hósdagur 15. januar 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
9
Sálarliga arbeiðsum-
hvørvið hjá limum í
Havnar Arbeiðs-
kvinnufelag verður í
løtuni kannað, men
áhugin at svara tykist
lítil
ARBEIÐSUMHVØRVI
Tíðindaskriv
Havnar Arbeiðskvinnufelag
og Deildin fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu í Sjúkra-
húsverkinum eru farin undir
eina kanning av, hvussu lim-
ir felagsins hava tað á ar-
beiðsplássunum við serlig-
um atliti til sálarliga ar-
beiðsumhvørvið. Fyri at
kunna samanbera úrslitini
við onnur, verður brúkt eitt
spurnarblað, sum danska
Arbeiðsmiljøinstituttið hev-
ur gjørt og nýtt á nógvum
arbeiðsplássum.
Spurt verður um heilsu-
støðuna og um trivnaðin.
Spurt verður eisini um
krøv, ávirkan og møguleik-
ar í arbeiðinum
Havnar Arbeiðskvinnu-
felag sendi fyrst í desembur
811 spurnarbløð út til lim-
irnar. Svaraðu spurnarbløð-
ini skuldu navnleys sendast
Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu
til
viðgerðar.
Higartil hava umleið 250
svarað. Hetta er ov fá til at
kanningin kann gerast eftir-
farandi, men møguleiki er
enn at senda inn allan
januar mánaða.
Fá geva sálarumhvørvinum gætur
Bakkafrostmálið ikki endaliga avgreitt
– Vit fara at kanna
málið einaferð aftur-
at, og so fara vit at
taka støðu til, um vit
skulu fara víðari við
hesum málinum, sig-
ur Bárður Enni, leið-
ari á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni, sum
heldur tað vera sera
óheppið, at politikar-
ar taka eitt mál upp í
valstríðið, sum ikki er
endaliga avgreitt
STARVSSTOVAN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Seinasta orðið er eftir øll-
um at døma ikki sagt enn í
málinum um Bakkafrost.
Fútin kom til ta niðurstøðu,
at onki óregluligt er farið
fram á Bakkafrost, men
Bárður Enni, leiðari á
Starvsstovuni
sigur,
at
starvsstovan skal nú taka
støðu til, hvat tað næsta
stigi hjá teimum verður.
– Lat meg fyrst av øllum
siga, at Starvsstovan fer
ongantíð til fútan við einum
slíkum máli, um ikki vit eru
100 % vís í okkara søk.
Tað, at fútin er komin til
aðra niðurstøðu, taka vit til
eftirtektar, men vit fara at
hyggja at málinum aftur og
gera av, um vit skulu fara til
ríkisadvokatin við tí ella
bara lata tað liggja, sigur
Bárður Enni, sum tó ikki
vil fara í smálutir við hes-
um málinum.
Hann letur væl at sam-
starvinum millum Bakka-
frost og Starvsstovuna ann-
ars og heldur verandi støðu
vera sera óhepna fyri báðar
partar.
Eftirlýsir kjak
Í valstríðnum, sum herjar
oyggjarnar hesa tíðina,
hevur
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan verið uppi og
vent meira enn einaferð
millum tey uppstillaðu.
– Politikarar blíva heitir,
orð dettur av orði og so
framvegis, tað kennir ein
til. Men tað er sera óhepp-
ið, at tey taka eitt ávíst mál
í teirra valstríð, sigur
Bárður Enni.
Hann vísir á, at tað eru
nógvar nýggjar ES kunn-
gerðir komnar seinnu árini
og sigur, at tað hevur havt
umfatandi broytingar við
sær á hesum økinum.
Broytingar, sum samfelagið
ikki hevur sett seg nóg væl
inní. Og tískil heldur hann,
at tað endar soleiðis, at tá
eitt mál so kemur fram,
standa fólk og politikarar
spyrjandi og skilja onki.
Kjak upp og niður eru um
skattin, men onki kjak er
um hetta evnið og ei heldur
nakar matvørupolitikkur á
økinum, og tað eftirlýsir
leiðarin á starvsstovuni.
– Vinnan og starvsstovan
fylgja væl við hesum regl-
um, men tað kann tykjast
sum at samfelagið ikki ger
tað, sigur Bárður Enni, sum
heldur at eitt kjak um
nýggju ES kunngerðirnar
kundi avgjørt verið við til
at varpað ljós á hetta økið
og samstundis verið við til
at rudda nógvar misskilj-
ingar av vegnum.
– ES reglurnar eru sera
óføroyskar, og tí haldi eg, at
eitt kjak, um vit eiga at
halda okkum innan hesar
reglurnar, sum ávirka alt
okkara samfelag ella um-
skipa tær meira, so tær
hóska betur til føroysk við-
urskifti, hevði verið upp á
sítt pláss, sigur Bárður
Enni, sum tó leggur dent á,
at tað eigur at bíða til málið
um Bakkafrost endaliga er
avgreitt.
Mánakvøldið um
hálvgum sjey tíðina
sigldi Syðraberg á
Sandsboðar
ÓHAPP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klokkan 18.33 mánakvøld-
ið tann 13.januar 2004 fekk
sjóbjargingarstøðin boð frá
Tórshavn Radio, at Syðra-
berg hevði siglt á Sands-
boðar.
Við Syðraberg var 1
maður og eydnaðist tað
honum at senda út neyðar-
kall.
Somuleiðis eydnaðist tað
manninum at sleppa upp á
eina hellu, og um sjeytíðina
fingu fólk frá landi við línu
bjargað
manninum
av
skerinum og á land.
Hóast fútin hevur reinsað
Bakkafrost, er seinasta orðið
ikki sagt í málinum. –
Heilsuføðiliga Starvsstovan
fer aftur at hyggja at
málinum og taka støðu til,
um vit skulu fara víðari við
tí ella lata tað liggja, sigur
Bárður Enni, leiðari á
Starvsstovuni
Mynd: Jens K. Vang
Skipaða leitingin eft-
ir Gudmundi Isfeldt
er steðgað, men leið-
arin á Sjóbjargingar-
støðini, Djóni Weihe,
sigur, at kortini
verða eyguni havd
eftir honum, tá fólk
eru úti
LEITING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
– Sum so er ongin skipað
leiting eftir Gudmundi
Isfeldt nú, men vit fara
aftur um aftur og hyggja á
rekaplássum,
sigur
leiðarin
á
Sjóbjargingarstøðini.
Áttamannfarið Hella varð
funnin sunnudagin og
fingin
upp
týsdagin.
Báturin
verður
nú
kannaður
av
Skipaeftirlitinum,
men
Gudmund Isfeldt er ikki
aftur í aftur komin.
Leiðarin á Sjóbjarging-
arstøðini heldur tað vera
lítið sannlíkt, at Gudmund
skal vera farin í gummi-
bátin, tí har er ymisk
neyðútgerð, sum hann so
kundi gjørt nýtslu av.
– Vit hava leitað vítt.
Tað kvøldið bleiv millum
annað leitað fram við
landi á Eysturoynni og
dagin eftir varð leitað á
einum veldugum øki eyst-
anfyri við flúgvara, greiðir
Djóni Weihe frá.
Nú er ein vika síðani, at
Gudmund Isfeldt ongantíð
kom vegin fram til Havnar
á veg úr Nólsoynni við
áttamannafarinum Hellu,
og tann skipaða leitingin
er steðgað.
Skipaða leitingin
steðgað
Áttamannafarið Hella varð tikin upp týsdagin, og verður tað
nú kannað av Skipaeftirlitinum. Skipaða leitingin eftir
Gudmundi Isfeldt er nú steðgað
Mynd: Jens K. Vang
Syðraberg siglt á land
Sambandsflokkurin lýsir á
fartelefonini
Sambandsflokkurin
er farin at nýta alter-
nativar metodur í val-
stríðnum. Hvørja ferð
tú fært eitt sms frá
heimasíðuni hjá Før-
oya Tele verður tú
mintur á, at "Sam-
bandsflokkurin er
cool"
VALSTRÍÐ
Stefan í Skorini
Mangt er í neyðini nýtt
verður sagt. Ikki tí at Sam-
bandsflokkurin er í neyð í
hesum døgum, um vit skulu
trúgva tí nýggjastu veljara-
kanningini, men flokkurin
er farin at nýta ógvuliga
alternativar metodur í val-
stríðnum.
Sambandsflokkurin hev-
ur nevnliga keypt sær rætt-
indini til lýsingarnar á sms-
unum, sum verða send frá
heimasíðuni frá Føroya
Tele. Hesi munnu telja
fleiri hundrað ella kanska
túsund hvønn dag, og tí
kemur hesin boðskapurin
víða um.
Tað er kanska serliga
ungdómurin, sum hvønn
dag fær boð um, hvussu
cool
Sambandsflokkurin
veruliga er. Tað eru nevni-
liga nógv ung, sum hvønn
dag
nýta
heimasíðuna
www.olivant.fo at senda
sms til vinir og kenningar.
Sambandsflokkurin hev-
ur mangan verið ákærdur
fyri at vera ein afturhalds-
sinnaður flokkur, men í
hesum førinum tykist hann
at ganga á odda í nýskap-
andi valstríði.
Sambandsflokkurin er farin
at nýta sms í valstríðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit halda, at For-
minnissavnið hevur
víst sektorábyrgd við
sjálvt at útvega sær
pening til ábøtur. Í
nógvum førum vilja
stovnar, feløg og ar-
beiðspláss fegin betra
um - bara onkur ann-
ar rindar
VIÐURKENNING
Anna Joensen,
praktiknæmingur
Á altjóðadegi teirra brek-
aðu, 3. desember 2002,
lýsti landsstýrismaðurin í
almannamálum ár 2003 at
vera ár teirra brekaðu, eins
og gjørt varð í meginpart-
inum í Evropa.
Í desember farna ári –
2003 - varð hesin dagurin
eisini »markeraður«; tá
skipaði Almannamálaráðið
fyri fundi, har ymiskir part-
ar í samfelagnum vóru
møttir at tosa um møguleik-
arnar hjá teimum vinnu-
tarnaðu á arbeiðsmarknað-
inum.
Á fundinum í ár segði
formaðurin í MBF, Marjun
Sigurðsdóttir, at í altjóða
høpi Sameindu Tjóð verður
arbeitt við at endurskoða
fyrimyndarreglurnar.
– Ætlanin er at gera regl-
urnar bindandi fyri tey
lond, ið skriva undir - í
staðin fyri sum nú, at tær
hvíla á hin góða viljan.
Hon segði, at nøkur av
loysunarorðunum
hava
verið: 1) Atkoma í breið-
astu merking, 2) Líkarætt
til upplýsing og kunning og
3) Sektorábyrgd.
Á altjóða degi teirra
brekaðu gav MBF Forn-
minnisfelagnum
viður-
kenning fyri at uppfylla
hesar tríggjar treytirnar.
Marjun vísti á, at sektor-
ábyrgd merkir, at øll øki
eiga at taka á seg ábyrgd av,
at allir borgarar landsins
kunnu gera nytslu av teirra
tænastu, ið stovnurin stend-
ur fyri.
– Tað er líka mikið, um
tað eru vegir, samferðsla,
skúlar ella sum í hesum
føri, søvn.
Hon segði, at í norður-
lenskum høpi hevur nógv
verið gjørt burturúr setn-
inginum, »Museer før alla I
Norden«, og út er komin
bók um 12 søvn í norður-
londum.
– Næstu ferð kunnu vit
kanska vera við, nú bæði
Listaskálin og Fornminnis-
savnið eru atkomandi. Vit
halda, at Forminnissavnið
hevur víst sektorábyrgd við
sjálvt at útvega sær pening
til ábøturnar. Í nógvum før-
um vilja stovnar, feløg og
arbeiðspláss fegin betra um
- bara onkur annar rindar.
Marjun segði, at starvs-
nevnd MBF’s fekk fýra
uppskot til viðurkenning og
fegnast hon um, at eisini
privatfólk gera nakað við
hesi viðurskifti.
– Vit hava gjørt av, at
geva Fornminnissavninum
viðurkenningina fyri 2003
við teirri grundgeving, at
Forminnissavnið er eitt
týðandi og áhugavert savn
við framsýningum, ið av-
gjørt hava áhuga fyri flest
allar føroyingar - eisini før-
oyingar, ið bera brek.
MBF metir, at atkoman
heilt frá túninum og runt
um inni á savninum er sera
góð. Gott pláss er til koyri-
stólar, og wc er sera gott og
rúmligt. Frágreiðingar og
annað um lutirnar, ið vera
sýndir fram, eru í góðari
hædd, og lætt er at lesa, tá
ið tú situr niðri.
- Lyfta er nú sett upp, ið
bindir hæddirnar saman, so
fólk við breki kunnu koma
runt um alla framsýningina
á jøvnum føti við onnur.
Savnið hevur av síni játtan
raðfest eina lyftu, ið vit
vilja geva teimum eitt
herðaklapp fyri.
Marjun
Sigurðsdóttir
segði, at MBF fegnast um
tann hugburð og sektor-
ábyrgd, sum Forminnis-
savnið vísir og vónar, at
stovnurin verður brúktur
sum fyrimynd fyri onnur
líknandi søvn.
Fram til valið verða
kjakfundir hildnir
hvønn dag á serligu
café’ini hjá Javnað-
arflokkinum
VALCAFÉ
Tíðindaskriv
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag skipar fyri café og
spennandi
kjakfundum
hvønn dag. Javnaðarcafé’-
in er opin hvønn dag frá
kl. 14 – 18. Valevnini hjá
Javnaðarflokkinum eru at
hitta. Um kvøldarnar eru
spennandi kjakfundir á
skránni í Bládýpinum.
Mikukvøldið 14.
januar, kl. 20
Helena Dam á Neystabø
– Tjóðskaparlig semja í
sjálvstýrismálinum.
Helena Dam á Neystabø
fer at tosa um uppskotið
hjá
Javnaðarflokkinum
um eina tjóðskaparliga
semju í sjálvsstýrismálin-
um. Helena fer eisini at
hugleiða um møguleikar-
nar fyri at fáa eina breiða
politiska semju í føroysk-
um politikki um hetta
mál, tí hetta hevur ikki
eydnast higartil.
Hóskvøldið 15.
januar, kl. 20
Jan Poulsen – Yvirtaka
løgregluna – og hvat so?
Jan Poulsen er, umframt at
verða
løgreglumaður,
kendur frá ferðslusend-
ingini í Útvarpinum "Ring
til løgregluna". Jan fer at
leggja upp til eitt kjak um
avleiðingarnar av at yvir-
taka løgregluna. Jan fer at
tosa um rættartrygdina
eftir eina møguliga yvir-
tøku av løgregluni, hvør
tann veruligi kostnaðurin
er av at yvirtaka løgregl-
una, arbeiðsumstøðurnar
hjá løgregluni, herundir út-
búgving og førleikamenn-
ing og um løgregluna í tí
altjóða samfelagnum.
Fríggjakvøldið 16.
januar, kl. 20
Joan Ziskason – Økis-
psykiatri
Joan Ziskason er sjúkra-
røktarfrøðingur. Eitt av
hjartamálunum hjá henni
er at skipa soleiðis fyri, at
tey sinnisveiku í Føroyum
fáa eitt virðiligt lív. Joan
fer at tosa um umstøðurnar
hjá teimum sinnisveiku, og
um hvussu hesar umstøður
kunnu betrast, við millum
annað eini stuðulsfólka-
skipan. Sofus Joensen,
yvirlækni á psykiatrisku
deild, og onnur luttaka.
Leygarkvøldið 17.
januar, kl. 20
Elin Lindenskov – Tjóð-
pallur Føroya
Elin Lindenskov leggur
upp til eitt kjak um Tjóð-
pall Føroya og um um-
støður hjá mentanini í Før-
oyum. Vit eiga nógv og
sera dugnalig listafólk í
Føroyum, og fleiri av
teimum finnast eisini í
fremstu røð innan teirra
økið uttanlands. Avbjóð-
ingin er at skapa Tjóðpalli
Føroyar so góðar karmar,
so Tjóðpallurin kann ger-
ast lokomotivið innan før-
oyska list – eins og Norð-
urlandahúsið.
Øll eru vælkomin til
eitt spennandi kjak.
Javnaðarcafé’in heldur
til í hølinum í Bládýpinum,
beint við Keypsamtøkuna í
Dr. Jacobsensgøtu.
MBF veitt Fornminnissavninum
viðurkenning
– MBF fegnast um tann hug-
burð og sektorábyrgd, sum
Forminnissavnið vísir og
vónar, at stovnurin verður
brúktur sum fyrimynd fyri
onnur líknandi søvn, sigur
Marjun Sigurðsdóttir,
formaður í MBF
C
M
Y
K
9
8