Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Seinnapartin í gjár hevði Føroya Reiðarafelag lima­ fund, har støðan við sátt­ mála­loysi­num millum reiðar­ ar og manningarfeløg var til við­gerðar. Á hesum fundi fin­ gu reiðarar høvi at siga sína hugsan, og sam­bært heimasíðuni hjá Reiðara­ felag­num bakkaðu teir, sum í fyrsta umfari tóku orð­ ið á fundinum, nevndina í Reiðarafelagnum upp í hennara arbeiði við sátt­ mála­sam­ráðingunum. - Men hesin fundur tók eina avgerðandi vend, tá um­boð fyri reiðaríið hjá Norð­borg boðaði hinum reiðaru­num frá, at teir høvdu gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini um nýggj­an sáttmála fyri Norð­ borg. Hetta kom nevndini og fundi­num dátt við, tí hetta er ikki í tráð við tann leist, ið lagt hevur verið upp til í ver­ andi støðu. Tað sigur Reiðarafelagið á síni heimasíðu eftir lima­ fundin. Lagt verður aftrat, at við hesi avtalu hava reiðarr­í­ið hjá Norðborg og mann­in­g­ ar­feløgini frátikið nevnd­ini í Reiðarafelagnum sam­ráð­ing­ ar­rættin. - Hetta ger, at nevndin í felagnum er komin til ta niður­støðu, at hennara upp­ gáva at samráðast vegna limir­nar er endað, og at manningarfeløgini heldur ynskja at samráðast við hvørt reiðarí sær. Á heimasíðu Reiðara­felag­ sins verður sagt, at henda nýggja støðan ger, at nevndin í felagnum fer at kalla inn til eyka­aðalfundar við stytstu freist, har framtíðarstøða felag­sins verður til viðgerðar. - So leingi, sum henda støða er galdandi, frásigur nevnd­in í Reiðarafelagnum sær uppgávuna at samráðast við manningarfeløgini vegna limirnar. Hetta merkir, at lim­u­num nú stendur frítt at gera sum frægast. Nevndin í Reiðara­felag­ num sigur seg sam­stund­is harmast um, at mann­ing­ar­ feløgini nú ynskja at sam­ ráð­ast við hvørt reiðarí sær. - Men sjálvsagt fara vit at virða hesa nýggju støðu, Uppgávan at samráðast er endað - Nevndin í Reiðarafelagnum er komin til ta niðurstøðu, at hennara uppgáva at samráðast vegna limirnar er endað, sigur felagið, nú Norðborg hevur gjørt undirhondsavtalu við manningarfeløgini Vilmund Jacobsen Støðan á sáttmálaøkinum millum reiðarar og mann­ ing­arfeløg er rættiliga ógreið í løtuni, nú einstøk skip og skipabólkar eru farin í bein­leiðis samráðingar við manningarfeløg um ser­stak­ ar avtalur. Óli Jacobsen, sum var formaður í Føroya Fiski­ mannafelag í ein mansaldur og annars hevur fylt sam­ráð­ ing­um millum reiðarar og fiski­menn seinastu 40 árini, sig­ur, at hann ongantíð áður hev­ur upplivað, at støðan hev­ur soleiðis, sum hon tyk­ ist vera beint í løtuni. - Vit hava hoyrt um skip, sum hava gjørt sáttmála við manningarfeløgini, og í dag verður fundur mill­um Felagið Nótaskip og mann­ ing­ar­feløgini. Líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist tamarhaldið á støðuni, og okkurt bendir á, at Viberg Søren­sen sum formaður hev­ ur spælt fallit, sum Óli Jacob­ sen tekur til. Fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag dug­ir í løtuni ikki at síggja, at rumblið, sum nú er íkomið á sáttmálaøkinum, tænir nøkr­ um parti til heiðurs. - Nei, eg haldi ikki, at hetta er nøkur ynskistøða fyri nakran av pørtunum, hvørki fyri reiðarar ella mann­ing­ar­ feløg. Tað er ong­an­tíð gott, tá viður­skiftini ikki eru í skipaðari legu, og tað er ongantíð gott, tá tú ikki veit­ st, hvør mótparturin er. Óli Jacobsen hevur fylgt gongdini í gjár og í morgun, og hann heldur, at rættiliga trupult er at siga beint í løtu­ Støðan tykist kaot Óli Jacobsen, sum hevur verið við og hevur fylgt samráðingum millum manningarfeløg og reiðarar í eini 40 ár, hevur ongantíð áður upplivað, at sáttmálaviðurskiftini hava virkað so kaotisk sum í løtuni, nú líkt er til, at Føroya Reiðarafelag hevur mist kontrollið, sum hann tekur til Óli Jacobsen heldur, at tað í løtuni tykist, sum um Føroya Reiðarafelag við Vibergi Sørensen sum formanni er við at fara í upploysn Mynd: Vilmund Jacobsen - Eg haldi ikki, at hetta er ein ynskistøða hjá nøkrum av pørtunum, sigur fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum ongantíð áður hevur upplivað slíkt rumbul á sáttmálaøkinum