Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. februar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. februar 2011 · Nr. 17 14 Sosialurin Kjak Jógvan á Høvdanum (yngri) Jenis av Rana skapar øsing ímillum føroyingar við odda­grein í Sosialinum: Vil hava strip­tease ólogligt í Føroy­­um. Hann sipar til, at í Íslandi hava tey longu eina lóg, sum bannar striptease, tí strip­tease skal føra til skøkjulevnað. Fyri tað fyrsta, so vil Jenis av Rana bert hava upp­ merksamheit frá fjølmiðl­ unum, og tað fær hann eisini. Og fyri tað næsta, so er tað ongin universal lóg, ið sigur, at striptease automatiskt førir til skøkjulevnað. Skøku­ levnaður hevur altíð verið kring allan heim, og kemur helst eisini altíð at vera tað. At skipa verður fyri Strip­ tease kring Føroyum er bara at frøast um, um tú spyr meg. Tað skapar eina gleði ímillum mannamúgvur, og tey sum fara til slík støð, fáa als ongan skaða av at síggja eina boppu, ella tað sum “verri” er. Og tá tað so er sagt, so er tað ógvuliga sjálvda, at striptease er í Føroyum – eg vildi kanska sagt, at alt ov sjálvdan. Forðingar skapa ØSING - ikki LOYSNIR ..! Og so kann man spyrja seg sjálvan: Hví skal alt bannast við lóg í Føroyum - ella hjá Jenisi ..? Halda tit virkuliga tað, at tað førir til nakað gott, at man bannar striptease við lóg ..? Um tað verður bann­að við lóg, so verður tað kanska meira “Underground Strip­ tease”, sum møguliga er nógv stuttligari enn “vanligt strip­ tease”, sum plagar at vera í Club 700, Rex og aðra staðnis. At seta ymiskar forð­ingar fyri, at striptease er í Føroyum skapar bert øsing og tænir ongum enda­málið. Jenis nýtist ikki at vera bangin fyri striptease álíka­væl, tí um honum ikki dámar strip­ tease, so havi eg eina loysn til hansara: Lat for fanin verða við, at fara í slík støð, Jenis ..! Sjálvur haldi eg, at onki í verðini er so vakurt, sum tann nakni kvinnukroppurin og sjálvandi skal ikki setast ein lóg, sum bannar strip­tease í Føroyum. Tað kann væl vera, at Jenis ikki heldur hetta vera sømiligt, at hava tað í Føroy­ um, men hann gong­ur nú heldur ikki í slík støð, har slíkt hendir – so tað sum eygað ikki sær, tað fær tað heldur ikki ilt av, ikki sannheit ..? Munur á einari Horu og einum Strippara Men tað er also munur at vera ein strippari og at vera ein hora*. Ein hora tekur pengar frá tær, um tú skalt hava eitt lítið frá henni, og tað er ólógligt í Føroyum. Har afturat, so má ein ordna fyri einum Horuhúsi, saman við nøkrum “Pimps” og einari “Bordel-Mutter”, so tað er ikki bara bara, at fara í holt við skøkjulevnað í Føroyum. Ein strippari tekur pengar fyri at strippa og henni sleppur tú ikki eingong at nerta við. Tú sleppur also bert at hyggja eftir kvinnuni, ímeðan hon strippar. So tað er also ein langur vegur eftir har, Jenis. Altso ein nakin kvinna, sum tú hyggur at og so ein nakin kvinna, sum tú sleppur í song við. Annað lógligt og hitt ólógligt. Hvat er stuttligari, skal eg ikki siga nakað um, í hesu grein ..! Frælsi at liva ..! Vit vita øll, hvat Jenis av Rana heldur um samkynd, rúsdrekka og sex generelt – so tað sjokkerar kanska ongan, at Jenis er farin í holt við striptease. Maðurin elskar at skapa øsing, og so­ leið­is fær hann eisini sínar stemm­ur flest. Nevniliga at fara í holt við TABU evnir, sosum í hesum føri: Strip­ tease. Stendur tað upp til Jenis sjálvan, so skal alt vera bannað í Føroyum, og øll skula ganga so fitt og eyga­ góð á møti – júst líka sum hann sjálvur ger. Men eg krevji bert eitt ting, við at liva í einum landi, sum Føroyar, og tað er frælsi. Og Frælsi at fara ein túr til Striptease...um at spyrja Jenis um loyvi..! Ikki brúka Guð sum vápn, Jenis Tað er sera nemt, at brúka Guð sum vápn, tá ein fer í herja í føroyskum politikki – og nógvir før­oy­ingar hoppa upp á hetta. Men sjálvur haldi eg ikki, at bíblian skal brúkast alment upp á henda máta. Bíblian skal vera fyri ØLL (eisini sam­kynd) og als ikki brúk­­ast sum vápn í føroysk­um politikki, tí tað elvir bert til stríð, og tænir ongum enda­­máli. Tað skapar eina óneyð­uga øsing og fortelur nógv meira um persónin sjálv­ an, enn tað sum stendur í bíbliini. Tað stutta av tí langa er, at eg per­són­­­liga haldi tað vera skeivt at blanda reglión og poli­tikk saman. Tí sjálvandi fara aðrir poliktik­arar taka undir við Jenis at banna Strip­ tease við lóg. Tá bíblian sigur tað, jamen so má tað passa, ikki sannheit ..? Ísland og Striptease Ísland er tað einasta landið í verðini, sum hevur bannað striptease við lóg, og hesa lóg gjøgnumførdu tey ikki fyrr enn í 2010. Jóhanna Sigurðar­­dóttir, íslendskur Stats­minister, segði soleiðis um striptease: Norðu lond vísa vegin fram til líkarættin hjá kvinnum, har kvinnur vera sæddar sum líka og ikki ein handilsvøra til sølu. Sama kvinna giftist við Jónína Leósdóttir, sum eisini er ein kvinna, í 2002 – undir skrásett parlag. Í 2010 bleiv tað lógligt at gifta sama kyn í Íslandi, so ístaðin fyri skrásett parlag, so giftist Jóhanna og Jónína av nýggum og blivu ein av teim fyrstu samkyndu, sum blivu gift, sum samkynd í Íslandi. So fer Jenis í holt við at bannað striptease, sum Ísland ger, jamen so fer hann vælsaktans eisini í holt við skrásett parlar og fáa tað lógligt í Føroyum ..! Take a chill-pill, dude ..! Forrestin Jenis, tú ert tað ein­ asta mannfólk, sum eg kenni, sum ikki tolir/dámar at síggja ein naknan kropp..! Jenis skapar ØSING ímillum føroyingar ..! Sjúrður Heinesen Undirritaði hevur vegna eitt av mann­ing­ ar­feløgunum verið við til samráðingar við Føroya Reiðarafelag tey seinastu 11 árini og eg fari við hesum at koma við nøkrum viðmerkingum um verandi støðu á hesum sáttmálaøki. Í greinini “Hvat ætlar Viberg” á portal.fo tann 3. februar verður m. a. sagt: Slík viðurskifti, sum tey, vit í dag síggja millum manningarfeløg og reiðarar, hava ikki verið áður í nýggjari tíð, ei heldur í gamlari tíð, sum menn vita um at siga. Í vikuni segði fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Óli Jacobsen, sum hevur fylgt samráðingum og verið partur av samráðingum í eini 40 ár, at slíkt, sum nú er hent, ikki áður er hent í hansara tíð. Her má vera talan annahvørt vera um væntandi kunnleika ella gloymsku og tað í ólukkumát, tí tann 10. februar 2005 - altso fyri bara 6 ár síðani – sendi Føroya Reið­ara­felag skriv til Semingsstovnin og boðaði frá, at framyvir skuldu limir Reiðara­ felagsins, ið vóru í sama veiðibólki, sjálvir standa fyri sáttmálasamráðingunum við manningarfeløgini. Sostatt kastaði Føroya Reiðarafelag sam­ ráð­ingarrættin frá sær í 2005. Samráðingarnar í 2005 Tá ið Føroya Reiðarafelag hevði kastað samráðingarrættin frá sær, var ikki annað at gera hjá manningarfeløgunum, enn at taka samráðingar upp við nevnd­ir­nar hjá hvørjum skipabólki sær og Maskin­meist­ arafelagið og Føroya Skipara- og Naviga­ tørfelag gjørdu nakrar sáttmálar við skipabólkar uttan hjálp frá Føroya Reiðara­ felag, men tá ið hetta vísti seg at bera til, hendi nakað merkisvert: Á fyrsta samráðingarfundi við ein av skipabólkunum møtti táverandi formaður í Føroya Reiðarafelag upp - altso Føroya Reiðarafelag og tess formaður, sum høvdu av­sagt seg sjálvar sum samráðingarpart, sótu knappliga aftur við samráðingarborðið og tað vísti seg, at nú bar einki til hjá reiðar­ um, uttan at Føroya Reiðarafelag var við. Søgan endurtekur seg í 2011 Hesaferð boðaði Føroya Reiðarafelag alment frá, at teir frásøgdu sær samráðingarrættin og heittu á síni limafeløg um sjálvi at gera sáttmálar. Tað var frítt slag, segði formaðurin í Føroya Reiðarafelag. Manningarfeløgini bóru skjótt at, og fóru í holt við at fáa sáttmálar við teir ymsu skipabólkarnar. Fyrst var sersáttmáli gjørdur fyri Norðborg og síðani var sáttmáli gjørdur fyri hini uppisjóvarskipini. Sáttmáli fyri línuskip kom eisini til høldar, men so hendir aftur nakað merkisvert: Tá ið fyrsti samráðingarfundur var við felagið fyri lemmatrolarar, sat skriv­arin í Før­ oya Reiðarafelag sum sam­ráð­ingar­leið­ari og tað tóktist, sum einki kundi av­greið­ast uttan blástempling frá Føroya Reiðarafelag. Skuggaspæl Føroya Reiðarafelags Tað má sigast at vera ein erlig sak sjálvboðin at leggja frá sær og lata valdið yvir til onnur. Tað kann eisini henda, at ein leiðsla fær fær misálit frá nevndini. Í báðum førum má avleiðingin vera, at leiðslan leggur frá sær, men í Føroya Reiðarafelag verða slíkar sjálvsagdar reglur ikki fylgdar. Í staðin fyri at lata onnur taka yvir, so blandar henda sama leiðslan seg framvegis upp í samráðingarnar. Hetta hendi í 2005 og tað hendir aftur nú. Leiðslan fór enntá so langt, at hon gav teimum hóvligu og siðiligu reiðarunum á Norð­borg og manningarfeløgunum skuld­ina fyri at Føroya Reiðarafelag fer í upp­loysn. Veruleikin er tann, at hesir bara gjørdu eftir boðum frá leiðsluni í Føroya Reiðarafelag. Annað skinn um bak! Hvussu Føroya Reiðarafelag skipar seg, má sjálvandi vera teirra sak, men at arbeiðs­ gevarafelagið í okkara høvuðsvinnu fyri aðru ferð í 6 ár boðar frá, at tað leggur samráðingarrættin frá sær, er ikki serliga álitisvekjandi og tað er trupult hjá mót­ partinum og øðrum, sum virka á arbeiðs­ marknaðinum at fyrihalda seg til slíkt. Tað er tí at vóna, at Føroya Reiðarafelag nú tekur annað skinn um bak og skip­ar seg við einari dyggari leiðslu, sum er før fyri at røkja sínar uppgávur viðvíkj­­andi sáttmála­ samráðingum við manningarfeløgini. Sáttmálasamráðingar fyri fiskiskip: Søgan endurtekur seg Undir sáttmálasamrálingunum millum reiðara­felagið og manningarfeløgini hevur verið sagt, at viður­skiftini eru so ógreið sum ongan­tíð áður. Hetta er bara partvís rætt, tí fyri 6 árum síðani kastaði Føroya Reiðara­felag eisini handklæði í ringin, men kom so upp aftur í leikin