mikudagur 2. februar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 2. februar 2011 · Nr. 14
Sosialurin
24. januar fyri 45 árum síðan
hevði “Útvarpskórið” sína
fyrstu venjing. Endamál tá
verandi
útvarpsstjórans
Niels Juul Arge við slíkum
kóri var at fjálga og fjølga
um føroyska kórsangin í út
varpinum.
Í samstarvi við gitna kór
listamannin Karl Clausen
vóru í árum frammanundan
satsir fingnir til vega til
føroysk løg, og hesir settu
dám á fyrstu sendingina við
kórinum seks vikur seinni –
grækarismessukvøld
1966.
Fleiri satsir komu tá regluliga
frá hansara hond, og ikki
minst áhugaverdir vóru teir
til gomul føroysk sálmaløg,
sum Karl Clausen fekk ein
serligan áhuga og tokka til.
Við heitinum “Føroysk
Kórbók” eru hesir kórsatsir
seinni givnir út í samstarvi
millum Føroya Skúlabóka
grunn og Kórsamband Før
oya.
Men longu frá byrjan
leitaði kórið eisini til norð
urlendsku
og
europeisku
kórmentanina, og eftir at
samstarvið
við
útvarpið
helt uppat á heysti 1969, helt
kórið – seinni við navninum
“Havnarkórið”
–
fram
á
hesi leið við føroyskum og
útlendskum
kórsiðaarvi.
Eisini er her at nevna tað
sambandið, sum kórið hevði
við gitna danska tónaskaldið
Vagn Holmboe, ið gav ikki
lítlan íblástur til nútíðar kór
sang í Føroyum.
Umframt a cappella sang
in – t.e. kórsangur uttan
ljóðføri - hevur Havnarkórið,
oftast í samstarvi við gitnar
kór-
og
orkesturleiðarar
uttanífrá og ofta við luttøku
frá øðrum kórum, lagt dent
á at fáa framført størri verk
fyri kór, solistar og orkestur
í Føroyum. Nevnast kunnu
dirigentar sum Karl Clausen,
Willi Gohl, Yaacov Bergman,
John Høybye, Steen Lindholm,
Robert Sund, Jón Stefánsson,
Garðar Cortes o.fl.
Av
tónaverkum,
sum
kórið
hevur
lagt
til
at
fáa framførd, kunnu hesi
nevnast: Magnificat, Jó
hannespassiónin og Jóla
oratoriið
umframt
mo
tettir og kantatur eftir J.S.
Bach, tveir av sonevndu
krýningarlovsongum (Coro
nation Anthems) Händels og
hansara aðalverk “Messias”
, “Skapanin” eftir Joseph
Haydn,
Krýningarmessa
Mozarts, Messa í C-duri hjá
Beethoven, oratoriið “Elias”
eftir Mendelssohn, Carl Orffs
Carmina Burana og o.fl.
Aftrat
sínum
høvuðs
virksemi í heimbýnum Tórs
havn, sum tað hevur navn
eftir, hevur kórið eisini verið
at hoyra víða um í landinum,
og úteftir hava konsertferðir
verið til hesi lond: Ísland,
Danmark, Noreg, Svøríki,
Finnland, Bretland, Frakland,
Eysturríki, Kekkia og USA.
Sum serligar upplivingar
hjá kórinum er at nevna
framførsla í Carnegie Hall
í New York saman við ís
lendska operukórinum og
kórsangarum
úr
øðrum
londum undir leiðslu Garðars
Cortes
eins
og
løturnar
í Mozarteum í Salzburg
og í gitnu konserthøllini
Musikverein í Wien, har
Havnarkórið á altjóða kór
stevnu við egnari skrá hevði
høvi til gera vart við føroyska
kórsang- og kvæðamentan.
Á slíkum ferðum hevur
ikki minst føroyski dansurin
sum partur av framførslu
skránni vakt ans. Minnilig
var soleiðis aleuropeisk kór
stevna í Fraklandi, tá 3.500
luttakarar av heilum huga
tráddu tað føroyska stevið
saman við kórinum.
Tað var verandi leiðari
kórsins
Ólavur
Hátún,
sum
umvegis
vinmannin
Ívar Iversen setti hugkot
og
ynski
útvarpsstjórans
í verk, og saman við hon
um kann Havnarkórið tí nú
bjóða til 45-ára jubileums
konsert
komandi
leygar
dag 5. februar kl. 17.00 í
Kommunuskúlaskálanum,
har skráin verður ein tvør
skurður av kórsins virksemi
gjøgnum hesi mongu ár.
Ólavur Hátún
Havnarkórið
45 ár
Útvarpskórið fyrsta mynd 1966
Útvarpskórið 1969
Útvarpskórið fyrsta mynd 1967
Havnarkórið í Graz í Eysturríki 1970
Havnarkórið 35 ár 2001