hósdagur 15. januar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 9 - 15. januar 2004
VALGREINAR
Nøkur aðalmál
Terji Rasmussen
valevni sjálvstýris-
floksins í Suðurstreymoy
Musikkskúlin skal hava
meira at arbeiða við.
Sum nú er, er bíðilistin til
tær ymsu instrument-
valgreinirnar alt ov lang-
ur. At áhugin er so stórur
millum børn og ung er at
gleðast um. Men um
hugurin skal vara, mugu
vit smíða meðan jarnið er
heitt og bera so í bandi,
at møguleiki eisini verð-
ur hjá teimum at menna
seg á ljóðførinum. Hetta
skal eisini síggjast sum
ein íløga í tað føroyska
tónleikalívið.
Arbeiðast skal fram
ímóti at fáa spælistøð
kring landið upp at
standa. Hetta skulu vera
støð, har tónleikurin er í
miðdeplinum. T.v.s. tón-
leikararnir skulu sleppa
at spæla teirra egna tón-
leik, líkamikið hvørja
sjangru tosað verður um.
Hetta er eisini við til at
menna tónleikararnar og
sjálvan tónleikin. Eg
haldi tó, at hetta er eitt
kommunalt mál, men
landið eigur eisini at
geva sítt fíggjarliga íkast
til endamálið.
Almannaverkið
skal
vera munadyggari. Hetta
kann møguliga gerast við
at umskipa ta bulmiklu
miðfyrisitingina, soleiðis
at
peningurin
rennur
betur út í økini, har hann
er ætlaður.
Tey ungu undir 18 ár,
sum ikki megna at fóta
sær í samfelagnum, eiga
at fáa fleiri møguleikar
fyri viðgerð. Hetta eru
børn og ung við psyko-
sosialum trupuleikum.
Alt hetta virksemi eigur
at fara fram í høv-
uðstaðarøkinum av tí
einfaldu orsøk, at tað er
her tað sindrið av eksper-
tisu, sum er á umráðnum,
finst.
Tá ið tørvur er á víðari
viðgerð, eftir at tey eru
vorðin 18 ár, eigur hetta
eisini at kunna lata seg
gera. Sum nú er, er als
einki tilboð til henda
bólkin.
Barna- og ungdóms-
psykiatri skal setast í
verk sum skjótast. Tað
líkist ongum, at vit senda
hesi fólk av landinum,
har eingin av teirra
nærmastu er at vera um
tey.
Føroyar eiga at gerast
meira
sjálvbjargnar.
Sjálvstýrisleiðin eigur at
halda fram, men umráð-
andi er, at øll í landinum
hava tað gott á leiðini.
Bert á henda hátt ber til
at fáa fjøldina við í til-
gongdini, og tað er jú
hóast alt fólkið, sum í
seinasta enda avger fram-
tíð Føroya.
Umhvørvið má og skal
setast í hásæti. Kyoto-
sáttmálin eigur at verða
settur í gildi sum skjót-
ast. Aðrar orkukeldur
eiga at verða kannaðar.
Upplýsing um, hvussu
vanligi borgarin aktivt
kann taka lut í at av-
marka dálkingina, eigur
at verða sett í verk, og tað
eigur at fáa avleiðingar,
tá fyritøkur av vansketni
elva óneyðuga dálking.
Fosturtøkulógin eigur
at verða dagførd. Tað
skal gevast størri rúmd
fyri kvinnuni í eini
komandi dagføring av
lógini. Samstundis eiga
vit tó eisini, at styrkja um
upplýsing og duga betur
at hjálpa mammuni, tá
barnið er komið í verð-
ina.
Tá foreldur hava átt
børn fyrr sum eru tikin
frá teimum, eiga vit at
gera skjótt av og syrgja
fyri at nýfødda barnið
fær ein líkinda upp-
vøkstur.
Tá tosið snýr seg um
skrásett parlag, eru fólk
ofta skjót at rópa upp um,
at eingin samkyndur eig-
ur at verða vælsignaður
av presti. Men tað er jú
als ikki tað, málið snýr
seg um. Tað eigur at vera
upp
til
kirkjuna
at
avgera. Skrásett parlag
snýr seg bara um, at tvey
av sama kyni, ið eru góð
við hvønn annan, skulu
kunna fáa pappír uppá at
teir ella tær hava somu
rættindi mótvegis hvørj-
um øðrum sum øll onnur,
ið búgva saman. Hetta
skal vera teimum væl
unt.
Tekur tú undir við
hesum
sjónarmiðum,
eigur tú at seta kross við
eitt av valevnum Sjálv-
stýrisfloksins.
Hvør kann? D kann!
Arni Abrahamsen
valevni Miðfloksins í
Eysturoynni
Nýliga bleiv sendingin
Reyðargullið send í SVF,
hetta var ein frálík sending,
sum Zacharis Hammer
hevði lagt til rættis. Í hesi
sending blivu vit enn eina-
ferð mint á, hvønn týdning
tað hevur fyri samfelagið,
at tað finnast persónar, sum
hava dirvi og árræði at fara
undir nýggjar vinnur.
Hvat var okkara samfelag
uttan persónar sum John
Dam, Eiler Jacobsen, Kjøl-
bro og nógvar aðrar? Allir
persónar, sum hava havt
ómetaligan stóran týdning
fyri okkara vinnulív og út-
flutning. Ein týdningur,
sum ikki kann metast í
pengum.
So nógv sum vit virðis-
meta hesar persónar, reisa
standmyndir og uppkalla
vegir eftir hesar menn, so
kann ikki sigast, at sam-
felagið annars ger nógv fyri
at fremja íverksetanar-
hugin. Tað er á ongan hátt
lætt í dag at fara undir
nakað nýtt. Tað er nógv
ymiskt, ið skal fáast uppá
pláss - ikki minst um fígg-
ing skal til, og tað skal tað í
flestu førum. Peningastovn-
arnir krevja bæði eitt og
annað frá íverksetaranum,
áðrenn fígging kann latast.
Fyri tey allar flestu, er hetta
alt ov trupult at yvirskoða,
og lítil hjálp er at heinta frá
tí almenna. Tí fara nógv
góð hugskot fyri skeytið -
hugskot, ið kundu verið við
til at økt um útflutnings-
virði, umframt at skapt
arbeiðspláss.
Um vit t.d. hyggja at
Danmark, so finnast har
nógvar ymiskar ráðgeving-
arskipanir og stuðulsskip-
anir til íverksetarar. Hetta
er nakað vit kundu lært
nakað av. Vit áttu í Føroy-
um at statsa nógv meira
uppá at skapa grundarlag
fyri íverksetarar, at seta síni
hugskot í verk.
At TK-stovan letur aftur,
er einki minni enn eitt
bakkast í hesum høpi. Vit
áttu í staðin at varðveitt
eina tílíka almenna ráðgev-
ingarskipan, um hon so
kanska skal endurskoðast í
mun til í dag. Harumframt
áttu vit at umhugsað, um
ikki ein ella onnur stuðuls-
skipan skal setast í verk,
soleiðis at tað gerst lættari
hjá íverksetarum at seta
síni hugskot í verk.
Tað er altíð lætt at heiðra
og viðurkenna ein persón
og eitt avrik, tá viðkomandi
hevur prógvað í verkið, at
tað bar til, men ein stuðul
til at seta hugskotið í verk,
hevði ivaleyst verið nógv
meira verdur.
Miðflokkurin ynskir at
arbeiða fyri at peningur
kann setast av, til at stuðla
íverksetan av virksemi.
Les meira á
heima.olivant.fo/~arnia
Bárður Nielsen
valevni Sambandfloksins í
Norðstreymoy
Vit hava í dag ein pro-
gressivan landskattastiga,
ið ger, at vit gjalda upp í
móti 60% í marginalskatti
av tí vit forvinna omanfyri
kr. 170.000. Tað at ein løn-
móttakari ongantíð veit,
hvat hann skal gjalda í
skatti av næstu lønini ger,
at vit ikki hava álit á okkara
skattaskipan, og hervið eru
rættiliga nógv fólk ónøgd
við okkara skattaskipan.
Endamálið við einari pro-
gressivari skattaskipan er,
at teir breiðastu herðarnar,
skulu bera tær størstu byrð-
arnar, men veruleikin við
verandi skipan er ein annar
og kemst hetta einamest av,
at skipanin ikki hevur fylgt
við lønarvøkstrinum og
tískil er afturúrsigld. Nið-
anfyri verða dømir víst um
vansarnar við verandi skip-
an, og hvussu vit mæla til,
at hesir trupulleikar kunnu
loysast, so at fólkið aftur
fær álit á okkara skatta-
skipan.
Skattatrýstið økt - hóast
skattalættar
Vit hava seinastu árini fing-
ið skattalættar mestsum á
hvørjum ári, men hóast
hetta er samlaða skatta-
trýstið økt við tveimum
prosentum. Tað er farið frá
36% í 1997 upp á heili 38%
í 2003, hetta hóast komm-
unurnar í sama tíðarskeiði
hava lækkað skattin við
umleið einum prosenti. Við
øðrum orðum kann sigast,
at landsskatturin er øktur
við trimum prosentum hesi
árini, frá 18,5 % í 1997 til
21,5% í 2003.
Eftir stendur spurning-
urin, hvussu ber hetta til,
vit hava jú fingið skatta-
lætta á hvørjum ári og til-
samans eru skattalættar
givnir uppá fleiri hundrað-
tals milliónir. Svarið liggur
í tí progressiva skattastig-
anum hjá landinum, ið
hevur eina innbygda skatta-
hækking, soleiðis at um
lønirnar í samfelagnum
hækka, og tað gera tær van-
liga, er neyðugt við einum
sokallaðum skattalætta fyri
at halda skattinum á sama
støði. So allir skattalætt-
arnir, ið givnir hava verið
hesi seinnu árini, hava ikki
verið nokk til at dagført
progressiva skattastigan.
Land og kommunur
Landsskatturin
er
pro-
gressivur, tað merkir at
gjaldast skal ein størri og
størri partur av síðst for-
vunnu krónu í skatti,
meðan kommunuskatturin
er proportionalur við einum
innbygdum
botnfrádrátti
uppá kr. 22.000, og merkir
hetta, at av allari inntøku
omanfyri kr. 22.000 verður
goldin ein eins stórur partur
í skatti.
Hetta hevur viðført, at so
hvørt sum lønirnar eru
hækkaðar hevur landið
fingið ein størri part av
samlaða
skattinum
og
kommunurnar fáa framveg-
is tað sama. Úrslitið av
hesum er, at landskassans
partur av skattinum er
hækkaður við trimum pro-
sentum, meðan kommun-
urnar, orsakað av at tær
hava lækkað skattin, fáa eitt
prosent minni av samlaða
skattinum.
Arbeiðaralønir
Arbeiðaralønirnar, ið ikki
kunnu sigast at hoyra til ein
høgan
lønarbólk,
hava
eisini merkt eitt økt skatta-
trýst uppá tvey prosent, og
er hetta besta prógvið fyri
at verandi skattaskipan als
ikki virkar sum ætlað,
nevniliga at breiðastu herð-
arnar, skulu bera størstu
byrðarnar. Tað at ein ar-
beiðari í dag skal gjalda ein
marginalskat uppá útvið
60% av síðst forvunnu
krónunum er við til at nið-
urbróta álitið á okkar
skattaskipan.
Skattaøkingin av arbeið-
aralønum, hevur saman við
stóra
prístalsvøkstrinum
viðført, at nettoinntøkan,
tað er lønin eftir skatt, hjá
einum arbeiðara við sátt-
málaløn, seinastu árini
hevur verið væl lægri enn
um nettoinntøkan í 1997
fylgdi prístalinum. Í ár
2000 var nettoinntøkan hjá
einum arbeiðara heili kr.
8.000 lægri enn um netto-
inntøkan frá 1997 fylgdi
prístalinum. Grundin til at
hetta kanska ikki merktist
so væl, er at tað var meir ar-
beiða í ár 2000 enn í 1997,
og soleiðis bleiv samlaða
nettolønin hægri.
Vansar við marginalskatti
Tað at marginalskatturin í
dag er upp í móti 60% ger,
at fólk við miðalinntøkum
ikki hava serligan hug at
arbeiða eyka, tí at at tað
sum
verður
eftir
til
borgaran einans er 40%,
meðan restin fer í skatti.
Ein annar trupulleiki við
so høgum skattatrýsti er, at
fólk við hægri útbúgving
og høgum inntøkum ikki
støðast í Føroyum og held-
ur velja at seta búgv í øðr-
um londum við lagaligari
skatti. Við hesum forða vit
fyri at savna eina vitan her
á landi, ið kann verða við
til nýskapan innan okkara
vinnulív, soleiðis at vit fáa
fleiri bein at standa á.
Royndir frá londum við
høgum skattatrýsti vísa
eisini, at "svart arbeiði"
vindur uppá seg, og kemur
sostatt ikki gjøgnum skatta-
skipanina yvirhøvur.
Broyting er alneyðug
Fyri at fólk aftur skulu fáa
álit á okkara skattaskipan
er neyðugt við einari radi-
kalari broyting. Sambands-
flokkurin hevur eina ætlan
fyri hvussu hetta kann ger-
ast og inniber hon í høv-
uðsheitum at marginal-
skatturin skal verða 40%
ístaðin fyri 60%, sum nú er.
Fyri at øll skulu fáa ein
lætta er neyðugt at gera
hetta í stigum yvir nøkur ár.
Við at skapa álit á okkara
skattaskipan, vil áhugin hjá
fólkinum fyri at gera ein
eyka innsats og skapa fram-
burð vaksa, og hetta fer at
hava við sær, at samfelags-
hjólini fara at mæla skjót-
ari.
Tín trygd fyri vælferð,
set X við Sambandsflokkin.
Íverksetan
Persónsskattur
Punto hevur í fleiri ár
verið ein av mest
seldu bilum í Evropa í
sínum klassa. Men
kappingin er hørð og
fyri at fylgja við,
hevur bilurin nú
fingið eina "facelift",
sum umfatar nýtt
design framman og
nógvar aðrar broyt-
ingar
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fiat Punto er nú dagførdur,
og tað man fyrst leggur
merki til, er, at hann sær
annarleiðis út framman við
størri lyktum og kølara-
gittari. Annars eru nógvar
aðrar broytingar, kvalitet-
urin er eisini betri. Tað
merkist best við at koyra
bilin og við at lata hurðar
og lúkur upp og aftur.
Punto hevur verið ein av
mest seldu bilum í sínum
klassa í Evropa, og kemur
tað m.a. av, at bilurin er ein
av teimum rúmligastu og
prísirnir kappingarførir.
Eisini er Punto kendur
sum ein væl egnaður býbil-
ur, hann var ein av fyrstu
bilunum við City-funktión,
har man við at trýsta á ein
knøtt ger at servostýringin
blívur munandi lættari.
Hetta kemur serliga væl við
til býkoyring og parkering.
ABS bremsuskipan við
elektroniskum
bremsu-
kraftdeilara
(EBD)
er
standard eins og airbag
framman, í síðunum og
windowairbag. Undirvogn-
urin er ikki nógv broyttur,
og koyrieginleikarnir eru
eins og áður sera góðir.
Active, Dynamic og
Sporting
Punto fæst við trimum ym-
iskum bensinmotorum við
ávikavist 60, 80 og 95 hk
og einum Multijet com-
mon-rail dieselmotori við
turbo og intercooler við 70
hk. Hesin dieselmotorurin
fær sera góð ummæli, hann
koyrir 22,2 km/l, er kvikur
og ljóðleysur. Motorurin
verður eisini brúktur í
øðrum bilmerkjum, sum
General Motors varða av.
Instrumentborðið er eis-
ini broytt og kvaliteturin er
betri. Bilurin fæst í trimum
útgávum hvat útgerð við-
víkur: Active, Dynamic og
Sporting. Sporting hevur
t.d. sportsetur, alu-look í
instrumentborðinum, hvít
instrumentir, aircondition
og 15" sportfelgur. Bilurin
verður gjørdur við trimum
ella fimm hurðum.
Fiat Punto 1,2 Acitve
Motorurin:
1,2 litur 4 syl. bensin við 60 hk
0-100 km/t:
14,3 sek
Bensinnýtsla: 17,5 km/l
Dekkstødd:
165/70-14
Stødd og vekt
Longd:
384,0 cm
Breidd:
166,0 cm
Hædd:
148,0 cm
Eginvekt:
860 kg
Viðførisrúm:
264 litrar
Prísur:
kr. 147.000,-
Søluumboð:
Bilfríðkan
v.Velbastaðvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 217300 / 317300
www.bilfríðkan.fo
Nr. 9 • hósdagur • 15. januar 2004 • 78. árg.
Fiat Punto við nýggjum andliti
Fiat Punto klárur til annað umfar.
Størsta designbroytingin er framman
við t.d. størri lyktum og kølaragittari
Mynd: Jens Kristian Vang
Baklyktirnar á
nýggja Punto
eru størri
Mynd: Jens Kristian
Vang
Punto
hevur
servostýrin
g við City-
funktión
til
býkoyring
Mynd: Jens
Kristian Vang
C
M
Y
K
25
24
SKODA FABIA 1,2 MPI
Árg mai 2003, Km 5.600. Bilurin er
bert 8 mánaðir gamal, sera
vælhildin og lítið brúktur.
Kr. 105.000.
Tel. 216135
VW POLO
Hvítur, í sera góðum standi. Árg.
5/98, koyrt 90.000 km. til sølu fyri
uml. 80.000 kr.
Tel. 448595 ella 217231