hósdagur 15. januar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
23
50% TALA - 50%
OYRA = 100%
Nita Næs
valevni Javnaðarfloksins
í Suðuroy
Vit hava demokrati í Før-
oyum. Demokrati merkir
fólkaræði. Ì hesum land-
inum skulu vit øll hava
ræði. Tað eru vit, sum
hava ræði - ikki eg ella tú
- men vit. Ein fortreyt
fyri at VIT kunnu taka
avgerðir í hesum landi er,
at VIT kunnu sam-
arbeiða.
Ì einum valstríði snýr
tað seg eisini um per-
sónar. Tí snýr tað seg eis-
ini um tann einstaka
persónin.Um nakar velur
t.d. at velja meg inn á
ting, so mugu tey eisini
krevja av mær, at eg kann
samarbeiða. Eg skal ikki
koma inn á ting og halda,
at øll hini eru býtt, tí tey
umboða
hinar
býttu
flokkarnar. Eg má har-
afturímóti duga at sígga,
hvat
hinir
flokkarnir
duga væl - og eg má
eisini duga at tora at hava
ta meining, at onkur av
hinum flokkunum dugir
okkurt
betur
enn
Javnaðarflokkinum.
Og hetta tori eg so
sanniliga. Kanska nógv
undrast á hetta. Men hes-
in mín hugburður kemur
ikki av ongum. Tað liggja
tvær sannføringar aftan-
fyri:
1. Hóast tað, at eg haldi,
at eg havi góð politisk
mál, so skuldi tað
verið ótrúligt, um eg
ikki eisini helt, at
onnur sjálvsagt hava
eins góð politisk mál í
sínum tonkum.
2. Javnaðarflokkurin
byggir sína skrá á
menniskajvirði,
á
samband
millum
menniskju .À, at vit
skulu hava tað gott alt
lívsskeið okkara á
fold. At vit skulu vera
nakað fyri onnur.
Gott val øll somul.
Jón Ellendersen
Valevni Sjálstýrisfloksins í
Eysturoy
Meiri pening og fleiri
starvsfólk til røktar-
heimini:
Seinastu
útmeldingarnar
frá starvsfólkinum á røktar-
og ellisheimum kring land-
ið er, at teimum vantar
orku, og tað vil siga, meiri
pening, so tey kunnu geva
teimum gomlu annað enn
bert vask og alraneyðug-
astu røktina.
Vit hava ábyrgd av, at
okkara eldru hava møgu-
leikar fyri einum ríkum
lívi, eisini tá tey eru flutt á
røktarheim. Lívskvalitetur-
in eigur at vera sum
hægstur; møguleikarnir hjá
teimum eldri, sjálvi at velja
hvat tey vilja nýta dagin til
eiga at gerast fleiri og betri,
og tað skal vera møguligt
hjá teimum at fylgja við í tí,
sum hendir í samfelagnum,
eisini menningini.
"Ude af syn, ude af
sind"! ljóðar eitt danskt
orðatak, og hetta man
mangan vera galdandi tá
tað kemur til tey gomlu í
samfelagnum, ikki bert tí
danska, men so sanniliga
eisini tí føroyska. Men
sektin liggur ikki so nógv á
familjuni sum á landsins
myndugleikum, tí tað eru jú
frá
teimum
játtanirnar
skulu koma.
Ístaðin fyri, at játtaninar
vaksa so at røktin batnar og
starvsfólkið hevur møgu-
leikar at geva teimum
gomlu meiri enn bert "vask
og røkt", so minka játtan-
inar, hóast tað, at undan-
farna landsstýri hevur av-
sett nógvan pening til
eldraøkið. Orsøkin er ein-
føld: lønarhækkingar og
príshækkingar hava etið
peningin upp.
Malan Johansen sigur í
grein sínari: "Eg vil búgva í
einum vælferðarsamfelag"
at: Tú kann meta um eitt
vælferðarsamfelag, við at
hyggja at, hvussu samfe-
lagið fer við teimum veik-
astu. Og hyggja vit at før-
oyska samfelagnum, so er
ikki væl statt.
Tað sum eg havi ilt við at
skilja, og foreina meg við
er, at summir politikarar og
leiðarar í almennu fyri-
sitingini ikki hugsa um tey
gomlu sum menniskju, men
sum tøl, eitt mál. Vita tey
ikki, at ein dag er tað teirra
túrur. Munna tey tá fara at
gleðast um sínar egnu rað-
festingar? Neyvan!
Sjálvstýrisflokkurin vil:
- at eisini tey gomlu fáa lut
í menningini
- at tey gomlu hava eins
høgan lívskvalitet sum
restin av fólkinum
- at tey gomlu kunnu liva í
tryggleika, hvønn dag
- at tey gomlu kunnu gleð-
ast um, at eftirkomandi
ættarlið taka sær væl av
teimum
- at tey gomlu ikki skulu
gerast
biddarar
men
krúnan í samfelagnum
Tí vil Sjálvstýrisflokkurin:
- avseta meiri pening til
eldrarøktina
- fáa fleiri fólk í arbeiði á
røktarheimunum
- gera møguleikarnar hjá
teimum eldru, sjálvi at
velja, betri
Tey gomlu duga sjálvi at
hugsa og vita, hvat teimum
tørvar. Ella sum Lasse
Klein einaferð hevur sagt:
Tey gomlu eru gomul nokk
at sjálvi at velja!
Og minst til:
- At gerast gamal er eingin
sjúka el
- At gerast gamal er eingin
skomm
- At
gerast
gamal
er
krúnan á lívsverkinum
X við D = demokratisk
rættindi fyri tey gomlu
Eldraøkið ein íløga - ikki ein útreiðsla 2
Otto West
valevni Sambandsfloksins í
Suðuroy
Okur Suðringar eru troyttir
av at hoyra, nú hava tit
fingið
níggjan
Smyril,
níggja ferjulegu, næstan
eina tunell (berghol) mill-
um Hov Øravík, djúphavn í
Vági og eg veit ikki hvat.
Nei vit hava onki fingið,
hettar er okkara rættur sum
partur av hesum landi, vit
hava sanniliga goldi okkara
part av køkuni, og eiga
sjálvandi part í samfe-
lagságóðum, eiga ikki at
liggja á knæ fyri at fáa okk-
ara part.
Blokkstuðul og aðrir
ágóðar sum falla í okkara
lut, við at vera partur av
danska ríkinum, er eingin
álmussa, nei hettar er okk-
ara rætur, líka so gott sum
tær íløgur, ið lagdar verða
niður í Suðuroy og trúgvi
eg ikki, at nakar føroyingur
vil kalla hesar fyri olmussu.
Nei vit skulu krevja okk-
ara rætt, bæði sum Suðr-
ingar og Føroyingar
Hettar gert tú bara við at
velja ein sterkan sambands-
flokk á ting.
Okur krevja okra rætt
VALGREINAR
Annfinn Brekkstein
valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymoy
Eftir at hava kannað
viðurskiftini hjá Tekniska
Skúla í Havn, eri eg kom-
in til ta niðurstøðu, at
eingin politiskur vilji
hevur verið hjá fráfarnu
samgongu at loysa upp
fyri teimum vánaligu
umstøðum hjá skúlanum.
Sambandsflokkurin
legði fram uppskot á ting
um millum annað at
byggja nýggjan tekniska
skúla í Havn, og var hetta
eitt klokkuklárt uppskot
við fíggingarmøguleik-
um og øllum. Sum sjálvs-
ognarstovnur hevði skúl-
in møguleikar at útvega
fígging sjálvur.
Tá uppskotið kom fyri
tingið, var bert tjóðveld-
isflokkurin ímóti. Men
sum
fráleið
linkaðu
fólkafloksmen í kongun-
um, av tí at trýstið frá
tjóðveldsiflokkinum var
so stórt, og samgongan
skuldi jú bjargast fyri
einhvønn prís.
Tað er bara Sambands-
flokkurin,
sum
vísir
ábyrgd
fyri Tekniska
Skúla í Havn. Fyri vinn-
una hevur ein tíðarhósk-
andi tekniskur skúli sera
stóran týdning, eitt nú um
vit skulu hava okkara
ungdóm útbúnan til tíð-
arinnar krøv frá vinnuni.
Við at skapa góðar
karmar, fært tú ein góðan
skúla, og tað hevur skúlin
uppiborið. Tey, sum ar-
beiða á skúlanum, hava
fleiri ferðir víst á at skúl-
an er ikki tíðarhóskandi
og hølisviðurskiftini ikki
nøktandi. Men tey tosa
fyri deyvum oyrum.
Sambandsflokkurin
sleppur ikki endanum,
men fer at leggja alla
orku í at fáa tekniska
skúlanum í Havn tíðar-
hóskandi umstøður at
virka undir.
Ása Olsen
valevni hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Suðurstreymoy
Málvíst og sakligt arbeiði,
á einum virðiligum støði, er
tað, ið hevur verið við til at
geva bæði okkum sum
felag og annars øllum
eldraøkinum, ein stóran
bata.
Fyri at nevna nøkur mál,
so eru nýggju almanna- og
heilsuútbúgvingarnar eitt
úrslit av málvísum arbeiði,
saman við sakligum sam-
ráðingum við avvarðandi
myndugleikar.
Uppskúling til heilsu-
hjálpara, har heimahjálpar-
ar kunnu nema sær upp-
skúling til heilsuhjálpara
við løn. Í skrivandi løtu
hava 76 heimahjálparar
nomið sær hesa uppskúl-
ing, og eru aðrar 20 undir
uppskúling, og hevur hettar
sjálvandi lyft alla eldra-
røktina upp á eitt nógv
hægri støði. Afturat hesum
eru higartil tveir flokkar av
eitt árs næmingum liðugir,
meðan tann triði flokkurin
er á veg, alt nakað, ið lyftir
alt øki upp.
Heima- og heilsuhjálpar-
ar hava fingið eina sera
góða eftirlønarskipan, bæði
fyri fastlønt og fyri tíma-
lønt starvsfólk, har arbeiðs-
gevarin rindar alla eftir-
lønina, eisini nakað, ið
okkara eldru limir longu nú
fáa ágóðan av. Nú fáa allir
limir felagsins eftirløn, tá
teir fara frá vegna aldur.
Hettar er bert ein lítil
partur av tí, ið vit sum felag
hava verið við til at fáa
uppá pláss fyri okkara lim-
ir.
Tann tíðin, tá gomul og
sjúk vóru send til hús á
náttartíð, orsakað av verk-
føllum á eldraøkinum er av.
Tað eru ivaleyst tey, ið
sakna tann spenningin, ið
tílíkur arbeiðsháttur førdi
við sær, men sum felag við
450 limum, ið allir starvast
innan eldraøkið, hava vit
onki ynski um, at seta tey
gomlu í eina líknandi
støðu, men hava vit allar
størstu virðing og umsorg-
an fyri teimum.
Tað eru úrslitini, ið telja
Tekniska Skúla í Havn
gjørdu teir einki fyri
VALGREINAR
Álit og rættartrygd
á arbeiðs-
marknaðinum
Bergur P. Dam
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
- tað sterka C’ið
Fakfeløgini mugu hava
rættartrygd og medávirk-
an í tíðini, sum kemur.
Mongu sakarmálini, har
Landsstýrið hevur tapt,
prógva at so hevur ukki
verið.
Í rúma tíð hava fak-
feløg verið fyri ágangi
frá landsins stýrið. Ferð
eftir ferð hava fakfeløg
og teirra umboð víst á, at
myndugleikarnir
ikki
virða rættindini hjá fak-
felagsrørsluni. Tað hevur
verið mestsum ein regla,
at landsstýrið hevur roynt
at kroyst avgerðir niður
yvir arbeiðsmarknaðin,
uttan fyrst at finna undir-
tøku frá pørtunum.
Fiskimannafelagið
Føroya Fiskimannafelag
hevur verið í eini røð av
sakarmálum við Fiski-
málaráðið, har felagið
fyri tað mesta hevur
vunnið. Tað tykist sum
Landsstýrið við ljós og
lykt hevur leitað eftir
møguleikum at umtulka
lógarverkið fyri at sleppa
undan
sjálvsøgdum
skyldum.
Dømi um hetta er
sjúkratryggingarmálið
hjá eygleiðarum á rækju-
skipum. Fiskimálaráðið
vildi ikki viðurkenna, at
eygleiðarar - hóast teir
vóru mynstraðir eftir
somu treytin sum restin
av manningini - áttu rætt
til sjúkraviðbót.
Føroya Rættur dømdi
Fiskimálaráðið at tapa og
staðfesti, at Fiskimanna-
felagið hevði rætt í uppá-
haldi sínum, at eygleið-
arar hava fullan rætt til
sjúkraviðbót.
Í FF blaðnum er hetta
mál væl og virðiliga lýst.
Niðurstøðan er at "øll
møgulig og uppfunnin
ivamál hava verið tulkað
til skaða fyri borgaran".
Somuleiðis vísir hetta
mál, at fyrisiting og
málsviðgerð hava verið
merkt av tilvild, vantandi
skjalprógvan og politi-
seran.
Ársverkið
Annað dømi um vánaliga
handalagið - ja beinleiðis
bonsku framferðina - hjá
fráfarandi samgongu, er
málið um ásetaninar av
arbeiðstíðarviðurskiftin-
um hjá lærarunum í
fólkaskúlanum, tað so-
nevnda ársverkið.
Málið snýr seg um
grundleggjandi broyting
av, hvussu arbeiðstíðirnar
í fólkaskúlanum verða
ásettar. Avleiðingarnar av
slíkari umleggjan merkj-
ast í øllum skúlanum - í
arbeiðsuppgávunum,
arbeiðstíðini og í lønini
hjá lærarum.
Tað bar ikki til at røkka
eini semju millum partar-
nar.
Ein
uratkvøðu-
greiðsla millum limirnar
í lærarafelagnum feldi
dyggiliga tað uppskot,
sum lá á borðinum. Men
hóast hetta kroysti lands-
stýrismaðurin skipanina
niður yvir lærararnar og
skúlan. Avleiðingarnar
eru millum annað, at lær-
arar, samstundis sum
teimum er álagt meirar-
beiði, eru farnir fleiri tús-
und krónur niður í løn.
Also - við eini umsit-
ingarligari
fráboðan,
einum dekreti, fremur
landsstýrismaðurin
-
Høgni Hoydal - grund-
leggjandi broytingar í
arbeiðs- og lønarkorun-
um hjá lærarunum. Av
sonnum eitt groft álop á
rættartrygdina hjá einum
starvsbólki.
Her má vend koma í
Javnaðarflokkurin fer í
eini komandi samgongu
at leggja doyðin á at
byggja upp gott álit mill-
um politiska myndug-
leikan og felagsskapirnar
á arbeiðsmarknaðinum.
Fyrisitingin skal verða
eyðkend av virðing fyri
eisini hesum týdningar-
miklu tættunum í demo-
kratisku skipanini.
Við at velja Javnaðar-
flokkin sterkan á ting eru
vit við í uppbyggingini
av
einum
føroyskum
rættarsamfelag.
Eisini rættartrygdini
tørvar C-vitaminir.
Bjarki Mohr
valevni Javnaðarfloksins í
Suðurstreymi
Hvussu - og hví - skulu vit
fara undir at einskilja fyri-
tøkur.
Vit hava í nógv ár hoyrt
ymsar
røddir
viðgerða
hvørt vit skulu einskilja
(privatisera) almennar fyri-
tøkur. Higartil í valstríð-
num hevur viðgerðin av
málinum verið rík uppá
politiskar markeringar, men
tilsvarandi fátæk hvat við-
víkur sakligum og frukta-
góðum viðmerkingum.
Sigast má, at tað er
rættuliga ørkymlandi at
fylgja privatiseringsgongd-
ini. Føroya Landstýri er
vorðin ognari av fleiri av
teim vinnurekandi fyritøk-
unum. Teir eru vornir ogn-
arar, meira av neyð enn
huga.
Vit hava nú haft eitt
longri tíðarskeið við fíggj-
arligum vøkstri. Fleiri av
teim alment áttu fyritøk-
unum hava klára seg val, og
er tað útlit til, at Føroya
Landstýri við einum nøkt-
andi úrsliti, kann sleppa
sær av við nakrar av fyri-
tøkunum. Tó er onki ið
bendir á, at man politiskt
megnar at finna fram til
eina gongda leið.
Ein heppin privatisering,
av teim alment áttu fyri-
tøkunum, forútsetur, eftir
mínum tykki, eina breiða
politiska viðgerð í Løgting-
inum. Viðgerðin eigur at
enda við einari heimild til
Føroya
Landstýri.
Ein
heimild, ið er í trá við tað
Løgtingið kann semjast
um. Men Føroya Løgting
eigur at binda seg til eina
semju, ið røkkur langt útum
komandi valskeið. Tað vil
verða sera óheppi, um man
leggur eina tilvildarliga
kós, ið verður broytt fjóra
hvørt ár. Ella oftari. Tað vil
verða beinleiðis skaðiligt,
skal man gerða sær vónir
um at selja nakrar av
almennu fyritøkunum, sum
eisini má roknast við,
kemur at taka drúgva tíð.
Og so eigur man at seta
niður eitt privatiseringsráð
við
víðum
heimildum.
Ráðið skal, við tilvísing til
Føroya Landstýri, og við
virðing fyri teim politisku
rætningslinjum ið Føroya
Løgting hevur viðtikið,
hava ábyrgdina av at selja
tær fyritøkur man kan
semjast um. Í eitt tílíkt ráð,
eigur man at velja best
egnaðu fólkini, ið vit yvir-
høvur kunnu finna. Í Før-
oyum, og - um neyðugt -
eisini uttan fyri Føroyar.
Royndir við privatisering,
og sølu av stórum fyri-
tøkum er, - av góðum
grundum - ein mangulvøra
her heima á klettunum. Og
eg vil staðiliga ávara ímóti
teirri trúgv, at ein virðis-
brævamarknaður - sum
tann ósjónliga hondin, ið
vit kenna so væl frá teim
økonomisku teoriunum -
vil loysa allar hesar trupul-
leikar.
Og so eigur man, sjálv-
sagt, at taka nevnd og stjórn
í almennu fyritøkunum, við
uppá ráð. Alt annað átti at
verið undrunarvert. Tann
leiðslan, ið Føroya Lands-
stýri hevur litið upp í
hendurnar dagliga raksturin
av almennu fyritøkuni, er
vónandi
ein
nærlagdur
ráðgevi fyri eigarin, um so
er, at man veruliga ætlar at
selja fyritøkuna.
Spurningurin um hví vit
skulu privatisera nakrar av
almennu fyritøkunum kann
fyri nógv tykjast torskiltur -
og tí eisini ræðandi - tá
hesar eru lutfalsliga væl
riknar seinastu árini.
Eg vil gera eina roynd at
varpa ljós á nakrar fyri-
munir við einari privati-ser-
ing - ikki av hugsjónar-lig-
um grundum, men av
praktiskum grundum - ið
kann geva evni til umhugs-
unar.
Í
kreppuárunum
fór
Landsstýri inn við almenn-
um peningi og bjargaði
harvið
stóran
part
av
privatu vinnuni. Sostatt
hava vit øll goldið einaferð
fyri vinnuna, og eru sam-
stundis eigarar av hesari.
Við eigaraskapinum fylgjir
eisini ein vandi - vandin
fyri at missa allan peningin
- um vinnan aftur fer av
knóranum.
Um vit innan hava fingið
ein størri skara av privatum
íleggjarum, hava vit fingið
afturrinda tann pening vit
hava sett í orsakað av
kreppuni. Vit hava eisini
spjat vandan, og tí minka
tapið hjá landinum.
Gerst tað nú neyðugt -
enn einaferð - at fara inn
við almennum peningi til
tess at bjarga vinnuni, so
hava vit, hóast alt, fingið
peningin aftur fyri fyrstu
bjargingina, og koma tí ikki
at gjalda tvær ferðir fyri
somu vøruna.
Tí er tað avgjørt vert at
umhugsa eina skilagóða
privatisering. Men henda
skal gerast við umhugsni -
og skal taka tað tíð, ið er
neyðug - soleiðis at vit øll
fáa sum mest burturúr.
Gerhard Lognberg
Løgtingsmaður og valevni
fyri Javnaðarflokkin í
Sandoyar valdømi
Eg bleiv rættiliga skakkur,
tá ið eg læs grein í bløð-
unum tann 08 januar 2004.
Jú gamaní yvirskriftin var
flot, men verði eg kortini
noyddur, at koma við
rættleiðingum, innihaldin-
um viðvíkjandi.
Tú skrivar, at vit sum
hava umboðað Sandoynna
á tingi seinasta valskeið,
einki hava gjørt fyri at fáa
Teistan, at sigla seinni á
kvøldi.
Her fer tú, so púra skeiv-
ur, og kunnu øll, í hava hug
til tess, fara inn á heima-
síðuna hjá løgtinginum og
síggja hvussu ofta eg havi
rópt hart!, men Julian góði,
tíni egnu hoyrdu ikki!
Eg skal her vísa til eitt
brot úr málinum, sum var
reist á tingi av mær sjálvum
og Rúna Hentze:
Løgtingsmál nr. 114/
2002 Uppskot til samtyktar,
um ferðasamband í Sandoy.
"….Harafturat ger tað lítla
fólkagrundarlagi, at ikki er
grundarlag fyri, miðnáms-
og hægri útbúgvingum,
fjølbroyttum kvøldskúlatil-
boðum, mentanar- og frí-
tíðartilboðum. Ein stórur
partur av hesum tørvi
kundi verið nøktaður, um
ferðasambandið var betri,
t.v.s. um ferjan sigldi long-
ur út á kvøldið…".
Hetta uppskot hevði drúgva
viðgerð í tinginum. Tú
kann eisini fara inn á
heimasíðuna hjá løgting-
inum og hoyra mína røðu
hesum
viðvíkjandi.
Eg
kann vísa á, at eg eisini
setti fyrispurningar um
hetta sama mál bæði, 22
januar- og 16 januar 2003.
Til tína misnøgd um
sambandi við bussarnar á
gomlurætt, og í Skopun,
kann eg bara siga, at eg eri
púra samdur við tær, og
havi eg eisini rópt hart, um
hesi vánaligu viðurskifti.
Saman við løgtingsumboð-
unum og borgarstjórunum
fyri Sandoynna, havi eg
stríðst fyri, at betra um
busskoyringina í oynni,
men viðurskiftini eru langt
frá nøktandi. Niðurstøðan
má verða tann, at ov líti av
peningi verður játta til
Strandferðsluna, í øllum
førðum, kann ein siga, at
samgongan, hevur sovi í
tímanum, hvat ferðasam-
bandinum til og í Sand-
oynni viðvíkur.
Men góði tú, soleiðis
hevur gongdin verði í hes-
um málum, og at fólk eru
ósamd ella klandrast, jú tað
gongur mangan harliga fyri
seg í tinginum, og í poli-
tikki sum heild. Ein og
hvør berjist fyri síni hugs-
an.
Eg kendi bara, at tað var
neyðugt at rætta hesa mis-
skiljing og vísa á, hvat eg
havi gjørt hesum málum
viðvíkjandi, meðan eg havi
sitið í anstøðu. Annars, alt
tað besta í valstríðnum.
Rættleiðing til Julian
Einskiljing av føroyskum fyritøkum
C
M
Y
K
23
22