Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 11 Røringur tykist vera í. Allir flokkar nápa eitt sindur burtur av velj- arunum hjá hvørjum øðrum, men ymiskt er, hvussu skerst, tá ið av tornar. Av teimum, sum atkvøddu fyri Tjóðveldisflokkinum við seinasta val, ætla út við ein fimting at seta krossin við annan flokk. Sam- bandsflokkurin stendur hinvegin til at fáa umleið fimtan prosent av sínum atkvøðum frá øðrum flokkum. Hartil kemur, at okkurt bendir á, at tey, ið fara á val fyri fyrstu ferð, kenna seg mest drignar at gomlu heimastýrisflokkunu m, fyrst og fremst Sambandsflokkinum og harnæst Javnaðar- flokkinum VELJARAKANNING Jógvan Mørkøre S a m g o n g u f l o k k a r n i r missa, andstøðuflokkarnir ganga fram Tikið undir einum, so verður tapið hjá samgong- uni, ið sat, eini 6 %. And- støðan tekur seg fram við knappliga 4 prosentum. Munurin upp á 2 % stendst av, at Hin Stuttligi Flokk- urin tekur sín part. Sam- bandsflokkurin stendur til at fáa størstu framgongdina við 2,5 %, Tjóðveldisflokk- urin til størstu afturgongd- ina við 4,3 %. Men Sam- bandsflokkurin fær ikki bara atkvøður. Hann letur eisini nakað. Men hann fær meira, enn hann letur. Tað sama við Tjóðveldisflokk- inum. Hann letur ikki bara, hann fær eisini eitt sindur frá hinum. Tað er bara væl minni, enn tað hann letur. Í kanningini, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin, vórðu tað 2700 veljarar kring alt landið, sum søgdu frá, hvat ið tey valdu seinast, og hvat ið tey ætla at velja á kom- andi vali. Við so stórum taltilfari ber til at gera sær eina mynd av, hvørjar flyt- ingar ætlandi verða millum flokkarnar. Samgongan bløðir út Verður valúrslitið tað sama sum í kanningini, so hevur samgongan, sum sat, bløtt út. Flokkarnir yvirliva, eis- ini teir báðir smáu á miðj- uni, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin, sum tykjast at halda tørn meira ella minni. Men her skal ar- beiðast hart fyri at venda gongdini, skulu teir stóru samgonguflokkarnir gera sær vónir um at koma í samgongu aftan á valið. Tjóðveldisflokkurin stendur til ein rættuligan bakkalóara. 19,4 % í kann- ingini í mun til 23,7 við seinasta val er stór aftur- gongd. Hann bløðir frá fleiri sárum. Mest letur hann til gamla samgongu- felagan, Fólkaflokkin. Góð 7 % av teimum, sum góvu Tjóðveldisflokkinum sín stuðul við seinasta val, boða frá, at hesuferð taka tey Fólkaflokkin framum. Og stóru kappingarneyt- arnir í andstøðuni taka eis- ini sín part. Sambands- flokkurin góð 4 % og Javnaðarflokkurin 3-4. Fólkaflokkurin missur ikki so nógv sum Tjóðveld- isflokkin. Hann stendur til eina afturgongd upp 1 %. Tað kann so skjótt verða broytt til eitt pluss, tað, sum eftir er av valstríðnum. Tað, sum fjarðar út, fer fyrst og fremst til Sambandsflokkin í løtuni. - Ella rættari: ì seinastu viku, tá ið kann- ingin varð gjørd. Eini 5-6 %. Hini tølini eru smá. Andstøðan vind í seglini Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til framgongd og at fáa ein fittan meiriluta á tingi, so teir einsamallir kunnu skipa samgongu. Tað er serliga Sambands- flokkurin, sum fær veljarar frá hinum flokkunum. Mest tekur hann frá Javnaðar- flokkinum, eini 5-6 %. Men tølini eru eisini stór til tað, tá ið tað ræður um stóru samgonguflokkarnar. 4-5 % frá Fólkaflokkinum og 3-4 frá Tjóðveldisflokk-in- um. Javnaðarflokkurin tekur hinvegin eisini fitt frá Sambandsflokkinum, eini 3-4 %. Nakað tað sama frá Tjóðveldisflokkinum, eini 4 %. Og knappliga 2 frá Fólkaflokkinum. Tey ivasomu Nakað av lesull plagar at vera í bólkinum "veit ikki", "blankt" og "ikki á val". Men tað er ikki tað stóra hesuferð. Eini 10 % kanska. Tað merkisverda er, at hesuferð eigur ein flokkur sum Tjóðveldisflokkurin, ið stendur til afturgongd, ikki meira á, enn Sam- bandsflokkurin, sum stend- ur til framgongd. Tað er óvanligt. Av teimum, sum ikki vita, hvar tey skulu seta krossin, eru 15-16 % gamlir sambandsveljarar, meðan 16-17 % eru gamlir Tjóðveldisveljarar. Hinvegin so er tað serligt, at lítil flokkur sum Sjálv- stýrisflokkurin er so væl umboðaður í hesum bólk- inum. 8-9 % av teimum, sum ikki vita, eru gamlir sjálvstýrisveljarar, so her er nakað hjá Sjálvstýrisflokk- inum at fara eftir, vil hann toga seg upp frá teimum 3,7 prosentum, sum er ting- gáttin. Tey yngstu fara til gomlu heimastýris- flokkarnar Ein annar bólkur er somu- leiðis áhugaverdur. Tað er tey mongu, sum fara á val fyri fyrstu ferð. Vit tosa um tey, sum ikki høvdu valrætt seinast, men sum nú sleppa framat at festa kross á blað. Hóast tey ikki eru so mong í samlaðu rúgvuni av svarum, so er vert at hefta seg við, at serliga Sam- bandsflokkurin og Javn- aðarflokkurin tykjast at gera góð hál í hesum bólk- inum. Sambandsflokkurin stendur til at fáa ein fjórð- ing av hesum og Javnaðar- flokkurin ein fimting. Hinir flokkarnir liggja úr einum tíggjundaparti og niðureftir. Hetta er tó tann meira iva- sami parturin av kann- ingini, tí tølini, sum hetta byggir á, eru smá. Men vert er at geva hesum gætur í komandi kanningum, tí her tykist at vera talan um broyting. Higartil hava yngstu veljararnir verið meira drignir at flokkum sum Tjóðveldisflokkinum. Tjóðveldisflokkurin missur til allar hinar og heimastýrisflokkarnir draga ungu veljararnar Fynd – Sosialurin og Føroya Tele Stóru veljarakanningina hevur FYND gjørt fyri Sosialin – í samstarvi við Føroya Tele. Tað eru næmingar úr studenta- skúlanum á Kambsdali og við HF-skeiðið í Klaksvík, sum hava ringt til umleið 3000 fólk Talva 3: Hvør letur til hvønn? (%) Atkvøða sambært kanning Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Hin Stuttligi Flokkurin Blankt / ikki á val Veit ikki Tils. N = Fólkaflokkurin 80,0 5,6 1,6 1,0 1,3 1,3 1,3 0,9 6,9 100,0 552 Sambandsflokkurin 1,2 88,3 3,1 0,4 0,4 0,5 0,7 0,3 5,1 100,0 605 Javnaðarflokkurin 0,9 6,9 82,7 0,5 1,2 0,2 0,3 0,9 6,6 100,0 526 Sjálvstýrisflokkurin 1,8 3,2 10,1 65,5 0,0 0,0 1,6 1,7 16,0 100,0 103 Tjóðveldisflokkurin 7,2 4,1 3,6 1,3 76,7 0,4 0,9 0,3 5,5 100,0 590 Miðflokkurin 8,3 8,3 2,9 0,0 0,0 70,4 3,0 0,0 7,2 100,0 86 Blankt/ikki á vali 3,3 7,9 19,0 0,0 12,7 6,2 0,0 36,6 14,2 100,0 132 Val apríl 2002 Ikki valrætt 9,6 26,4 21,8 6,4 7,5 4,2 2,2 17,9 4,1 100,0 53 Talva 1: Úrslit fyri landið sum heild í veljarakanning samanborið við seinasta løgtingsval. Løgtingsval 2002 Kanning januar 2004 %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. %-býti Valdømisvald Eykavald Vald tils. Fólkaflokkurin 20,9 6 1 7 19,8 5 1 6 Sambandsflokkurin 26,0 7 1 8 28,5 10 0 10 Javnaðarflokkurin 20,8 6 1 7 22,1 8 0 8 Sjálvstýrisflokkurin 4,4 0 1 1 3,9 0 1 1 Tjóðveldisflokkurin 23,7 8 0 8 19,4 4 2 6 Miðflokkurin 4,2 0 1 1 4,1 0 1 1 Hin Stuttligi Flokkurin - - - - 2,1 0 0 0 100 27 5 32 27 5 32 Talva 2: Hvør fær frá hvørjum? Atkvøða sambært kanning Fólkaflokkurin Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýrisflokkurin Tjóðveldisflokkurin Miðflokkurin Hin Stuttligi Flokkurin Blankt/ikki á val Veit ikki Fólkaflokkurin 85,6 4,6 1,7 6,2 1,5 9,0 27,5 9,6 19,3 Sambandsflokkurin 1,4 80,2 3,6 2,9 0,5 3,4 15,2 3,6 15,6 Javnaðarflokkurin 0,9 5,4 82,2 2,7 1,3 1,1 6,3 8,6 17,5 Sjálvstýrisflokkurin 0,4 0,5 2,0 75,0 0,0 0,0 6,0 3,2 8,4 Tjóðveldisflokkurin 8,2 3,6 4,0 8,5 93,1 2,8 19,5 3,1 16,5 Miðflokkurin 1,4 1,1 0,5 0,0 0,0 73,6 9,6 0,0 3,1 Blankt/ikki á vali 1,7 3,4 5,1 4,8 2,7 8,4 5,5 67,0 6,1 Val apríl 2002 Ikki valrætt 0,6 1,1 1,0 0,0 0,9 1,8 10,4 4,8 13,5 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 100,0 N= 519 674 534 90 490 83 30 56 224 C M Y K 11 10