hósdagur 15. januar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
17
Týsdagin tann 13. januar vóru 25 ár síðan Fót-
bóltsamband Føroya varð sett á stovn. Hetta er
ein stór hending, og øll kunnu bert vera samd
um, at týdningurin av FSF ikki kann yvir-
metast. Líta vit aftur á hesi 25 árini, so má
ásannast, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg
ómetaliga nógv. Hesi árini er nógv hent innan
fótbólt og alt, sum hevur við hesa ítrótt at gera.
Vit hava fingið graslíkisvallir og grasvallir, vit
eru komin upp í altjóða fótbóltssamstarv, og
føroyskur fótbóltur hevur fingið altjóða viður-
kenning.
Hetta hendi, tá Føroyar fingu sjálvstøðugan
limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA,
og vit sama ár komu upp í UEFA. Við hesum
vórðu Føroyar viðurkendar sum fótbóltstjóð, og
sigast má, at FSF og føroysku leikararnir hava
gjørt sítt ítarsta til at liva upp til okkara luttøku
í altjóða samstarvinum. Føroyar hava tikið lut í
EM og HM undankappingum. Hugsa vit um
landsins stødd og tilfeingi er tað ikki ov nógv
sagt, at okkara leikarar hava vunnið sær miklan
heiður í nógvum av hesum kappingum. Dyst-
urin í Landskrona setti Føroyar á fótbólts-
heimskortið, og har hevur føroyskur fótbóltur
verið síðan.
Tað eigur í sambandi 25 ára merkisdagin eisini
at verða nevnt, at virksemið hjá yngru lands-
liðunum er í vøkstri og sterkari menning. Hetta
boðar frá góðum fyri framtíðina hjá Føroyum
sum fótbóltstjóð. Eisini kvinnufótbólur er í
sterkari menning og fara vit heilt víst at síggja
stór úrslit á hesum øki í framtíðini.
Tað er einki at ivast í, at FSF eigur ein stóran
part av æruni fyri tí framburði og tí menning,
sum hevur verði føroyskum fótbólti fyri hesi
seinastu 25 árini. Ein slík menning kann bert
verða framd og tryggjað av einum sterkum og
vælskipaðum felagsskapi við góðari leiðslu.
Danir hava eitt orðatak, ið ljóðar nakað
soleiðis: "Æres den, som æres bør." Tað er
eingin ivi um, at FSF eigur stóra tøkk og stóran
heiður uppiborið frá føroysku tjóðini. Leikarar
okkara hava gjørt. Føroyar kendar um allan
heim fyri tað góða. Leikarar, venjarar, FSF
leiðslur og fyrisiting hava verið góð umboð fyri
Føroyar. Hetta eiga landsins myndugleikar at
viðurkenna og at taka til eftirtektar og eiga at
stuðla fótbóltinum av øllum alvi. Vit ynskja
FSF til lukku við merkisdegnum og góðan byr
framyvir.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fótbóltssambandið 25 ár
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Meinhard Jacobsen
Undirritaði varð boðsendur
til at koma við í eini send-
ing í Útvarpi Føroya. Evni,
ið skuldi umrøðast, var
kappingarførið hjá flaka-
vinnuni á landi.
Her má verða komin mis-
skiljing í, tí nakrar við-
merkingar.
Í sendingini vísti undir-
ritaði á, at á Føroya Fiska-
virking (FFV) eru vit glað
fyri okkara starvsfólk og
avrik teirra.
Við at økja um brutto-
kostnaðin við tí ferð, ið
hevur verði tey seinastu 6
árini, verður hetta at seta so
stór krøv til effektivitetin á
útflutningsvinnuni,
at
henda ikki verður kapping-
arfør. Tá ið kappingarførið
er fokið, fara arbeiðspláss-
ini at hvørva, og torført
verður at finna onnur ar-
beiðspláss (2.000 - 3.000)
ístaðin.
Av hesi orsøk er neyðugt
við at meta um skipanina
einaferð enn. Hvussu vit
kunnu kappast við onnur.
Tað verður ferð eftir ferð
ført fram, at lønarhækkan-
inar eru uppetnar av kostn-
aðar -hækkanum (skatti,
dýrari vørum og avgjøld-
um). So hesin leistur sær
ikki út til at hava givið gott
úrslit.
Tað,
sum
sendingin
segði, var, at lok má leggj-
ast á lønarvøksturin fyri alt
samfelagið - bæði alment
og privat.
Umráðandi er, at starvs-
fólkini ikki minka í realløn,
(tí eins og sagt í Degi og
Viku 05-01-2004 "okkara
starvsfólk fáa ikki ov
mikið"). Reallønin kann
vaksa við einum skatta- og
avgjaldslætta.
Fyri útflutningsvinnuna
er tað ikki líka mikið um
reallønin veksur við bruttu-
lønarvøkstri ella við skatta-
og avgjaldslættan. Har er
tað ein spurningur um lív
ella deyð.
Fyri starvsfólkini er tað
líkamikið. Eisini hevði
hjálpt um innlendisveitarar
og
almennar
tænastur
høvdu verði altjóða kapp-
ingarførar.
Víst var á, at kostnaðar-
støðið ikki bert er verka-
fólkið, men at tey oftast
koma aftast í røðini, tá
talan er um løn.
Tað almenna hevur økt
sera nógv um virksemi
bæði við íløgum og umsit-
ing. Hetta hevur elvt til, at
nógv fólk eru farin til tað
almenna og aðrar ikki- út-
flutningsvinnur.
Lønar-
trýstið er fyrst og fremst
komið frá hesum. Hetta
trýst hevur einki við fiska-
prísir, kappingarføri, valuta
v.m. at gera.
Í sendingini varð víst á,
at við verandi gongd sær
ikki gott út við kappingar-
førinum. Sagt var, at til
verandi
kostnaðarstøðið
arbeiða nærum allir føroy-
ingar ov seint til gera seg
galdandi
í
kappingini.
Hetta er galdandi fyri øll
arbeiði og øll fólk alment
sum privat.
Hetta sjónarmiðið førdi eg
fram, og tað standi eg við.
Í Føroyum er tað so, at
starvsfólkini í útflutnings-
vinnuni eru tey einastu, ið
verða máld upp á sín
effektivitet og eru helst tey,
ið arbeiða mest fyri sína
løn.
At ein ikki arbeiðir fyri
sín kostnað, skal skiljast
soleiðis, at um tú skalt út-
flyta vørur virkaðar í Før-
oyum, so er kostnaðurin her
ov høgur samanborið við
okkara grannar, fyri at okk-
ara vørur kunnu kappast
við teirra.
At trupulleikar eru við
kappingarførinum er rættu-
liga sjónligt, við tað at
flakavirkir liggja still, með-
an stórar nøgdir av óvið-
gjørdum fiski fara av land-
inum.
Hvussu skjótt skal ein
føroyingur
arbeiða
við
verandi kostnaðarstøði, fyri
at kostnaðurin fyri vøruna
skal verða tann sami sum
fyri ein granna ella útlend-
ing ?
Í flakavinnuni sær nøkur-
lunda soleiðis út:
1 Føroyingur skal arbeiða
tað sama sum :
Ca. 1,5 Íslendari.
Ca. 1,9 Breti.
Ca. 50 Kinverjar.
Hetta er veruleikin.
Sí tekning!
Støðan lýst sum kapprenn-
ing millum grannar.
Hvør liggur best fyri ??
Hevur føroyingurin nakr-
an møguleika ??.
Um vit ikki klára hesa
ójøvnu
kapping,
hevur
hetta einki við dugnaloysi,
leti ella ikki at vera góð
arbeiðskraft at gera. Hesar
grundgevingar geva ikki
meining.
Undirritaði hevur sagt og
sigur, at á FFV eru vit væl
nøgd við okkara starvsfólk
og teirra arbeiði. Talan er
um eitt gott avrik, men at
byrðarnar, ið nú verða lagd-
ar á starvsfólkini, eru nær-
um órealistiskar at klára.
Spurdur, um FFV heldur
vilja hava útlendingar enn
føroyingar, svaraði undir-
ritaði, at vit vilja hava kvik-
ar hendur til arbeiðis, helst
føroyingar, og um vit ikki
kunnu fáa nokk av føroy-
ingum, so mugu vit innflyta
tað, sum manglar í. Á FFV
hava vit góðar royndir við
føroyingum.
Á FFV er ikki kannað,
hvør er kvikari føroyingar
ella útlendingar. Hetta hev-
ur ikki verði aktuelt og
verður tað heldur ikki. Her
verða øll starvsfólk við-
farin eins.
Undirritaði er stjóri á
FFV og hevur ábyrgdina av,
at fyritøkan gongur væl, og
at starvsfólkini hava tað
gott, og henda ábyrgd verð-
ur ikki løgd á onnur.
Gingið verður út frá, at
Ingeborg og aðrir fak-
felagsleiðarar eisini eru
áhugaðir í, at arbeiðspláss-
ini verða støðug og góð
gjøgnum komandi torførar
tíðir. Tí verður sagt frá, at
verandi gongd í samfelag-
num má broytast soleiðis at
hetta verður møguligt.
Nýggjárssendingin / Ingeborg
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Herfyri vórðu 11
starvsfólk á Føroya
Fiskavirking á Tvør-
oyri heiðraði. Felags
fyri tey øll var, at tey
høvdu arbeitt á
virkinum í 25 ár ella
meira
Onkur var við frá byrjan í
1975, tá virkið lat upp
undir navninum Tvøroyrar
Flakavirki. Í 1993 bleiv
virkið yvirtikið av Føroya
Fiskavirking.
Starvsfólkini fingu blóm-
ur og ymsar gávulutir úr
silvuri. Menninir fingu
manchettknappar og kon-
urnar fingu hálsband og
okkurt annað.
Mánadagin 26. januar
til sunnukvøldið 1.
februar verður Grøn
Vika á Hotel Norð.
Seinasta kvøldið
verða verður
fyrilestur, har læknin
frá væl umtóktu
sendingini "Lægens
bord" luttekur
Tíðindaskriv
Eins og fleiri ferðir seinnu
árini skipa Sámal & Tór-
harda Bláhamar fyri Grøn-
ari viku. Hesaferð verður
Grøna vikan á Hotel Norð.
Umleið 400 føroyingar
hava luttikið á Grønari viku
gjøgnum árini. Grønu vik-
urnar hava verið ávíkavist á
hesum støðum: Hotel Vág-
um, Hotel Borg & Hotel
Føroyum og á Runavíkar
Sjómansheimi.
Hesaferð er matskráin frá
nýggjastu matbókini Lætt
& Leskiligt eftir Jóhonnu á
Tjaldafløtti og Elisabeth
Akursmørk.
Matgerðina
stendur
Hotel Norð fyri.
Kostnaður fyri hvønn er
kr. 3.750,00 fyri alla vik-
una.
Íroknað er: Matur, fyri-
lestur við »Lægens bord«,
gisting í dubultkamari.
Eyka kostnaður fyri eina-
kamar er kr. 1.000,00
Tilmelding fer fram á tlf.
31 43 53 & 31 55 05.
Ella á e-mail:
torharda@post.olivant.fo
Grøn vika og »Lægens
bord« á Hotel Norð
Føroya Fiskavirking:
Starvsfólk á Tvøroyri heiðraði
Fyri jól 2003 bleiv Benny
Ejdesgaard í Havn settur
sum leiðari í mótahandlin-
um Deres í SMS.
Benny hevur arbeitt sum
sølumaður í ymiskum fyri-
tøkum sum t.d. hjá Frants
Restorff og Damfar. Eisini
arbeiddi hann sum sjálv-
støðugur í nøkur ár.
Síðan nýggja Norrøna
kom, hevur hann arbeitt
sum shop-manager um-
borð, til hann nú tók við
sum leiðari í Deres.
Benny sigur at leiðara-
starvið í Deres er ein
spennandi uppgáva. Deres
er ein donsk handilsketa,
sum hevur handlar í fleiri
londum.
Fólkini eru frá vinstru: Niels Pauli Thomsen, Elisabeth Kambskarð, Esther Jacobsen, Mortina
Samuelsen, Kim Thomasen, Joan Eidesgaard, Napoleon Nolsøe, Jonna Mortensen, Anton
Johannesen, Johan Øster og Jóannes Petersen
Benny Ejdesgaard:
Nýggjur leiðari í mótahandlinum Deres
Benny Ejdesgaard saman við starvsfólkunum í Deres. Tær sum arbeiða í handlinum eru f.v. Ansa Strøm, Marjun Hansen og
Hildigerð Priess
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagurin
15. januar. Maurus, deyður umleið 550. Var
næmingur hjá tí mæta kleysturhøvdinga Benadikti úr
Nursia, og fylgdi honum eftir sum abbati. Navnið
merkir blámaður.
William Heinesen varð føddur hendan dagin í 1900
og andaðist á Grækarismessu í 1991.
80 ÁR
Í dag, 15. januar verður Steingrím Poulsen, Skopun 80 ár.
Vælkomst verður hjá soninum, Borgartún 3, Argir.
C
M
Y
K
17
16