hósdagur 15. januar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 9 - 15. januar 2004
– Tað kann ikki koma
óvart á flokkarnar í ár
2004, at sjónvarpið
hevur ein týðandi
leiklut í valstríðnum,
sigur Øssur Winther-
eig, sjónvarpsvertur,
ið er ovfarin av, at
flokkarnir ikki hava
fyrireikað síni fólk
betur til valstríðið og
at koma á sjónvarps-
skíggjan
VALSENDING
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
Øssur Winthereig, tíðinda-
maður í Sjónvarpi Føroya,
hevur stýrt nøkrum av val-
sendingunum við harðari
hond. Hann stóð fyri send-
ingunum úr teimum sjey
valdømunum, og eitt, sum
eyðkendi hesar sending-
arnar var, at fleiri av val-
evnunum vóru ógvuliga illa
fyrireikað til hesar sending-
arnar.
– Tað, sum eg undrist
stórliga á, er, at tað kemur
óvart á teir føroysku flokk-
arnir í ár 2004, at sjónvarp-
ið hevur ein týðandi leiklut
í einum valstríði. Hetta
kundi møguliga verið til-
felli í 1984 ella 88, men
tíðin er komin at ásanna,
hvussu týðandi sjónvarpið
er í hesum døgum, sigur
Øssur Winthereig.
– Tað kann tó vera eitt
sindur órættvíst fyri summi
valevni, at tey ikki duga
serliga væl at hyggja inn í
eina linsu og ikki kenna seg
væl í eini sjónvarpsstovu.
Har skuldu flokkarnir rætt
og slætt tikið seg saman og
fingið professionell fólk at
læra valevnini at føra seg
fram í sjónvarpinum. Tey
blíva kanska ikki líka góð
sum John Sigurd í Degi og
Viku, men tað hevði gjørt
stóran mun, sigur verturin
fyri valsendingarnar.
Hann heldur, at tað skal
vera tann politiski boð-
skapurin, sum telur, men
soleiðis er ikki altíð, tá
valevnini skulu føra seg
fram í sjónvarpinum, har
framførslan og sjónleikurin
eru minst líka týðandi sum
boðskapurin.
Illa fyrireikað
– Í teimum fyrstu send-
ingunum var tað ógvuliga
eyðsýnt, at valevnini ikki
høvdu væntað at verða
spurd uppaftur fleiri ferðir
um eitt nú fígging, og
hvussu tey ætla at seta
ymsar ætlanir í verk, sigur
Øssur Winthereig, tá hann
verður spurdur um valsend-
ingarnar.
Hann sá tó eina broyting í
framførslunum hjá valevn-
um eftir tær fyrstu tríggjar
sendingarnar. Tá aftraðu
valevnini seg við at koma
við uppáhaldum og ætlan-
um, sum tey ikki kundu
argumentera ella grund-
geva fyri. Valevnini vandu
seg við spælireglarnar so
hvørt.
– Eg haldi sjálvur, at eg
fór væl við teimum nýggju
valevnunum, og tað var
tilætlað frá mínari síðu.
Men tað verður ongantíð
okkara ábyrgd at fyrireika
valevni til eina valsending.
Tað má vera uppgávan hjá
flokkunum, slær Øssur fast.
Hann leggur tó afturat, at
valevnini fingu eina stutta
vegleiðing, áðrenn send-
ingin fór í luftina.
– Vit vistu heldur ikki,
hvussu hesar sendingarnar
fóru at rigga, men mín
leiklutur gjørdist kanska
størri enn væntað, av tí at
fleiri valevnini komu við
løgnum pástandum, sigur
Øssur Winthereig.
Evnisvalið kundi
verið øðrvísi
Sjónvarpsverturin ásannar,
at valið av evnum til tær
ymsu
valsendingarnar
kundi verið øðrvísi. Hann
vísir eitt nú á, at tað var
heldur óheppið, at politik-
arar
úr
Norðoyggjum
skuldu kjakast um sjúkra-
húsið í Klaksvík, og at val-
evni úr Sandoy tosaðu um
farleiðina millum oynna og
meginøkið.
– Har skuldu vit møgu-
liga havt lyft kjakið uppá
eitt landspolitiskt støði frá
byrjan av, sigur Øssur
Winthereig um tær nógv
umtalaðu sendingarnar úr
teimum sjey valdømunum.
Øssur Winthereig, sjónvarpsvertur:
Sjónvarpið er ein
týðandi partur
av valstríðnum
Øssur Winthereig hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, og nógv kjak
hevur verið um, hvussu hann hevur stýrt valsendingunum úr valdømunum.
Hann heldur, at flokkarnir skuldu havt fyrireikað síni valevni nógv betur
Mynd: Jens Kr. Vang
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall
Øll hava eina góð
óða s
a íðíðu
- pop.fo hevur 100
hevur 100
C
M
Y
K
21
20
Mat-
seðilin
Hósdagin 15. jan:
Kalvafrikassé &
Skinkusnitsel
Fríggjadagin 16. jan:
Beefsteak &
Svínakamb
Leygardagin 17. jan:
Rullusteik
Mánadagin 19. jan:
Medistarpylsa &
Stroganoff
Týsdagin 20. jan:
Sheppards pie &
Stoktan fisk
Mikudagin 21. jan:
Høsnarungi í asparges
& Búff Lindstrøm
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 22,00
Maxiburgari ella
Búffsandwich 30,00
Matstovan
í Hoyvík