Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. januar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 28. januar 2011 · Nr. 12 Sosialurin Kjak Vit hava í dag ein heimaflota sum er samansettur av ymisk­um bólkum, t.d. trolar­ um, línubátum, garna­bátum og øðrum. Hesin flotin er ein blanding av goml­um óhósk­andi skipum, til góð ný­tím­ans skip. Hesi skip hava flest øll maskin­orku, sum er best egna til veiðu­ hátt teirra. Manninganar á hesum skipum hava ymisk býtis­ procent, alt eftir hvør veiðu­ hátturin er. Men nøkur ting eru felags: Landing, vørugjald, ísur, kassaleiða, sum fer av óbýttarið sølu, t.v.s. manninganar gjaldað av hesum. Harnæst kemur proviantur, sum bert er tað tú etur. Men orðið proviantur verður vanligt nýtt av reiðarum, sum sápa, wc pappír og útgerð til gallu ( køk), sum manningin eisini skal gjaldað fyri, hóast tað ikk i er teirra skylda. Tá eitt skip landar og end­ar túr, t.d. kl. 07.00 á morgnið og byrjar nýggjan túr kl. 20.00 á kvøldið, skal manningin gjaldað provi­ ant tvær ferðir sama døgn. Hetta er galdandi fyri øll skip, sum fiska undir Føroy­ um. Hesi gera ímillum 20 – 40 túrar um árið. ( Mann­ ing x túrar = pening til reiðaran). Fiskiloyvini sum vit kenna tey í dag, vóru útvega ókeyp­is frá landinum. Men sum flest okk ara hava sæð, hava nakr­ ir reiðarar nýtt hesi loyvir sum handils­ vøru sína­millum, við vinn­ ingið ájavnt vápna og narko­­­­handlið. Sam­stundis hava hesir somu klaga yvir, hvussu kost­aðar­­mikið tað er, at dríva fiski­­vinnu undir Føroyum. Síðani fiskidagaskipanin bleiv veruleikið og til í dag, hevur reiðarafelagið gramt seg um tær útreiðslur teir hava, men teir hava sjálvir skapt hesar, við sølu og keypi av fiskiloyvum og skipum, sum als ikk i hava tað virði sum selt og keypt verður fyri. Hyggja vit eftir flotanum í dag, síggja vit at flestu skip skylda pening upp um skortsteinin. Grundin er ikk i útreiðslur til nýtímans tøkni, men heldur spekulatión millum reiðarar-bankar og ikk i minst politikk arar, sum ikk i vilja tippa tey hol sum eru í lógum okk ara. Tað er í dag fleiri reið­ arar, sum klára seg væl og hava ikk i áhuga í verk­­ bannið, bara fyri at for­ vinn­að meira. Men hava eina vinnu sum er góð og effektiv og gevur til allar part­ar, men vit hava eisini aðrar, sum bert hugsa um seg sjálvar og vilja hava onnur at gjaldað. Fleiri skip eru 20 – 40 ára gomul. Hesi hava fiska fyri hundratals milliónir hvørt. Nýtímans gerð av somu er minimal, men tey skylda næstan líka nógv nú, sum tá tey vóru keypt. Alt hevur ikk i bert verði útreiðslur. Hvar er peningurin nú, um hann ikk i er í reiðarí­ num? Tit hava ikk i sett á stovn t.d. trygdargrunn – olju­grunn- hjálpargrunn, ella nakað, sum kann standa í móti við í verri tíðum, sum altíð koma og fara innan veiðuflotan. Nú formaðurin í reiðara­ felagnum gremur seg um oljuúreiðslurnar, kundi eg hugsa mær at vita, um tit veruliga gjalda dags­prísin, og ikk i hava fingi ein vissan avsláttur frá olju­feløg­ unum. Grundin fyri hes­um, er at eitt miðal skip (ein partrolari) brúkar ca. 200 ferðir meir í olju, enn eitt van­ligt húsarhald hvørt ár. Nei, tit í reiðarafelagnum. Gjaldið sjálvir tykk ara útreiðslur. Kunnu tit ikk i tað, so selji skip tykk ara og lat onnur fáa fiskiloyvir tykk ara. Hesi vóru útluta ókeypis, manningafeløgini skulu ikk i gjalda fyri tykk ara spekulatión og kleyvarskap. Armóð reiðara­ felagsins Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Í farnu viku, spurdi eg, í eini blaðgrein, Kristoffuri Gaard­ lykk e, hvat hann grund­aði sín pástand á, tá hann skrivaði, at Sambands­flokk­ur­in í síni tíð hevði verið ímóti, at føroyingar fingu sítt egna flogfelag. Kristoffur var skjótur at svara. Longu somu nátt skriv­ ar hann á Vága­portali­num, at hann skal kanna málið. Tað tykist mær løgið, at ein maður fyrst skrivar ein pástand í bløðini, og síðani lovar at kanna, um pá­stand­ urin er rættur. Hann skuldi sjálvandi heldur havt kannað málið fyrst, og so kanska skrivað um tað aftaná. Gevur sær sjálvur rætt Eftir at hava kannað sín egna pástand í nakrar dagar, er Kristoffur endiliga komin til tað (ikk i heilt óvæntaða) úrslit, at hann hevði rætt. Men nú hevur hann ikk i bara funnið útav, at Sam­­bands­­flokk urin var ímóti, at føroy­ingar fingu sítt egna flog­felag. Nei nú hevur Fólka­ ­ flokk urin eisini verið ímóti. Maðurin skrivar, at hann hevur hugt í Løgtings­tíð­ini, eftir tingmáli nr. 20 í tingsetuni 1987. Har sigur hann seg hava sæð (í álitinum), at Sam­bands­ flokk urin og Fólka­ flokk urin atkvøddu ikk i fyri at stovna eitt føroyskt flogfelag. Fleiri feilir Hetta má sigast at vera illa lisið. Fyri tað fyrsta, so verða álit altíð skrivað áðrenn atkvøðugreiðsluna, og tí kann tað av góðum grundum ikk i standa í álitinum, hvussu flokk arnir atkvøddu. Fyri tað næsta, so stendur ikk i í Løgtingstíðindum, hvussu hvør einstakur ting­maður ella flokk ur atkvøddi. Har stendur bara, at 20 atkvøður vóru fyri, og eingin var ímóti. Tá í tíðini var ikk i vanligt at atkvøða ímóti einum máli, og tí sæst ikk i út frá atkvøðutølunum, hvussu nógvir tinglimir vóru á fundi, tá atkvøðugreiðslan fór fram. Men onkrar av hasum 20 atkvøðunum mugu so í hvussu so er vera komnar frá Sambandsflokk inum ella Fólkaflokk inum, tí teir áttu 7 tinglimir í part, og trekk ja vit tvær ferðir 7 frá 32, so koma vit niður um 20, so hatta ”prógvið” sær út til at detta sundur í límingini. Semja var um flúgvingina Tað sum Løgtingstíðindi siga um tingmál nr. 20/1987 er, at skiftandi landsstýri høvdu í mong ár arbeitt við spurn­ inginum um føroyska luttøku í millumlanda flúgv­ing. Ein trupulleiki hevði verið, at tað var kostn­aðarmikið at koma í gongd, og harafturat mangl­ aðu útbúgvin fólk á øllum økjum. Tí hevði landsstýrið gjørt avtalu við eitt danskt flogfelag (Cimber Air) um í felag at stovna eitt partafelag, har føroyingar skuldu eiga 51%, og eisini skuldi Cimber hjálpa til við at útbúgva fólk. Kristoffur sigur, at Sam­ bandsflokk urin og Fólka­ flokk urin vildu hava eina loysn saman við Danair/ Mærsk Air um eitt danskt- føroyskt flogfelag, meðan aðrir flokk ar vildu hava eitt føroyskt flogfelag. Tað stend­ ur ikk i í Løgtings­tíðind­um. Har stendur, at allir flokk ar høvdu ynski um, at før­oy­ingar skuldu uppí flúgv­ing­ina, men ósemja var um, hvørt tað var rætt at binda seg til Cimber Air, áðrenn aðrir møguleikar vóru kann­aðir út í æsir. Eingin tosaði um eitt 100% føroyskt flogfelag. Minnilutin fanst at manglandi kunning um tann fíggjarliga partin og tað løgfrøðisliga í sambandi við samstarvsavtaluna. Hildið varð eisini, at nakrir prakt­ iskir spurningar í sambandi við flúgving og viðlíkahald ikk i vóru nóg greidliga lýstir. Tað er ikk i tað sama sum at vera ímóti, at føroyingar komu uppí flúgvingina. Endi Tað gevur onga meining at brúka ov nógva tíð til at kjakast um hetta, men eg helt kortini, at tað gjørdi einki um fólk, ið koma við ymiskum leysum pástandum, onkuntíð sleppa at prógva tað, tey siga – ella, sum í hesum førinum – sleppa at visa, at tey hava eingi prógv. Vorið sum prógv Axel Hansen Fiskimaður Eg havi eina neyð fyri menn­iskjum, sum ikk i kenna Jesus, og sum ikk i hava givið sítt lív til Hann. Tú kemur at lesa nakr­ ar setningar, sum ikk i eru so deiligir at lesa, teir virka møguliga áloyp­andi fyri teg. Men eg havi upplivað so nógv saman við Jesusi, at eg eri sann­førdur um, at Hann er Tann, Hann sigur Seg vera, og eg eri eitt liv­ andi vitni uppá, at Jesus livir enn í dag. Alt sum eg úttali meg um í hes­um skrivi er av kærleika. Tú sum lesur hettar, tú skalt vita tað, at tú ikk i ert miseydnaður, tú ert ikk i ein feilur ella ein tilvild. Møguliga tú ikk i hevur havt tað gott, ella hevur tað ikk i gott. Møguliga tú hevur havt ein keðiligan uppvøkstur, ella møguliga hevur tað verið onkur hending, sum hevur verið í tínum lívið, sum hevur sára teg. Møguliga feilar tær onki, tú er glaður og takk samur fyri tað lívið tú livir. Men líkamikið hvør tú ert, hvat tú gert og hevur gjørt, hvat tú hevur veri ígjøgnum ella uppliva, so skalt tú vita tað, at tú ikk i er ein tilvild. Menniskir hava møguliga skuffað teg, men eg kenni Ein, sum kennir teg betur enn nakar, Hann kennir teg betur enn tú kennir teg sjálvan. Hann hevur myndað teg, áðrenn tú varð í móður­lívi, Hann hevur umsorgan fyri tínum minstu trupul­ leikum, Hann hevur eina heilt ávísa ætlan við tínum lívið, Hann hevur eitt fantastist lív at bjóða tær, menniskju kunnu svíkja teg, men Hann svíkur teg aldrin, Hann gav Sítt egna lív fyri teg, og Hann eitur Jesus. Um tú ongantíð hevur givið títt lív til Jesus, so hevur tú møguleikan nú at taka avgerðina. Jesus doyði og reis upp fyri teg, nú er tað bert upp til tín, tú hevur frían vilja. Eitt skalt tú vita, at Jesus kemur aftur ein dag, og vit vita ikk i nær, Hann kann koma aftur í dag, líka so væl sum um 200 ár ella 2000 ár. Hann kemur aftur, tá Hann ætlar Sær at koma aftur, tá kemur Hann eftir teimum, ið hava givið sítt lív til Hann, og tekur tey heim til Sín. Tú ert ikk i harri yvir degnum í morgin, ei heldur næsta hálva tímanum. Tað er møguligt, at deyðin tekur teg í dag, tú hevur ein kropp, sum kann gera enda á tínum lívi nær sum helst, tú kann blíva yvirkoyrdur ella okk urt heilt annað. Tak tí røttu avgerðina nú. Játta teg sum ein synd­ara, sum hevur svikið Gud, bið Hann um fyri­geving, og bjóða Honum vælkomnan í títt lív, og gev títt lív til Hann. Vit hava við eitt ævigt lív at gera. Hevur tú ikk i tikið ímóti Jesusi og givið teg heilt og fult til Hann, áðrenn tú doyr ella verður tikin, so er Helviti heimstaður tín, og tað er í allar ævir. Loyv ikk i Satan at trýsta ein múr upp millum teg og Jesus, ver tú sigrandi og brót stoltleikan, ger ímóti tínum vilja, eg eri sannførdur um, at tú fer ikk i at angra tað. Hettar er sannleiki sum eg havi skrivað, tú broytir ikk i sannleikan við at ikk i trúgva honum! Eg skal enda við einum spurningi til tín: Hvar ætlar tú tær? Til himmals ella helviti? Hvar ætlar tú tær? Knút Dalsgaard