hósdagur 15. januar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 - 15. januar 2004
15
15
14
Nr. 9 - 15. januar 2004
Fáa ikki útflutt feskan fisk
Nú tað ikki ber til at
avskipa feskfisk
mánakvøld síðani
flutningsfeløgini hava
niðurlagt hesa tæn-
astu er støðan sam-
bært Føroya Fiska-
sølu ótolandi – sam-
stundis eru nýggir
aktørar á veg inn á
flutningsmarknaðin.
ÚTFLUTNINGUR
Búi Tyril /
PRnewsMedia.com
Hóast tað ongantíð hevur
verið so stórur kapasitetur á
flutningsmarknaðinum
millum Føroyar og útheim-
in sum nú, so er kreppa
íkomin millum útflytarar av
feskum fiski síðani flutn-
ingsfeløgini hava lagt niður
túrarnar
mánakvøld
til
Skotlands. Alt bendir á at
fiskaútflytarar kunnu ikki
liva við hesum skerjingum í
atgongdini til marknaðirnar
og trýstið er stórt á
flutningsfeløgini um at taka
uppaftur tær niðurløgdu
tænasturnar.
– Hetta her kunnu vit
snøgt sagt ikki liva við,
sigur Árni Arge, stjóri á
Føroya Fiskasølu.
– Útflutningurin av fesk-
um fiski er grundleggjandi
fyri okkara virksemi; talan
er jú um feska matvøru og
hetta krevur í minsta lagi
tvær avskipingar, um ikki
tríggjar, um vikuna.
Samstundis er kappingin
um farmaflutnings markn-
aðin harðari enn nakrantíð.
Skipafelagið Føroyar, sum
hevði
eina
avskiping
mánakvøld, fekk uttan iva
hitan at kenna frá Smyril
Line og legði hesa tænastu
niður nakað aftan á at
nýggja Norrøna kom upp í
leikin. Nú um ársskiftið
hevur Smyril Line eisini
lagt niður sína mótsvarandi
tænastu og eftir standa
útflytararnir av feskfiski
sum kánus.
– Vit hava noyðst at
leggja nakað um í rutunum
hjá okkum, segði Jóhannes
á Váli, fíggjarstjóri á
Smyril Line.
–
Mánadagsleiðin
til
Skotlands var ikki nóg
lønsom og samstundis hava
vit fingið integrerað Seyð-
isfjörðin betur alt árið.
Útlitini í alivinnuni hava
eisini ávirkað, viðgongur
Jóhannes á Váli.
– Við atliti til støðuna í
alivinnuni so duga vit at
síggja at útlutningurin av
laksi kemur at vera mun-
andi minni nú enn hann
hevur verið; hetta er eisini
ein partur av okkara rokni-
stykki.
Vit finna eina loysn
Fiskasølan vónar at Skipa-
felagið ella Smyril Line fer
at taka uppaftur sína rutu
mánakvøld, men er sam-
stundis til reiðar at taka av
tilboðum frá øðrum. Og
okkurt er eftir øllum at
døma við at henda.
Eitt er at Samskip eru í
ferð við at starta eina
nýggja rutu millum Eystur-
landið, Immingham og
Rotterdam, har Tórshavn
sum liggur mitt á leiðini
eisini verður tikin við. Enn
er tó einki sum bendir á at
hetta fer at hjálpa hvat við-
víkur spreiðing av avskip-
ingum í vikuni.
Síðani ljóðar eisini at ein
annar íslendingur hesa tíð-
ina hevur verið í kontakt
við vinnuna fyri at fáa eitt
skip í sigling millum Tvør-
oyri og Scrabster.
Eitt triðja evni hevur
eisini
ljóðað
sambært
Fiskasøluni.
– Fáa vit ikki Skipa-
felagið ella Smyril Line at
taka uppaftur mánadags
rutuna ella okkurt mótsvar-
andi so finna vit aðrar
møguleikar, segði Árni
Arge.
– Vit ivast ikki í at onkur
loysn verður funnin, legði
hann afturat.
– Alt annað er heilt
einfalt ikki til at liva við.
Mynd: Fiskur
Sambært fiskasøluni er tað
ein ótolandi støða, at feskur
fiskur ikki kann sendast av
landinum meira enn eina
ferð um vikuna
Umhugsa
at taka
uppaftur
avskiping
mánakvøld
Síðani
fiskaútflytarar
eru komnir í kreppu
aftan á at Smyril Line
um
ársskiftið
legði
niður
sína
sigling
mánakvøld til Scrabster,
umhugsar Skipafelagið
Føroyar at taka upp
aftur sína avskiping
mánakvøld.
Hendan
tænasta varð løgd niður
nakað aftan á at nýggja
Norröna kom inn á
marknaðin.
– Eg kann einki siga
við vissu og kann tí
heldur einki lova, sigur
Michael
Mikkelsen,
leiðari av operativu eild-
ini hjá Skipafelagnum
Føroyar.
– Men eg kann vátta at
vit umhugsa støðuna í
løtuni og kanna møgu-
leikar og fyritreytir.
-bt
Hvussu eitur tað á føroyskum?
Nýggj føroysk yrkisorðabók
FØROYSKA
MÁLNEVNDIN
Marius Staksberg,
skrivari
Henda spurning munnu vit
mangan hava hoyrt frá
føroyingum. Hvussu ber tað
til, at føroyingar spyrja aðrar
føroyingar henda spurning?
Jóhs. av Skarði hevur eitt
svar: "Málstøðan í Føroyum
er tann, at mong orð, sum
vanliga verða nýtt manna
millum, hava ikki fingið
innivist í bókamáli. Tey
hava, heilt frá tí at áhugin
fyri málinum vaknaði, og
farið varð rættiliga undir at
arbeiða við tí, verið hildin at
vera óføroysk, tó at fólk
yvirhøvur nýttu tey. Føroy-
ingar hava so í málstrevi sín-
um alla tíðina verið tað, vit
kunnu kalla málreinsarar"
(inngangur til Do-fø. orða-
bókina 1961).
Málrøktin í Føroyum hev-
ur eisini umfatað yrkisbók-
mentir, soleiðis at skilja at
fakfólk hava arbeitt við tí
partinum av málinum, sum
hevur við teirra yrki at gera.
Henda siðvenjan er yvir
hundrað ára gomul. Vit
mugu viðurkenna, at arbeið-
ið at menna yrkismálið hev-
ur kanska ongantíð verið so
átrokandi sum í dag, nú al-
heimsgerðin av álvara er
farin at gera um seg. Vit
kenna nøkur av úrslitunum
av alheimsgerðini, t.d. at tað
enska málið breiðir seg
kring allan knøttin og leggur
seg á øki, har tað fyrr ikki
hoyrdi heima. Vit skulu ikki
ræðast enskt, tvørturímóti.
Vit eiga at læra okkum tað
so væl sum til ber. Men har-
umframt eiga vit at læra
okkum føroyskt so væl sum
til ber. Føroyskt livir eina
tilvera saman við øðrum
málum, mest enskum og
donskum. Alneyðugt er at
menna føroyskt, skal tað
ikki verða kollrent av
fremmandamálum. Her má
miðvíst arbeiði gerast við at
víðka ræsurnar fyri føroysk-
um og menna tað á øllum
økjum. Hvussu gera vit tað?
Tað gerst m.a. við, at fak-
fólk - saman við málfólki -
seta seg niður og spyrja seg
sjálv: Hvørjum orðum hava
vit brúk fyri, tá ið vit skulu
tosa um okkara yrki mót-
vegis almenninginum? Tak-
ið verður so í teimum før-
um, har einki føroyskt orð er
tøkt, at fáa tað til vega á
onkun hátt.
Mong munnu kenna navn-
ið Jeffrei Henriksen. Hann
var í mong ár føroysklærari á
læraraskúlanum og limur í
málnevndini. Hann hevur
verið sera íðin á tí málsliga
økinum. Hevur givið nógvar
bøkur út millum ár og dag.
Hann hevur skrivað eina
nýggja yrkisorðabók við
orðum innan fyri mál- og
bókmentaøkið. Útgevari er
Føroyska málnevndin. Hetta
er triðja og nógv tann størsta
bókin, sum málnevndin gev-
ur út. Tær báðar undanfarnu
eru Fólkanøvn og Nøkur
teldorð. Harumframt hevur
málnevndin saman við Før-
oya oljuídnaðarbólki, Olju-
málaráðnum og Føroyamáls-
deildini gjørt ein oljuorða-
lista, sum ikki er útgivin sum
bók, men liggur á heima-
síðuni hjá málnevndini.
Hetta man vera tann
størsta yrkisorðabókin, vit
eiga á føroyskum. Hon er
skipað í tveir høvuðspartar.
Í øðrum partinum verður
víst frá tí fremmanda orðin-
um til tað samsvarandi før-
oyska, og í øðrum partinum
- høvuðspartinum - standa
tey føroysku orðini sum leit-
orð við eini tilvísing til tað
samsvarandi
fremmanda
orðið. Eitt, sum ger hesa
bókina virðismikla er, at
hugtøkini verða skilmarkað
(definerað), og at dømi ofta
eru við, sum vísa orðið í
brúki. Eitt av endamálunum
við orðabókini er at gera
vart við tey føroysku orðini,
sum vit eiga á hesum økj-
um. Men ikki minni týdn-
ingarmikið er eitt endamálið
at fáa í lag eina eintýdda
málnýtslu, tá ið vit tosa um
mál- og bókmentafrøði.
Yrkisorðabókafrøði hevur
sum fremsta endamál at
normera málnýtsluna á tí
einstaka økinum, og fyrsta
boð er: eitt hugtak - eitt orð.
Henda hugmyndin byggir á
tað sjónarmið, at tá slepst
undan miskiljingum.
Bókin er ætlað fólki, sum
arbeiðir innan mál- og bók-
mentaøkið, t.e. fyrst og
fremst innan skúlagátt, bæði
lærarum og næmingum.
Bókin kann nýtast á øllum
skúlastigum. Tað hevur
týdning, at t.d. føroysklær-
arar í barnaskúlanum nýta
bókina, soleiðis at tá ið
næmingarnir koma upp í
framhaldsdeild, miðnáms-
skúla og fróðskaparsetur,
kenna teir hugtøkini við
teimum føroysku orðunum.
Bókin er eisini hent hjá øðr-
um lesandi, ikki minst á lær-
araskúlanum, og hon eigur
at vera ómissandi hjá teim-
um, sum hava føroyskt sum
linjulærugrein.
Orðabøkur líða allar undir
tí vansa, at av tí at málið alla
tíðina er í menning, eru tær
meira ella minni ov gamlar
longu tann dagin, tær koma
út. Hetta er tekin um góða
heilsustøðu hjá málinum.
Innan mál- og bókmentaøki
verður nógv granskað, og tí
koma alla tíðina nýggj
hugtøk og nýggj orð fram.
Henda bókin inniheldur
meginpartin av orðatilfar-
inum, sum er at finna í
føroyskum bókum og ritum
um hesi evni. Hvussu eitur
tað? Ja, tað eigur henda
bókin at geva tær svar uppá.
Bókin er 269 síður til
longdar og kostar 200 kr. í
bókabúðunum.
Føroyska málnevndin
Málstovan
V.U. Hammershaimbsgøtu
16
FR-100 Tórshavn
Tlf. 312397
Faks 352521
T-postur mariuss@setur.fo
Heimasíðan
http://www.fmn.fo
C
M
Y
K
14