Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 16 Sosialurin Leo Poulsen Hóast nógv hevur verið fund­ ast í Javnaðarflokkinum og nógv hevur verið um­røtt í miðlunum um, at Eyð­gunn Samuelsen skuldi skjót­ ast upp sum formaður í Fíggjarnevdini, so var bert hitt eina uppskotið til for­ mann, tá Fíggjarnevndin hevði fund gjáramorgunin. - Tað var bert eg í upp­ skoti, og tí kanst tú siga, at eg varð einmælt valdur til for­mann í Fíggjarnevndini. Eyð­gunn Samuelsen heldur so fram sum næstformaður, sig­ur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at flokkarnir jú hava býtt málsøkini, hvør fyrisitur hvat í lands­stýri­ num, og hvør hevur hvønn for­mans­sess í Løgtinginum. - Og har hevur Fólka­flokk­ urin formanssessin í Fíggjar­ nevndini, og tað er eitt hitt mest grundleggjandi í allari samstarvsavtaluni, tí tað er altíð tað, sum er truplast í øllum sam­gongu­sam­ráð­ing­ u­num, sigur Jørgen Niclasen. Spurningurin er so, um tað fer at merkjast, at ein nýggjur maður situr á postinum sum fíggjar­nevnd­ ar­for­maður. - Fíggjarnevndin hev­ur verið eyðkend fyri, at fáa breiðar semjur í Løg­tingi­ num, at tað er ein samd nevnd, og at allir flokkar eru við í semjunum. Hinvegin ber so til at siga, at tað ofta hava verið orrustur millum Fíggj­ar­nevndina øðrumegin og landsstýrið hinumegin, sigur Jørgen Niclasen. Søkja semjur Nýggi fíggjar­nevnd­ar­for­ mað­urin sigur, at hann fer at gera alt, hann kann, fyri at halda saman upp á Fíggj­ar­ nevnd­ina. - Eg fari at leggja doyð­in á at finna semjur í Fíggj­ar­ nevd­ini, men eisini at fáa betri samsvar millum viljan hjá Fíggjarnevndini og lands­ stýri­num, sigur Jørgen Nicla­ sen. Hann sigur, at av­bjóð­ing­ ar­nar fyri framman er stórar, tó at bert tvey mál í løtuni ligg­ja hjá nevndini. - Vit skulu longu um tveir mánaðar fáa fíggjar­kar­mar­ nar samtyktar fyri kom­andi ár og fyri komandi fimm árini. Har liggur ein breið politisk semja í Løg­tingi­num um, at hallið á fíggjarlógini skal verða burtur í seinasta lagi í 2015, so tað verður ein avbjóðing, serliga tá vit vita, at langt er millum mein­ing­ ar­nar u­m, hvussu vit náa hes­um máli, sigur Jørgen Nicla­sen. Størsta uppgávan verð­ ur tí at finna fram til ta semjuna, har helst allir flokk­ar skulu vera við. - Men tað týdningarmesta er at fáa hallið burtur, og tað er ein stór avbjóðing og ein spennandi av­bjóð­ing, sigur nýggi fíggjar­nevnd­ar­ formaðurin, Jørgen Niclasen. At Anfinn Kallsberg hev­ur tik­ið seg úr politikki merkir, at nýggtj nevnd­ar­um­boð sku­ lu veljast í tær nevndir, har Anfinn Kalls­berg hevur um­ boðað Fólka­flokkin. Flokk­urin valdi gjára­morg­unin Rodmund Niel­s­en sum nýggj­an løg­tings­ grann­skoð­a­ra, og framman und­an er greitt, at Jákup Mikkel­sen verður nýggjur lim­ ur í Rættarnevndini, með­an Heð­in Zachariasen verð­ur vara­ li­mu­r í somu nevnd, og enda­li­ ga er Jørgen Nicla­sen valdur til varalim í Utta­n­lands­nevndini. Leo Poulsen Tað er nýhugsan, tá sjóv­ar­ prest­ur, Símun P. Jacobsen, tók stig til ein trivnaðardag í kommununi. - Talan er um ein al­ men­n­an dag, har ikki bert strandingar, men øll fólk, sum hava áhuga fyri deg­ num og fyrilestrunum, eru væl­komin, sigur Símun P. Jacobsen. Hann hevur sjálvur verið við í fyrireikingini, sum hev­ ur verið ávegis seinastu tveir mánaðarnar, saman við borgarstjóranum, Arthur Jo­ han­sen, og umsitingini hjá kommun­uni. - Vit hava hildið fleiri fundir, og tað eru í høvuðs­ heiti­num vit, sum hava fyri­ reik­að dagin, men nú upp und­ir tiltakið eru sjálvandi nógv fólk við í tí praktiska í sam­bandi við tiltakið, sigur Sím­un P. Jacobsen. Ætlanin við tiltakinum er ikki, at kommunan ella kirkj­ an skulu trína fram, men held­ur at finna út av, um tað finnast nakrar eldsálir í kommununi. Og prestur kenn­ir áhuga millum fólk. - Nú kom skráin í hvørt hús mikudagin, og eg ken­n­i, at fólk eru áhugað í til­taki­ num. Nógv spyrja og nógv hava sagt seg vilja verða við í tiltakinum, og tá nú tiltakið kem­ur út í fjølmiðlunum, verð­ur ein vaksandi áhugi, sig­ur Símun P. Jacobsen. Afturmelding Spurningurin verður so, hvat verð­ur betri við trivnaðinum eftir at daguin er hildin. - Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera positivt, at vit hava ein opinleika. Vit kunnu sita í smáum bólkum og halda ym­ iskt, men tað er ikki víst, at alt bygdarfólkið hevur somu meiningar. Við hesum deg­ num fáa vit kanska nøkur nýggj hugskot at arbeiða við, sig­ur Símun P. Jacobsen. Hann heldur, at komast má burtur úr lítlu dunnu­ hyljunum, skal nakað spyrj­ ast burtur úr. - Ikki fyrr enn tá fáa vit nak­að at arbeiða við og kun­ nu betra um trivnaðin, og eg eri rættiliga spentur upp á, hvat tað nakk verða, sigur Sím­un P. Jacobsen. Endamálið við degnum er tí líka nógv, at fólk melda aft­ ur til fyrireikararnar. - Eg vóni, at fólk ikki halda seg aftur har, og vit ræðast ikki kritikk, bara talan er um kon­struk­tivan kritikk. Vit eru jú grundleggjandi góð við familjuna, vit eru góð við komm­ununa og vit eru góð við kirkjuna, og vilja fegin varð­veita tey góðu virðir, vit hava. Men vit vilja eisini kunna spyrja, um vit kunnu gera tað betri, og kunnu vit tað, haldi eg, at vit hava skyldu til tað, sigu Símun P. Jacob­sen. Dagurin byrjar við fyri­lestri­num Trivnaður í familjuni klokkan 14 í bygdar­húsi­num og aftaná verð­ur kaffi og kjak. Hildið verð­ur fram klokkan 16 við fyri­lestri­num Trivnaður í kommun­uni, síðani aftur kjak, áðrenn ein døgurðabiti verð­ur borðreiddur. Klokkan 18.30 verður so seinasti fyri­ lest­ur­in sum ber heitið Triv­ nað­ur í kirkjuni við fylgjandi kjaki. Tað er Fróði Madsen, sum heldur allar tríggjar fyri­lestrar­nar og dagurin end­ar klokkan 20. Tungar avbjóðingar fyri framman Gjáramorgunin var fundur í Fíggjarnevndini, har einasta mál á skránni var val av formanni. Bert eitt uppskot var, og tað var Jøgren Niclasen. Eyðgunn Samuelsen heldur fram sum næstformaður Jørgen Niclasen er valdur til nýggjan formann í Fíggjarnevdini fyri Anfinn Kallsberg, sum í síðstu viku boðaði frá, at hann gavst í politikki Mynd: Álvur Haraldsen Trivnaðardagar í Sjóvar kommunu Í morgin verða trivnaðardagar í Sjóvar kommunu, har høvuðsdentur verður lagdur á tríggjar fyrilestrar, sum Fróði Madsen fer at halda við heitunum Trivnaður í familjuni, Trivnaður í kommununi og Trivnaður í kirkjuni Fróði Madsen skal halda tríggjar fyrilestrar um trivna á trivnaðardegnum, sum Símun P. Jacobsen, prestur, hevur tikið stig til Mynd: Jens Kristian Vang