Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 43 VALGREINAR Fólk við breki Rúna Sivertsen valevni Fólkafloksins í Norðoyggjum • tey, ið bera brek skulu eftir førimuni hava frælsi til sjálvi at leggja egin viðurskifti til rættis • tey skulu hava umstøð- ur, sum ger tey før fyri at hava arbeiði og trív- ast • samferðslutól, vegir og bygningar skulu vera soleiðis, at rørslutarn- að frítt kunnu ferðast til og frá • privat og almenn ar- beiðspláss skulu hava skyldu til at lata ar- beiðsplássini upp fyri teimum, ið bera brek • fólk, ið hava endurút- búgving fyri neyðini, skulu fáa hana lætt og skjótt Atkomumøguleikar fyri øll Elna Skylv Hansen Valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy Fáa brekað góðar møgu- leikar í ítrótti, fáa øll góðar møguleikar. Øll skulu hava javnbjóðis atkomumøguleikar til al- menn støð. Vit hava í dag eitt Ráð teirra Brekaðu, sum skal vera ráðgevandi í øllum almennum mál- um, sum hava týdning fyri viðurskifti teirra brekaðu. Ráðið virkar við støði í Fyrimyndar- reglum hjá ST um út- vegan av javnlíkum møguleikum fyri brekað. Hetta er eitt gott stig framá, men als ikki nóg mikið. Tann, ið er bundin at koyristóli, hevur enn ikki atkomumøguleikar í flestu almennar bygning- ar. Tørvur er á eini lóg ella ásetingum á hesum øki, og tað ongantíð ov skjótt. Hesum vil eg virka fyri. Við ella uttan koyri- stól, so hevur tann brek- aði brúk fyri at sleppa at ítróttarøkjum - bæði sum íðkandi og sum áskoðari. Ítróttur, sum er mennandi heilsuliga, kropsliga, sál- arliga og sosialt, eigur at hava góðar umstøður hjá okkum - ikki minst hjá teimum, ið hava okkurt brek. Hugstoytandi var at fylgja okkara luftmiðl- um, tá ítróttaárið 2003 - Ár teirra Brekaðu - var samanumtikið og upp- gjørt. Einasti føroying- urin, sum í 2003 ognaði sær heimsmet, var ikki tikin upp á tungu. Ítróttur er eitt gott før- oyskt andlit úteftir. Tað er júst føroysk luttøka í altjóða ítróttakappingum, ið mangan fær verðins eygu at venda sær móti okkara landi, og tað er tí av týdningi, at best møguligar umstøður verða tryggjaðar føroysk- um ítrótti - eisini fyri brekað. Fáa brekað góðar møguleikar í ítrótti, fáa øll góðar møguleikar. • Miðnámsskúli í Vági • 123 nýggj røktarheims- pláss í næstum Eitt herróp Miðfloksins er: á varðhaldi, tá ið á stendur: Tað hevur mangan staðið á hesar 18 mánaðirnar. Hvør minnist ikki al- menna kjakið um rættindi teirra homosexuellu við mótmælisundirskriftum frá báðum pørtum. Miðflokk- urin var á varðhaldi. Hvør minnist ikki roynd- irnar at broyta rúsdrekka- lógina bæði til at veita Norrønu loyvi at skeinkja og at lata privatum loyvi til at framleiða føroyskt rús- drekka. Miðflokkurin var á varðhaldi. Hvør minnist ikki drúgva kjakið um fosturtøkumálið, sum framvegis er uppi í almenninginum. Miðflokk- urin er á varðhaldi. Hvør minnist ikki, at trupult var at fáa fíggar- lógina at hanga saman, men at Miðflokkurin vardi borg. Vinnugrunnurin Miðflokkurin er ítøkiligur í sínum politikki. So ítøki- ligur, at flokkurin hevur eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu vinnan við skynsomum langtíðarloysnum kann vera sær sjálvari til hjálp, tá ið eitt nú heilar vinnu- greinar koma í kreppu. Fyri nøkrum árum síðani var rækjuvinnan hønan, sum varp gulleggini. Tá var svartkjaftaflotin illa fyri og skip vórðu seld av landin- um. Nú er støðan øvugt; nótaskipini hava inntøkur, sum ongantíð áður, meðan rækjuflotin er í kreppu. Miðflokkurin skjýtur upp, at ein vinnugrunnur - hjálp til sjálvhjálp - verður settur á stovn, sum vinnan eigur og ræður yvir sjálv. Stovnsfæ grunsins skal vera t.d. 5% av skattliga yvirskotinum hjá øllum fyritøkum. Hetta verður so- statt ikki eitt eykagjald, tí fortreytin er, at eitt skattligt yvirskot er staðfest. Fyri- tøkur við ongum vinningi gjalda sostatt ikki í grunn- in. Við tølunum úr fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2004 sum grundarlagi, vildi ársinntøkan hjá grunninum verið einar 30 mió. kr. Tankin er, at tá ein heil vinnugrein kemur í kreppu av eitt nú minkandi prísum ella av ov høgum oljuprís- um, skal grunnurin kunna fíggja heildarloysnir til alla vinnugreinina. Ikki kredi- torloysnir, sum hjálpa pen- ingastovnunum at fáa sín pening, men loysnir, sum geva vinnuni møguleika fyri at koma burturúr kreppuni. Eitt nú felags- keyp av kvotum. Ella fígg- ing av koppingarevni móti sjúkum. Nógvir møgu- leikar eru. Hví skal t.d. ein vanligur handil ella lastbilafyritøka gjalda í ein tílíkan grunn? Øll liva vit av hvørjum øðrum. Um ein vinna fer fyri bakka, t.d. rækjuvinn- an, verður samlaða keypi- orkan í landinum minni, og hetta gongur so útyvir handilslívið og lastbila- vinnuna. Tí er hjálpin eisini hjálp til at fíggja keypi- orku, og tí hava øll áhuga í slíkari loysn. Framhald av síðu 41 Jenis av Rana valevni Miðfloksins í Suðurstreymi Undir framløguni av val- skrá Miðfloksins varð eis- ini løgd fram ætlan um hvussu vallyftir floksins skulu fíggjast. Felags fyri valskráirnar hjá hinum flokkunum er, smb. fjøl- miðlunum, at eingin teirra sigur frá hvussu lyftir teira skulu fíggjast. Hetta meta vit í Miðflokkinum er ódámligt, lovar tú nakað, mást tú eisini verða førur fyri at greiða frá, hvussu tú rindar kostnaðin. Trongstøða barna- familjunnar Á stevnu í norðurlanda- húsinum í heyst kom fram, hvussu ómetaliga vánalig kor føroysku barnafamilj- urnar hava, og dømir frá øðrum Norðurlondum, íroknað Ísland, staðfesta hetta. M.a. er í Svøríki há- mark fyri hvussu nógv barnafamiljur gjalda í barnaansingarútreiðslum- fyri trý børn á stovni max. kr 2.100 -og einki fyri fleiri. Í Føroyum vildi hetta lættliga kostað kr. 6.000. Barsilsskipanin í t.d. Svø- ríki veitir 1 ára løntan barsil fyri hvørt barnið, og hend- an tíðin kann nýtast áðrenn barnið fyllir 7 ár. Hartil veita øll londini barna- stuðul ( barnakjekk) til hvørt barnið heilt til 16 og 17. árið. Og í Finlandi og Noregi verður peningur rindaður familjum, sum ikki fáa ansing til børn síni. Tað gjørdist okkum greitt at vit eru eftirbátar á hesum týdningarmikla øki. Ei undur í at bæði føroysku foreldrini noyðast at ar- beiða fulla tíð- og fleiri longri. Røkt teirra eldru Fara vit til teirra í komin eru til hin endan av lívs- leiðini, er myndin tann sama. At hesi, sum hava bygt ta vælferð, unga ættarliðið nýtir gott av, ikki skulu fáa tað røkt, heima ella á stovni, sum átti at verið sjálvsøgd, er ein skammblettur, sum má bøtast, so skjótt ein nýggj samgonga fer til verka. Fíggjanin av broytingunum Hetta fara vit at broyta- tað er sum sagt bráneyðugt, men tað kostar, og krevur øðrvísi raðfestingar. Í framløgdu ætlan Miðflok- sins vilja vit m.a. fíggja hetta við at spara 10 mió. á ferðakostnaðinum hjá tí almenna. Harnæst ætla vit at spara við at samskipa gransking, sum nú liggur spjædd út á eitt ótal av konti, og á mentanarøkin- um, sum sjálvandi má koma í aðru røð, tá bøtan av viðurskiftum hjá m.ø. barnafamiljum og teimum eldru, er brákravd. Tá korini sostatt verða grundleggjandi bøtt hjá ungu familjuni, skuldi or- søkin til ikki at giftast, fyri harvið at fáa lut í almennari forsorg, verið burtur. Tí verður gjørligt eisini á hesari kontoini, sum mang- an ( av neyð? ) verður mis- nýtt, at spara eitt mill. krónu tal. Óneyðugt at siga tær, at hesar ætlanir okkara bert kunnu setast í verk við tínum stuðli- h. 20 januar. Jónfinn Olsen valevni Miðfloksins í Suðurstreymoy Miðflokkurin bardist á Løgtingi fyri at blokkurin ikki skuldi skerjast. Og tá skalt tú hugsa um, at Mið- flokkurin sat í andstøðu hesa tíðina. Men hvat hendi tá, tásitandi sam- gonga avgjørdi at skerja blokkin, og søgdu at hetta fór ikki at ávirka Føroyska samfelagið. Miðflokkurin atkvøddi ímóti at hetta skuldi henda. Men tit vita nú hvat hetta hevur gjørt í okkara samfelagi, tað mangla kr. á so nógvum postum. Hendan seinasta sam- gongan, sum situr nú fram til 20 januar 2004, hevur leitað eftir sparingum, síðan teir tóku við. Hetta skal man tó ikki lasta pørtum av hesi samgonguni fyri, tí tað var samgongan, sum sat framman undan sum samtykti á Føroya Løgtingi at blokkurin skuldi skerjast. Meðan hendan samgongan mátti sita eftir við avleiðingunum av hesi "beistagerð", um eg kann málbera meg so. Miðflokkurin ynskir ikki á nakran hátt at vælferðin skal versna fyri fólkið í Føroyum. Tí hevur Mið- flokkurin upp til fleiri fer biðið um eina fíggjarliga uppgerð millum Føroyar og Danmark, so skil kann fáast á hesum viðurskiftum. Vel Miðflokkin sum tína rødd á Løgtingi. Borgan fyri vælferð og trivnaði. Er barnafamiljan slept upp á fjall? Miðflokkurin segði nei til at blokkurin skuldi skerjast við kr. 367 milliónum (1) VALGREINAR Føroyar fyri øll ! Soffi Egholm valevni Javnaðarfloksins í Norðstreymoy Nøkur av mínum hjarta- málum, sum eg ynski at ávirka eru hesi: • Betra um viðurskiftini hjá teimum sálarsjúku og teimum avvarðandi. Galdandi psykiatrilóg er frá 1938 og er út av lagi vánalig og ómenn- iskjanslig. Ein nýggj og tíðarhóskandi lóg skal gerast skjótast til ber. • Betra um postviður- skiftini í Kvívíkar kommunu og í Norð- streymoy. • Betra um sjúkrahús- viðurskiftini við at samskipa tey betri og at fáa tey undir eina meira einfalda leiðslu. • Almannaráðið og Heilsumálaráðið skal undir eitt ráð. Hetta er sera umráðandi fyri at fáa ein meira effek- tivan og bíligari rakst- ur. • Betra um heimarøktina og heimahjálpina. • Betra um læknaviður- skiftini við at skapa betri karmar og endur- útbúgvingar v.m til læknarnar, soleiðis at hetta verður á sama støði sum í okkara grannalondum. • Tryggja og betra um fólkapensiónina, so- leiðis at øll kunnu fáa eina rímiliga fólka- pensión í aldurdómin- um. • Ein kærunevnd má setast í verk skjótast til ber, sum skal koma borgarnum til góðar. Borgarin skal hava rætt til at kæra um skeivar viðgerðir á øllum økj- um. • Endurskoða og gera eina meira einfalda landsumsiting, sum er á einum meira rími- ligum støði og sum hóskar betri til okkara lítla oyggjaland. • Gera langtíðar ætlanir fyri alt tað føroyska samfelagið, soleiðis at borgarin, vinnan og tey alment settu, kunnu føla seg meira trygg við viðurskiftini og við tann rikna politikkin. Fyri at náa hetta krevst politiskur stabilitetur & visiónir og ikki bert politiskar lappaloysnir. • Krøv, trúðvirði og rein- leiki til politikarin skal á eitt hægri støði. Við ynskjum um eitt gott val fyri Føroya fólk. Betra korini til barnafamiljuna Karina Fagralón valevni Sambands- floksinsí Norðstreymoy Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at mjólkin verður bíligari. Mjólkin er alt ov dýr her í Før- oyum og hetta má broyt- ast. Tað kann ikki passa, at vit í 2004 ikki kunnu framleiða 1 l av mjólk bíligari enn fyri 10,- kr. Vit, ið siga okkum vera eitt so framkomi land. Hví kostar tað so nógv? Og hvat kunnu vit gera fyri at lækka mjólkar- prísin? Tað eru spurn- ingarnir, ið vit mugu svara. Sambandsflokkurin gongur ikki inn fyri bein- leiðis stuði til vinnulívið, men í hesum føri mugu vit gera okkurt ítøkuligt, fyri at mjólkaprísurin lækkar. Vit kunnu hækka stuðulin til bóndirnir, ið hava mjólkineyt, við tí treyt at bóndirnir sjálvir lækka prísin fyri mjólk ella frítaka mjólkina fyri mvg og samstundis seta eitt hægsta mark fyri, hvat ein litur av mjólk skal kosta. So kundu vit fingið ein rímuligan mjólkarprís uppá eini 7,- kr. pr. litur. Høgni Hoydal løgtingsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Suðurstreymoy Barsilsskipanin var eitt stórt sosialt frambrot í Før- oyum. Hon javnsetti tey á privata arbeiðsmarknaðin- um við tey á almenna arbeiðsmarknaðinum, sum áður høvdu fingið barsil við løn tryggjað í sínum sáttmálum. Tjóðveldisflokkurin vil, at barsilsskipanin verður vard og løgd til partarnar á arbeiðsmarknaðinum at umsita, eins og ALS virkar. Saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum skulu vit áseta, hvussu barsils- skipanin verður útbygd. Tó er ein bólkur, ið er dottin burturímillum í arbeiðinum við barsils- skipan, nevniliga tey les- andi. Meginfelag Føroyskra Studenta vendi sær í fjør til Mentamálaráðið um spurn- ingin og hevði eisini hetta evnið á skránni á kjakfundi í heyst. Tá varð gjørt av, at ein barsilsskipan fyri lesandi skuldi byggjast inn í lógina um lestrarstuðul. Hetta so- leiðis, at lesandi foreldur fáa eitt ár eyka við lestrar- stuðli. Tey kunnu so velja, hvørt tey vilja hava út- goldið dupult ella tey vilja leingja lesturin. Harafturat skulu tey so sjálvandi hava rætt til hjálp frá tí almenna, alt eftir, hvussu sosiala støðan er. Uppskotið til barsils- skipan fyri lesandi er í gerð í Mentamálaráðnum, og Tjóðveldisflokkurin fer sjálvsagt at leggja uppskot fram um at fáa tað samtykt, tá nýtt løgting er valt. Katrin Dahl Jakobsen valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymi. Nú gongdin í búskapinum er farin skeiva vegin og framleiðslan í fiskivinnuni á landi ikki gevur tað man fegin vildi, er líkt til, at summi eru farin at leita eftir syndabukkum. Okkurt er galið, og onkur skal last- ast. Seinastu dagarnar hava vit lisið í bløðunum, at or- søkin kann vera, at arbeiðs- megin er ikki nóg góð. Tú kløkkast við at lesa slíkt. Tú sært fyri tær árliga tiltakið í Norðurlandahús- inum, tá ársins virki verður kosið, og hvussu vinnandi stjóri og virkisleiðari há- tíðarliga rósa og takka arbeiðsfólkinum fyri teirra lut í hesum heiðuri. Men nú tað gongur minni væl, eru rósandi røddirnar tagnaðar. Nú fer man eftir arbeiðsfólkinum. Eg eri ikki virkisbúskaparfrøð- ingur ella frøðingur av nøkrum slag. Men eg havi lisið mær til, at tá ið vinnan ikki hevur tað so gott, eru orsøkirnar ofta nógvar og torgreiddar.Tað kann vera lækkandi søluprísir, minni eftirspurningur, vánalig flutningsviðurskifti, vána- ligir vinnuligir karmar, (hvat tað so er)? o.a. Felags fyri allar hesar trupulleikar er, at hesar eiga virkis- leiðslur at leiða virkið ígjøgnum. Hetta er líkasum teirra ábyrgd í virkisbygn- aðinum. Til hetta hava teir sjálvsagt ymisk amboð so sum bygningar, tól, kapital, og síðst men ikki minst ar- beiðsmegina, sum virkis- leiðslan skal leiða og for- deila. Helst er ikki lætt at sigla millum skerini tá aldurnar ganga, men at kasta arbeið- aranum fyri, at tey ikki røkka til, er so púrasta skeiv adressa. Javnaðar- flokkurin hevur aftur og aftur strongt á at fingið í lag arbeiðsmarknaðarút- búgvingar, fyrst og fremt til teirra, sum eru á fiska- virkjunum. Tað hevði verið skilabetri boðskapur frá virkisleiðslum at borið. Lasse Klein valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Miðalaldurin hjá útróðrar- monnunum økist. Ung- dómurin leitar í størri mun til aðrar vinnur enn útróð- rarvinnuna. Um stutta er tað eingin sum tímur at fáast við útróður, og vit kunnu tá øll sita á okkara skrivstovum og minnast aftur tað tíð, tá nakar var so býttur at tíma at liggja á opnum havi, kaldur, móður, sárhentur við sjóverki fyri lítla og onga hýru. Hart lív hjá útróðrar- manninum Sum øllum kunnugt er lívið á havinum mangan strævið og ikki minst, tá talan er um smærri útróðrar bátar. Hesi seinastu árini hevur fiska- prísurin verið góður og hava útróðrarmennirnir havt eina hampuliga inn- tøku, tó ikki størri enn so, at gjørligt er hjá teimum flestu at forvinna somu upphædd uppi á landi. Tá ringur prísur er og lítið at fáa, er inntøkan hjá teimum væl minni enn hjá teimum, íð arbeiða uppi á landi. Leggur ein so afturat indoktrineringina frá lærar- um og fjølmiðlum, um at útbúgving og aftur útbúgv- ing er tað einasta rætt, er eyðsæð, at eingin av sær sjálvum gerst útróðrarmað- ur. Tað átti at verið meira náttúrligt, at samfelagið eyggjaði hesar ungu menn, at gerast útróðrarmenn, tí hetta eru rættir menn, íð veruliga gera nakað muna- gott fyri samfelagið. Tað er ikki rætt, at øll skulu eyggjast til at sita á skrivstovu, tí tað er meira brúk fyri teimum, íð av røttum arbeiða og skapa virðir. Útróður gerst søga Um hugsað verður um allar forðingarnar: Umsitingar- ligar, peningaligar og restruktivar umframt eitt kalt, hart og buldrut lív, við ikki nevniverdari hýru í mun til arbeiði, og at samfelagið ferð eftir ferð sigur teimum ungu, at bert fólk við útbúgving hava virði, er ikki serliga sann- líkt, at føroysku grunnarnir í framtíðini verða troyttir av útróðrarbátum. Hyggja vit 10 ella 20 ár fram, er miðalaldurin vaksin við umleið sama áramáli, um ikki okkurt munagott verður gjørt. Talið av útróðrarmonnum vil minka so hvørt sum hesir fara frá fyri aldur ella fara uppá land at arbeiða. Lítil og ongin tilgongd vil vera. Tað sum ávísir persónar í dag síggja sum eina hóttan ímótir okkara fiskigrunnar, vil tá vera søga. Vit kunnu tá øll sita á okkara skrivstovum og minnast aftur tað tíð, tá nakar var so býttur at tíma at liggja á opnum havi, kaldur, móður og sár- hentur við sjóverki fyri lítl- ari og ongari hýru. Hvat skal gerast Tá vit tosa um útróðrar- flotan niðanfyri 15-20 tons eiga so nógvar forðingar sum gjørligt at fáast burtur – eitt nú veiðuloyvi, her- undir dagseðlarnir. Hevur ein maður hug at fiska og avreiða, so latið hann endi- liga – eisini um hann hevur annað starv við síðuna av. Tað er gamalt í Føroyum at kunna rógva út partar av árinum, uttan at skula spyrja um loyvi. Eisini eigur møguleiki fyri fígg- ing at útvegast. Vit skulu gera okkum púra greitt um vit ynskja útróður sum ein náttúrligan part av samfelagnum og ynskja vit tað, má handlast hareftir. Latum okkum ikki koma í somu støðu sum danir, íð nú noyðast at koyra ungar menn á skúla- bonk fyri at hesir skulu gerast útróðrarmenn. Hetta er ein øvugt verð, tá hugsað verður um, at nógvir av okkara raskastu útróðrar- monnum júst eru nakrir av teimum, íð ikki eru serliga glaðir fyri at sita á skúla- bonki. Virðið teir heldur fyri tað sum teir eru – nevnliga góðir samfelagsstuðlar, íð eru vit til at halda sam- felagnum uppi. Barsilsskipan til lesandi Arbeiðarin eigur lívið í okkum Útróðurin doyr út C M Y K 43 42