mánadagur 31. januar 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 31. januar 2011 · Nr. 13
Sosialurin
aos-Kairo
Egyptalandi, og tað er bara vaksið
øll árini, tí hann hevur á skipaðan
hátt syrgt fyri, at andstøðan í
landinum er í sori við at seta
leiðarar fastar og á annan hátt
spjatt alla mótstøðu, samstundis
sum hann eisini hevur broytt
stýrisskipanina soleiðis, at tað er
mestsum ógjørligt at fáa forsetan
frá.
40 deyð
Mikudagin og hósdagin halda
ógvusligu samanbrestirnir fram,
og fríggjadagin, sum svarar til
okkara sunnudag, fara fólk í
túsundatali beinleiðis frá fríggja
dagsbøn í moskuni, har eg stóð og
bant lissur, at mótmæla og berjast
við løgregluna.
Stríðið verður ógvuliga hart,
og løgreglan brúkar vatnkanónir
og gummikúlur, og táragass fyllir
luftina í frammanundan skitna
býnum.
Mótmælisfólkini
vilja
ikki
slaka. Tey ganga beint ímóti
løgregluni
og
kasta
tára
gassgranatirnar
aftur
eftir
løgreglufólkunum, og endin er, at
løgreglan fer úr miðbýnum, eftir
at 40 fólk eru deyð og yvir 1000
eru løstað.
Tað er útigongubann í øllum
landinum, men um náttina eru
gøturnar framvegis fyltar við
óðum mótmælisfólkum.
Forsetin svarar
Hosni Mubarak, forseti, hevur
ikki verið at sæð alment síðan
stríðið byrjaði, men leygarnáttina
klokkan eitt korter til eitt er hann
á hvørjum sjónvarpsskíggja í
landinum, meðan høvuðsstøð
in hjá flokki hansara stendur í
ljósum loga, og fleiri hundrað
fangar rýma úr fongslunum í
landinum.
Men forsetin lurtar ikki eftir
mótmælunum.
Hann noktar at fara frá, og
leggur mótmælisfólkini undir at
vera orsøkin til, at Egyptaland
er vorðið eitt vandamikið stað at
vera.
Hinvegin lovar hann somu
reformar, sum hann áður hevur
lovað, og koyrir stjórnina frá.
Fólk tysja út aftur á gøturnar,
tá røðan er liðug.
Tey eru ikki nøgd og mót
mælini halda fram, meðan fleiri
útnytta støðuna og stjala frá
hond í kaotiska býnum.
Undantaksstøða
Stóri stuðulin hjá Hosni Mubarak
hevur alla tíðina verið herurin,
og hann tekur nú yvir í býunum.
Stríðið steðgar fyribils, tí í mun
til løgregluna, so hevur fólkið
virðing fyri herinum, og harð
skapurin steðgar í ein dag.
Kravið hjá fólkinum stendur
kortini við, og vandi er framvegis
fyri, at tað vera stórir beinleiðis
samanbrestir millum herin og
fólkið, og tá kunnu nógv lata lív.
Undantaksstøða verður lýst
í Kairo og øðrum býum leygar
dagin, og øll ferðafólk verða rádd
frá at fara til Kairo og fleiri aðrar
býir. Ruðuleiki er á flogvallunum,
tí øll ferðafólkini vilja slepp burt
ur frá vandamiklu støðunum, og
leygarkvøldið fara vit eisini úr
Egyptalandi.
Men stríðið heldur fram, og
sunnukvøldið sær út til, at stríðið
ikki fer at enda enn á sinni.
Higartil hava umleið 150 latið
lív.
oyrikur@yahoo.com
The internet does not work today.
Mahmout í móttøkuni er harmast, at vit ikki
sleppa at senda teldupostar heim mikukvøldið. Í
sjónvarpinum síggja vit orsøkina. Forsetin hevur
syrgt fyri, at internetið er kvett í øllum landinum,
so mótmælisfólkini ikki fáa brúkt facebook og
twitter at organisera mótmælisgongur og senda
dramatiskar myndir og filmar út úr landinum.
Komandi dagarnar er onki internet í landinum, og
fríggjadagin verður fartelefonnetið eisini kvett, so
vit eru uttan møguleika at samskifta við umheimin.
Leygardagin skilst, at internetið er komið í rætt
lag aftur, men leygarkvøldið, tá vit fara av hotell
inum, riggar tað framvegis ikki.
Prísurin á ráolju hækkar sum ein beinleiðis avleiðing
av stríðnum í Egyptalandi.
Í einum lopið hækkaði prísurin á ráolju fýra
prosent fríggjadagin, samstundis sum ófriðurin
var upp á tað harðasta í gøtunum í stóru býunum
í Egyptalandi.
Tað merkir, at prísurin á ráolju endaði beint
niðanfyri 90 dollarar fyri tunnuna, og hetta kann
við tíðini merkja hægri oljuprísir í Føroyum.
Egyptaland framleiðir 700.000 tunnur av olju um
dagin, men tað er bert ein sera lítil partur av oljuni,
sum verður útflutt.
Orsøkin til hækkaða oljuprísin er hinvegin, at
yvir ein millión tunnur fara gjøgnum Suezveitina
dagliga, samstundis sum tað er vandi fyri, at stríðið
í Egyptalandi bara er ein partur av einum størri
uppreistri í arbiska heiminum ímóti harðrendu
leiðslunum í londunum.
Internetið
kvett
Oljuprísurin
hækkar