Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 12 Sosialurin Kjak Edva Jacobsen løgtingslimur Eik-málið Tað sæst sera væl í samband við at Eik fór á húsagang, hvussu týdningar­ mikil Ríkis­­felags­skapurin er fyri Føroyar, við tað at vit fingu møgu­ leika at vera við í banka­pakkum. Hetta gjørdi, at Fíggj­ar­ligt Støðufesti tók yvir og bjarg­aði Landskassanum frá milliarda tapi. Fíggjarligur tryggleiki Í einum landi sum Føroyar, hvar høvuðsvinnan  er fiski­vinnan, er tað sera týdn­ingar­mikið búskaparligt at hava ríkisveiting sum ein part av inntøkunum hjá Landskassanum, fyri harvið at tryggja framhaldandi vælferðartænastur til fólkið sum her býr. Grundgevingin er tann, at okkara høvuðs­vinna altíð kemur at hava búskaparalig sveiggj. Ábyrgdarleysur loysingarpolitikkur Tíverri er ríkisveitingin mink­að sera nógv, serliga í 2001, tá veitingin minkaði við 366 mill, við tað at málsøkini skúlaverk og forsorg blivu yvirtikin. Hetta bleiv gjørt í óðum verkum, og má hettar sigast at vera sera ábyrgdar­leyst, tí tann búskapar­ liga metingin er ikki tikin við. Skerd vælferð Hetta búskaparliga ábyrgdar­loysi ger, at tað eru skerjingar á øllum økjum. Hetta gongur sera nógv út yvir tey, sum hava brúk fyri almennum tænastum. Dýrur stoltleiki Tað hevur kostað dýrt, at politikarar av berum stolt­leika hava yvirtikið hesi stóru máls­øki, sum higartil hava kostað landskassanum 3.324 mill. Umframt fast­frystingina. Latið okkum gera alt fyri at varð­ veita ríkis­felagsskapin, og harvið skapa trygg­leika fyri fólkið sum her býr. Ríkisfelagsskapur/ ríkisveiting skapa tryggleika Eg eri samdur við Oddfríð Marna Rasmussen (OMR) í tí, at tað er rætt, at tað almenna letur starvslønir til listafólk, millum annað eisini rithøvundar, og eri sostatt ósamdur við Gerhard Lognberg (GL), tá hann mótmælir hesum. OMR er formaður í Listafólkasambandi Føroya, listafólk hava frælsi til at gera, sum tey vilja, eingin avmarking. GL er tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum stendur fyri frælsi, javnaði og brøðralagi, sum OMR eisini skrivar í síni grein. Báðir hava sagt sína hugsan í útvarpinum um hetta mál, starvslønirnar. Eg helt meg hoyra OMR siga, at tað átti ikki at verið loyvt GL at úttala seg í útvarpinum, sum hann gjørdi. Her eri eg ikki samdur við OMR, øll hava skrivi- og talufrælsi í okkara landi, eisini tey, sum ikki kalla seg rithøvundar. Ábending um sensur átti ikki at komið frá einum listafólki. Viðmerkingar til kjakið um starvs­ lønir til listafólk Sigvald Kristiansen limur í Javnaðarflokkinum Heimsins lond eru á nógvum tungumálum! GRUMPY OLD MEN: Hvørjir eru á hesum illlitta liðnum, sum villleiðir fjøldina við heilaspuna um heimsins lond? Hesir stavnar siggja heimin einans úr donskum sjónarhorni. Jú, teir eita: Rolf, Regin, Heri, Edmund, Bjarni og Sjúrður. Okkurt hava teir til felags. Lurtið ikki eftir slíkum monn­um, føroy­ ingar, og so als ikki tit á Skúla­bóka­grunninum! Ófatil­igt, at Skúla­bókagrunnurin hevur sett seg í samband við Rolf í landa­navna­­máli­ num!? Eisini ófatiligt, at fjøl­miðlar so gleið­ beintir spyrja seg fyri hjá slíkum monnum!? Teir eru jú naknir, sum Hans Kristian segði um ein keisara á sinni. Fyrr vóru tað sambands­menn, sum vóru ímóti tí, ið føroyskt var. Nú koma álop­ini úr ymsum ættum. Ein úr radikala sjálvstýris­ flokkinum hjá Jóannesi bónda er við í tí dansk-enska grátikórinum. Tað er so tað, men at ein úr Tjóðveldi roynir at syngja við har, ja, nú vantar mær orð! GOTT, UNI: Uni skrivar so rámandi um hesar menn: ”Teir hanga fastir í farnum tíðum og hugsa rætt og slætt á donskum”. Lesið greinina hjá Una! SKÚLANÆMINGAR OG ATLASIÐ: Vit hava eitt frálíkt atlas, sum skúla­næm­ingar nú eru vanir við og fegn­ast um. Ikki skilji eg, at ein skúlamaður er á hasum liðnum, sum háðar Skúla­bóka­grunnin og tey, sum hava lagt lunnar undir eitt leikandi lætt føroyskt atlasmál!? SVEIS: Ikki Switzerland, Schweiz, Suisse, Ruishi, Suiza, Swiss o.s.fr., sum tað eitur á øðrum málum sambært Wikipedia. Lætt og einfalt hjá føroyskum skúlabørnum: SVEIS! POLEN, ITALIEN, SYRIEN, AUSTRALIEN, GREKEN­LAND, EGYPTEN, SHET­LAND, KAP FARVEL, KAP GODE HÅB o.s.fr.: Hatta var trupulleikin í Føroyum, tí vit sóu alt gjøgnum dansk­ar brillur, og hatta er fram­ vegis trupulleikin, tí nógvir føroy­ingar siga nógv av has­um enn, sjálvt um vit hava havt føroyskt atlas í eini 17 ár.!? Hatta verður ikki tikið upp á tungu í landa­navna­kjakinum!? Tað er hasum, vit, og tit á einoygda liðnum skulu stríðast ímóti, ikki teimum føroysku landanøvnunum! ITALIEN, SIGUR LIЭSKIPARIN: Lið­skip­ arin á andføroyska liðnum mælir upp á mín sann eisini til, at vit eisini kunnu siga Italien, sum danir gera! Har gongur hann beint ímóti sínum egnu hug­sjón­um,t.v.s., at vit skulu siga/skriva tað sama, sum tey gera í ávísa landinum!? Í Italia siga tey jú Italia! KILI: TSILI, ZHILI, CILE, CZILE, KILAI, KILI, CHIRI o.s.fr.: Soleiðis, m.a., eitur Kili á ymsum málum. Ræðuligt, at vit skulu brúka føroyskt K! SUOMI: Soleiðis siga tey í Finnlandi. Onnur siga Finska, Finlandia, Finnland (t.d. í Týsklandi) o.s.fr. Skulu vit fara at siga Suomi? FØROYAR: Færøerne, Faroe Islands, Faroe Adalan, Farska ostrva, Fero Shoto, Isole Fær Øer, Nísi Feróes, Islas Feroe o.s.fr. ØSTERØ, KLAKSVIG: Soleiðis siga/skriva danir. Kunnu vit so ikki siga Jútland, Sæland o.s.fr.? Góði Uni! Hví skrivar tú hatta um Århus? Tað stendur jú Århus í atlasinum! GRØNHØVDAOYGGJAR: CABO VERDE, CAPUL VERDE, FÓDEJIAO, KABO BEREUDE, KAP-GLAS, PRASINO AKROTÍRIO, ZELENORTSKA OSTRVA o.s.fr. Onnur mál hava sín máta, men vit skulu helst skriva sum danir: KAP VERDE!? Halga fávitska! Ein høvdi (cabo), sum er grønur, ræðuligt! (Ikki eitt høvd, sum onkur av speirekarunum tekur til). NÝSÆLAND: AOTEAROA, BAGONG SILAN, NIU TIRENI, SELANDIA BARU, XIN XILÁN, YENI ZELANDA o.s.fr. Men vit skulu helst siga NEW ZEALAND, tí tað gera danir! Hvar eru kollveltingar­menninir? Velja teir ensk hjálandaveldisnøvn fram um lands­ navnið hjá uppruna­fólkinum: AOTEAROA? CAPE TOWN: KAAPSTAD, iKAPA, KAPSTADEN o.s.fr. Føroyingar mugu brúka enska hjálandaveldisnavnið og ikki afrikan­ ska navnið, Kaapstad ( Høvdastaður, býurin við Høvdan)!? NÝFUNDLAND: Føroyskir sjómenn fóru til Nýfund­lands, ikki Newfoundland! Við føroyskari víðsjóna­landa­kvøðu á Borg á Argjum í torrasól 2011 Eyðun á Borg Einoygda, trongskygda, villleiðandi ATLASLIÐIÐ