hósdagur 15. januar 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
19
Tá ið Jóhan í Kolla-
firði klárar seg betur
enn seriøs og skilagóð
valevni, sigur tað
nógv um støðuna.
Øssur Winthereig
avdúkaði bæði flokk-
arnar og miðlarnar
sjálvar
TINGHELLAN - VAL
2004
Kári á Rógvi
Valsendingarnar
Sjónvarp Føroya valdi til
hetta valið at skipa val-
sendingarnar øðrvísi enn
higartil. Valevnini úr ymsu
valdømunum fingu tvey
høvuðsevni at røða um, og
síðan stóð ein einsamallur
sjónvarpsmaður
fyri
at
spyrja kontantar og skjótar
spurningar.
Føroyingar eru vanir við
valfundir, har valevnini
sleppa at halda stuttar røður
eftir egnum tykki. Ógvu-
liga ymiskt er, hvussu tað
liggur fyri hjá fólki at
leggja fram. Ein søga er um
valevni í Eysturoynni, sum
stilla upp fyri Framburðs-
flokkin á sinni. Kjartan
Mohr floksformaður sendi
honum eina skrivaða røðu
at lesa upp. Hesin so gjørdi,
og tá ið hann kom til eitt
serliga væl skrivað brot í
røðuni, hugdi hann upp og
segði: "og hatta haldi eg
eisini sjálvur!".
Á valfundum hava val-
evnini skifst um at hildið
røður, skift orð sínámillum
og ofta eisini svarað spurn-
ingum frá veljarum.
Útvarp og síðani sjón-
varp tóku henda siðin upp.
Valevnini skrivaðu sær (ella
læntu) smáar røður. Floks-
formenn og aðrir odda-
fiskar dystaðust ella svar-
aðu spurningum.
Men, nú var liðugt við tí.
Nú skuldu valevnini í øllum
valdømunum uppá hálvan
annan minutt greiða frá
einum evni, sum sjónvarps-
maðurin hevði valt. Síðani
vórðu tey forhoyrd við
somu góðsku og vælvild,
sum tá lektor Blomme
hevði ein ringan dag.
Smæðin og avbrotin
Valevnini vóru tey nógvu
illa sperd. Óvon at leggja
fram alment, við hvør síni
røðu í lummanum, sum
Øssur snipst kvetti av.
Liðugt var við orðaskifti
millum
valevna.
Øssur
hølvaði tey av. Vallyfti og
útsagnir vórðu vend á
høvdið og valevnini kravd
at standa til svars.
Fyri hvørt evni, sum varð
tillutað einstaka valdømin-
um, slapp ein "vanligur"
persónur at greiða frá síni
støðu. Hesin persónur slapp
í sínum egna umhvørvi við
sínum egnu orðum at
greiða
frá.
Afturímóti
skuldu valevnini kroystast
inn í ein ókendan karm, har
tey máttu siga sum mest
meðan minutturðið tikkaði,
og Øssur ótolin bíðaði.
Mong valevni, enntá ver-
andi politikarar, vinnufólk
og fólk kend úr felagsvirk-
semi, hugdu niður, meðan
tey lósu upp eitt ov langt
upprit. Tey
vóru
sera
ótrygg, og nógv teirra vóru
ikki at kenna aftur.
Spurningarnir fullu sum
byrsuskot
og
valevnini
fingu nóg illa orðið upp,
fyrr enn tey vórðu avbrotin
og spurd uppaftur. Valevn-
ini sluppu ikki at seta dag-
skránna og sluppu ikki at
dystast sínámillum.
Ein vaskektað gøla
Øssur Winthereig er blað-
mannahetja í hesum døg-
um. Við bókini um at skjóta
journalistin hevur hann tala
Roma mitt ímót og víst seg
sum órædda kempu hjá tí
óhefta statsvaldinum.
Í síni tíð var ein kabarett,
ið nevndist kreppukaba-
rettin. Tey hermdu eftir
Øssuri, sum vant seg upp
um hvørt smámál og stað-
festi aftur og aftur, at hetta
var ein "vaskektað gøøøla".
Fyri mær at síggja var
hetta ein gløgg eygleiðing.
Heldur enn at upplýsa og
og kunna okkum hyggjarar,
so leitaði Øssur eftir gølum
undir hvørjum steini. Tað
ráddi um søguna, vinkulin,
ikki høpið, orsøkir og um-
støður.
Bókin um at skjóta jour-
nalistar hevur somu brek.
Hóast nøkur poeng um,
hvussu politikarar skylda
uppá journalistar og nøkur
avdúkandi skjøl, so megnar
bókin ikki neyvt at greiða
frá, hvat hendi í teim ymsu
málunum og seta tað inn í
rætta høpið. Tað er ringt at
síggja, hvussu "søgurnar" í
bókini eru grundaðar á tær
nevndu keldurnar; og tað er
rættiliga vist, at fólk við
akademiskari
skúling
høvdu aftrað seg við at latið
frá sær eitt verk skipað og
dokumenterað verk á henda
hátt.
Skilafólk ella
Professionel.
Tað er júst høpið – saman-
hangurin - sum manglar í
valsendingunum. Valið er
ikki bert ímillum flokkar og
einstøk valevni. Valið er
eisini ímillum hvat slag av
politikarum, vit vilja hava.
Skulu umboðini vera
skilafólk, álitisfólk, sum
hava klárað seg í verki og
tikið prógv frá lívsins
skúla? Ella vilja vit heldur
hava miðlavand, professio-
nel umboð, ið duga at
venda sær í einum aðal-
ráði?
Føroyska siðvenjan er at
velja áhugupolitikarar. Ofta
kenna veljararnir fleiri av
valevnunum persónliga ella
av umtalu. Hesi valevni eru
kend úr kommupolitikki,
áhugafeløgum ella øðrum
høpi sum veljarin kennir.
‘Konseptið’ hjá SVF var
til tey professionellu. Ó-
hefti miðilin skal ikki vera
ein forlongdur armur hjá
lýsingarfyritøkum,
jour-
nalisturin skal annað enn
halda mikrofonini. Valevni,
sum eru von at sleppa at
hugsa seg um, og politik-
arar, sum vanliga sleppa at
viðgera málini í frið og
náðum, skuldu nú ígjøg-
num kryvjimaskinuna hjá
SVF og uppá staðið fáa
roknistykkið at passa.
At velja tvey evni til
hvørt valdømi gjørdi eisini,
at ringt var at síggja mun á
flokkunum. At spyrja um
heilsuverk í Norðoyggjum
førir sjálvsagt við sær, at øll
valevnini markera sín stuð-
ul til Klaksvíkar Sjúkrahús,
umframt at tey endaðu inni
á so tekniskum evnum
akslakirurgi. At spyrja um
umhvørvið í Eysturoynni
førdi á sama hátt til semju
um SEV-útbyggingar.
Sendingin um Suður-
streym hevði onki við Suð-
urstreym at gera. Mytan
tyktist verða váttað um, at
veljarin
í
Havn
velur
landspolitikarar, meðan tey
á bygd velja lokalpolitik-
arar. Men, høvdu tey spurt
valevnini í Suðurstreymi
um
sjúkraviðgerðin
á
landssjúkrahúsinum ikki
kundi verið flutt til Klaks-
víkar, tá tunnilin kemur,
ella um Strandferðslan ikki
kundi ligið í Suðri, so
høvdu tey ivaleyst víst seg
líka so lokal sum tey á
bygd.
‘Fokus á valdømini’ vísti
seg ikki at vera rætta vøru-
heitið. Valskipanin byggir
á, at tað er bæði rætt og
rímiligt at veljarin sleppur
at velja sær umboð so nær
at sær sjálvum, sum til ber.
Tølini vísa enntá, at ver-
andi valdømi eru størri enn
veljarin kundi hugsa sær. Í
Eysturoynni t.d. fara at-
kvøðurnar
sjálvdan
úr
bygdarlagnum. Størri val-
dømini eru, meiri lokalt
noyðist veljarin at atkvøða.
At fáa nakrar hálvkvaldar
viðmerkingar til landsmál,
ella staðfest at summi mál
eru felags fyri øll upp-
stillaði
í
valdøminum,
hjálpti neyvan veljaranum
at taka støðu.
Tíðindamaðurin vísti seg
aftur sum professionellan at
seta fram spurningar, men
sum amatør at seta fokus á
samansett og torfør evni.
Veruligt fokus á valdømini
hevði borið í sær at kanna
nærri støðuna hjá valdøm-
unum demografiskt, vinnu-
ligt og politiskt, og síðan
samanbera tað vil valskráir
og vallyfti.
Men, lat tað vera sagt.
Politikararnir hava ikki
játtað
kringvørpunum
pengar til slíka uppgávu.
Flokkarnir
Føroyar eins og danska rík-
ið hava eina stutta demo-
kratiska søgu. Upprunaliga
var tað hildið at vera í stríð
við stjórnarskipanina at
fólksins umboð skipaðu seg
í flokkar og bundu seg til
annað enn til sína egnu
samvitsku og síni egnu
vallyfti. Leingi átalaði ting-
formaðurin á fólkatingi, at
røðarar vístu til nakran
flokk.
Sjálvt um einstaku flokk-
arnir í summum tíðar-
skeiðum og innan summi
spurningar,
hava
havt
greiðar støður og politiskar
pakkaloysnir, so er tað
framvegis millum persónar
at veljarin velur.
Hetta samspælið ímillum
flokkar og valevni riggar
ikki nóg væl. Sendingin hjá
SVF er helst ein fráboðan
um tíðina, ið kemur. Val-
evni og flokkar mugu duga
at svara spurningum stutt
og uppá standandi fót, duga
at hyggja inn í rætta kame-
raið, velja rætta slipsið og
tosa miðlamál.
Stóri feilurin hjá flokk-
unum er, at teir ikki finna
sær valevni í nóg góðari tíð
og skúla og fyrireika tey.
Øðrumegin
mugu
tey
tryggja sær kunnleika til
politisk og samfelagslig
evni og viðkomadi førleikar
at vera við í tingarbeiði.
Hinumegin mugu tey læra
seg at klára seg í smørtum,
stuttmintum miðlum.
Snøgt sagt mugu skila-
fólk, eins og ítróttafólk
seinastu árini, gerast halv-
professionell. Flokkarnir
mugu fáa fleiri pengar at
arbeiða við og mugu út-
búgva skilafólk at klára seg
í politisku fyrstu deild.
Sjónvarp Føroya Fólks
Flokkar og valevni vóru
ikki fyrireikaði uppá hesa
mylnuna, og SVF kundi
sum skattafíggjaður miðul
havt sæð tað sum part av
síni public service uppgávu
at verið við í politisku før-
leikamenningini og kunnað
eitt sindur betur um kon-
sept og teknikk. Men, part-
ur av trupulleikanum er
sjálvsagt,
at
løgtingið
hvørki vil játta nóg mikið
til kringvørpini ella flokk-
arnar.
Meðan bæði flokkar, val-
evni og miðlar eftir Fokus-
sendingarnar tykjast sum
amatørar, veksur bara vald-
ið hjá lobbyistum, nørdum
og embætisverki.
Fokus á floksevni
Mynd: Sjónvarp Føroya
Lærarin og virkisráð-
gevin, Bergur Godt-
fred, kallar stílin hjá
Øssuri Winthereig og
Sjónvarp Føroya fyri
revolvarajournalistik.
Um rákið heldur
áfram, missa vit inni-
haldið, og fokus verð-
ur sett á formin, held-
ur hann. Um hetta er
ein skeiv gongd ella
ikki, vil hann tó ikki
siga nakað um, men
hann leggur dent á,
fjølmiðlarnir mugu
gera sær sín leiklut
greiðan
VALSENDING
Kristian E. Andersen
kristian@sosialurin.fo
- Tað snýr seg um at skjóta
skjótt frá mjødnini. Tískil
kallast hatta revolvarajour-
nalistikkur, sigur Bergur
Godtfred, lærari og virkis-
ráðgevi, um nógv umrødda
stílin hjá Sjónvarp Føroya
og Øssur Winthereig í val-
sendingunum herfyri.
Bergur Godtfred greiðir
nærri frá hesum og sigur, at
mann í sendingunum vil
hava eitt ávíst svar uppá ein
ávísan spurning, og tað
gevur uppaftur minni pláss
fyri argumentum. Meira
verður hugt eftir, hvussu
valevnini klára seg í for-
midlingini, og um tey klára
at standa ímóti tí trýsti, sum
er, tá mann ferðast í einum
miðli, mann ikki er vanur
við.
Bergur Godtfred heldur,
at hatta rákið ikki er so
modernað longur í granna-
londum okkara.
– Hatta var modernað í
londunum rundan um okk-
um fyri nøkrum árum síð-
an. Men har er mann farin
eitt sindur frá tí aftur. Í
Føroyum tekur tað dik á seg
nú, sigur Bergur Godtfred
Sín leiklut greiðan
Bergur Godtfred er samdur
við teimum, sum halda, at
nógv nýggj valevni hava
havt
trupulleikar
við
revolvarastílinum.
– Rættiliga nógv hava
klárað seg rættiliga illa.
Hinvegin hevur Øssur ikki
hjálpt teimum. Spurning-
urin er so, um tað er upp-
gáva hansara, greiðir ráð-
gevin frá.
Bergur Godtfred vil ikki
siga nakað um, revolvar-
journalistikkurin er ein
skeiv gongd ella ikki, men
hetta við at definera upp-
gávur, heldur hann vera av-
gerandi. Hann heldur, at
Sjónvarp Føroya má gera
sær sín leiklut greiðan, ser-
liga nú tað er valstríð, um
tað vil vera miðilin, sum
formidlar ein boðskap uttan
at ávirka hyggjaran, ella um
tað vil vera ein miðil, sum
ávirkar hyggjaran.
– Um hatta er ein skeiv
gongd, veit eg ikki. Tað
veldst um, hvat tað er, sum
mann vil. Miðilin má gera
sær greitt, hvør uppgáva
hansara er. Vil hann ávirka
ella vil hann ikki ávirka.
Og so má hann fortelja
teimum, sum koma í sjón-
varpið, hvat tað er, hann
vil. Trupulleikin er, at part-
arnir ikki vita, hvørji krøv
og væntanir, teir seta hvørj-
um øðrum. Tá tað er greitt,
kunnu teir møtast í einum
felags formi og sleppa
undan at fara skeivir av
hvørjum øðrum, vísir Berg-
ur Godtfred á.
Virkisráðgevin vil vera
við, at tá valevnini og
politikkarnir er vorðin til-
vitað um hesi krøv og hesar
væntanir, sum miðilin setir
teimum, eigur tað at vera
gjørligt hjá teimum at fara
út og leita sær vitan og
ráðgeving, um hvussu tey
betur kunnu føra seg fram í
fjølmiðlunum, nú tað ikki
snýr seg so nógv um argu-
mentir longur.
Ráð til flokkarnar
Um rákið heldur áfram,
verður fokus sett á formin,
og vit missa innihaldið.
Hetta sæst longu í valsend-
ingunum, sum hava verið,
heldur Bergur Godtfred
– Hóast nógv klára seg
illa, hava summi klárað seg
væl, og tað er týðiligt at
hetta eru fólk, sum eru von
við formin sum t.d. fjøl-
miðlafólk, sigur Bergur
Godtfred.
Framyvir vera teir ym-
isku flokkarnir noyddir at
fáa sær eina fjølmiðlaætlan
til vega, um teir vilja klára
seg í hesum rákinum.
– Fyrst og fremst mugu
flokkarnir ásanna, at øll eru
ikki líka góð til alt. Summi
hava servitan innan eitt, og
onnur hava servitan innan
okkurt annað. Tí muga
flokkarnir gera sær eina
fjølmiðlaætlan og velja fólk
út, ið hava servitan innan
hetta
økið.
Flokkarnir
kunnu so taka fjølmiðla-
fólki út til júst ta uppgávu
at taka sær av fjølmiðl-
unum undir valstríðnum,
sigur Bergur Godtfred, sum
millum annað hevur undir-
víst í samskiftis- og lýsing-
arsálarfrøði, at enda.
Politisku floksskriv-
ararnir hava ymiskar
uppfatanir av stílin-
um hjá Øssuri
Winthereig og fram-
førslunum hjá um-
boðum teirra í val-
sendingunum hjá
Sjónvarp Føroya
herfyri
VALSENDING
Kristian E. Andsersen
kristian@sosialurin.fo
Uppfatanirnar hjá teimum
ymisku floksskrivarunum
eru ymiskar, tá tað snýr seg
um nógv umrødda stílin hjá
Øssuri Winthereig og fram-
førsluna
hjá
umboðum
teirra í valsendingunum hjá
Sjónvarp Føroya herfyri.
Onkur heldur, at Øssur
Winthereig als ikki fór illa
við teirra nýggju, óroyndu
valevnum. Onkur heldur, at
tað ikki kann vera meining-
in, at summi umboð vóru
bebbarædd í sjónvarpinum.
Og onkur heldur, at teirra
umboð kláraðu seg fínt og
vóru væl fyrireika.
Lagaligur vertur
Svein Askildsen, floks-
skrivari Miðfloksins, er
ikki samdur við teimum,
sum siga, at Øssur Winth-
ereig fór illa við teimum
nýggju, óroyndu valevnun-
um.
– Sjónvarpsverturin var
lagaligur
móti
teimum
nýggju, óroyndu valevnu-
num. Hann gav teimum ein
møguleika. Tað er rætt, at
hann var harður móti
summum, men tað snúði
seg meira um tey royndu,
garvaðu valevnini. Og tað
er í lagi. Tað eiga tey at
tola, leggur Svein Askild-
sen afturat.
Dámdu ikki stílin
Floksskrivari Tjóðveldis-
floksins, Áki Andreasen, er
ein teirra, sum heldur, at
Øssur Winthereig var alt ov
harður við valevnini.
– Hatta var ein sjáld-
samur stílur. Vit eru ikki
glaðir fyri hann. Tað gekk
ov skjótt. Fólk fingu ikki
møguleika at svara. Vit
vóru ovfarnir. Vit høvdu
ikki væntað, at fólk fóru at
vera bebbarædd á skíggjan-
um. Tað kann ikki vera
meiningin,
sigur
Áki
Andreasen.
Áki Andreasen heldur
annars, at hatta er rák, sum
mann ikki kann seta seg
ordiliga upp ímóti. Sjón-
varp Føroya roynir at gera
tað so undirhaldandi og
áhugavert sum gjørligt, og
tað skulu teir eisini hava
loyvi til, men onkuntíð má
mann tala at eisini.
– Sjónvarp Føroya má
hava loyvi til at gera tað so
undirhaldandi og áhugavert
sum gjørligt. Fólk mugu jú
ikki gerast troytt av poli-
tikki og politikkarum, men
hinvegin er neyðugt at tala
at, tá tað fer út á eitt síðu-
spor, sum tað gjørdi í hes-
um
føri,
greiðir
Áki
Andreasen frá.
Fín framførsla
Steintór Jacobsen, ein av
tveimum
floksskrivarum
Fólkafloksins, skilir ikki
ordiliga tosið um, at val-
evnini kláraðu seg illa. Í
hvussu so er ikki, tá tað
snýr seg um Fólkafloksins
umboð.
– Okkara umboð kláraðu
seg heilt væl. Tey vóru væl
fyrireikað,
og
svaraðu
kontant og konkret uppá
spurningarnar. Meira er
ikki at siga um hasar send-
ingarnar, sigur hann við
Sosialin.
Valevni klár
Uttan at seta nøvn á, skilir
floksskrivari
Sambands-
floksins, Helgi Abraham-
sen, væl trupulleikan í, at
summar framførslur ikki
vóru av teimum bestu.
Hann sigur, at orsøkirnar
liggja í, at konseptið í send-
ingunum var bygt rundan
um tey einstøku valdømini,
og at valið bleiv útskrivað í
úrtíð, og tískil var tíðin til
at fyrireika vallistan knøpp.
– Konseptið í sendingini
snúði seg millum annað um
lokalpolitik. Í summum
valdømum sleppa einans
fýra fólk á vallistan, og av
teimum skulu tvey í sjón-
varpið. Tá er tað trupult at
finna tvey, sum eru von við
og duga at føra seg fram í
hesum miðli. Vit kundu
sjálvandi havt fyrireikað
tey til tað, men tíðin var so
sera knøpp, vísir Helgi
Abrahamsen á.
Spurdur um, hví flokk-
arnir ikki hava valevni klár,
hóast val ikki er, soleiðis at
flokkarnir sleppa undan at
fara at leita eftir valevnum,
hvørja ferð val verða út-
skrivað í úrtíð, sigur hann,
at tað hevur hann hugsað
um, og tað er nakað tey í
flokkinum áttu at arbeitt
við framyvir.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa fatur á floks-
skrivara Javnaðarfloksins
og
Sjálvsstýrisfloksins,
áðrenn blaðið fór til prent-
ingar.
Ósamdir floksskrivarar
Skot frá mjødnini
Bergur Godtfred, lærari og virkisrágevi, sigur, at fjølmiðlarnir mugu gera sær sín leiklut greiðan
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
19
18