Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 45 VALGREINAR Vit vilja verja náttúruna Heðin D. Poulsen valevni Fólkaflokksins í Suðurstreymi www.hedindp.com Verður ein føroyingur spurdur, hvat hann sakn- ar, tá ið hann er burtur frá heimlandinum, er rætti- liga sannlíkt, at hann, sum nakað av tí fyrsta, nevnir okkara vøkru náttúru. Ein kann ikki annað enn taka undir við hes- um, men tað virkar marg- háttligt, at eitt fólk, sum sigur seg hava stóran alsk til náttúruna, ikki hevur mett tað vera neyðugt at gera skipanir til tess at tryggja hana soleiðis, at komandi ættarlið eisini kunnu fáa ágóðan av henni. Seinastu tíðina hava tvey mál verið frammi í fjølmiðlunum, sum hava sett ljóskastaran á, hvussu illa tað er statt í Føroyum, tá tað snýr seg um náttúruvernd. Fyrra er málið um staðseting- ina av samferðsluhavnini á Trongisvágsfirði, með- an seinna er málið um útbyggingina av vatn- orkuverkinum í Eysturoy. Í málinum um sam- ferðsluhavnina á Trong- isvágsfirði sóu vit, at landsmyndugleikarnir tóku avgerð um at byggja eina havn júst har, sum lívfrøðingar hava staðfest eitt taraslag, ið ikki er sætt aðrastaðni í landin- um. Soleiðis nýttist tað ikki at verið. Suðuroyggin kundi fingið sína sam- ferðsluhavn og tarin kundi fingið frið. Tað er burðardygg menning í røttum týdningi. Í øðrum framkomnum londum hevði eitt slíkt stað ivaleyst verið friðað sambært galdandi náttúruverndarlóggávu, og í tráð við altjóða sátt- málan um lívfrøðiligt margfeldi. Hesin áleggur londum at tryggja eina fjølbroytta náttúru. Um Føroyar høvdu fylgt menningini innan umhvørvis- og náttúru- røkt, sum er farin fram í londunum rundanum okkum, so hevði eingin avgerð um staðseting av eini havn verið tikin, utt- an at ein fullgóð um- hvørvisárinsmeting var gjørd og ein skikkað náttúrufyrisiting hevði gjørt sítt tilmælið ella frámælið. Hetta vil ikki siga, at tað hevði verið upp til eina náttúrufyri- siting at avgjørt, hvørt suðuroyingar skulu fáa eina nýggja samferðslu- havn. Men fyrisitingin hevði t.d. kunna mælt frá, at man nýtti innara part av Lítla Hólmi sum ífylla til grótkastið í sambandi við havnagerð- ina, og mælt til, at ein fyri náttúruna frægari staðseting varð funnin, møguliga longri inni á fjørðinum. Tað sama er galdandi fyri alla útbyggingina av vatnorkuverkinum í Eysturoynni. Hevði ein dagførd lóggáva og ein skikkað fyrisiting havt neyðuga heimild, hevði SEV ikki fingið loyvið at sett spakan í, fyrr enn øll hugsandi árin á náttúruna vóru lýst út í æsir, al- menningurin varð hoyrd- ur og myndugleikin hevði tikið støðu. At Føroyar er eftirbátur á hesum øki, er ikki nakað nýtt. Longu í 2001 vísti ein arbeiðsbólkur hjá Oljumálaráðnum á, at tørvurin á eini hægri rað- festing av øllum náttúru- og umhvørvisverndar- økinum er sera stórur. Bólkurin hevði 10 upp- skot um broytingar, sum skuldu bøta um skipan- ina og lóggávuna, men enn er eingin av hesum broytingum framd. Fær Fólkaflokkurin ábygrdina av hesum týdningamikla málsøki í framtíðini, verður fyrisit- ingin og lóggávan á øki- num dagførd, og ein virkin politikkur verður førdur. Hinir flokkarnir tosa um tað, men bert Fólka- flokkurin er førur fyri at fremja tað. Tí Fólka- flokkurin stendur fyri framburði, framburði á øllum á økjum. Vel Fólkaflokkin! Tórfríð B. Johannesen valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy Hetta er fyrstu ferð, eg havi latið meg stillað upp til eitt løgtingsval, og eri eg upp- stillað á listanum hjá Tjóð- veldisflokkinum í Suður- streymi. Eg eri sannførd um, at vit føroyingar ˆ tá ið tíðin er komin - duga best at reka okkara samfelag sjálvi. Tað duga vit sjálvsagt longu í dag, men sum ófrælst fólk í øldir fer tað at taka sína tið at fótað sær í egnum húsi. Vit eiga at seta álit á okkara egnu skapanarmegi og ikki leggja okkum afturá og dúva uppá tað, vit kunnu fáa frá øðrum. Seinastu árini hava prógvað, at Tjóðveldis- flokkurin er ein ábyrgdar- flokkur, sum skynsamiliga hevur dugað at gjørt Før- oyar meira sjálvbjargnar og óheftar av útlendskum pengum. At vilja klára seg sjálvi og ráða í egnum húsi, er eingin skomm. Skommin er hjá teimum, sum ikki trúgva á egnan mátt og megi. Spyrt tú tey gomlu tjóð- veldisfólkini, hvat tey halda, so siga tey: »Eg haldi, at vit mugu royna at klára okkum sjálvi«. So einfalt kann tað sigast – og so einfalt er tað, um vit standa saman. At vera sjálvbjargin og standa á egnum beinum, er viðføtt í hvørji barnasál. Vit í Tjóðveldisflokkin- um stremba eftir einum sjálvbjargnum og frælsum Føroyum – einum rættvís- um Føroyum, sum er fyri allar føroyingar, óheftar av donskum yvirræði. Tá ið vit eru vorðin fræls tjóð, verða vit betur før fyri at samstarva her heima á landi og um landamørk. Føroyska samfelagið livir í fyrsta lagi av tí tilfeingi, sum havið gevur og teirri framleiðslu, sum hendur og armar kunnu skapa. Hetta er eitt tilfeingi, sum endur- byggir seg sjálvt, ár undan ári. Hvørt einstakt arbeiðs- pláss – á sjógvi og á landi – hevur stóran týdning fyri samfelagið og ikki minst fyri tey smáu bygdasam- feløgini runt um í landin- um. Sum uppvaksin og bú- sitandi í Nólsoy, kundi eg hugsað mær at arbeitt við hesum málum við tilknýti til bygdina, um veljarin gevur mær høvi til tess: • at samferðsluviðurskift- ini, sum eru lívæðrin á eini útoyggj, verða tey bestu til miðstaðarøkið. Hesi er ein treyt fyri trivnaði og framburði. • at útróðurin fær bestu umstøður við eini av- markaðari landingarmið- støð í Nólsoy fyri útróð- rarfisk. Tað hevði skapt áhugan at reist eitthvørt arbeiðspláss á føtur, um fiskurin varð lagdur upp í Nólsoy. • At vit fáa ein stovn her úti til tey gomlu, sum ikki kunnu ansast heima ˆ ein stovn við dagtilhaldi og ymiskum frítíðarvirk- semi. Hetta hevði verið gott fyri tey gomlu og hevði skapt nøkur al- menn arbeiðspláss í bygdini. Hetta hevði eis- ini økt um trivnaðin. Nólsoy hevur altíð verið ein sjálvstýrissinnað bygd, og vil eg tí heita á nólsoyingar og veljarar kring landið annars um at standa saman um Tjóðveldisflokkin á løgtingsvalinum, 20. jan- uar. Gott tjóðveldisval! Malan Mohr Dahl valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoynni Til hetta løgtingsvalið havi eg játtað at stilla upp, tí tað eru mál og viðurskifti í samfelagnum, sum eg haldi, at bøtt eigur at verða um. Okkara børn og ungdóm- ur er tað dýrasta, vit eiga. Teirra framtíð og tilvera verður stýrd av teimum korum, vit bjóða teimum, meðan vit hava tey. Vit vilja fegin, at tey eru væl fyri bæði andaliga og handa- liga, tá ið tey flyta heiman- ífrá. Vit foreldur vilja fegin vera errin av okkara børn- um, - og vit fegnast, tá ið væl gongur í hond. Líka kedd og vónsvikin eru vit, tá ið tað gongur øðrvísi, enn vit høvdu væntað og vónað. Her kunnu vit gera nak- að, og vit eiga at gera nakað. Vit kunnu nýta vanligt vit og skil og syrgja fyri, at okkara børn fáa bestu kor at virka undir. Fólkaskúlin skal virka sum ein heild og ikki vera eitt býtisbarn, sum hann er í dag, soleiðis at peningur er ikki settur av til tað, ið lógin sigur skal gerast, og skal eg vísa á eitt lítið dømi, ið flestu okkara kenna. Børn við serligum tørvi hava sámuligar umstøður, áðrenn tey fara í skúla, men so skjótt, tey trína inn um skúlans gátt, broytist støð- an: Eingin peningur er til at geva teimum tann neyðuga stuðulin. Tey steðga upp, eru ørkymlað og gerast kanska taparar í longdini. Tey krevja nógv, og tað ger kanska, at onnur fáa heldur ikki mest burtur úr skúla- gongdini. Hetta má og skal broytast. Peningur skal setast av til hetta. Talan er ikki um stóra upphædd, men heldur um vilja og evni til at raðfesta. Hesin trupulleikin er um alt landið. Vit mugu kunnu siga, at vit hava gjørt tað besta fyri okkara børn og ungu. Og tað leiðir meg inn á eitt annað hjartamál: Um- hvørvið. Vit eiga at lata okkara eftirkomarum hetta landið í so góðum standi, at tey kunnu takka okkum fyri tað og fyri, at vit hava lært tey, hvussu tey kunnu fara væl við tí og vera góð við tað. Lat meg enda við at vísa á, at tá ið fyrrverandi lands- stýrismaðurin í menta- málum heitti á politisku flokkarnar um at seta eina grein í bóklingin SÚS, ið stendur fyri ’skoðanir úr skúlanum’, var Sjálvstýris- flokkurin annar av flokk- unum, ið gjørdi eftir áheit- anini. Hetta sigur nakað um, hvønn týðning Sjálv- stýrisflokkurin leggur í korini hjá okkara børnum og ungu. Setið ein sterkan Sjálv- stýrisflokk á ting, hann hevur fyrr við hepni um- sitið mentanarmál, hann ger tað fegin aftur. Sjálvstýrisflokkurin er gamal í garði, men grønur í sinni. Hvør kann - D kann. Vinjard Johansen valevnið Miðfloksins í Eysturoy Miðflokkurin hevur ongan- tíð gloymt hvat flokkurin stendur fyri, og er eitt av hjartamálunum hjá flokk- inum familjan. Familjan er hjarta í sam- felagnum og eigur hon ikki at gloymast, men virðast høgt, og hava best møgu- ligu kor. Ein góð familja vil blíva ein sterk familja, og er týdningarmikið at vit ganga undan og leggja rammurnar greiðar. Tað skal loysa seg at verða giftur og liva í hjúnalagi. Eitt gott hjúnarlag vil skapa eitt gott heim og fleiri góð heim skapa eitt gott og sterkt samfelag. Til dømis áttu vit at fingi eina betri skipan við dagstovnum, har foreldur fingu avsláttur fyri at hava fleiri børn á stovninum. Eina betri barsilskipan við møguleika fyri farloyvi upp í eitt ár við løn. Varðveita rentustuðulin, ið hevur stóran týdning fyri ungar familjur ið ætla at seta búgv, og lægri avgjøld á t.d. mjólk og brenniolju. Miðflokkurin vil koma sterkur inn á ting, og vil tín krossur fyri undirritaða á lista H, skapa møguleikar fyri einum tryggum sam- felagi, bygt á kristna grund. At stevna móti sjálvbjargni og frælsi Børnini og umhvørvið Familjan stóran týdning í samfelagnum VALGREINAR Felags foreldra- myndugleiki Elin Lindenskov valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy www.lindenskov.com Fyri at gera Føroyar eitt modernað norðurlendskt samfelag, skulu nógva lógir dagførast. Foreldra- myndugleika er eitt av teimum mongu lógunum, vit eiga at broyta. Í Før- oyum hevur pápin eingi rættindi til síni børn, uttan so at hann er giftur við mammuni. Í Dan- mark hava foreldur møguleika at velja felags foreldramyndugleika, hóast tey ikki eru gift ella eru skyld. Mannagongd- in í DK er sera einføld. Mamman skal skráseta navnið á pápanum, sam- stundis sum hon boðar frá, um tey ynskja felags foreldramyndugleika ella ikki. Her heima, skal ein kvinna sum eigur barn uttan fyri hjúnalag, sjálv- sagt eisini skráseta hvør pápin er. Foreldramynd- ugleika eigur mamman einsamøll. Pápin hevur ongi rættindi, uttan so at foreldrini eru gift. Eftir hjúnaskilnað er heldur ikki møguligt at fáa felags foreldramyndug- leika í Føroyum. Eg veit um par, sum hevur felags foreldra- myndugleika yvir fyrsta barninum, sum er føtt í DK og mamman einsa- møll hevur rættin til seinra barnið sum er føtt í Føroyum. T.d. eru hesi foreldur í einari løgnari støðu, tá ið tey skulu velja umboð ella stilla upp til skúlastýrið. Tað er bara tann sum hevur foreldramyndugleika yv- ir barninum, sum kann velja og veljast í skúla- stýrið. Vilt tú vita meira, um hvat eg tikist við seinastu 4 árini, so vitja mína heimasíðu www.lindenskov.com. Har liggja hundrað tals greinar, røður o.a. frá hesum tíðarskeiði. Uppsparing til pensiónstilveru Inga Foldbo Hjallnafoss valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymoy Tá ’Guð og Keisarin’ hava fingið sítt, er ikki nógv eftir hjá teimum flestu. Tað er ov lítið er at taka av, tá á stendur í um- støðum, har samfelagið ikki loftar okkum. Við størri fíggjarligum rása- rúmi eru fleiri valmøgu- leikar og frælsið, tí mugu hin einstaki eins og familjan hava pláss til uppsparing; Nøktandi fíggjarligt rásarúm hevur stóran týdning fyri trivnað, ar- beiðshug og liviumstøður sum heild. Hetta er gald- andi bæði fyri familjuna og tann einstaka. Verður hugsað um lágu fólkapensiónina, er tað ein upplagdur valmøgu- leiki at leggja pening til síðis til eina tilveru uttan lønarinntøku. Hvussu verður støðan um 10-20- 30 ár?? Tekur landið sær ikki nóg væl av borgar- unum, tá hesi hava tørv á tí, mugu fólk hava møgu- leika og ráð til aðrar loysnir. Sjálvstýrisflokkurin vil virka fyri eini eftir- lønarskipan til øll, og á henda hátt eisini skapa tryggar karmar fyri tey, ið ikki hava møguleika at leggja til síðis til pen- siónstilveruna. Hesum vil eg virka fyri! Sylverius Jacobsen valevni Javnaðarfloksins í Eysturoynni Tað sum er áhugavert og spennandi í politikki er hetta, at ein fær loyvi til og kann vera við til at ávirka gongdina í okkara samfe- lag, sum jú er í stórari broyting júst hesi árini, ein broyting, sum sær út til at halda fram. Tí er umráð- andi, at vit fáa tey røttu fólkini við teimum røttu hugsjónunum fram í fremstu røð, til frama fyri eina samfelagsskipan, sum er til gagns fyri alt fólkið. Ikki bara fyri einum parti av fólkinum, men fyri alt fólkið. Javnaðarflokkurin hevur tað sjónarmið, at øll í sam- felagnum eftir førimuni hava somu rættindi og somu skyldur. Øll skulu hava møguleika fyri at hava so góð livikor, sum okkara samfelagsskipan nú eina- ferð megnar at skapa fyri fólkið sum heild, bæði ung og gomul, kvinnur og menn, røsk og heilsu- brekað. Nútímans samfelag Eitt nútímans samfelag skal metast eftir, hvussu tey minst mentu og veikastu verða raðfest, tá talan er um livikor og lívsvirði. Verða tey sett aftast, so fær sam- felagið vánaligt umdømi. Javnaðarflokkurin hevur altíð roynt at hjálpt upp á korini hjá teimum veiku bólkunum, ja tað er eitt aðalsjónarmið í javnaðar- hugsjónini. Ein veikur bólkur, sum verður størri og størri, eru jú tey gomlu. Teirra umstøður eru ikki alt ov góðar, og tí hevur Javn- aðarflokkurin sett sær fyri at bøta um livkorini hjá hesum medborgarum okk- ara. Hvussu kann hetta ger- ast? Jú, eitt av høvuðsmál- unum hjá Javnaðarflokkin- um er at styrkja fólkapen- sjónina og lyfta samhalds- føstu eftirlønarskipanina upp til eina munagóða skipan fyri allan arbeiðs- marknaðin. Fólkapensjónin skal økj- ast bæði við at hækka upp- hæddirnar og við at prís- talsregulera alla pensjón- ina. Vel tey røttu fólkini, við teimun røttu hugsjónunum Haldur Vang valevni Fólkafloksins Um vinnan skal hava kreppuhjálp ella ikki, fari eg at royna at lýsa, við ein- um dømi, hvussu eg síggi uppá tað. Vit kunnu hugsa okkum at tveir smáir bátar, við smáum motorum, sum vóru vanligir tá ið eg var smá- drongur, skulu fara um ein streymtanga, annar er mannaður við Fólkafloks- monnum, og hin við monn- um, úr flokkunum, sum ikki undir nøkrum umstøð- um, vilja veita vinnuni kreppuhjálp. Hesir bátar fylgjast til teir koma til streymtangan, tá vinna hesir smáu motorar ikki einsamallir á streyminum. Fólkafloks- menninir eru skjótir at leggja árarnar út, og taka nøkur megnar áratøk, so báturin í eini handavending kemur forbí streymtangan og kann sigla aftur við egnari megi. Á hinum bátinum sita menninir fornermaðir, og ilskast in á hendan lorta motorin, ið ikki klárar einsamallur at vinna á streyminum, við tí úrslitið at báturin fellur tvørur, far ein skvamp so at motorurin steðgar. Fylgjan er at báturin fer sendandi eftir reyv, við streyminum, og um eingin sær hann, og fær sleipa hann til lands, vera teir allir sjólætnir. Nú kann ein og hvør sjálvur døma um, hvør av bátunum hevði tað skila- bestu manningina. Vinnan skal sjálvandi klára seg uttan rakstrar- stuðul, men Fólkaflokkurin er altíð klárur, at viðgera eina og hvørja kreppustøðu sum vinnan, av ikki sjálv- gjørdum umstøðum er komin í. Vit kunnu eisini venda spurninginum á høvdið, og spyrja hvussu nógv skulu vit taka frá vinnuni. Tað sær út, sum summir flokkar halda at vinnan livir av tí almenna, men hvat skal tað almenna gera við ongari vinnu. Fólkaflokkin, vil arbeiða fyri einari sterkari vinnu, tí hevur vinnan tað gott, hava vit øll tað gott. Set tí X við lista A ella eitt av valevnum Fólka- floksins. Helgi Abrahamsen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy 24 málsøki standa í hesi løtu á bíðilista, mest sum klár at yvirtaka. Hevði samgongusam- starvið millum Fólkaflokk- in, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Mið- flokkin ikki slitnað, høvdu málsøkini longu verið yvir- tikin í hesum árinum, og rokningin varð so send til føroyska skattgjaldaran. Men nú standa tey fyri- bils á bíðilista og bíða eftir, at ein nýggj sjálvstýrissam- gonga møguliga veður skipað eftir valið, og tann møguleikin er als ikki so langt burtur. So seint sum 24. no- vember 2003 skrivaði Dimmalætting, at høvuðs- boðskapurin hjá Óla Breck- mann á landsfundi Fólka- floksins var, at "einki er betri enn verandi sam- gonga". Eisini segði hann: "Sjálvbjargni og sjálvstýri veldst um Fólkaflokkin, latum okkum halda fast um borgarligu sjálvstýriskós- ina" Sambært nýggjari velj- arakanning verða tað smáir marginalar, ið avgera valið tann 20. januar. Einki er av- gjørt enn, og tí eigur veljarin at hugsa seg væl um, áðrenn hann setur krossin, tí tað kundi hent, fullveldisætlanin heldur fram eftir valið. Hendir tað, so er lítið at ivast í, at arbeiðið við at yvirtaka tey 24 málsøkini heldur fram, og rokningin verður send til føroyska skattgjaldaran. Samgonguflokkarnir siga allir sum við ein munn, at teir vilja loysa. Einasti munurin er, at summir hava betri tol at bíða enn aðrir. Og tann sum skal hava rokningina er framvegis føroyski skattgjaldarin. Skal vinnan hava kreppuhjálp? Heldur fullveldisætlanin fram eftir valið? C M Y K 45 44