hósdagur 15. januar 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
47
VALGREINAR
Eg vil hava eina treyta-
leysa umbering frá
Tjóðveldisflokkinum
og Miðflokkinum!
Kaj Leo Johannesen
løgtingsmaður og
valevni Sambands-
floksins í Suðurstreymi
Var saman við Lisbeth L.
Petersen í einari bein-
leiðis sending á Rás 2,
har vit høvdu høvi at
svara spurningum frá
øðrum flokkum um ym-
isk mál.
Tá so umboðið fyri
Tjóðveldisflokkin skírir
allar føroyingar, sum ikki
velja Tjóðveldisflokkin,
at verða í ørviti, og um-
boðið fyri Miðflokkin
fylgir upp og sigur Kaj
Leo og Lisbeth tangera
til at vera landasvíkjarar,
so haldi eg at hetta ikki
skal sleppa óátalað fram-
við, uttan at ein treyta-
leys umbering kemur frá
hesum báðum flokkum.
Havi havt og komi at
hava virðing fyri øðrum
hugsanum enn eg sjálvur
standi fyri, men at hoyra
umaftur
og
umaftur
"Svart Samband" og at
vit venda Føroyum bak-
ið, er bert boðskapir und-
ir beltið.
Men frá tí og so til at
kalla okkum, sum ikki
velja Tjóðveldisflokkin
ella Miðflokkin at verða í
ørviti og at tangera til
landasvik, er so langt úti,
at eg havi ikki orð fyri
hesum. Og so slettis ikki,
tá Tjóðveldisflokkurin
skal eitast at verða tenn
reini flokkurin í føroysk-
um politikki.
Havi umboðað mítt
land innan landsliðsfót-
bólt, innan politikk og
innan vinnulív, so at
hoyra slíkar skuldseting-
ar ger meg bæði illan og
keddan!
Við virðing.
Okkara samfelag -
við at kvalast av
loysing
Marjus Dam
løgtingsmaður og
valevni Sambands-
floksins í Vágum
Vinnan og borgarin eru
við at kvalast - orsaka av
loysingarpolitikki.
T.v.s. at teir eru við at
kvala alt samfelagið.
Hóast teir bert eru byrj-
aðir at loysa, so er heim-
sins hægsta skattatrýst
longu veruleiki fyri fólk
og vinnu. Og fíggjar-
lógin, ið tíbetur ikki varð
samtykt, hækkaði skatt-
irnar enn meira.
Gongdin má broytast.
Leiðin má leggjast um.
Sambandsflokkurin má
sleppa til. Fólk og vinna
mugu og skulu aftur anda
frítt. Loysingin skal burt-
ur, vælferðin skal tryggj-
ast og skatturin niður.
Sum einasti flokkur er
Sambandsflokkurin
komin við einum ítøki-
ligum uppskoti um at
geva vinnuni og fólkin-
um luft, við at geva ein
ítøkiligan
skattalætta.
Loysingarflokkarnir, ið
bert vilja hækka skattin
enn meira, tí teir skulu
loysa, eru í panik. Tað
skilja vit væl. Fólk duga
nú at síggja, at ikki bert
hevur løgmaður logið,
men alt loysingarprojekt-
ið er ein sápubløðra fylt
av lygnum um eina gylta
framtíð í ein fullveldi -
har tey sum ikki eru
rýmd av landi - eru køvd
av skatti.
Latið
føroyingar
sleppa at anda frítt.
X lista B Sambands-
flokkin
Rói Egholm
Valevni Tjóðveldisfloksins í
Suðurstreymi
Ein stórur partur av okkara
ungu, sum flyta heimaftur
eftir
lokna
útbúgving,
verða sett í starv innan al-
mennu umsitingina í Før-
oyum. Vit hava eitt stak væl
útbúgvið og dugnaligt fólk
í almennu umsiting okkara,
men arbeiðsumstøðurnar,
sum vit bjóða hesum fólk-
um, eru kanska ikki altíð
tær bestu.
Í
hesum
valstríðnum
hava mest sum allir flokkar
sagt, eisini Tjóðveldis-
flokkurin, at almenna um-
sitingin er ov kostnaðar-
mikil, og at hon ikki virkar,
sum hon skal.
Tá ið tosað verður um
miðfyrisitingina, so meini
eg, at bygnaðarskipanin hjá
Finn Norman Christensen
er ein skriviborðsloysn,
sum eingi atlit hevur tikið
til fyritreytirnar í føroyska
samfelagnum. Tí eru broyt-
ingar og endurmetingar av
hesi skipan neyðugar og
átrokandi. Tað skylda vit
øllum teimum, sum arbeiða
hjá tí almenna og øllum
Føroya fólki.
Vit eiga at gera eina før-
oyska miðfyrisiting, sum er
nógv meira málrættað og
liðilig, og sum fyrst og
fremst er lagað til føroysk
viðurskifti. Hetta setur eis-
ini stór krøv til landsstýris-
fólkini, sum í framtíðini
mugu hava væl greiðari
málsetningar og eina nógv
gjøgnumskygdari leiðslu,
enn tey hava í dag.
Tað eru nógv mál, sum
hava gliðið væl ígjøgnum
almennu skipanina, og er
hetta, tá ið landsstýrisfólk,
leiðslan og øll, sum arbeiða
við málinum, eru fullgreið
yvir, hvat endamálið er.
Men um leiðslan ikki er
greið og málrættað, so
kámast
endamálið
fyri
starvsfólkinum. Tey ør-
kyml-ast og úrslitið verður
hareftir.
Vit kunnu ikki standa og
hyggja at, at øll hesi vælút-
búnu starvsfólkini arbeiða
innan eina almenna skipan,
sum beinleiðis køvir áræði
og arbeiðshug, tí at leiðslan
er ógreið, og at samskip-
anin ikki virkar sum til-
ætlað. Heldur ikki kunnu
vit bjóða hesum fólkum, at
tey ferð eftir ferð verða
hongd út, tí at leiðsla ella
landsstýrifólk ikki megna
sína uppgávu til fulnar ella
tí at skipanin ikki virkar,
sum hon skal.
Tað er einki mál í sær
sjálvum at hava eina lítla
umsiting. Málið er at hava
eina vælvirkandi almenna
skipan, sum nøktar før-
oyska tørvin og sum liggur
á einum kostnaðarstøði,
sum svarar til tað, ið sam-
felagið hevur tørv á og sum
inntøkurnar til samfelagið
kunnu bera.
Almenna umsitingin
Jørgen Niclasen
valevni Fólkaflokksins í
Vágum
Fólkafloksrakettirnar hava
roynst væl. Seinasta rakett-
in eg minnist frá Sam-
bandinum var í 1996, tá
sambandsløgmaðurin eftir
flogvanlukkuna í Selvík
boðaði frá, at nýggjur flog-
vøllur skuldi byggjast aðra-
staðni í Føroyum. Danir
søgdu takk og knalluðu
kassan í.
Sune Jacobsen finnst í
valgrein at Fólkaflokkinum
og tosar um rakettir. Fólka-
floksrakettirnar hava roynst
Vágoynni væl. Vágatunn-
ilin fekk Fólkaflokkurin
gjøgnumført, somuleiðis
Gásadalsbergholið, Skipa-
eftirlitið og nýggja tyrlu
fyri at nevna nøkur. Sam-
bandsflokkurin var í móti,
men tað eydnaðist at fáa
hesi gjøgnumførd. Ikki so
galnar,
hasar
Fólka-
floksrakettirnar,
halda
sjálvt Sambandsfólk.
Seinast eg minnist eina
rakett frá Sambandinum
var í 1996, tá sambandsløg-
maðurin eftir flogvanlukk-
una í Selvík boðaði frá, at
nýggjur flogvøllur skuldi
byggjast aðrastaðni í Før-
oyum. Danir søgdu takk og
knalluðu kassan í.
Næsta stigið hjá Fólka-
flokkinum er at yvirtaka og
útbyggja flogvøllin. Íløgan
er minni enn Vágatunnilin.
Hetta skal gerast eftir sama
leisti sum Vágatunnilin.
Fyrireikingarnar eru kom-
nar væl áleiðis. Ferðaav-
gjaldið skal sjálvandi fara
til p/f Flogvøllin og verða
partur av rakstargrundar-
lagnum.
Anfinn Kallsberg og
Anders Fogh hava havt
nógvar samrøður um júst
flogvøllin, har tónin frá
danskari síðu er óbroyttur
síðan sambandsúttalisi í
1996. Og tó, at fíggja eina
útbygging úr íleggingar-
grunninum er ein møgu-
leiki. Tað nýggja er, at før-
oysk og donsk embætisfólk
undir samráðingunum um
yvirtøkulógina hava nevnt
møguleikan fyri at teingja 3
ting saman. Hesi eru yvir-
tøka av flogvøllinum og
Kirkumálum (prestagarð-
ar), sum eru útreiðslur og
yvirtøka av Íleggingar-
grunninum. Hetta er ikki
komi upp á pláss, men er
heldur ikki avvíst frá
danskari síðu. Ein møgu-
leika, ið kann gera tað lætt-
ari.
Sambandsflokkurin
er
ikki kendur fyri nógv krút.
Men góðu tit, tað tit hava av
krúti, brúkið tað til fram-
burð, tað ger Fólkflokkurin
við góðum úrslitum fyri
Vágoynna.
Fólkafloksrakettirnar
Meinhardt Hansen
valevni Sambandsflokksins
í Norðoyggjum
Fyri góðum 2 árum síðan
vaknaði løgmaður við kald-
an dreym og staðfesti at vit
brúktu eina milliard meira
um árið, uttan at nakar visti
um vit fingu nakað fyri
peningin. Nú var stundin
komin, har vit sleptu for-
kromaðum donskum skip-
anum og funnu loysnir, ið
hóskaðu til føroyska sam-
felagið.
Síðan tørnaði hann eftir
øllum at døma innaftur, tí
almenni vøksturin hevur
bara staðið við og versnað,
einki sæst til "serføroysku"
loysnirnar, men er for-
kromingin hinvegin farin at
skalla av, so man sær beint
inn á sminkaða fullveldis-
líkið.
Einasta privatisering, ið
er framd seinastu 6 árini er
kunningardiskurin á flog-
vøllinum, heili 1 (eitt!!!)
arbeiðispláss, men bløðini
eru framvegis á tremur við
lýsingum eftir fólki til tað
almenna, samstundis sum
hópuppsagnir eru t.d. um-
borð á rækjuskipum og
innan alivinnuna.
Hetta má fáa ein enda, og
tað gerst ikki við at flyta
almennar funktiónir innan
eitt nú heilsuøkið frá útjað-
aranum og til Havnar. Hin-
vegin kann tað t.d. gerast
við at innføra setanarsteðg í
miðfyrisitingini.
Sambandsflokkurin hev-
ur havt ítøkilig uppskot um
at effektivisera umsitingina
við at minka um talið av
almennum ráðum. Higartil
hevur tíverri ikki verið und-
irtøka fyri hesum, tí yvir-
tøku- og loysingarflokkar-
nir halda tað vera stuttligari
at pussa krom.
Vil tú vera við til at
broyta skeivu gongdina í
býtinum millum almenna
fyrisiting og privata vinnu,
vel so Sambandsflokkin.
Almenna fyrisitingin má minka
Kunngerð
Til veljarar til løgtingsvalið 20. januar 2004 í
Sumbiar kommunu.
Atkvøðugreiðslan fer fram týsdagin 20.januar 2004
á hesum støðum:
Fyri veljarar í Sumba og Víkarbyrgi:
á kommunuskrivstovuni í Sumba
Fyri veljarar í Lopra og Økrum:
í skúlanum á Leiti
Atkvøðugreiðslan fer fram millum kl. 10.00 og kl.
20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan
steðg.
Veljarar, ið sambært vallógina hava rætt til at nýta
brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskriv-
stovuni til og við mánadagin 19. januar 2004.
Tey,ið vegna sjúku ella væntandi førleika ikki kunnu
koma á valstaðið,kunnu velja heima til og við dagin
fyri valið. Hesi kunnu boða kommunuskrivstovuni
frá hesum á tlf. nr. 370344, 373506 ella 373150 í
seinasta lagi mánadagin 19. januar kl. 15.00.
Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum
veljarum, ið standa á vallistanum. Veljari, sum ikki
fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at
venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.
13. januar 2004
Valstýrið í Sumbiar Kommunu
Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík
Sjúkrarøktarfrøðingur
Deild M – Medicinsk songjardeild
Søkt verður eftir avloysarum fyri sjúkrarøktarfrøð-
ingar:
Frá 01.03.04 til 15.10.04 32 tímar pr. viku í skiftandi
vaktum.
Frá 01.03.04 til 31.08.04 24 tímar pr. viku í skiftandi
vaktum.
Frá 01.04.04 til 31.10.04 32 tímar pr. viku í skiftandi
vaktum.
Harumframt verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingi,
heilsuatstøðingi ella sjúkrahjálpara frá 01.04.04 til
31.12.05 36 tímar pr. viku í skiftandi vaktum.
Førleikakrøv:
Prógv og góðkenning sum sjúkra-
røktarfrøðingur
Fakligan áhuga innan medicinska
sjúkrarøkt
Góð samstarvsevnir
Ynskiligt er við royndum innan øki
Setanartreytir: Løn og setanartreytir sambært
sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til
Synnøvu Hansen, deildarleiðara telefon 45 54 63
lokal 403 ella Jonu Nielsen, fyristøðukvinnu lokal
106.
Umsókn við avriti av prógvi, autorisatión og møgu-
ligum viðmælum skulu sendast til:
Klaksvíkar Sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
FO-700 Klaksvík
Umsóknarfreist 29. januar 2004 kl. 12.00.
P/f Føroya Fiskavirking
Reingerð
Søkt verður eftir einum fólki til reingerð, at byrja
sum skjótast.
Arbeiðstíðin er aftaná dagliga framleiðslu.
Arbeiðið umfatar framleiðslurúm og útgerð.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Rakul á
tlf. 219907.
P/F Føroya Fiskavirking,Vestara Bryggja
Postboks 218 · FO-110 Tórshavn
Tlf. 355555 · Telefax 312631
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
47
46