mikudagur 9. februar 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Landingarmiðstøðin Kongs
havn í Saltangará, sum er eitt
dóttirfelag eftir trotabúgvið
hjá Faroe Seafood-samtaki
num, hevur onga landing
havt í ein góðan mánaða.
Í gjár var júst ein mánaður
síðan, at landingarmiðstøðin
landaði
seinastu
skipini.
Síðan tá er eingin fiskur
komin upp á land, og gólvini
hava verið turr. Fólkini,
sum hava havt sítt arbeiði
á landingarmiðstøðini, eru
ikki uppsøgd. Eins og fólk
á
fiskavirkjunum,
hava
hesi – enn - síni rættindi
í
fiskavirkisskipanini
hjá
Arbeiðsloysisskipanini.
Eftir at teir seks partrol
ararnir hjá Faroe Fish II, sum
eisini er eitt dóttirfelag hjá
Faroe Seafood-samtakinum,
vórðu lagdir tíðliga í des
ember, hevur lítið virksemi
verið á landingarmiðstøðini
Kongshavn.
Teir seks partrolararnir,
sum vórðu lagdir, samstundis
sum samtakið endaði Skifti
rættinum, vóru Bakur, Stelk
ur, Rókur, Lerkur, Heykur og
Falkur.
Onnur skip, sum Faroe
Seafood átti part í, hildu
fram at sigla, og millum hes
ar vóru partrolararnir, Jaspis
og Ametyst og djúpvatns
trolarin, Edna.
Men tað eru ikki bara
skipini, sum Faroe Seafood
samtakið átti ella átti part
í, sum løgdu sína veiði upp í
Saltangará.
Aðrir trúgvir gestir á
Kongshavn gjøgnum fleiri
ár hava verið Polarhav og
Stjørnan, og í gulllaksatíðini
hevur
Eysturbúgvin
lagt
nógvar lastir upp í Saltang
ará.
Húsagangur og
verkbann
Tað eru tvinnar orsøkir til, at
so lítið virksemi hevur verið
á Kongshavn higartil í ár. Eitt
er húsagangurin, og annað
er verkbannið, sum Føroya
Reiðarafelag lýsti fyri meiri
enn trimum vikum síðan,
eftir at partarnir í sáttmála
ósemjuni millum reiðarar og
manningarfeløg ikki kundu
semjast.
Flestu teirra, sum hava
starvast á landingarmiðstøð
ini, hava verið við hús seinas
ta mánaðin, men tey eru ikki
søgd úr starvi.
Landingarmiðstøðin
er
millum ognirnar í Faroe
Seafood-samtakinum, sum
eru lýstar til sølu, og hin 11.
februar skulu møgulig tilboð
verða inni.
Leggjast kann aftrat, at
raksturin av landingarmið
støðini Kongshavn hevur
hingið saman við einum lítl
um avlopi í fleiri ár.
Í rakstrinum av eini land
ingarmiðstøð er umráðandi,
at avlopið ikki er størri enn
neyðugt, tí annars verður
tænastan ikki kappingarfør
– og eitt stórt avlop hevði
merkt, at meirkostnaðurin
hevði verið tikin burtur av
fiskaprísinum.
Nú dagurin fyri innkom
num boðum upp á ognir
nar hjá Faroe Seafood-sam
takinum er so nær, er ikki
væntandi, at nøkur landing
verður aftur á Kongshavn,
fyrr enn greiða er fingin á,
hvussu verður við landing
armiðstøðini.
vilmund@sosialurin.fo
Gólvini turr ein
heilan mánað
Rættiliga nógv virksemi hevur verið á landingarmiðstøðini Kongshavn gjøgnum fleiri ár, men nú er
tómligt við bryggjukantin, og gólvini á landingarmiðstøðini hava verið turr í ein mánaða
Mynd: Vilmund Jacobsen
Flestu teirra, sum hava starvast á landingarmiðstøðini Kongshavn,
hava verið við hús seinasta mánaðin, men tey eru ikki søgd úr
starvi. Nú verður ikki roknað við nakrari landing aftur, fyrr enn
greiða er fingin á, hvussu verður við landingarmiðstøðini
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum vístu
samkenslu og umsorgan, tá okkara góði
maður, pápi, verpápi, abbi, langabbi og beiggi
Sommer Winther
doyði og fór til gravar.
Takk til Hera Joensen, prest, fyri troystarrík og
góð orð í kapelli og kirkju. Takk til sangarar
úr Skopun, Sigrid Sivertsen fyri góðan sang
í kirkjuni, takk til kirkjutænarar, berarar og
gravarar.
Takk til tykkum øll, sum á ein ella annan hátt
hjálptu til við jarðarferðini og við ervinum.
Tøkk til tykkum, ið ringdu, takk fyri
blómur, kransar og til tykkum, sum fylgdu
Sommer til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Bjørga, Ida, Jói, Róhild og Sveinbjørn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu
samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi og
abbi okkara
Sólbjørn Jacobsen
Tórshavn
brádliga andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen, prest, organistar,
sangarar, berarar og øll tykkum, sum á ymsan
hátt hjálptu til við ervinum.
Takk fyri kransar, blómur, heilsanir og
peningagávur til Hjartafelagið.
Takk til øll, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Else
Lars, Gunnvá og Lisbeth við familjum
Arbeiðsfólkini eru við hús, men eru ikki uppsøgd
Mynd: Vilmund Jacobsen