Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 7 Nú kemur eitt útspæl úr Føroyum um eitur í alilaksi Suðuroyingar skulu sjálvir taka um endan og útvega skip Vinnuhúsið hevur heitt á føroyskar myndugleikar um at geva teimum, sum keypa føroyskan laks eina formliga fráboð- an um eitur í alilaksi EITUR Í ALILAKSI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Vit mugu vóna, at hetta bara er eitt upplop. Men sjálvandi skulu vit taka hetta í álvara. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum heldur ikki, at føroyingar eiga at lata vísindaligu kanningina um eitur í alilaksi, fara afturvið borðinum. Tí heldur hann, at tað hevði verið hóskandi um før- oyskir myndugleikar góvu okkara keyparum eina form- liga fráboðan um støðuna. Og tað hevur Vinnuhúsið heitt á myndugleikarnar um at gera og í skrivandi løtu verður ein slík fráboðan orðað. Hann vísir á, at myndug- leikarnir í bæði Skotlandi og í Noregi hava givið keyp- arum sínum eina formliga fráboðan um eiturevni í alilaksi og tað hevur hann eisini heitt á føroyskar myndugleikar um at gera. Eitt er, hvat vit í Føroyum vita um hesi viðurskifti, men eitt heilt annað er, hvat okk- ara keyparar vita og tí heldur hann, at tað hevði verið ein stórur fyrimunir, at keyp- arararnir fingu eina formliga fráboðan úr Føroyum. Annars heldur hann, at vit eiga at fylgja neyvt við gongdini. Hann sigur, at fyribils sær út til, at hetta hevur havt ávirkan í Suðurevropa, men at bretar ikki hava latið við seg koma. Og í gjár segði Finn Ras- mussen á Landshandlinum, sum útflytur nógvan laks, at eisini danir keyptu laks sum um at onki var hent. Ivast í endamálinum Annars er Jan Mortensen ikki heilt tryggur við vís- indaliga virðið í hesi kann- ingini. Í fyrstu atløgu heldur hann, at tað er hugvekjandi, at úrslitið av kanningini kemur beint nú. Hann sipar til, at í USA er tað fyri ein stóran part privata vinnan, sum fíggjar gransking. – Eg sigi ikki at tað er nakar samanhangur, men vit eiga at leggja okkum í geyma, at úrslitið av hesi kanningini um eiturevni í alilaksi kemur samstundis sum tað kemur fram, at neytaøði hevur tikið seg upp í USA. Og Jan Mortensen spyr um tað er heilt óhugsandi at ætlanin er at leiða tankar- nar frá trupulleikanum við neytaøði, helst tá ið hugsað verður um, hvussu stór vinnan neytahald er í USA. Hann vísir eisini á, at eis- ini amerikanarar sjálvir iv- ast í kanningini. Hann sig- ur, at í einum tíðarriti verð- ur víst á, at granskarar hava aldrin ávarað ímóti at eta smør, hóast tað er meiri pcb í smøri sum í alilaksi. Tað, sum normenn og skotar hava víst á í sínum formligu fráboðanum til keypararnar, er at fyrimun- irnir við at eta laks eru nógv størri enn vandarnir. Tað verður eisini víst á, at amerikansku granskararnir hava lagt sítt støði eftir teimum markvirðum, sum EPA (Enviromental Prot- ection Agency) hevur ásett fyri stuttleikafiskarar, sum ofta fiska í illa dálkaðum vøtnum og sum ikki eru alment viðurkend í USA. Sostatt hava teir ikki lagt støði eftir teimum amrk- virðum sum almenni mynd- ugleikin í USA, FDA (Food and Drug Administration) hevur ásett. Høvdu teir tað, hevði onki verið at skrivað um, tí nøgdin av eiturevnum í laksi eru langt undir teim- um markvirðum, sum FDA ásetir. Nøgdirnar eru eisini langt undir teimum mark- virðum, sum ES ásetir. Onki nýtt Annars sigur Jan Morten- sen, at tað er onki nýtt, at dioxin og eiturevni eru í alilaksi, tí tað hava vit vita leingi. Tað verður eisini reglu- liga kannað og hann hevur tað álit á føroyskum mynd- ugleikum, at hevði nakað verið at funnist at, høvdu teir tala at. Stjórin í Vinnuhúsinum leggur afturat, at í eini eftirmeting av amerikansku kanningini, hevur Charles R. Santerre, professari við lærda háskúlan í Purdue, staðfest, at etur tú eina máltíð av laksi um vikuna uppá eini 100 gramm í heili 70 ár, økir hetta um vandan fyri krabbmeini við bara 1 til 100.000. Hansara niðurstøða er sostatt, at fyrimunirnir við at eta eina máltíð av aldum laksi eru størri enn møgu- ligir vandar. Hann vísir eisini á, at frá 1997 til 2001, fullu nøgdir- nar av dioxin og pcb í mat- vørum sum heild umleið 50%. – Teir, sum gera laksa- fóður, hava eisini lagt dent á at minka um nøgdirnar av hesum evnum í laksafóðr- inum. – Tí er vert at gera vart við at fiskurin sum er grundarlag undir kanning- ini í Science var tikin í 2002. Sostatt er talan um fisk, sum hevur verið fóðr- aður ímillum 1999 og 2002. – Við dagsins fóðri vildu nøgdirnar av dioxin og PCB tí ivaleyst verið nakað minni, sigur Jan Morten- sen. Ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginlandið í Evr- opa, er ikki nóg gott. Verður tað ikki betri, eiga suðuroyingar sjálvir at taka um endan, sigur stjórin á flakavirkinum í Hvalba FERÐASAMBAND Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Suðuroyingar mugu sjálvir taka neyðug stig. Tað heldur Rógvi Rein- ert, stjóri á flakavirkinum í Hvalba, sum Føroya Fiska- virking nú rekur. Og tað, stjórin hugsar um, er at taka neyðug stig til at bøta um ferðasam- bandið ímillum Suðuroy og meginlandið í Evropa. Hann heldur nevniliga, at hetta er ein avgjørd fortreyt fyri menning í Suðuroynni. Stjórin á Flakavirkinum í Hvalba heldur, at samband- ið ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa er nú so vánaligt, at tað er ein beinleiðis trupulleiki hjá vinnuni. Men ístaðin fyri at leggja fiskivinnuna í Suðuroynni um, mælir hann suðuroy- ing um til at hugsa øðrvísi. – Suðuroyingar eiga sjálvir at taka stig til at út- vega skip, sum skal sigla beinleiðis ímillum Suður- oynna og meginlandið í Evropa, heldur Rógvi Reinert. Ferðasambandið bara versnar Í seinastuni hava vinnulívs- fólk meiri enn einaferð sagt, at skal tað bera til at a- rbeiða fisk í Suðuroynni og flyta feskar vørur av land- inum, er tað ein avgjørd fortreyt, at beinleiðis sam- band aftur verður ímillum Suðuroynna og meginland- ið í Evropa. Men tíverri er veruleikin tann, at ferðasambandið ímillum Suðuroynna og meginlandið í Evropa, verður truplari og truplari. Fyri nøkrum árum síðani var beinleiðis samband av Tvøroyri til Skotlands hvørt fríggjakvøld. Tá bar til hjá fiskavirkj- um í Suðuroy at arbeiða líka til seint fríggjadag. Men í 1996 varð Teistin seldur og tá helt beinleiðis sambandið eisini uppat. Og vinnulívsfólk eru av teirri sannføring, at hetta er størsta einstaka bakkast, sum fiskivinnan í Suðuroy hevur verið fyri í nýggjari tíð. Eftir tað fór Norrøna at sigla, men hon sigldi hós- kvøld. Ì hesum sambandi sigldi Smyril av Drelnesi klokkan 19 hóskvøld og tí máttu fiskavirkini gevast seinnapartin hósdag fyri at fáa fiskin til Havnar, so at hann kundi koma við Norrønu. Men síðani hevur Norr- øna framskundað fráferð- ina hósdag tvær ferðir. Fyrst varð hon framskund- að, so at Smyril mátti sigla av Drelnesi klokkan 17.30 og nú er hon aftur broytt, so at Smyril noyðist at sigla klokkan 15.30. Tískil noyðast fiskavirk- ini at gevast at arbeiða á miðdegi hósdag og sostatt hava teir mist hálvan annan dag í framleiðsluni. Sakina í egnar hendur Rógvi Reinert sigur, at fyri ikki so nógvum árum síð- ani vóru suðuroyingar á odda, tá ið tað tað ráddi um at virka og útflyta feskar fiskavørur. Og tá lá ferðasambandið út í heim í eini natúrligari legu við tað, at báturin byrj- aði norðast og legði at í Suðuroy sum síðstu havn á veg niður til Skotlands. – Og hóast vit ikki treyta- leyst skulu fylgja gamlari siðvenju, er tað onki løgið í, at fiskivinnan í Suður- oynni framvegis roynir at byggja á tað, sum suðuroy- ingar kenna til og har teir eru sterkir. Sjálvsagt er tað ein tí tað vildi verið ein nat- úrligur fyrimunur at bygt á tær royndir, suðuroyingar hava, leggur hann afturat. Men hóast ferðasamband- ið er vánaligt, heldur hann ikki, at suðuroyingar eiga at stremba eftir at leggja fram- leiðsluna um, so at hon hóskar betri til teir flutn- ingsmøguleikar, sum eru. – Eg haldi, at suðuroy- ingar eiga at huga øðrvísi. Eg haldi, at øll fiskivinnu- áhugamál í Suðuroynni, bæði feskfiskavirkini aling- in og onnur, sum hava brúk fyri flutningi, skuldu tikið seg saman og útvegað eitt skip at siglt beinleiðis í millum Suðuroynna og meginlandið í Evropa Í løtuni eru tað áhugamál í miðstaðarøkinum, sum leggja farmaflutningin ímillum Føroyar og megin- landið í Evropa til rættis og tað er natúrligt, at tey hugsa fyrst og fremst um, at flutn- ingsmøguleikarnar úr mið- staðarøkinum skulu vera so góðir sum gjørligt. Rógvi Reinert heldur tí, at tað er heilt natúrligt, at suðuroyingar sjálvir taka stig til eitt ferðasamband, sum hevði útgangsstøði í Suðuroynni. Hetta kundi kanska verið gjørt í samtarvi við okkurt av teimum flutningsfeløg- um, sum eru, ella við okkurt nýtt felag, sum kann hugsast at koma hendavegin. – Men eru feløgini ikki sinnað til tað, eiga suðuroy- ingar sjálvir at taka seg saman at útvega eitt skip. Hann leggur tó afturat, at hetta er eitt stórt tiltak og so vítt hann veit, hevur ongin rokna út, hvat eitt slíkt tiltak hevði kostað. – Hetta er sjálvsagt eitt stórt tiltak. Men skulu vit nevna eitt einstakt tiltak, sum skuldi til fyri at ment Suðuroynna, ivist eg ikki í, at hetta hevði verið tað, sum hevði størst størstan munin. Og eg haldi avgjørt, at hetta er vert at arbeiða við í álvara, sigur stjórin á flakavirkinum í Hvalba. Hann nevnir at enda, at tað er ongin sum sigur, at skipið skal sigla tómt aftur til Føroya, tí einsvæl og tað ber til at flyta fisk úr Føroy- um við skipinum, ber tað væl til at flyta vørur út út- londum til Føroya tá ið skipið siglur heimaftur. Vit skulu fylgja við gongdini heldur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann heldur, at tað er hugvekjandi at kanningin um eitur í laksi kemur beint aftaná, at trupulleikar við neytaøði hava tikið seg upp í USA – Skulu vit nevna eitt einstakt stig, sum kundi ment Suðuroynna, ivist eg ikki í, at tað, sum hevði gjørt størst mun, hevði verið at útvega eitt skip, sum siglur beinleiðis úr Suðuroynni niður ás marknaðin í Evropa, sigur Rógvi Reinert, stjóri á flakavirkinum í Hvalba Skattalættin hjá Sambandsflokkinum er at prísregulerað verandi skattastiga, sigur Magni Laksá- foss, valevni fyri Sam- bandsflokkin. Vit hyggja nærri at størsta loynidómi- num í valstríðnum LOYNIDÓMUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Eitt tað mest umtalaða evn- ið í valstríðnum er skatta- lættin ella skattareformurin hjá Sambandsflokkinum. Hesin góði skattalætti kann óivað kallast fyri størsti loynidómurin í Før- oyum í løtuni, sum fólk kring alt landið práta um. Men hvat inniber so hes- in skattalættin? 60 milliónir Skattalættin merkir fyrst og fremst, at fólk skulu gjalda minni í landsskatti. Og hes- in skattalættin umfatar øll. Núverandi skattaskipan er skipað eftir einum sokall- aðum progressivum stiga. Hetta merkir, tess meira tú vinnur av peningi tess harð- ari verður tann síðsta vunna inntøkukrónan skatta. Ein botnfrádráttur er, og síðani gjalda fólk skatt í ymsum stiga, alt eftir inntøku. Skattistigin í 2004 gevur fólkið ein botnfrádrátt áljóðandi 22.000 kr. Hvør inntøku króna yvir 170.000 kr. árliga verður skattað við 36% landsskatti. Afturat hesum kemur kommunu- skatturin. Hesi skattapro- sent eru sera ymisk - frá 13% til 22,5%. Taka vit eitt miðaltal áljóðandi 20%, so merkir tað, at fólk rinda 56% í inntøkuskatti fyri hvørja inntøkukrónu yvir 170.000 kr. Hetta eru inn- tøkur yvir einar 14.000 kr um mánaðin. Eitt loft er eisini ásett, so- leiðis at eingin samlað rind- ar meira enn helmingin av inntøkuni í skatti. Tað eru kortini ógvuliga fá, sum røkka hesum lofti. Ætlanin hjá Sambands- flokkinum er at broyta stig- an á skattastigan á fylgjandi hættir: Botnfrádrátturin skal fara úr 22.000 krónum til 30.000 krónur eftir fýra árum, og tað sokallaða toppskattamarkið skal flyt- ast úr 170.000 til 300.000 eftir fýra árum. Altso ein skattalætti, sum ávirkar all- ar inntøkur. Hetta merkir eisini, at eingin inntøka undir 300.000 árliga rindar meira enn 40% í marginal- skatti. Hendan broytingin er samstundis eitt stig frá ein- um progressivum skatta- stiga til enn meira pro- portionalan skattastiga, har tað er ein botnfrádráttur og síðani eitt ella heilt fáa skattastig. Men skattastigin er framvegis progressivur. Sambandsflokkurin sig- ur, at hesin skattalættin fer at kosta seksti milliónir um árið. Hesi tøl koma frá Sambandsflokkinum og byggja á útrokningar við skattaintøkunum í 2002 sum grundarlag. Einki hokus pokus Magni Laksáfoss, búskap- arfrøðingur og valevni hjá Sambandsflokkinum, hevur ein av teimum, sum hevur staðið fyri at evna uppskot- ið til. Hann heldur, at uppskot- ið er púra greitt. -Tað, vit gera, er at prís- regulerað verandi skatta- skipan. Neyðugt er at regu- lera skattaskipanina hvørt ár. Síðani 1998 er miðal- skattaprosentið hjá fólkið hækkað við trimum pro- sentum, tí lønin er hækkað, men skattastigin ikki er reguleraður tilsvarandi, sig- ur Magni Laksáfoss. Búskaparfrøðingurin hjá Sambandsflokkinum legg- ur eina við, at hetta er ein skattalætti ætlaðar til arb- eiðarafjøldina. -Øll fáa ein skattalætta við hesum. Men tað eru tær lægstu inntøkurnar, sum fáa mest burturúr, sigur Magni Laksáfoss. Hvussu skal hesin skatta- lættin so fíggjast? -Skattalættin kostar 60 mió. krónur árliga í fýra ár. Vit meta, at 20% av honum koma innaftur gjøgnum skatt og avgjøld orsakað av økta virkseminum, sum skattalættin gevur. Fyrst fremst er ætlanin at skapa búskaparvøkstur. Umleið tíggju milliónir skulu fíggj- ast við sparingum. Við ver- andi búskapargongd við einum lítlum lønar- og prís- vøkstri koma hinir 38 milli- ónirnar inn av sær sjálvum, sigur Magni Laksáfoss. Óneyðugur loynidómur Sjálvur er Magni Laksáfoss sannførdur um, at tað als ikki var neyðugt at halda hendan góða skattalætta loyniligan. - Hetta er sera einfalt, og vit áttu at havt almanna- kunngjørt hetta beinanveg- in fyri at sleppa undan øll- um hesum gitingunum. Men hetta er hóast alt ein partur av einari størri og umfatandi ætlan, sum kall- ast fyri Virkisætlanin. Tað eru so onnur, sum hava sett fokus á skattalættin, tí hev- ur tað verið neyðugt hjá okkum at útgreina hann nærri. Afturum skattaloynidómin Hesin grafurin vísir ætlaða skattalættan hjá Sambandsflokkinum. Markið fyri nær inntøkan verður toppskattað verður minkað yvir fýra ár. Grái parturin er ætlaða broytingin, sum merkir minni skatt til øll - og minni inntøkur til landskassan. C M Y K 7 6