, av einum saml-
aðum løgtingi við einari
lóg um, at edv-skráir við
upplýsingum um Føroya
fólk, ikki skuldu liggja og
sløgast uttanfyri landodd-
arnar. Henda lóg má so ella
so hava rakt meint hjá
onkrum "interessum", tí tað
hevur verið roynt at gera
álop á hana líka síðan, at
Føroyar komu upp undan
aftur fíggjarliga.
Snorksvevur føroyska
pressan?
Eg undrist stórliga á her-
ferðina frá peningastovnun-
um, við millum annað heil-
síðu lýsingum í bløðunum
móti Føroya Landstýri, og
sum nú er enda sum
stevning - er hetta ikki
óhoyrt ?
Tað mest margháttliga er
kanska, at "skuldareyvin
Okkara Banki", bjargað við
sveitta og tárum frá føroya
fólki, gongur á odda í
herferðini móti sínum egna
eigara.
Eg spyrji bara hvør ræður
á Føroya landi?
Tað, sum her gongur fyri
seg, er egentliga tað, at alt
tað føroyska fíggjarkervið
ætlar sær til Danmarkar við
øllum sínum edv-kervi.
Tað ljóðar so flott at
Elektron, ið er eitt Føroyskt
felag, stevnir landinum.
Men
Elektron,
sum
onnur partafeløg, hevur
eina nevnd, so tað er faktist
nevndin ella meirilutin av
nevndini í stevnir.
Hví er ágangurin so
ógvusligur?
Hvør og hvat liggur aft-
anfyri?
Hvat verða avleiðingar-
nar fyri samfelag okkara?
Eru hetta ikki spurningar
ein vakin pressa átti at
spurt?
Í øllum førum er skatta-
skipan okkara nær knýtt at
peningastovnsskipanini,
skal hon eisini enda í Dan-
mark ?
Miðflokkurin
Kemur miðflokkurin til
valdið eftir valið, so fara vit
um neyðugt at lóggeva
einaferð afturat, at forða
bankunum at flyta tey
heimligu viðurskiftini hjá
føroyinginum út av land-
inum.
Fíggjarviðurskiftini hjá tí
einstaka eru í dag so tætt
bundin at peningastovnun-
um, at samfelagið kann ikki
lata ein hvønn tilvildarligan
bankastjóra dusa sær, sum
hann vil.
Vit fara at gera alt, vit eru
før fyri, at verja føroyingin
og at menna føroyska vitan.
Tú fært eitt betri sam-
felag við Miðflokkinum til
róðurs.
Gud signi Føroyar mítt
land
X við lista H
Nýggj útflutningsvøra?
Nær kemur næsta komplottið
frá Føroya Bólkinum?
Kjartan Joensen
valevni Fólkafloksins í
Eysturoy
Longu aftur stendur val fyri
durum og tann 20. januar
verður løgtingið mannað av
nýggjum. Tað er tú sum
veljari, ið avgerð, hvussu
mannað verður og tann 21.
januar byrjar so tann polit-
iski dagligdagurin aftur.
Tað er ikki eiti á politiskum
lyftum,
møguleikum,
dreymakendum
verkætl-
anum og framtíðar ynskjum
og vánum vit hoyra um
hesar dagar upp undir
valgið. Sum veljari eiga vit
at duga at velja burturúr og
síggja
veruleikan,
sum
hann er. Ikki alt letur seg
gera her og nú og sumt letur
seg als ikki gera, soleiðis
sum vit kenna verðina og
møguleikarnar í dag, men
kanska einaferð…..
At summi skulu vera so
óføroysk og tosa um loko-
motiv í okkara heimliga
umhvørvi, sigur alt um,
hvar hesi standa fólka-
ræðisliga og fullveldisliga.
Føroyingar hava altíð átt
undangongumenn, bæði so
og so og allir føroyingar
hava altíð duga at givið sítt
íkast til okkara fólkaræðis-
liga samfelag. Soleiðis hev-
ur tað altíð verið og vón-
andi fer tað eisini altíð at
vera so. Maður kemur í
manns stað, sigur orða-
takið……
Eisini eg, bæði sum
vanligur samfelagsborgari,
og nú eisini í polittiskum
høpi, havi míni hjartamál
og ynskir og eg eri eisini
opin fyri at lurta eftir og
fylgja við í, hvat ið til eina
og hvørja tíð rørir seg í
samfelagnum, fyri síðani
møguliga at gerast búgvi til
eitt polittiskt mál. Úr rúgv-
uni, av tí ið mær stendur
næst, kann eg nevna:
• Fiskivinnan og fiski-
vinnupolitikkur
• Fiskiídnaður á landi
• Víðari virkan av fiskaúr-
dráttum her á landi
• Skattatríst,
lønarkrøv,
realløn og kappingarføri
• Lógarbundna eftirlønar-
trygging fyri sjófólk
• Neyvari fíggjarstýring og
harvið eitt bíligari sam-
felag at reka eftir før-
oyskum leisti
• Í Føroyum skal vera gott
at liva hjá øllum, yngri
sum eldri
• Íløgur samsvarandi teim-
um fíggjarligu fortreyt-
unum
• Eitt sunt og vælvirkandi
vinnulív
• Sunnar og vælvirkandi
útbúgvingar
• Orka og orkumál
• Gera karmar, soleiðis at
inntøkan til samfelagið
Føroyar
kann
økjast
meira enn tað, vit hava
mist í blokkinum
• Gera útflutningsvinnuna
meira fjøltáttaða
…….ein og hvør er sær
sjálvum næstur, sigur orða-
takið. Gongst fólkinum,
sum her livir og rørist, væl,
ja, so gongur tað eisini Før-
oyum væl.
Tá okkara fíggjarligu
fortreytir eru komnar í eina
meira fasta legu, og fíggj-
arstýringin
neyvari
og
munadyggari, tá gerst so
nógv, vissuliga so nógv. Tað
nyttar so lítið at tosa um
fullveldið, sum tómt orð.
Vit megu geva hesum eitt
innihald, sum øll tjóðin
kann taka undir við. Eitt
fullveldið á eini floksskriv-
stovu í høvuðsstaðnum er
einki vert. Fullveldið ella
sjálvstýrið fær veruligt
virðið, tá allir føroyingar
føla seg tryggar við tí. taka
undir við tí og velja at
standa saman um tað. Lóg-
ir, reglugerðir og eitt væl
fyriskipað og væl rikið
vinnulív er fortreytin. Í val-
prátið ber alt til - tað upp-
liva vit nú í hesum døgum -
og tað er just hetta, sum er
dilemmaði hjá fólkaræð-
inum: tú kanst lúgva sum tú
vilt og geva mong gylt lyfti.
Vónandi dugur veljarin á at
skyna og sær hvat er
møguligt, og hvat ikki er
møguligt, men bert eru tóm
orð og lyftir, og velur ella
fellur sín dóm hareftir. Tað
er tí vit hava valg og fólki
skal fella sín dóm. Fólka-
flokkurin kann fara út til
veljaran við reistari pannu,
tí tað er nevniliga einki
annað alternativ til føroysk-
an politikk enn FÓLKA-
FLOKSPOLITIKKUR…
…set tí tín X fyri Fólka-
flokkin ella við eitt av
valevnum hansara.
Gott nýtt ár og gott val
VALGREINAR
»Umbering«
Jónfinn Olsen
valevni Miðfloksins í
Suðurstreymoy
Herfyri skrivaði eg eina
grein, ið eg kallaði "Frá
kraft og til kraft fer tann
flokkur fram". Í hesi
grein siteraði eg eitt
ørindi úr einum sera
vøkrum sálmi/sangi. Tí
eg vildi í hesum sam-
bandi vísa á, hvussu
góðan Gud vit eiga. Um
vit eru fá, still og eymjúk
bíða, so vil Gud gera ein
útveg fyri okkum, um vit
bíða eftir Honum og ikki
fara at ganga fram um
Hann.
Men um eg metti meg
ikki gera nakað galið við
at sitera hetta vers, so eri
eg sera harmur um, at
hetta kanska hóast alt er
misskilt, og nøkur fólk
eru vorðin kedd av
hesum, av tí at tey halda,
at eg havi siterað hetta
vers til at nýta sum part
av valstríðnum, og hetta
kanska hevði ikki dámt
skaldinum, sum yrkt
hevur sangin. Um so er,
vil eg við hesum biða um
umbering fyri tað, tí
soleiðis skuldi tað als
ikki skiljast.
Hinvegin eri eg sera
fegin um, at vit eiga ein
so einastandandi góðan
sang sum hendan, og at
Gud hevur givið okkum
eitt skald, sum hevur
duga so gott at greitt úr
hondum ein so vakran
sang við so ríkum inni-
haldi, Gud havi tøkk fyri
tað.
Eg fari tí við loyvi frá
einum avarandi at sitera
allan sangin niðanfyri.
So allar miskiljingar
hesum viðvíkjandi verða
fingnar burtur.
Sangurin
stendur
í
Songbók Guds fólks, og
er nr. 1115 og er yrktur
av Marius Absalonsen.
Og ljóðar hann soleiðis:
1.
Eg elski tín lítla og
vanvirda flokk, Á Harri
títt navn veri ærað! Tú
ofraði Sonin, og tað er
mær nokk; Títt fátæka
barn skalt tú varða.
2.
Tann maður er sælur,
sum livir tær nær Títt
samfelag javnan kann
njóta; Í freisting og sorg
fær hann styrki frá tær,
Sum
streymur
hans
signing skal flóta.
3.
Frá kraft til kraft fer tann
flokkur fram, Sum stillur
og eymjúkur bíðar, Til
Gud ger ein útveg, sum
sømir seg hann, Og fyri
sítt navn tey út fríar.
4.
Ja, túsund ferð heldur við
Jesu
forakt
At
liva
ímillum hans kæru Enn
njóta av verðini gleði og
makt Og alt, hon kann
veita av æru!
5.
Eg elski Guds fólk, og eg
elski Guds borð, Eg elski
Guds sannleik at hoyra;
Eg eigi Guds lyfti, eg eigi
Guds orð, Og hvat skal
eg ynskja mær meira!
Ein vakur sangur, við
vøkrum orðum og ríkum
innihaldi.
Eg vóni við hesum at
henda
misskiljing
er
fingin av vegnum.
Kári Mortensen
valevni Javnaðarfloksinsí
Suðurstreymi
Kreppa er í IRF, tí skuldin
er stór og raksturin tungur.
Verður tað betri, tá ið IRF
um stutta tíð skal brúka 30
milliónir til nýtt dioxin-
filtur og skjótt noyðist at
keypa nýggjan ovn fyri
aðrar 10-tals milliónir, tí
verðandi ovnur er upp-
slitin?
Um somu tíð skal líkn-
andi íløga gerast á brenni-
støðini hjá KOB.
Ovnarnir
hjá
báðum
brennistøðunum klára at
brenna 2,5 tons/tíma ella
tilsamans
5
tons/tíma.
Hetta er júst nóg mikið til
alt ruskið í Føroyum í dag.
Tíðin er farin frá smáum
ovnum - serliga tí at teir
dálka lutfalsliga meiri enn
størri ovnar, men eisini tí at
lættari er at gagnnýta
orkuna frá brenningini í
stórum ovnum.
Ein ovnur, sum brennur 6
tons/tíma kann dríva eitt
"kraft/varma" verk, sum
framleiðir streym (til SEV,
sum so kann spara ein
áarløk ella tveir) umframt
at geva hita til eini 1500
sethús.
Hesin
størri
ovnurin
kostar lítið meiri at keypa
enn ein lítil ovnur.
Ein stórur ovnur er
nógv bíligari (bæði at
keypa og reka) enn tveir
smáir, dálkar minni og
gevur meiri orku til
streym og hita.
Hvat skulu vit (IRF, KOB
og vit øll) velja?
Vit hava onki val - serliga
tí at so nógvir pengar eru at
spara, bæði í íløgum nú og
í rakstri framyvir.
Ein stórur ovnur skal
nøkta tørvin hjá øllum
landinum og alt arbeiðið
hjá IRF og KOB skal sam-
skipast út frá hesum.
Um kommunurnar í Før-
oyum í felag ikki megna at
loysa
hesa
uppgávuna
mugu
landsmyndugleik-
arnir hjálpa til.
Eisini tí at Agenda 21
sáttmálin er galdandi í Før-
oyum og Kyotosáttmálin
skjótt verður galdandi.
Spardi peningurin kann
koma væl við til annað
neyðugt umhvørvisarbeiði
hjá kommunum og virkj-
um.
Vel burðardyggan um-
hvørvispolitikk - vel Javn-
aðarflokkin.
Ingi Olsen
valevni Fólkafloksins í
Norðstreymoy
Bert við Fólkaflokkinum
verður skatturin lækkaður
enn meiri.
Jú, svarini eru heldur
sjálvsøgd, men tey tola væl
at verða endurtikin. Áðr-
enn seinasta val, legði
Fólkaflokkurin doyðin á, at
hann vildi arbeiða fyri, at
beinleiðis skatturin bleiv
settur niður. Í mong ár hava
vit havt ein skattastiga,
sum nærum ongantíð er
"prístalsviðgjørdur", við tí
úrsliti, at skatturin bara
hækkaði. Hesum hevur
Fólkaflokkurin arbeitt fyri
at fáa broytt. Tað skal
sigast, at tað hevur verið
sera tung tøk at tikið, av tí
at Fólkaflokkurin hevur
staðið so einsamallur í hes-
um spurningi. Men tað
seinasta úrslitið hjá frá-
farandi samgongu síggja
vit nú árið júst er byrja.
Skatturin er lækkaður.
Fyri okkum fólkafloks-
fólk er hetta sera trupult at
skilja, hetta at vit eru so
einsamøll um at halda, at
skatturin skal enn longur
niður.
Vit hava leingi sagt, at
vit hava heimsins hægsta
skattatrýst. Nú kenni eg av
góðum grundum ikki til
allar heimsins skattaskip-
anir, men um vit taka tey
londini vit vanliga saman-
bera okkum við, so hevur
ein kanning júst staðfest
tað, sum Fólkaflokkurin
leingi hevur vitað. At skatt-
urin í Føroyum er væl
hægri enn londini vit fegin
vilja
samanberast
við.
Fólkaflokkurin hevur eisini
fleiri ferðir sagt, at skatta-
frádrátturin til sjómenn
ikki verður skerdur, so
leingi Fólkaflokkurin hevur
ábyrgd. Aftur her stendur
flokkur A sera einsamallur.
Hinir flokkarnir vilja hes-
um frádráttinum til lívs -
ongantíð ov skjótt. Fólka-
flokkurin hevur sagt, at
skal hann burtur, so verður
tað við at allur skattur
verður settur niður og ikki
við at nakar skal hava meira
í skatti. Tað er tó óhugs-
andi, at skatturin kann
lækkast "eftir einum degi".
Men hetta eigur so avgjørt
at verða málið - hetta at
allur skattur skal enn long-
ur niður.
- Og tí er tað so týdning-
armikið, at Fólkaflokkurin
kemur sterkur inn á ting.
Fyri umhvørvið og búskapin:
Eina brennistøð – ikki tvær
Valið 2004…… eitt sermerkt val
Hví er neyðugt við einum sterkum
Fólkaflokki á tingi??
C
M
Y
K
37
36