mánadagur 31. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
14
Sosialurin
Turistur í ka
Eirikur í Jákupsstovu
Tað er týsdagur 25. januar og
klokkan er júst farin av tvey
seinnapartin.
Vit
hava
sum
góðir turistar verið og hugt at
pyramidunum og sfinksinum.
Eg standi og bindi lissurnar í
tungu, heitu luftini í næstmest
dálkaða býnum í heiminum, eftir
at hava verið inni í Amr Ibn el-Aas
moskuni í Kairo, og vit skulu um
eina lítla løtu hyggja at mumium
á tjóðarsavninum.
Trygdarvørðurin
við
illa
goymdu
maskinbyrsuni
und
ir klædningsjakkanum, sum er
við okkum á útferðini til Kairo,
stendur og tosar álvarsliga við ein
politist uttan fyri moskuna.
Tá vit eru komin inn í bussin
aftur fáa vit at vita, hvat
politisturin og trygdarvørðurin
tosaðu um.
– Der er demonstrationer
ved nationalmuseet, men de er
fredelige og de vil i værste fald
påvirke
trafikken
lidt,
sigur
ferðaleiðarin.
Tað gongur ein lítil løta, áðr
enn hon aftur tekur mikrofonina
í bussinum, og hesaferð hugsar
hon seg um, áðrenn hon tosar.
– På grund af demonstrationer
er nationalmuseet desværre lige
blevet lukket, så vi må finde et
alternativt sted at besøge, sigur
hon stutt.
Ein
miðaldrandi
kvinna
kemur skjótt við hugskotinum,
at vit skulu vitja forsetaborgina
í staðin.
– Do you want to get shot or
something?
Orðini gleppa erliga úr munni
num á egyptiska hjálparanum
hjá ferðaleiðaranum, og hann
fær beinanvegin greið boð frá
ferðaleiðaranum at tiga og seta
seg niður.
Vit fáa ikki meira at vita um
mótmælini, men tá vit tend
ra sjónvarpið á hotellinum fáa
vit at vita, hvat er farið fram, og
egyptiski hjálparin hevði meira
rætt enn nakar í bussinum hevði
væntað.
Tvey
fólk
eru
deyð
í
samanbrestum
millum
løg
regluna og mótmælisfólkini, og
yvir 100 eru handtikin tætt við
tjóðarsavnið, vit skuldu vitja.
Forsetin skal frá
Boðskapurin
er
greiður
hjá
mótmælisfólkunum
í
landi
num, har bashish, sum merkir
drykkjupengar ella mutur, er ein
natúrligur partur av tímalønini
hjá einum stórum parti av
fólkinum.
– Forsetin skal frá! Í næstan 30
ár hevur hann bara latið staðið
til, meðan koruptión, bureokrati
og fátækradømi bara eru vaksin,
orðar stjórin á einum blaði í Kairo,
sum luttekur í mótmælisgonguni,
seg um kenslurnar mótmælis
fólkini hava.
40 prosent av fólkinum í
landinum hevur minni enn 11
krónur um dagin at liva fyri,
umleið tíggjundi hvør hevur
onki arbeiði og tað eru tey ríkastu
og valdmiklastu, sum Hosni
Mubarak,
egyptiskur
forseti,
hevur arbeitt nógv fyri seinastu
28 árini fyri at halda fast við sítt
vald, samstundis sum matvøru
prísirnir eru vaksnir næstan 20
prosent seinasta árið.
Tað
er
hetta
mótmælis
fólkini vilja broyta, og fram
til leygardagin eru ógvusligir
samanbrestir millum løgregluna
og mótmælisfólk í tíggjutúsunda
tali.
Nógv vald
Ófriðurin í Kairo er nógvur, og í
løtuni er undantaksstøða, men
spyrt tú ein vanligan egyptara
400
kilometrar
burtur
frá
høvuðsstaðnum, so grínur hann
bara eftir spurninginum, um
Mubarak fer frá. Og tað er kanska
ikki so undarligt, at hann ikki
veruliga roknar við at forsetin fer.
Seinastu 28 árini hevur Hosni
Mubarak sitið við øllum valdi í
Uppreistur Danski ferðaleiðarin hugsar seg um, áðrenn hon tosar. – På grund af
demonstrationer er nationalmuseet desværre lige blevet lukket. Egyptar vilja hava forsetan frá,
og komandi dagarnar flýtur blóð í gøtunum, meðan tað er ólógligt at vera úti um náttina
Týsdagin byrjaðu
mótmælini ímóti Hosni
Mubarak, forseta,
og skjótt var luftin í
býnum full í táragassi