Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 3 KONSERT Tíðindaskriv Tað verður spælt av fullum hugi, tá ið Svabos Spæli- menn byrja koncertina á Norðurbryggjuni í Keyp- mannahavn mikudagin 21. januar kl 20.00. Teir fýra tónleikararnir Sharon Weiss og Kristian, Mikael og Rebekka Blak spæla fólkatónleik - bæði nýggjan og úr 18. øld - øldini tá ið pakkhusið varð bygt - sama øld sum Svabo sáli læs í Keypmannahavn. Og hvør veit, um ikki han man eiga okkurt sporið á Bryggjuni eisini. Við heimstaði í Før- oyum og bakgrund í Dan- mark og USA framføra Svabos Spælimenn fjøl- broyttan tónleik, ið speglar tann margfalda tónleika- arvin, spælimenninir fingu í vøggugávu; ein tónleika- arvur við felags undirtón- um úr Norðurlondum og USA. Spælimenninir hava fyrr verið á koncertferð, og halda aftan á konsertina í Keypmannahavn leiðina fram til Hawaii. Næst á skránni er berg- takandi songfuglurin Eivør Pálsdóttir, sum uttan fylgi- spæl syngur sínar egnu og sera persónligu tulkingar av føroyskum fólkatónleiki. Í seinasta tátti av konsertini kemur Yggdrsil á pall við jazzi og fylgispæli til sang- in hjá Eivør - eitt saman- spæl, ið bjóðar eina sterka og góða tónleikauppliving. Lokkandi tónar á Norðurbryggjuni Kanska ein vitamin hevði hjálpt! Skal alivinnan bara fara? Minst til vitaminir! C M Y K 3 2