hósdagur 15. januar 2004síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
41
VALGREINAR
Aftursvar til Jóhan
Carl Dam
Kaj Leo Johannesen
løgtingslimu og valevni
Smbandsfloksins í
Suðurstreymi
Eg haldi ikki, at vit skulu
lata útlendska arbeiðs-
megi ótálmaða slepp inn
í land okkara. Tó skulu
vit í ávísan mun hava
hurðarnar opnar, á sama
hátt sum føroyingar hava
fingið loyvi til at arbeitt í
eitt nú Íslandi í 50’unum
og innan ríkið, nevniliga
í
Danmark
fyrst
í
90’unum.
Tað er eingin ivi um, at
vit koma ikki at hava
líkinda vørumenning, so
leingi vit hava ein so
vánaligan
triðjalands
status mótvegis ES.
Tað gongur sjón fyri
søgn, at vit í løtuni eru í
ferð við at avreiða alla
okkara rávøru ella okk-
ara arbeiðspláss til ES-
virki, tí hugburðurin her
heima er, at vit mugu ikki
tosað ov nógv um hesi
viðurskifti. Vit gera eftir
mínum tykki alt ov lítið
til tess at betra okkara
marknaðarviðurskifti.
Havi sum sagt arbeitt
við at keypt og selt fiska-
vørur bæði úr Føroyum
og øðrum londum síðani
1989, men tað sær tíverri
út til, at ávísir politikarir
halda seg vita betur enn
vinnulívið í Føroyum, tá
talan er um ES. Tá er
ringt at fáa optimalar
loysnir.
Tað er soleiðis, at tá vit
eru ein rávøru- og hálv-
fabrikataútvegari til ES-
virki, so eru tað lønir og
rávøruprísir- sum hava
nógv at siga. Men um vit
tordu at tosa um ES og
fingið betri avtalur, so
hevði lønarparturin ikki
verið so týðandi sum
hann er tað í dag, og vit
høvdu kunnað tosað um
at hækkað lønir, eftirsum
lønarparturin í einari
meira virðisøktari vøru
ikki er so týðandi sum í
einari sokallaðari "indu-
strivøru".
Tann føroyska arbeiðs-
megin er bæði røsk og
mobil, um leiðslurnar
klára at skapa eitt ar-
beiðsumhvørvi, sum elv-
ir til "motiverað" starvs-
fólk. Eg havi ongantíð
hildið, at vaskikonurnar
hava ábyrgdina, um tað
ikki gongur eftir vild,
men einans "leiðsla og
nevnd".
Vit mugu hava betri at-
gongd til ES-marknaðin.
Hetta skal tó ikki skiljast
soleiðis, at vit skulu
innlimast í ES, men at vit
skulu arbeiða fyri betri
skipanum
til
okkara
útflutning. Tað er ein
gongd leið, so vit kunna
hækka tímalønina hjá
arbeiðsfólkinum,
sum
ikki hevur ov nógv
frammanundan.
Um vit skulu hava eitt
framkomið vitanarsam-
felag, so meti eg at ar-
beiðstakarar, arbeiðsgev-
arar og politikararr eiga
at tosa um, hvussu fram-
tíðin fyri føroysku ar-
beiðsmegina skal skipast
framyvir. Tað er ikki
tímalønin hjá vanliga
arbeiðaranum, sum ger
Føroyar verri kappingar-
førar. Lat tað verða sligið
fast við sjey tumma
seymi!
Nú kennast vit báðir,
Jóhan Carl, so lat meg
sum vanligt siga tað beint
fram: Eg vil altíð arbeiða
fyri, at lønirnar í Føroy-
um eru fult á hædd við
lønirnar í okkara granna-
londum. Møguliga kann
eg gera ávirkan mína
galdandi, innan ikki alt
ov langa tíð.
Dánial Petur Hansen
Valevni hjá Sjálvstýris-
flokkinum í Eysturoy
Alivinnan hevur ein sera
týðandi leiklut fyri tað
føroyska samfelagið - ikki
minst Eysturoynna, og er
sjálvstýrisflokkurin sann-
førdur um at soleiðis verður
eisini í framtíðini.
Men hendan framtíðin
kemur ikki av sær sjálvum.
Stórar
avbjóðingarnar,
mugu loysast NÚ, soleiðis
at tann føroyska alivinnan
kann fáa teir neyðugu og
støðugu karmarnar hon
hevur krav uppá. Eins og
Føroya fólk eftir 20 januar
hevur krav uppá eina
nýggja byrjan.
Tað eru fýra høvuðs-
trupulleikar í alivinnuni:
Prísirnir eru ov lágir
Vit hava ILA at stríðast
við
Ov lítil atgongd er til
kapital
Og spurningurin umVeð í
loyvum
Prísirnar kunnu vit ikki
gera nakað við.
ILA kunnu vit gera nak-
að við. Kunngerðir, ið
áleggja neyðugar fyriskip-
anir eru nú lýstar.
Heldur enn at seta av-
markingar til kapitalin eiga
vit at lata ávísar skyldur
fylgja við givnum ali-
loyvum.
Staðfest er við dómi, at
aliloyvi kunnu setast í veð.
Hesin rættur skal stað-
festast í lóg fyri at eingin
ivi skal valda.
Vinnulívið hevur brúk
fyri umboðum í løgtingi og
landsstýri, ið kunnu handla.
Ein nýggj og virkin byrj-
an við Sjálvstýrisflokkin-
um er tann gongda leiðin.
Gott val!
Krøv mugu setast til givin loyvir!
Bjørn Kalsø
valevni Sambandsfloksins í
Norðoyggjum
Við skilagóðum ábyrgdar-
fullum vinnupolitikki, har
atlit til livilíkindini hjá
fólkinum koma í fyrstu røð,
fer Sambandsflokkurin at
byggja land eftir valið.
Sambandsflokkurin fer
ikki av berum stoltleika at
frásiga sær tryggar inntøk-
ur, ella at høgga sam-
felagsbremsurnar í, soleiðis
at hjólini steðga og verandi
førningurin fer framav. Í
tíðum við afturgongd í
búskapinum, er umráðandi,
at landið er væl fyri, so
íløgur kunnu gerast , fyri at
tryggja stabilitet í sam-
felagnum.
Vit hava síðan kreppan
hasaði av mitt í 90-unum
verið vitni til størstu upp-
gangstíðir
í
føroyskari
søgu. Havið hevur verið
fult av fiski, góðir fiska-
prísir, rímiligir orkuprísir
og metlágt rentustøði. Alt
umstøður ein bert torir at
droyma um, umstøður, sum
um rætt var stýrt, átti at
havt tryggja okkara landi
og fólki sámulig livikor
nógv ár fram. Men tíverri
tykist veruleikin at vera ein
annar, nú vandatekin í
búskaparligu
gongdini
koma í ljósmála.
Skal trygd fáast fyri, at
vánaligu útlitini í búskap-
argongdini ikki sleppa at
svølla til eina veruliga
kreppu, er neyðugt við
dirvi og hugflogi, sum kann
venda skeivu gongdini.
Kappingaravlagandi bind-
ingar í vinnupolitikkinum
skulu burtur, og lógir og
reglur, sum eru við at dýrka
vinnutólini
óneyðugt,
mugu broytast. Skatta og
avgjaldspolitikkurin skal
eisini libiraliserast. Tað
skal aftur loysa seg at
arbeiða. Trýstið á lønar-
vøksturin fer hervið at
lækka, og kappingarførið í
vinnuni verður betur.
Føroyskt
vinnulív
er
ógvuliga sárbært, tí tað
stórt sæð bara er tengt at
fiskivinnuni, kann vinnan,
sum er ikki einsamøll halda
samfelagshjólinum
mal-
andi. Ríkisveitingin, sum
framvegis er ein ógvuliga
stórur og týðandi partur av
føroyska búskapinum, kann
tí ikki skerjast meir í
komandi valskeiði. Serliga
ikki um skerjingin verður
framd av berum stoltleika.
Skal ríkisveitingin skerjast,
mugu aðrar inntøkur finn-
ast ístaðin, inntøkur, sum
framhaldandi
kunnu
tryggja vælferðarsamfelag-
ið, sum vit øll innast inni
ynskja at varðveita.
Sambandsflokkurin fer
ikki, soleiðis sum hinir
flokkarnir ofta føra fram,
bara at høgga sparibrems-
una í eftir valið, við tí
úrsliti, at verandi førningur
fer framav. Men sambands-
flokkurin fer við neyðugum
skerjingum í almennu um-
sitingini og skilagóðum
íløgupolitikki, at royna at
forða fyri, at aktiviteturin í
samfelagnum
fellur
ov
nógv, serliga í økjum har
aktiviteturin
í
vinnuni
minkar. Skal vinnuføra
fólkið í landinum støðast,
má arbeiðsloysi haldast
niðri.
Einasta boð, skulu vit
droyma um eina bjarta
framtíð eftir valið 20.
januar, fæst við at velja
Sambandsflokkin.
Tað
prógvaði flokkurin, tá hann
vendi skeivu gongdini í
kreppuni í 90-unum. Farið
tí á val hesaferð og veljið
Sambandsflokkin.
Ábyrgdarfullur vinnupolitikkur
støði undir samfelagnum
Jóanis Nielsen
valevni Fólkafloksins í
Vágum
www.joanisnielsen.fo
Øll eru samd um, at neyð-
ugt er at útbyggja flog-
vøllin, somuleiðis er al-
neyðugt at útbyggja termi-
nalin. Spurningurin er bara
hvussu tað skal gerast - og
hvør ið skal gjalda?? Onkur
tvíheldur um, at danir eiga
at gjalda fyri útbyggingina,
ímeðan onnur halda at
danir og føroyingar skulu
gera hetta í felag.
Løgmaður og forsætis-
ráðharrin fundast.
Løgmaður, hevur havt
henda spurning uppi at
venda, fleiri ferðir við
danska forsetissráðharran,
sagt verður at teir nú eru
samdir, um hvussu hetta
skal gerast.
Allir partar við.
Vit halda at tað ræður um,
ikki at leypa framav - tí øll
viðurskifti mugu verða í
lagi, áðrenn ætlanin verður
framd, og tí mugu allir
partar, sum hava við flog-
ferðsluna at gera, vera við.
200 metrar møguliga
nokk??
Á veljarafundi á Giljanesi í
kvøld, kom flogskiparin á
E-listanum inn á, hvussu
langur vøllurin eigur at
gerast - hann segði at um
200 metrar verða bygdir
uppí vøllin, so metti hann,
at vøllurin var tipp-topp. -
Men tað skal sjálvandi
eisini
fáast
skil
á,um
soleiðis er.
Hóvliga leiðin hjá
løgmanni - gevur úrslit.
Ásannast má, at tann hóv-
liga leiðin, sum løgmaður
altíð hevur víst á, er tann
einasta leiðin til semju. -
"Fram kemur tann í hóvliga
fer".
Borgan fyri framhaldandi
menning í VÁGUM
X - Fólkaflokkurin
Flogvøllurin skal útbyggjast!!
VALGREINAR
Bill Justinussen
landsstýrismaður og valevni
Miðfloksins í Eysturoy
Bill.teletech.fo
Familjupolitikkur
Miðflokkurin lovaði til
seinasta val, at vit vildu ar-
beiða fyri at fáa familju-
politikkin í miðdepilin við
m.a. at stovna eitt Familju-
og trivnaðarmálaráð. Hetta
vallyftið var sera ítøkiligt,
og tað megnaðu vit at
halda. Sostatt kom familju-
politikkurin í nógv størri
mun enn áður at gerast eitt
afturvendandi
politiskt
kjakevni í Føroyum. Ætlan-
ir okkara á familjupolitiska
økinum skuldu ikki allar
vera framdar eftir 17 mán-
aðum, tí slíkur politikkur
tekur langa tíð at byggja
upp. Fyrst má grundarlagið
leggjast, og tað gjørdu vit
við at fáa eina játtan á
fíggjarlógina, sum eitur
"familjuøkið" og eina aðra,
sum eitur "trivnaðarkann-
ingar". Vit hava sostatt bert
arbeitt við familjupolitikk-
inum í eitt lítið ár, tí einasta
fíggjarlógin, sum hendan
samgongan gjørdi, var fyri
2003. Vit hava tí í 2003
skipað fyri nógvum fund-
um, sum skuldu meiri ítøki-
liggera okkara familju-
politisku ætlanir. Nakrar av
hesum eru:
• At kanna og samanbera
fíggjarligu og sosialu
korini hjá familjum í
Føroyum samanborið við
familjur í okkara norður-
lendsku grannalondum.
• At regluliga gera trivn-
aðarkanningar av trivn-
aðarstøðuni hjá føroysk-
um børnum í samband
við trivnaðarátøk, fyri at
fáa staðfest, um átøkini
muna.
• At fáa skúlabørnum í eitt
nú fyrsta, øðrum og triðja
flokki í fólkaskúlanum
ókeypis grønmeti, frukt
og mjólk.
• At stuðla verkætlanum,
sum bøta um almenna
trivnaðin hjá børnum og
ungum, eitt dømi kundi
verið tiltakið hjá Havnar
kommunu at fáa børnun-
um í Hoyvíkar skúla heit-
an døgverðamat í skúlan-
um.
• At kanna sosialu orsøkir-
nar til fosturtøkur, fyri at
kunna
seta
á
stovn
nøktandi sosial tilboð.
• At fáa til vega vitan um
trivnaðarstøðuna hjá sjó-
fólki okkara, fyri at
kunna vegleiða og bøta
um teirra livikor.
• At samskipa tann før-
oyska familjupolitikkin,
sum er spjaddur í allar
ættir undir fleiri aðalráð-
um, eitt nú barsilsskipan-
ina, rentustuðulsskipan-
ina, barnafrádráttin, bú-
staðarpolitikkin,
dag-
stovnaøkið, barnavernd-
arøkið,
forsorgarøkið,
familjurættarlóggávuna,
skattalóggávuna osfr.
Tey sálarsjúku
Miðflokkurin lovaði til
seinasta val, at vit vildu
virka fyri at betra korini hjá
teimum sálarsjúku. Hesum
hava vit støðugt arbeitt við.
Fyrst tók eg sum lands-
stýrismaður stig til, at álitið
um heildarpsykiatri var lagt
fyri tingið til aðalorða-
skiftis. Síðani bardist eg
fyri at fáa økt um játtanina
á fíggjarlógini, so økis-
psykiatriin kundi setast í
verk eftir tilmælunum í
álitinum. Eisini hevði eg
ætlanir um í 2005 at
raðfesta langtíðarløgujátt-
anina soleiðis, at psyki-
atriski depilin fekk pening
til neyðugar ábøtur og um-
byggingar. Síðani novemb-
er 2003 er sosialpsykiatriin
eisini flutt undir familju- og
heilsumál, og vóru ætlanir-
nar at keypa hús til bústaðir
til sálarsjúk í Eysturoynni
og Klaksvík í fyrsta umfari,
samstundis sum ætlanin var
at endurstovna virknis-
deildina fyri sinnisveik.
Kommunulæknaskipanin
Fyri at bøta um afturúr-
sigldu
kommunulækna-
skipanina, hevur verið ar-
beitt við fleiri møguligum
loysnum. Í sambani við, at
nýggi
bygningurin
við
landssjúkrahúsið
verður
tikin í nýtslu, hevur ein
bólkur mannaður við em-
bætisfólki og kommunu-
læknum v.m. arbeitt við
eini vaktarverkætlan, sum
miðar eftir at broyta vakt-
arskipanina hjá kommunu-
læknunum. Høvuðstankin
er, at skipanin verður sam-
skipað, so færri læknar sita
á vakt kring landið um
næturnar, tá lítið ella onki
er at gera, fyri at vera tøkir
í dagtímunum. Í fyrsta um-
fari skuldi skipanin galda
fyri meginøkið, og síðani
útbyggjast, um áhugi verð-
ur fyri tí.
Trupulleikin í Sandoynni
sær út til at vera loystur ið
hvussu er fyri eina tíð,
samstundis sum ein loysn
eisini sær út til at nærkast
fyri Norðoyggjar.
Harumframt eru fleiri
pengar settir av í verandi
fíggjarlóg, so fleiri kunnu
útbúgvast til kommunu-
lækna. Um eini 2-3 ár verð-
ur væntandi tilgongdin av
nýggjum læknum eins stór
og væntaða fráfallið vegna
aldur.
Og so er eisini eitt ætlan
gjørd fyri eina seniorskip-
an, sum leggur upp til, at
tað skal vera møguligt hjá
teimum aldrandi læknunum
at kunna arbeiða meiri eftir
egnum ynski og tørvi, so
sum tað ber til at samskipa
tað.
Nýggi bygningurin við
Landssjúkrahúsið
At fáa til vega neyðuga
peningajáttan til eina so
stóra og umfatandi bygg-
ing, er ein stór uppgáva.
Ynskini frá ymsu lands-
stýrisøkjunum eru mong,
og tí verður tað altíð ein
telving og ein raðfesting at
fáa til vega tann neyðuga
peningin á fíggjarlógini.
Hesa bygging havi eg sum
landsstýrismaður raðfest
ovarlaga, so sjúkrahús-
verkið kann fáa betri karm-
ar at virka í. At sita við
ábyrgdini av hesi bygging
og royna at stýra skútuni
trygd heim, kemur ikki av
sær sjálvum. Vit sóu,
hvussu langt, langt við síð-
una av, kostnaðarmetingar-
nar av tinghúsinum vóru,
og tá er tað nærum eitt und-
ur, at fíggjarætlanin fyri
bygningin við landssjúkra-
húsið hevur hildið so fyri-
myndarliga. Her hava mong
skilagóð fólk gjørt eitt
megnar arbeiði.
Nýggj IKA-heilsuskipan
Tíverri er føroyska heilsu-
verkið afturútsiglt viðv.
teldutøkni. Nógvar teldur
eru, men tær samskifta ikki
og onki felags kervi finst,
har øll kunnu flyta upp-
lýsingar sínamillum. IKA-
heilsuskipanin
(IKA=
Integreret Klinisk Arbejds-
plads) er komin væl áleiðis,
og væntandi verða fyrstu
partarnir av henni settir í
verk seinni í hesum árinum.
Hendan skipan ger tað
møguligt at stýra virksem-
inum
í
heilsuverkinum
munandi tryggari og effek-
tivari. Skipanin ger tað
møguligt at samskifta um
sjúklingaupplýsingar
frá
kommunulækna til ymsu
økini á sjúkrahúsunum og
hinvegin, at stýra innlegg-
ingum og viðgerðum, at
stýra bíðilistum og hava
dagførd yvirlit hesum við-
víkjandi, at fáa til vega
dagførd hagtøl osfr. Ymsu
økini so sum rannsóknar-
stova, røntgen, deplarnir,
sjúkrahúsini,
kommunu-
læknarnir og sjúkrahús
uttanlands koma øll at
kunna samskifta á sama
máli og í somu skipan, og
pappírsleparnir
hvørva.
Trygdin er í hásæti, og er
trygdin størsta orsøkin til,
at hetta arbeiðið tekur langa
tíð.
Sum
landsstýrismaður
havi eg givið umsitingini
boð um at fáa til vega hesa
skipan og havi samstundis
fingið
samgonguna
at
avseta 5 mió. á fíggjarlóg-
ini sum hvarv til hetta økið.
Hendan skipan kann møgu-
liga fáast við høvd og
gørnum fyri 20-25 mió.
Skúlalæknaskipanin
Í mong ár hevur ongin
skúlalæknaskipan
verið
mangastaðni í Føroyum.
Altso fáa børn í Føroyum
ikki eins tilboð frá tí al-
menna, og tað er ikki rætt.
Øll eru eins fyri lógini, og tí
eiga heilsutilboð at galda
øll og ikki bert nøkur út-
vald. Tí havi eg sum lands-
stýrismaðurin gjørt eitt
uppskot til nýggja lands-
skúlalæknaskipan.
Upp-
skotið hevur nú verið til
hoyringar hjá nógvum pørt-
um, og eru viðmerking-
arnar sum heild jaligar.
Flestu viðmerkingar eru
tiknar til eftirtektar og inn-
arbeiddar í lógaruppskotið.
Spell, at samgongan ikki
helt 14 dagar afturat, so
varð uppskotið framlagt.
Tankin er, at ein skúlalækni
fyri alt landið við tíðini
gerst sannur serfrøðingur á
økinum, og á tann hátt
kemur at vera ein myndug-
leiki, sum tørvur er á.
Ætlanin er eisini, at hann á
hvørjum ári skal gera frá-
greiðing um heilsustøðuna
hjá børnum og geva tilmæli
um generell átøk. Nógvir
møguleikar fyri betraðari
fólkaheilsu liggja í hesi
skipan, vit síggja neyvan
allar, fyrrenn skipanin hev-
ur virkað í eina tíð.
Eisini her var peningur
settur av á fíggjarlógini fyri
næsta ár.
Fyribyrging og
fólkaheilsa
Fyri at geva fyribyrgingar-
politikkinum eitt skump
frameftir, varð á heysti
2002 skipað fyri einum
stórfundi, har øll hugsandi
við áhuga fyri fyribyrging
vórðu boðin at luttaka.
Hesin fundur var byrjanin
til økt virksemi á fyribyrg-
ingarøkinum. Neyðugt er at
gera átøk fólkaheilsuni at
frama, tí broyttir lívsvanar
fara sum heild illa við
heilsu okkara og talið av
vælferðarsjúkum
økist
alsamt. Tí er fólkaheilsa eitt
politiskt stórmál. Ætlanir-
nar á hesum økinum hanga
neyvt saman við ætlanum
um
trivnaðarkanningar.
Ráð skuldu mannast undir
Fyribyrgingarráðnum, sum
skuldu skipa fyri hesum
kanningum, greina tær og
gera niðurstøður. Síðani
skuldi tann vitanin vera
grundarlag undir langtíðar-
málsetningum fyri fólka-
heilsuni. Eisini undir ítøki-
ligum átøkum fólkaheilsuni
at frama. Grønu keksirnar
vóru bert ein lítil og for-
hastaður partur av fólka-
heilsupolitikkinum, tí tá
fíggjarlóg skal gerast, ber
ikki til at bíða eftir hesum
og hasum. Men fyri at fáa
hendan partin við, noydd-
ust vit at framskunda hann
til fíggjarlógarviðgerðina.
Eitt gott samskifti var
fingið í lag við Mentamála-
ráðið, tí tað er í skúlunum,
at verulig tøk kunnu takast
fyri fólkaheilsuna. Tíverri
hevur samskiftið millum
heilsumyndugleikar
og
skúlamyndugleikar
ikki
verið nóg nógv. Heilsu-
myndugleikarnir eiga í
størri mun at vera við í
skúlans virksemi við sínum
heilsufakliga førleika.
Samskipan av
heilsuverkinum
Heilsuverkið er alt ov illa
samskipað. Ein brokksjúk-
lingur kann saktans ganga
eitt hálvt ár og bíða eftir
skurðviðgerð
á
lands-
sjúkrahúsinum,
meðan
Suðuroyar og Klaksvíkar
sjúkrahús onga bíðirøð
hava á hesum øki. Hví ikki
senda sjúklingarnar á bíði-
lista til Klaksvíkar ella
Tvøroyrar.
Sjúkrahúsini
virka ov nógv hvørt í sínum
lagi. Felags leiðsla og
funktiónsberani eindir eru
helst betra loysnin. Og
kanska enntá kontraktstýr-
ing á ávísum økjum.
Øllum hesum situr ein
bólkur og leggur síðstu
hond á í hesum døgum. Tað
tilmælið
verður
helst
grundarlag hjá komandi
landsstýri fyri einum betri
samskipaðum heilsuverki.
Sjúkrabilarnir
Javnan hava vit hoyrt um
vána støðuna viðvíkjandi
sjúkrabilunum. Men her er
vend komin í. Støðan í dag
er betri enn nakrantíð, nú
meiri enn helvtin av bilun-
um eru yngri enn 2 ár.
Eysturoyggin hevur nú altíð
nýggjan sjúkrabil, tí hevur
verður koyrt nógv mest,
einir 10.000 km. um mán-
aðin. Skipanin er tann, at tá
bilurin í Eysturoynni er 1-2
ára gamal, verður hann sett-
ur inn í annað øki, og
nýggjur bilur í Eystur-
oynna. Sjúkrabilurin saman
við
kommunulæknunum
eru okkara sjúkrahús, og tí
er lívsneyðugt, at hesar
umstøðurnar eru fyrsta
floks. Og tað kunnu vit
eysturoyingar fegnast um,
at tær eru.
Ílegugranskingin
Ílegugranskingin fekk ein
frammaná fyri nøkrum
árum síðani. Landsstýris-
maður Miðfloksins hevur
síðani leitað uppskotið
framaftur og hevur broytt
tað munandi, so tað sam-
svarar betri teimum við-
merkingum, sum tá vóru at
hoyra. Nú er uppskotið
klárt at leggja fram til
nýggja politiska viðgerð,
og verður tað eitt mál hjá
Miðflokkinum til komandi
samgongusamráðingar. Her
liggja ókendir møguleikar
bæði fyri at finna fram til
sjúkuorsøkir og harvið at
finna fram til nýggjar við-
gerðarhættir og heilivág, og
um tað kemur hartil, kann
eisini henda, at ílegu-
granskingin verður ein
týðandi inntøkukelda fyri
føroyska samfelagið. Uttan
mun til, um úrslit spyrjast
burturúr tann vegin, er í
øllum førum víst, at eitt
granskingarumhvørvi dreg-
ur serlæknar til landið og
mennir munandi um fak-
liga umhvørvið í Føroyum.
Bústaðarpolitikkur
Góður bústaður til øll er
týðandi partur av familju-
politikkinum. Men tað eru
alt fleiri í samfelagnum,
sum ikki hava møguleika at
seta búgv ella fáa tann bú-
stað, sum tey helstu vilja
hava. Tí tóku landsstýris-
maður Miðfloksins, sum
umsitur bústaðarmál, og
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum stig til at gera
eina frágreiðing um al-
ternativar bústaðarmøgu-
leikar. Hendan frágreiðing
er nú grundarlag undir
ætlanum landsstýrisman-
sins at smíða lóg um al-
ternativar bústaðarbygging.
Húsalánsgrunnurin verður
almenna amboðið til at
fremja hendan politikk.
Íbúðarlutafeløg er nýtt
fyribrigdi. Hesin eigara-
hátturin kemur at gera tað
møguligt hjá ungum og
eldri at fáa egið tak yvir
høvdið fyri munandi minni
og bíligari kostnað enn tey
tilboð, sum eru á marknað-
inum ídag.
Eisini er málsøki leigu-
lóg nú lagt undir Familju-
og Heilsumálaráðið og er
ætlanin at skipa leigu-
marknaðin við lóg.
Framstig í samgongu-
tíðarskeiðnum, sum Mið-
flokkurin eisini eigur lut
í:
• Berghol Øravík/Hov, lóg
gjørd og peningur settur
av
• Skattalættar í 2003 og
2004 fyri tilsamans 127
mió. kr.
• Nýggi Smyril
• Ferjuhavn á Drelnesi
• Vágatunnilin
• Norðoyatunnilin
• Skúladepil við Marknagil
Familju- og heilsumál í 17 mánaðir
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
41
40