hósdagur 15. januar 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
5
Balanserað
samanlegging er søgulig
Sunda kommuna er
ein natúrlig saman-
legging av seks javn-
stillaðum kommun-
um við drúgvum
royndum í sínámill-
um samstarvi – og
skal fyri skattaborg-
aran innibera spar-
ingar heldur enn eyka
kostnaðir
FYRISITING
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Niðurteljingin til tann 1.
januar 2005 er byrjað og
tær seks samanleggjandi
kommunurnar við Sunda-
lagið eru fult í gongd við
sínar fyrireikingar. Sátt-
málin um samanlegging
varð í november undir-
skrivaður av fimm av teim-
um seks.
Hóast ivandi sálir í Hós-
vík enn ikki hava skrivað
undir nakað sum helst, og
Føroya
Landsstýri
enn
minni í sínum núverandi
standi hevur gjørt nakað
fyri konfirmera ta endaligu
konstellatiónina, so tykist
full vissa valda um at hetta
søguliga stig verður gjøgn-
umført til ásetta tíð.
– Her er ikki talan um
nakra samanlegging av
bornholmskum slag, við-
merkir
skrivarin
hjá
Kommunufelagsskapinum
í Sundalagnum, Jens Dals-
gaard.
– Vit tosa ikki um dýrar
og fløktar prosessir. Tvørt-
urímóti snýr tað seg um at
varðveita skipanir og út-
byggja og menna eitt longu
etablerað
samstarv
við
nógvum árum á baki. Hetta
er ikki ein lítil kommuna
sum hektar seg uppá hjá
einari
fríggjandi
størri
kommunu; hetta er hin-
vegin ein balanserað av-
gerð, eitt natúrligt stig at
taka fyri nakrar javnstillað-
ar smærri kommunur sum
væl umhugsað kunnu gera
sína umsiting effektivari
við at leggja saman. Og
hetta er fyrstu ferð í Før-
oyum at tílíkt hendir.
Røktarheim í gerð
Til kommunuvalið í nov-
ember verður samanlegg-
ingin longu veruleiki og ein
felags fíggjarætlan skal
eisini gerast í ár fyri ta
nýggju kommununa. Nýtt
felags bókhald og ein nýggj
felags skipan fyri journalir
skal eisini verða klárt til
ársbyrjan 2005. Kommunu-
skattur verður felags við
sama skattaprosenti og har-
afturat skal samtykkjast ein
felags stýriskipan, so tað
skerst ikki burtur at nógv
arbeiði liggur fyri framm-
an, ikki minst hvat viðvíkur
at fáa allar formligar stað-
festingar og góðkenningar
upp á pláss.
Men Jens Dalsgaard ber
ikki ótta fyri lógarligum
finurligheitum í sambandi
við samanleggingina av
Hósvík, Hvalvík og Streym-
nes, Saksun, núverandi
Sunda kommuna við Oyri,
Oyrabakka og Norðskála,
Haldarsvík íroknað Langa-
sand og Tjørnuvík, og Gjáar
kommunu.
– Tann nýggja Sunda
Kommuna yvirtekur bæði
skyldur og rættindir hjá
teimum
samanleggjandi
kommunalu
eindunum.
Hetta er jú ikki nakað
partafelag men ein al-
mennur myndugleiki sum
verður sameindur; møgulig
krøv móti støkum komm-
unalum
eindum
verða
yvirførd til ta nýggju felags
eindina.
– Eg dugi ikki at síggja
nakrar komplikatiónir í
hesum tí hetta er eitt væl
regulerað lógarøki, vit hava
jú kommunulógina. For-
treytin her er tað tradition-
ella samstarvið hjá hesum
kommunum; tí kunnu eisini
funktiónir halda fram sum
tær hava gjørt. Úrslitið av
samanleggingini
verður
betri møguleikar til góða
planlegging og betri tæn-
asta til borgaran.
Millum tey størru nýggju
projektini sum kommunur-
nar í Sundalagnum arbeiða
við kann nevnast eitt røkt-
arheim í Streymnesi, eitt
projekt kommunurnar í
nógv ár hava arbeitt við.
Ein av stóru uppgávunum hjá nýggju felagskommununi verður at gera røktarheim á Streymnesi
L Ø G T I N G S VA L 0 4
John Willian Joensen
Sambandsflokkurin,
Norðoya valdømi
Fjølmiðlar
Skulu Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya leggjast saman?
Eg kann ikki góðtaka niðurgerðina av SVF
seinastu tíðina. Pioneertíðin hjá SVF er
liðug, og í dag arbeiðir ongin fyri einki-
heldur ikki Fólkafloksmenn. Vit skulu
hava eitt føroyskt sjónvarp og tveir
sterkar loftmiðlar til frama fyri føroysku
tjóðina
Nei, eg haldi ikki at Útvarpið og Sjón-
varpið skulu leggja saman. Tað er um-
ráðandi, at vit hava tveir ymiskar al-
mennar loftmiðlar við Public Service
skyldu. Serliga er hetta umráðandi, tá vit
tosa um tíðindaflutningin. Tá vit hava eitt
útvarp og eitt sjónvarp, er møguleiki
fyri, at hesi velja at viðgera eitt stórmál
fullkomiliga á hvør sín hátt. Tað er
styrkjandi fyri fólkaræðið. Fáa vit bara ein
stóran almennan loftmiðil, er vandi fyri,
at vit fáa ein einstáttaðan tíðindaflutning.
Í mínari verð er hetta eitt afturstig
Eiga partar av útvarpsgjaldinum at fara til aðrar útvarpsstøðir?
Útvarp Føroya eigur at síggja í eyguni,
at útvarpsgjaldið fer at lækka í framtíðini
og sum frálíðir fer Útvarp Føroya ikki at
fáa nakað útvarpsgjald. Útvarp Føroya
eigur í framtíðini at kappast undir somu
treytum sum privatu útvarpstøðirnar
Nei, tí hinar útvarpsstøðirnar hava ikki
tær somu strongu Public Service skyld-
urnar at halda seg til, sum Útvarp Før-
oya hevur. Smáu útvarpsstøðirnar hava
fríðar teymar at gera sum tær vilja og at
vinna pening, sum tær vilja. Tí skulu tær
ikki hava burtur av útvarpsgjaldinum.
Eiga borgararnir at hava møguleika fyri at kæra um tíðindaflutning
hjá fjølmiðlunum ?
Ja tað skulu teir. Komandi lógin um fjøl-
miðlaábyrgd eigur at fáa ein kærustovn
at virka
Sjálvandi. Tað er ikki annað enn rímiligt.
Fjølmiðlarnir í Føroyum hava bíðað sein-
astu seks árini at fáa ta lovaðu Fjølmiðla-
ábyrgdarlógina,
sum
skal
áseta
ábyrgdina hjá fjølmiðlunum mótvegis
borgarunum. Hendan lógin skal eisini
áseta, hvussu borgarin kann venda sær
til eina nevnd, sum viðgerð tíðindaflutn-
ingin og ger eina niðurstøðu. Má skoyta
uppí, at eg eisini haldi tað vera ógvuliga
umráðandi at loysa almennu loftmiðlar-
nar frá politiska myndugleikanum.
Hetta kann gerast við at seta eina nevnd
ímillum landsstýrismannin í menamál-
um og sjónvarpsstjóran ella útvarps-
0stjóran, so greitt skott er ímillum.
John Johannessen
Javnaðarflokkurin,
Suðurstreymoyar valdømi
Hvørja sending dámar tær betur - 15 tær bestu ella Hvat nú?
Mær dámar Johnny Cash
15 tær bestu.
C
M
Y
K
5
4