hósdagur 15. januar 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
13
Tá ið peningastovn-
arnir skerja sítt virk-
semi á bygd, rakar
fyrst og fremst tey
eldru. Tey brúka ikki
sjálvvirkandi skipan-
inar, men gerast
tapararnir í rational-
iseringsspælinum hjá
peningastovnunum.
Granskari heldur, at
tey eldru kunnu tí
lætt verða sett á eitt
síðuspor í allari
automatiseringini
AVLEIÐINGAR
Eyðun Klakstein/
Páll Holm Johannesen
Rationaliseringar, automat-
iseringar, sparingar ella
niðurleggingar.
Tað kann kallast so nógv,
men tað er ein sannroynd,
at nógvar føroyskar bygdir
missa alt fleiri av teimum
tænastunum, sum tær hava
fingið frá eitt nú peninga-
stovnunum og postverkin-
um.
Upplatingartíðirnar ger-
ast styttri, og deildir verða
lagdar niður.
Týsdagin gjørdist tað
greitt, at Føroya Sparikassa
rýmir úr fimm bygdum aft-
urat, og tað er fyrst og
fremst tey eldru, sum koma
at svíða.
– Hetta rakar ikki meg so
meint persónliga, tí eg
brúki sjálvvirkandi skipan-
ir, og tað gera nógv ung og
vinnulívið annars, men eg
eri sera keddur um, at tað
eru fyrst og fremst tey
eldru, sum koma at svíða
fyri, at peningastovnarnir
nú eru farnir úr bygdini,
sigur Niels Olgar Joensen,
sum er vinnulívsmaður í
Sandavági.
Har verður deildin hjá
Føroya Sparikassa stongd
hálvan februar. Føroya
Banki hevur latið sína deild
aftur, og nú stúra tey fyri, at
posthúsið eisini fer at
stongja.
Einki eftir í Hósvík
Í Hósvík hava tey longu
verið gjøgnum alla myll-
una. Har lat Føroya Banki
aftur fyri rúmari tíð síðani,
og í fjør var lykilin snarað-
ur um á posthúsinum fyri
seinastu ferð.
1. apríl í fjør minkaði
Føroya Sparikassi eisini um
sínar upplatingartíðir, og
seinastu tíðina hevur bara
verið opið seinnapart hós-
dag.
– Vit fara ikki at merkja
tað so nógv nú, at Føroya
Sparikassi skal lata aftur.
Fyri nógv av okkum lat
sparikassin aftur fyri einum
ári síðani. Hesa seinastu
tíðina hevur sparikassin
havt so lítið opið, at tað
hevur bara verið ein viðfán-
ingur av eini deild, sigur
Heini Holm, bygdarráðs-
formaður í Kvívík.
– Og ja, tað er eingin ivi
um, at tað eru fyrst og
fremst tey eldru í bygdini,
sum koma at merkja spar-
ingarnar.
Vænta at annað fer
Á Skála hava tey framvegis
bæði posthús og deild hjá
Føroya Banka, sum hevur
opið hálva tíð, men um ein
mánað fer Føroya Spari-
kassi, sum hevur havt opið
fulla tíð og hevur havt nógv
viðskiftafólk, av Skála.
Sparikassin hevur tó deild á
Strondum.
Í Skopun missa tey eisini
deildina hjá Føroya Spari-
kassa, men har hava Post-
verkið og Føroya Banki
framvegis deildir.
– Vit stúra ikki fyri nøkr-
Tey eldru á bygd mugu svíða
Kvívíkar kommuna
flutti fyri trimum
árum alt sítt virksemi
til Føroya Sparikassa,
tí peningastovnurin
hevði deild í bygdini.
Í fjør fór kommunan
retur til Føroya
Banka
FLYTINGAR
Eyðun Klakstein
Tá ið Heini Holm gjørdist
borgarstjóri
í
Kvívíkar
kommunu
fyri
trimum
árum síðani, fekk hann
skjótt fundarboð frá Føroya
Sparikassa.
– Teir vóru sum svidnir
køttar og vildu hava komm-
ununa, sum altíð hevði
brúkt Føroya Banka, at
skifta til Føroya Spari-
kassa. Teir vístu á, at spari-
kassin hevði deild í bygd-
ini, og tí átti kommunan
eisini at brúka sparikassan,
greiðir Heini Holm frá.
Úrslitið var eisini, at Kví-
víkar kommuna flutti úr
bankanum og í sparikassan,
men tað vardi bara í tvey ár,
so fór kommunan retur.
– Eftir at Føroya Spari-
kassi valdi at skerja virk-
semið í Kvívík so nógv, at
tað bara var opið ein
seinnapart
um
vikuna,
fluttu vit aftur til Føroya
Banka. Eg føldi meg snýtt-
an av sparikassanum, sigur
Heini Holm.
Og nú Føroya Sparikassi
fer úr Kvívík, heldur borg-
arstjórin, at júst tað verður
ikki stóra bakkastið. Tað
var longu fyri einum ári
síðani, tá ið sparikassin
minkaði um upplatingartíð-
irnar, so at tænastan varð
nógv skerd.
Kvívíkar kommuna
flutti – og flutti
um, men vit kunnu næstan
rokna við, at okkurt annað
fer at lata aftur í bygdini
eisini, siga fólk í Skopun,
sum vit hava tosað við.
Í Hósvík hava tey ikki
verið so forkelað við deild-
um. Har hevur einki post-
hús verið, og Føroya Banki
hevur heldur ikki verið í
bygdini. Tey hava bara havt
deild hjá Føroya Spari-
kassa, men hálvan februar
verður hon burtur.
Tey eldru á síðuspori
Gestur Hovgaard, sum er
granskari á Granskingar-
deplinum fyri Økismenn-
ing, heldur, at borgararnir
hava tørv á teimum tænast-
um, teir einaferð fáa boðið.
Verða tænastur niðurlagdar
er uppgávan at finna aðrar
hættir at loysa trupulleikan.
– Heimagreiðslur eru ein
møguleiki at loysa trupul-
leikan, men tað er lítið at
ivast í, at slíkar skipanir eru
serliga ætlaðar teimum
ungu. Tað kann tí væl hugs-
ast at verða tey eldru, sum
fáa størstu trupulleikarnar
av niðurleggingum, heldur
hann.
Hann leggur afturat, at
fleiri eldri fólk hvørki eiga
teldu ella bil og hava tí
rættiliga
avmarkaðar
møguleikar at fara úr bygd-
ini.
– Tey eldru kunnu tí lætt
verða sett á eitt síðuspor í
allari
automatiseringini,
sigur Gestur Hovgaard.
Neyðugt stig
Føroya Sparikassa heldur,
at sparingarátakið, sum nú
er gjørt, varð neyðugt.
Sjálvvirkandi
skipanir
gera, at brúk er fyri færri
fólkum. Nú brúka fólk í alt
størri
mun
gjaldskort,
HeimaGreiðslu
og
HeimaBanka, og sambært
Føroya
Sparikassa
eru
manuellu
avgreiðslurnar
minkaðar við næstan einum
triðingi eftir fýra árum.
– Vit skulu ikki tosa uttan
um. Í teimum bygdunum,
har vit hava havt deildir,
sum nú skulu lata aftur,
rakar tað bygdarfólkið.
Men samstundis mugu vit
siga, at støðan er ikki so
nógv øðrvísi í hesum bygd-
um enn aðrastaðni. Tað eru
nógvar bygdir, sum onga
deild hava havt, og býrt tú
eitt nú í høvuðstaðnum, so
kanst tú hava langan veg til
nærmasta peningastovnin,
sigur Bjarni Olsen, stjóri í
Føroya Sparikassa.
– Eg skilji væl sjónar-
miðið, at tað eru tey eldru,
sum koma at merkja spar-
ingarnar best, men eisini
tey hava alternativar møgu-
leikar. Vit vilja hjálpa teim-
um at finna loysnir. Tey
kunnu senda okkum flyt-
ingarnar ella koyra til eina
aðra deild. Tey eldru kunnu
eisini brúka sjálvvirkandi
skipanir og gjaldskort, og
kanska skulu tey eisini
venja seg við at gera tað.
Stjórin í Føroya Spari-
kassa heldur, at samfelagið
er broytt nógv bara upp á fá
ár.
– Internetið er alt meira
útbreitt, samferðsluviður-
skiftini eru betur, og tað
sama er við samskiftinum.
Tí mugu vit eisini fyrihalda
okkum til hesar broytingar,
og samanumtikið hava vit
nógv fleiri tilboð til okkara
viðskiftafólk, enn vit áður
hava havt, sigur Bjarni
Olsen.
Samfelagsgranskarin
Gestur Hovgaard
væntar, at fleiri og
fleiri tænastur verða
miðsavnaðar í
framtíðini. Hetta
kemur serliga av øktu
samskiftismøguleik-
unum, sum ger tað
lættari hjá stovnum
at rationalisera sín
bygna. Í hesum
sambandi eggjar
hann føroysku
kommunum til at
finna sonevndar
millumloysnir
UPPSAGNIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Skopun, Sandavágur, Kví-
vík, Hósvík og Skála. Hes-
ar bygdir verða allar um
miðan februar uttan ein
Føroya Sparikassa. Í Degi
og viku týskvøldið løgdu
fólk úr Sandavági ikki
fingrarnar
ímillum,
og
vístu sína stóru ónøgd við
avgerðina hjá stjórnini í
Føroya Sparikassa um at
niðurleggja deildina í bygd-
ini. Aðrastaðni í blaðnum
kann lesast, at hinar bygd-
irnar eisini ilskast um nið-
urleggingarnar.
Gestur Hovgaard starvast
dagliga á Granskingar-
depilinum fyri økismenn-
ing í Klaksvík. Vit hava
spurt hann um hvørjar
avleiðingar niðurleggingar
av ymiskum tænastum hava
fyri føroyska bygdasamfel-
agið.
Miðsavnan
Gestur greiðir frá, at rákið
rundan um okkum vísir, at
økjandi
automatisering
elvir til eina miðsavnan av
tænastum. Hann leggur
afturat, at tænasturnar í dag
gerast minni og minni
persónligar hjá borgar-
unum.
– Tað er einki at ivast í,
at lokalir stovnar hava
stóran týdning fyri eina
bygd.
Hóast
tað
er
harmiligt at stovnar lata
aftur, so kunnu privatir
stovnar ikki binda seg at
hava opið í einum ávísum
øki. Í hesum førum tosa við
um ein fíggjarstovn, sum
skal lúka hørð krøv um at
bera seg fíggjarliga. Er
støðan hon, at tað ikki
loysir seg fíggjarliga at
hava ymsar deildir, hevur
stovnurin møguleika at lata
deildir aftur, sigur Gestur
Hovgaard.
Gestir vísir á, at gongdin
í bæði Danmark og Noregi
hevur verið, at øktu sam-
skiftismøguleikarnir geva
fyritøkum í dag munandi
betri møguleikar at ration-
alisera sína bygna. Hann
væntar, at verður talan eitt
veruligt bakkast fyri før-
oysku vinnuna, er ikki
óhugsandi, at vinnulívið í
Føroyum í størri mun fara
at ganga somu leið.
Aðrar millumloysnir
Samfelagsgranskarin innan
økismenning heldur, at
verða tænasturnar í størri
mun miðsavnaðar, er tað
av stórum týdningi, at
kommunurnar finna nakrar
øðrvísi millum loysnir.
Hann sigur at kommun-
urnar kring landið kunnu
krevja av einum privatum
stovni at teir hava deildir á
bygd, tí tað er ikki uppgáv-
an hjá einum privatum
stovni.
Hann eggjar tí kommun-
um at fara til verka og finna
fram til øðrvísi loysnir í
teimum økjum, har tænast-
ur verða niðurlagdar. Hann
sigur, at kommunurnar
verða noyddar at nýta sítt
hugflog til at finna hesar
millum loysnir
Gestur nevnur eitt dømi um
eina loysn í eini bygd í
Noregi.
Bygdin
hevði
hvørki ráð til posthús ella
frisør, og tí tók einasti
frisørurin í bygdini sakina í
egnar hendur og samtvinn-
aði eina frisør salong og eitt
posthús undir somu lon.
Samfelagsfrøðing-
urin, Bogi Eliasen,
væntar, at uppsagn-
irnar í Føroya Spari-
kassa verða óivað
nýttar í valstríðnum.
Hann heldur kortini
tað er týdningar-
mikið, at uppsagn-
irnar ikki verða yvir-
tulkaðar, tí ein stovn-
ur hevur fullan rætt
at fremja rationaliser-
ingar
SPARIBUMBA
Páll Holm Johannesen/
Eyðun Klakstein
Eina viku áðrenn løgtings-
valið slepti Føroya Spari-
kassi eini bumbu.
16 fólk verða koyrd til
hús og 5 bygdadeildir
stongja.
Almenna hugsanin hevur
í eina tíð verið, at búskap-
arliga støðan í landinum
ikki longur er so góð, sum
hon hevur verið, og ser-
frøðingar halda seg síggja
onkur
vandasker
fyri
framman.
Føroya Sparikassi tví-
heldur um, at átakið hjá
teimum í hesu vikuni var
neyðugt og eitt úrslit av
vanligum rationalisering-
um.
Men tað er skjótt, at fólk
halda seg hoyra ekkó frá
fyrra partinum av 1990'un-
um, tá ið peningastovnarnir
eisini søgdu nógvum fólk-
um úr starvi.
Spurningurin er so, um
sparingarátakið hjá Føroya
Sparikassa kann fáa ávirk-
an á løgtingsvalið týsdagin.
Møguligt trýst
Samfelagsfrøðingurin,
Bogi Eliasen, heldur, at
sparibumban hjá Føroya
Sparikassa kann møguliga
tulkast sum trýst á politikk-
ararnar. Hann rør fram-
undir, at stovnurin hevur
fleiri ferðir gjørt vart við
ringu støðuna í alivinnuni,
sum Føroya Sparikassi hev-
ur sett nógvan pening.
Hann leggur tó dent á, at
hetta er bert ein giting.
Bogi sigur seg kortini
vænta, at Føroya Sparikassi
hevði boðað frá í frágreið-
ingini at tað var ringa støð-
an í alivinnuni, sum gjørdu
at 16 vórðu koyrd úr starvi,
um teir veruliga vildu
leggja trýst á politikkararn-
ar.
– Almenna frágreiðingin
hjá Føroya Sparikassa er, at
sparingarnar eru gjørdar
orsaka av rationalisering-
um. Stovnurin tekur virkis-
búskaparlig atlit og ikki
politisk atlit, og tí eigur
stovnurin ikki at hugsa um
at val er í hondum, sigur
Bogi Eliasen.
Líta aftur á
Spurdur, um nakar politisk-
ur flokkur fær ágóðan av
sparibumbuni hjá Føroya
Sparikassa, svarar Bogi
Eliasen, at føroyski veljarin
óivað hugsar um nógvu
sparingarnar í føroyska
fíggjarheiminum fyrst í
nítiárunum, har nógv fólk
vóru søgd úr starvi í pen-
ingarstovnum.
– Fólk seta tí møguliga
spurningin um kreppa nú er
á veg aftur og harvið hugsa
um
møguligar
kreppu-
loysnir til t.d alivinnuna
ella um lærdómurin frá 90
árunum skal vera, at polit-
iska skipanin skal halda seg
burtur, greiðir Bogi Eliasen
Bogi Eliasen vísir á, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
greiðast
vinnupolitiska
boðskapin í valstríðnum,
meðan
Fólkaflokkurin,
Sambandsflokkurin
og
Javnaðarflokkurin útihýsa
ikki, at politiska skipanin
fer inn at veita eina hjálp-
andi hond.
– Tað er torført at siga
um nakar einstakur flokkur
fær ágóðan, men kanska
tað nøkur gerast meira
afturhaldsinnað viðvíkjandi
trúnni á ein sjálvberandi
føroyskan búskap. Eitt nú
fekk Sambandsflokkurin
stóra framgongd á valinum
í 1994, men ansast skal
eftir, at hetta ikki verður
yvirtulkað, tí Sparikassin
skal taka vinnulig atlit og
hevur grundgivið fyri at tað
eru rationaliseringar og
ikki ein møgulig kreppa í
føroyska fíggjarheiminum,
hóast hetta óivað verður
brúkt í valstríðnum sein-
astu viku, greiðir Bogi
Eliasen frá.
Eingi politisk atlit
Føroya Sparikassi heldur
ikki, at peningastovnurin
skal taka politisk atlit.
– Vit hava als ikki tikið
politisku støðuna við í
okkara meting, og tað skulu
vit heldur ikki gera, sigur
Bjarni
Olsen,
stjóri
í
Føroya Sparikassa.
Hann vil ikki gera sær
metingar um, hvørt spar-
ingarátakið hjá sparikass-
anum kann fáa ávirkan á
løgtingsvalið, sum verður
hildið komandi týsdag.
– Onkur vildi kanska
sagt, at um vit høvdu bíðað
við hesum til eftir valið, so
høvdu vit eisini borið okk-
um skeivt at. Men soleiðis
hugsa vit ikki. Vit skulu
ikki spæla politikarar, men
útilokandi hugsa um at reka
sparikassan á skilabesta
hátt, og tað gera vit uttan at
taka politisk atlit, sigur
Bjarni Olsen.
Finnið millumloysnir
Sparibumba mitt í
valstríðnum
Granskari heldur, at tað er hugsandi, at tað verða tey eldru, sum fáa størstu trupulleikarnar av sparingunum hjá peningastovnunum. Stjórin í Føroya Sparikassa heldur, at tey eldru eisini kunnu brúka sjálvvirkandi
skipanir
Mynd: Jens Kristian Vang
Samfelagsgranskarin, Gestur Hovgaard, eggjar føroyskum kommunum til at finna øðrvísi loysnir
í samband við at fleiri og fleiri tænastur verða fluttar til miðstaðarøkið
– Vit skulu ikki spæla
politikarar, men útilokandi
hugsa um at reka
sparikassan á skilabesta hátt,
og tað gera vit uttan at taka
politisk atlit, sigur Bjarni
Olsen, tá hann verður
spurdur um sparibumban fer
at ávirka úrsltitið av
løgtingsvalinum
C
M
Y
K
13
12