Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 Sosialurin Gunvá við Keldu Forkvinna Kommunusamskipan Føroya Hvar liggur trupulleikin? Síðani verandi kommunu­ stýrislóg var sett í gildið fyri skjótt 11 árum síðani hava allar kommunur, ið skylda omanfyri eina álíkn­ ing, ikki kunna tikið lán ella broytt lánitreytir uttan við góðkenning frá lands­stýris­ manninum. Somuleiðis hevur landsstýrismaðurin havt heimild til at krevja broyt­­ingar í fíggjar­ætlan­ unum hjá hesum komm­u­ num. Í 2011 verða helst bara 3 ella 4 av teimum 30 komm­ ununum í landinum sum fara at hava omanfyri eina álíkning í skuld. Samlaða undirskotið fyri kommunala geiran í 2011 verður mett at liggja um 50 mió. kr. Hetta undirskotið skal setast í mun til eina skattainntøku fyri kommunala geiran á um­leið 1,3 mia. kr. Undir­skot­ ið kemur fyrst og fremst av, at kommunur, ið eru væl fyri, hava tikið lán til stórar íløgur í skúlar og røktar­heim. Skuldartyngdu kommunurnar fáast hinvegin fyrst og fremst við at gjalda skuld niður. Samstundis hava vit eina løgtingsfíggjarlóg, ið hevur eitt undirskot á omanfyri ein hálva mia. kr. Kommunurnar kunnu við røttum spyrja, hvar heldur fíggjarmálaráðharrin at veruligi trupulleikin liggur? At finna trupulleikar har eingir trupul­ leikar eru Higartil hava allir partar tikið undir við, og í felag arbeitt útfrá ásetingini um, at kommunurnar skulu halda seg innan fyri eina álíkn­­ing í nettoskuld. Men fíggjar­mála­ ráð­harrin ynskir størri ræði á kommununum. Hann ynskir at broyta kommunu­­stýris­ lógina soleiðis, at nú skulu avmark­­ingar eisini setast í mun til bruttoskuldina í kommununum. Nú inn­ tøk­­ur­­­nar aftur vaksa hjá komm­­unu­num, óttast fíggj­­ar­­mála­­ráð­harrin at gjald­­føri í skuldartyngdu komm­un­unum gerst ov gott, og hann vil tí tryggja sær, at hvør króna fer til at gjalda niður skuld. Hann vil binda um heilan fingur, hann vil tryggja sær eftirlit við hvørjari flyting, sum fer fram í komm­ununum. Hetta er sambært fíggjarmála­ráð­ harran­um serliga átrokandi nú kom­andi ár verður valár í kommununum, og hann sær vanda í at kommunurnar aftur fara at taka størri lán, enn ráðiligt er. Manglandi virðingin fyri kommununum er eyðsýnd, og hóast fíggjarliga gongdin í kommunala geiranum hevur verið góð seinastu árini, so ivast fíggjarmálaráðharrin ikki í, at trupulleikar eru at finna. Finnur hann teir ikki, so má eftirlitið herðast, hetta tykist verða einasta loysnin. Kommunurnar kunna við røttum spyrja, eru ikki aðrir og meira sjónskir trupulleikar, sum Fíggjarmálaráðið kundi raðfest hægri. Veruligi trupulleikin hjá kommununum. Veruligi trupulleikin hjá kommununum er manglandi álitið og virðingin fyri komm­ unala fólkaræðinum, ið Fíggj­ ar­málaráðið sýnir. Reglur og eftirlit frá sentral­ari síðu eru í ferð við at máa støði undan lokalum fólkaræði. Kommunurnar eiga ikki verða fyrisitarar fyri sentralar myndugleikar, so kunna vit eins væl avtaka kommunurnar. Kommun­ur­ nar skulu hava karmar, ið tær frælst kunna virka innanfyri. Bert undir hesum umstøðum fáa vit eitt vælvirkandi og virkisført lokalt fólkaræði. Hetta málið er enn eitt týðuligt dømi um, hvussu langt landsstýrið vil fara fyri at sleppa at stýra komm­ununum niður í smálutir. Fyri at leita eftir trupulleikum, ið ikki eru til, vil fíggjarmálaráðið fara so langt, sum at broyta sjálva kommunu­stýrislógina. Komm­unu­stýrislógin er ikki at javnmeta við aðrar lógir. Kommunu­stýrislógin er sjálvt grundarlagið und­ir kommunala fólka­ræði­num og virksemi komm­ununnar annars. Kommunu­stýris­ lógin er í veruleik­anum stýris­ skipanar­lógin fyri komm­ unala geiran, og tískil ein lóg, sum ikki eigur at verða broytt í tíð og ótíð, og als ikki fyri bert at loysa nakrar íspunnar trupulleikar. Kommunusamskipan Før­­oya vil tí heita á Fíggjar­ mála­­ráðið, um at taka aftur upp­skoti til broytingar í kommunu­­stýris­lógini og heldur nýta arbeiðsorku sína til at loysa veruligu trupul­ leik­arnar í búskapi okkara. Eingin annar uttan fíggjarmálaráðharrin uppfinnur trupulleikar Í grein í miðlunum í gjár, undir heitinum “Heðin Mortensen uppfinnur ein trupulleika” leggur fíggjarmálaráðharrin eftir borgarstjóranum í Tórshavnar Kommunu, tí hesin finst at ætlanunum hjá landsstýrismanninum um enn einaferð at avmarkað fíggjarliga sjálvræði kommunurnar. Kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya eru hinvegin á einum máli um, at tann einasti, sum sær trupulleikar, har eingir trupulleikar eru, er sjálvur fíggjarmálaráðharrin Ólavur Olsen Tónleikari og lærari Tórshavnar Kommuna hevur nú sett stýrisbólk, ið skal arbeiða við nýggja kommunu­ planinum. Meðan dentur sein­ astu árini hevur verið lagd­ur á at menna Hoyvíkina, verður hugt meira vestureftir og út á Argir. Tað sigur Bogi Andreas­ sen, varaborgarstjóri í Havn. Bogi sigur framhaldandi, at stýrisbólkurin nú fer at seta út í kortið, hvussu komm­unan skal mennast fram ímóti 2030. Hetta er sjalv­andi at gleð­ast um. Serliga er at gleð­ast um, at kommunan ger lang­tíðar­ ætlanir fyri komm­­ununa og hyggur fram um nøsina. Eg skrivaði grein fyri tíð síðani, ið nevndist Tórs­ havnar Kommuna velur at gloyma Kollafjørð, har eg gjørdi vart við fleiri øki, ið eftir mínum tykki høvdu serligan tørv á menning. Eg havi, síðani eg skrivaði greinina, fingið sera nógvar jaligar viðmerkingar frá koll­ firðingum, ið einans kundu taka undir við øllum, ið varð skrivað. Samstundis havi eg bert fingið ávísar sera smáar ábendingar um, at komm­ unan hevur ítøkiligar ætlanir um at menna Kollafjørð. Bogi Andreassen sigur síðst í greinini, at stýris­ bólkurin fegin vil hoyra, hvat borgararnir kundu hugsað sær og vildu ynskt sær, tí kommunuplanurin verður gjørdur fyri øll og skal koma øllum til góðar. Í hesum sambandi vil eg heita á stýrisbólkin um at taka Kollafjarðarøkið við í langtíðar­ætlanirnar. Veru­­­­leikin er tann, at Kolla­ fjørð­ur er tann partur av Tórs­havnar kommunu, sum í allar­stórstan mun hevur brúk fyri menning. Tað hevði verið gleðiligt fyri meg eins og so nógvar aðrar íbúgvar í Kollafirði, um ætlan fyri Kollafjørð varð almannakunngjørd soleiðis at vit vistu, at býráðið yvir­ høvur ger ítøkiligar ætlanir fyri Kollafjørð. Niðanfyri eru nøkur øki, ið eg meti hava týdning at varpa ljós á. • Bussleiðin • Nútímansgerð av vega­­kervi­ num – serliga bygdar­vegurin • Útstykking • Ungdómstilboð • Barnagarðs - og vøggu­ stovuøkið • Mentannarpolitikkur o.a Hvar er Kollafjørður?