mikudagur 2. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Línuskipið Klakkur er mill
um skipini, sum eru farin
til fiskiskap, tó at sáttmála
loysi formelt er millum
reiðarar
og
manningar
feløg. Tað eru eisini onnur
línuskip, sum eru farin
nýggjan túr. Streymurin er
hálvharður, og tað gongur
helst ein vika aftrat, áðr
enn streymurin er góður
aftur. Hóast eingin roynd
hevur verið higartil í ár,
hevur
fiskiskapurin
hjá
línuskipum
teir
fyrstu
dagarnar ikki verið nakað
at reypað av. Menn halda,
at vánaligu veðurlíkindini
og hálvharði streymurin
eiga sín lut í hesum.
Klakkur loysti leygar
dagin við 15 monnum um
borð, og skipari hendan túr
in er Bethuel Johannesen.
Tað
eru
brøðurnir,
Líggjas og Bethuel, sum
eiga skipið, og teir eru um
borð og á brúnni tveir túrar
í senn – og síðan ein túr í
landi.
Ikki í stríði
Líggjas Johannesen sigur,
at manningin hevði ongar
trupulleikar av at mynstra,
og hann leggur dent á, at
mynstringin
ikki
stríðir
ímóti áhugamálunum hjá
manningarfeløgunum.
- Tað er nú soleiðis, at
allir sáttmálar eru mini
mumssáttmálar fyri mann
ing ella arbeiðsfólk. Tú
kanst altíð løna fólkinum
betri, enn sáttmálin sigur,
men ikki verri.
Líggjas hevur ikki hug at
siga ítøkiliga, hvør mynstr
ingaravtalan er, men vísir
á, at manningarfeløgini eru
kunnaði um hesa.
Tað
var
Føroya
Reiðarafelag,
sum
segði
sáttmálarnar við manning
arfeløgini upp, og høvuðs
kravið hjá reiðarunum hev
ur verið, at ein partur av
oljuni skal fara av óbýttum.
Av
tilsamans
átta
skipabólkum, sum mynda
fiskiflotan, fer olja longu
frammanundan av óbýttum
hjá tveimum bólkum, og ein
av hesum er línuskip.
Líggjas Johannesen sig
ur, at alt tað, sum hann veit
um, er olja hjá línuskipum
farin av óbýttum.
Línuskip brúka ikki ser
liga nógva olju í mun til
eitt nú lemmatrolarar og
partrolarar, og tí kann tað
kanska tykjast eitt sindur
løgið, at olja fer av óbýttum
hjá júst hesum skipabólki.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at olja eisini fer av
óbýttum hjá flakatrolarum,
tá hesir veiða í Barents
havinum og virka fiskin til
flak, men ikki, tá teir veiða
og heilfrysta eitt nú svart
kalva og kongafisk í Irming
arhavinum.
Strika í rokning
Líggjas Johannesen sigur, at
Klakkur eftir umstøðunum
hevði eitt hampiligt – men
ikki gott - ár í fjør, tá skipið
fiskaði fyri umleið 13,5
miljónir krónur.
Besti línubátur í veiði
virði í fjør var Kambur, sum
fiskaði fyri slakar 16 miljó
nir krónur – og næstur hon
um var Stapin við sløkum 14
miljónum krónur.
- Eitt hampiliga gott ár
hjá línubáti er eitt veiðivirði,
sum liggur á umleið 16
miljónum krónum og hægri,
sigur Líggjas Johannesen,
skipari.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at seinnu árini hava
verið misjøvn hjá línuskipa
flotanum.
Árið 2007 var eitt gott
ár hjá fleiri línuskipum, og
hetta árið fiskaði Klakkur
fyri 17,5 miljónir krónur.
Árið 2008 var eitt vánaligt
ár, og tað var 2009 eisini. Í
fjør fiskaði Klakkur so fyri
13,5 miljónir krónur, sum
heldur ikki verður mett
sum nakað serligt ár.
Líggjas Johannesen sig
ur, at vónirnar um árið í ár
eru hampiligar, men hann
harmast um, at sáttmála
loysi hevur kostað línu
skipunum ein túr.
- Nú kunnu vit bara vóna,
at sáttmálaviðurskiftini ko
ma upp á pláss, og at fisk
ur verður at fáa, nú várið
stundar til, sigur línuskipa
eigarin í Klaksvík.
vilmund@sosialurin.fo
Mynstra eftir avtalu
við manningarfeløg
- Manningin hevði ongar trupulleikar av at mynstra, og mynstringin stríðir ikki ímóti
áhugamálunum hjá manningarfeløgunum. Allir sáttmálar eru minimumssáttmálar fyri
manning ella arbeiðsfólk, og tú kanst altíð løna fólkinum betri, enn sáttmálin sigur, men
ikki verri, sigur Líggjas Johannesen, skipari á línuskipinum Klakki, sum loysti leygardagin
Tað eru brøðurnir, Líggjas (mynd) og Bethuel Johannesen,
sum eiga og skiftast um at føra línuskipið Klakk
Mynd: Vilmund Jacobsen
nú kunnu vit bara vóna, at sáttmála
viðurskiftini koma upp á pláss, og at
fiskur verður at fáa, nú várið stundar til
LÍGGJAS JOHANNESEN
Leygardagin loysti
línuskipið Klakkur við
15 monnum umborð
Mynd: Vilmund Jacobsen
isk
ni, hvussu støðan, sum nú er
íkomin millum reiðarar og
manningarfeløg, fer at hátta
sær.
- Ein møguleiki er, at
menn fara at sissa seg og
koma niður aftur á jørð
ina. Hin møguleikin er, at
hvør serbólkur sær fer at
gera avtalur við manningar
feløgini. Í løtuni tykist støð
an rættiliga kaotisk, og alt
tykist púrasta óskipað.
Óli Jacobsen heldur, at tað
eisini kann henda, nú støðan
er soleiðis vorðin, at tíðin
við Føroya Reiðarafelag sum
mótparti kann fara í vaskið.
- Eitt og hvørt fakfelag,
antin tað er fakfelag hjá
manningum ella reiðarum,
ynskir at hava ein mótpart,
sum tú kanst rokna við,
soleiðis at tú hevur eina
kenslu av, at virkað verð
ur undir skipaðum viður
skiftum.
Óli Jacobsen heldur, at
tað í løtuni tykist, sum um
Føroya Reiðarafelag er við at
fara í upploysn, men beint í
løtuni er rættiliga trupult at
siga, hvat úrslitið verður av
øllum hesum, sum hent er í
gjár og sum møguliga fer at
henda í dag.
- Eg haldi ikki, at hetta er
ein ynskistøða hjá nøkrum
av pørtunum, sigur fyrrver
andi formaðurin í Føroya
Fiskimannafelag.
sigur Føroya Reiðarafelag
á
síni
heimasíðu
eftir
limafundin í gjár.