hósdagur 15. januar 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
39
VALGREINAR
Sambandsflokkurin
er loysnin
Joen Petur Petersen
valevni Sambands-
flokksins í
Sandoyarsýslu
Vit eru farin inn í eitt nytt
ár, hvar ið tygum skulu
taka støðu til, hvør skal
hava landsins leiðslu, og
tygum skulu velja 2
umboð fyri Sandoynna
inn á Føroya Løgting.
Vit í Sambandsflokk-
inum bjóða okkum fram
til at virka fyri, at tað
skal vera liviligt í Sand-
oynni, og at arbeiðspláss
og trivnaður verða her
framyvur.
Nú er so nógv lovað av
hesum forskelligu kandi-
datinum, at tað skula
nógvir blokkar og fíggj-
arlógir til, fyri at vit
skula røkka á mál við
øllum. Ja tað eru so
nógvir tunnlar lovaðir, at
vit kunnu hoyra hvøllan
song, eitt nú sangin
"Lítið yvir føroyaland" tá
ið hann liggur høgt.
Eitt
sum
ikki
er
nøktandi í sandoynni eru
læknaviðurskiftin. Tey
eru út av lagi vánalig. Vit
hava bara eina fyribyls
loysn, sum ikki er nóg
góð.
Vit mugu og skulu
hava 2 læknar í Sand-
oynni og, Sambands-
flokkurin vil arbeiða fyri,
at tað kemur í rættlag.
Tílíkt skal bara vera í
ordan.
Eitt sum liggur á láni
her í Sálavík er grót-
kastið. Tað treingir til
eina hjálpandi hond, av tí
at tað er sjunka 1 1/2 til 2
metrar. Verður einkið
gjørt kann tað henda, at
bátar ikki kunna liggja
her um veturin. Um tað
skal vera møguligt at
hava bátar liggjandi í
Skálavík alt árið, skal og
má grótkastið gerast.
Vit skulu minnast til, at
allir vanligir útróðrar-
bátar sum eru í Sand-
oynni, kunnu koma her
til umvæligar og til við-
líkald, men verur brim
meðan teir liggja her, kan
henda stórur skaði. Fyri
bátaeigarar í Sandoynni
er tað ein stórur fyri-
munur, at teir sleppa frá
at fara av oynni, tá
bátarnir skulu umvælast.
Hetta
vil
Sambands-
flokkurin arbeiða hart
fyri at gera naka við.
Bátar skulu kunna liggja
her alt árið.
Ungdómurin skal trív-
ast í oynni. Her skal
gerast ein íttróttarhøll, so
at børn og ung kunnu
fara til síni ítriv, eitt nú
flogbólt, hondbólt, fim-
leik o.s.fr., hvar vit kundi
bjóða okkum fram til
kappingar. Høllin skal
kunna brúkast av skúlun-
um og ítróttarfelagnum,
og so vil eg meta, at hon
verur løgd so nær at
fótbóltsvøllinum
sum
møguligt. er at man kann
gera ta so at áskoðara-
pláss vera gjørd, skifti-
rúm til spælarar ja alt ein
nyggj høll skal hava fyri
at líka altjóa treytir og
ikki at gloyma eina cafe
vi tíðarhóskandi facili-
tetum at man eitt nú
kundi havt hana opna
soleiðis at ungdómurin
frá skúlanum fekk sína
máltíð har og at fólk sum
komu í oynna kundi
støkka inn á gólvi til sína
máltí hetta kundi gott
veri til at fíggja naka av
høllin men eg haldi at
landi skuldi spýtt nakrar
mílliónir í Sambands-
flokkurin stuðlar fult og
heilt einum ítróttarhás-
kúla.
Tá ið tit fara á val
hugsið at tit tá fáa meira
við at velja sambands-
flokkin ella eitt av val-
evninum tann 20 januar.
Elin Tausen
valevni Miðflokksins í
Suðursteymi
Formaður í "Ung fyri
Miðflokkin"
Til hetta løgtingsvalið sæst
at familjupolitikkur verður
settur fremst í fleiri val-
skráum. Miðflokkurin hev-
ur altíð raðfest familjuna
sera høgt í síni stevnuskrá.
Tí frøðir tað okkum, at
aðrir flokkar eru farnir at
taka undir við sjónarmið-
um, sum vit hava ført fram,
síðani flokkurin var stovn-
aður. Hetta vísir at tørvur er
á einum flokki sum Mið-
flokkinum, til at vísa hinum
flokkunum
á
gongdar
leiðir.
Í valskrá okkara standa
hesi punkt undir familju-
politikki, sum vit ynskja at
virka fyri komandi val-
skeið:
• Ansingarstuðul
skal
fylgja barninum. Avslátt-
ur um man hevur fleiri
børn á dagstovni, max.
gjald má ásetast.
• Barsilslógin útbyggjast
stigvíst, til farloyvi í eitt
ár við løn.
• Stuðul til heilsustyrkj-
andi føði á stovnum.
Mjólkarstuðilin hækkast
aftur.
• Rentustuðulin
endur-
skoðast, forteytir fyri
lántøku ikki broytast.
• Pensiónsfløkjan
má
greiðast. Fólkapensiónin,
samhaldsfasti og privatar
pensiónsskipanir.
• Holl vegleiðing og ráð-
geving verður veitt teim-
um, sum gerast hjún.
• Viðurskiftinið á leigu-
marknaðinum
verða
skipað við lóg. Lóg um
alternativir bústaðir.
• Samskipan av landsins
familjupolitikki. Trivn-
aðarkanningar.
Alt hetta kemur at verða
við til at bøta munandi um
støðuna hjá barnafamiljuni,
sum er hornasteinurin undir
samfelaganum. Tað eigur at
verða rikin ein sera virkin
familjupolitikkur tey kom-
andi árini, hetta er ein trygd
við Miðflokkinum á tingið.
Vel ein sterkan Miðflokk
á ting tann 20. Január, so
vit fáa størri ávirkan á
gongdina í samfelaganum.
Miðflokkurin - Eitt trygt
samfelag - fyri øll!
Súsanna Dam
valevni Sambandfloksins í
Suðurstreymoy
Okkara vinnumynstur kann
bert samanberast við eitt
annað av øllum heimsins
londum,
landið
eitur
Rwanda. Eingi onnur lond
liva bert av einari handils-
vøru.
Vit hava vælútbúgvin
fólk, vit hava vælskipaði
viðurskifti á teimum týdn-
ingarmiklu økjunum har
Rwanda er frumskógur,
infrastrukturur, o.s.v., men
viljin hjá politikkarum til at
geva einum framfýsnum
ígongdsetara ein møguleika
manglar heilt og aldeilis.
Higartil hevur man kanska
enntá roynt at leggja forð-
ingar fyri tey, sum hava
ditta sær at hava eina ætlan
um okkurt annað enn fiski-
vinnu. Vildu politikkarar,
so kundu teir fyri árum
síðani havt syrgt fyri, at
ígongdsetarar fingu at-
gongd til góðar orkukeldur
og stuðulsskipanir, av bæði
fíggjarligum og praktiskum
slagi. Men tað er eins og
ein stór ræðsla kemur í
politiska systemið, tá nakar
mælir til at veita stuðul.
Sambandsflokkurin ræðist
ikki stuðul, tá umræður
stuðul, og ikki lívslangar
høkjuveitingar, og flest
onnur lond - Rwanda helst
undantikið - veita vinnu-
framastuðul av ymiskum
slagi. Har er hvørki skomm
ella nakað illgrunavert í at
fáa ávísan stuðul.
Eftir valið verður sum
skjótast farið undir at laga
okkara vinnu til nútíðar
umstøður. Við politiskum
ábøtum verða vit at fyri-
skipa soleiðis, at almenna
umsitingin ikki á hvørjum
ári megnar at avtaka ein
heilan árgang av nýút-
búnum akademikarum, tí
tað er frá teimum væl-út-
búnu ungu, at ígongd-
setararnir skulu koma. Hin
vaksandi almenna umsit-
ingin er størsta forðingin
fyri, at Føroyar menna eitt
virkið og fjøltáttað vinnu-
lív, tí hon leggur hald á
størsta partin av tøku
fíggjarligu og mannaork-
uni. Við skatti, mvg og øll-
um avgjøldum rindar hvør
skattaborgari eini 80 til 85
oyru av hvørjari vunnari
krónu fyri at uppihalda al-
mennu umsitingini. Sam-
bandsflokkurin fer sum
skjótast eftir valið at leita
upp og ikki minst kunngera
hvørjir møguleikar eru til at
seta ferð á, so vit fáa flutt
okkara framleiðsluviður-
skifti úr miðøldini fram til
dagsins veruleika.
Jón Ellendersen
Valevni Sjálvstýrisfloksins í
Eysturoy
Tað fær ikki meg at tiga, at
eldraøkið verður nýtt sum
valagn av summum, sum í
verki hava víst, at teir einki
leggja í tey eldru.
Tað sum hevur týdning
er, at eldraøkið SKAL vera
í fokus.
Meðan tjóðvelidsflokk-
urin hevur umsitið eldra-
økið er standardurin á røkt-
ar- og ellisheimunum fallin
munandi. Í staðin fyri at
varðveita tann høga stand-
ardin sum var, hava tjóð-
veldismenn valt at ofra
ellis- og røktarheimini og
heimarøktina fyri nøkur
nýggj sambýli.
Hetta er einki minni enn
ein skandala.
Tað ber ikki til, at vit í
einum so framkomnum
landi, har vit javnan jabba
og sjabba um, hvussu stóra
virðing
vit
hava
fyri
teimum eldru, bera okkum
soleiðis at. Hava vit onga
virðing fyri teimum eldru
og syrgja vit ikki fyri, at tey
hava tey allarbestu viður-
skiftini, so er betri at bæði
alivinnan og rækjuvinnan
fer fyri bakka.
Tænastustøðið á ellis- og
røktarheimunum SKAL í
minsta lagið uppaftur á tað,
tað var, tá tað var sum
hægst.
Sig mær, hugsa menn
yvirhøvur ikki um, at teir
um fá ár eru ein teirra
eldru, og at tá er ov seint at
irða seg um, at teir fóru so
illa við sínum egnu eldru.
Eldraøkið er eitt av
aðalmálum mínum, og fer
altíð at vera tað.
X við D tryggjar eldra-
røktina.
Familjan í hásæti
Tíðarhóskandi vinnumynstur
Eldrarøktin ein skandala
Jógvan Arge
Valevni Tjóðveldisfloksins
í Suðurstreymi
Nógv bendir á, at Fólka-
flokkurin longu undan
valinum 20. januar hevur
gjørt av, at hann vil í
samgongu
við
Sam-
bandsflokkin.
Í útvarpinum mána-
kvøldið segði Óli Breck-
mann, at um Fólkaflokk-
urin fer í samgongu við
Sambandsflokkin,
fer
flokkurin sjálvandi at
slaka í sjálvstýrismálin-
um.
Óli Breckmann brúkti í
sendingini stóran part av
síni tíð til at finnast at
Tjóðveldisflokkinum.
Næstan í øðrum hvørjum
setningi
hevði
hann
Tjóðveldisflokkin á orði
og segði lítið um, hvat
Fólkaflokkurin
ætlar
komandi valskeið.
Eisini tá valskráin hjá
Fólkaflokkinum í farnu
viku varð løgd fram,
fríggjaði flokkurin óført
til Sambandsflokkin. An-
finn
Kallsberg
segði
millum annað, at nú
Sambandsflokkurin hev-
ur
ein
hemmiligan
skattalætta í ermuni, eru
munandi betri møgu-
leikar fyri samgongu-
samstarvi millum Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin
Fólkaflokkurin tykist
at vera sum veðurhanin.
Hann snarar, sum vind-
urin blæsur. Passar tað
honum at sleppa sjálv-
bjargniskósini, ger hann
tað.
Tí eiga allar sjálv-
stýriskreftir at fylkjast
um Tjóðveldisflokkin á
valinum. Vit standa við
okkara orð og halda kós-
ina.
VALGREINAR
Tey sinnisveiku og
røktarheimskrevjandi,
og teirra avvarðandi,
hava krav uppá eitt
talurør á Føroya
Løgtingi
Joan Ziskason
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
Eg stilli upp til løg-
tingsvalið 2004 m.a. tí at:
• Eg vil verða talirør hjá
teimum gomlu, sum
eru sjúk og veik, og
teirra avvarðandi, og
loysa teirra trupul-
leikar, so tey fáa eitt
virðiligt lív
• Eg vil arbeiða fyri
teimum
sinnisveiku,
sum hava havt heim-
stað á psykiatriskari
deild í alt ov nógv ár,
so tey kunnu kenna seg
sum verulig menniskju
aftur, og merkja ágóð-
an av okkara sokallaða
vælferðarsamfelag, og
annars øllum hinum
sinnisveiku, sum øll
hava okkurt íkast til
okkara samfelag
• Eg kann geva hesi
menniskjaligu lyftir, tí
míni borgarligu størv
eru innan røktarheim,
og sinnisveik, so eg
havi royndirnar frá
teimum, og teirra av-
varðandi, og kenni tí
teirra tørv
• Eg veit, hvussu vit
fíggja omanfyristand-
andi
Mín meining er, at vit
ikki kunnu kalla okkum
fyri eitt vælferðarsam-
felag, fyrrenn tann dag,
okkara samfelag kann
røkja omanfyrstandandi
uppgávur.
Fólkaflokkurin í
sambandsleypin
Birgir Mohr
Valevni Javnaðarfloksins í
Sandoyar valdømi
Framtíð Føroya fólks er
ikki olja – men okkara
børn og ungu. Tí er Javn-
aðarflokkurin
sannfødur
um, at skúlaverk okkara
skal vera fult á hædd við
tað hjá okkara granna-
tjóðum.
Politikkur Javnaðar-flok-
sins hevur verið og er, at øll
skulu hava rætt til skúla-
gongd og útbúgving uttan
mun til fíggjarviðurskiftir
ella, hvar í Føroyum vit
búgva og uttan mun til
førleika og evnir annars.
Javnaðarflokkurin vil játta
skúlanum orku samsvar-
andi hesum.
Skúlin, sum byggir á
kristna grund, skal við ar-
beiðshættum sínum fyri-
reika
tað
uppvaksandi
ættarliðið til at liva og virka
í einum fólkaræðisligum
samfelag.
Skúlin
skal
byggja á føroyska samfe-
lagið, har børnini liva, og
tey fyrstu skúlaárini eiga at
vera í heimbygdini, um
møguligt.
Javnaðarflokkurin metir
tað sum landspolitiskt mál,
at útbúgvingarstøðið og -
tilboðið er eins um alt
landið. Tí vil Javnaðar-
flokkurin, at landskassa-
stuðul til íløgur og rakstur
av skúlaverkinum verður
latin og lagaður so, at allar
kommunur megna at lúka
krøvini í skúlaskipanini.
Í Sandoyar øki eru 6
bygdaskúlar og ein megin-
skúli. Hetta er sera kostn-
aðarmikið fyri tær 5 fígg-
jarliga og fólksliga veiku
kommunurnar, og tað kom
tí sera illa við, at fráfarandi
landsstýri
vildi
skerja
landsstuðulin til skúla-
barnaflutning og kroysta
bygdaleiðir, sum flytur
børnini.
Ein ætlan um skúlatiltak í
Sandoynni til ein Lista- og
Ítróttarskúla við tilhoyrandi
skúlaheimi og ítróttarhøll
fær Javnaðarfloksins stuð-
ul. Eisini átrokandi nú-
tímansgerð av skúlabygn-
ingum er neyðug. Her vera
vit at raðfesta íløgurnar til
fíggjarorkuna.
Men fráfarna landsstýri
hevur onga krónu játtað til
hesar ætlanir, so her kann
bert blíva frægari við
einum nýggjum landsstýri.
Javnaðarflokkurin
vil
raðfesta
skúlamál
sera
ovarliga fyri at varðveita
tað góða samfelagið.
Veljið Javnaðarflokkin!
Okkara børn og ungu eru okkara framtíð!
Hanus Hansen
valevni Tjóðveldisfloksins í
Norðoyggjum
Skjótt so fara vit aftur á val.
Stóri spurningurin hesu
ferð er Samband og loys-
ing. Ì so máta er tað, sum
tað altíð hevur verið til
Løgtingsval.
Men hesu ferð hevur tað
størri týdning enn nakr-
antíð, hvar krossurin verður
settur.
Hetta kann gerast eitt
lagnuval.
Ikki síðani 1946 hava vit
verið so væl ávegis loysing
sum nú.
Sjálvt um hesin spurn-
ingurin hevur verið á loftið
á hvørjum vali, so er hann
oftast druknaður í tí parta-
politisku telvingini aftaná
valið.
Loysing er nakað, sum
altíð hevur ligið so passa-
liga langt frammi í tíðini, at
tað ikki hevur órógvað
tann politiska svøvnin hjá
fólki.
Ongantíð skal tann rætta
løtan hava verið til at tikið
loysing. Altíð hevur okkurt
verið í vegin.
Í ringum tíðum hevur tað
ikki verið talan um at
kunna loysa og í góðum
tíðum hevur man verið
bangin fyri, at skjótt koma
ringar tíðir aftur og hvat so.
Hesi bæði seinastu val-
skeiðini hava verið øðrvísi.
Arbeitt hevur verið meiri
miðvíst á sjálvstýrisleiðini
við ítøkiligum málum.
Fleiri mál eru yvirtikin
og enn fleiri mál eru klár til
yvirtøku. Vit hava gjørt
okkum leysari av Danmark
búskaparliga við at minka
um Blokkin.
Hesin blokkstuðulin úr
Danmark, sum køvir alt
vinnulív her á landi. Altíð
verður hann drigin fram, tá
tað er trupult at fáa Fíggj-
arlógina at hanga saman
ella tá talan er um gomul og
sjúk.
Men
hvussu
var
í
kreppuni fyri góðum 10
árum síðani. Landið fór so
logandi á heysin við fullum
blokki úr Danmark. Og
hvør sigur, at danir fara at
lata okkum nakran stuðul í
framtíðini. Blokkstuðulin
kann vera avtikin, áðrenn
vit vita av og uttan, at vit
hava nakra sum helst ávirk-
an á tað. Tá hjálpir lítið, at
fara hesa mannminkandi
biddaragongdirnar
til
Keypmannahavnar,
sum
føroyingar hava gjørt í øldir
og oftast komnir aftur sum
av torvheiðum.
Vandi er fyri, at alt, sum
higartil er gjørt á sjálv-
stýrisleið, fer fyri bakka
um Lisbeth og Marius
saman við onkrum øðrum
sum halahang koma at ráða
fyri borgum aftaná valið.
Føroyar verða bumbaðar
minst 50 ár aftur í tíðina um
Sambandsflokkurin sleppur
framat.
Sambandsflokkurin
er
tað døkka kapitlið í Føroya
søgu. Hann hevur altíð
dúvað uppá og gjørt sær
dælt av okkara trælament-
an. Hann hevur altíð verið
klárur at sáa iva um okkara
megn.
Ongantíð skulu vit kunna
klára nakað sjálvir. Altíð
skulu vit hava danir sum
bakk, um tað nú skuldi
gingið galið.Hetta hevur
hann trúttað niður í okkum
í meiri enn eina øld.
Sambandsflokkurin hev-
ur verið ímóti flest øllum
tiltøkum, sum hava vent
frameftir. Hann var t.d.
ímóti nøkrum týdningar-
miklum sum tí føroyska
málinum í skúla og kirkju,
tá hesin spurningur var
aktuellur.
Tìbetur so hava føroy-
ingar ikki altíð lurtað so
væl eftir hesum jabbinum
um ómegd. Og serliga tey
seinastu árini eru vit veru-
liga farnir at trúgva upp á
okkum
sjálvar.
Træla-
mentaliteturin er við at
verða avloystur av einum
vinnaramentaliteti. Og
hetta sæst aftur serliga í
okkara ungdómi, sum nú í
størri tali enn áður torir at
fara út í fremmand lond at
arbeiða ella vinna sær
kunnleika. Men enn er
langt á mál.
Fyri meg er Sjálvstýri
ella Tjóðveldi fyrst og
fremst ein spurningur um
at trúgva upp á sína egnu
makt og megi. Og tað er
her, ið Sambandsflokkurin
altíð hevur havt eina nið-
urbrótandi ávirkan á okk-
um føroyingar.
Og nú sær tíverri út til, at
flokkurin aftur er farin at
gera um seg. Og tað er
sama søga umaftur. Aftaná
eina glansperiodu eru teir
nú bangnir fyri ringum
tíðum.
Men hesu ferð eru vit
betur fyrireikaðir til tær
ringu tíðirnar enn vit
nakrantíð hava verið áður.
Tað er tí alneyðugt at
velja ein flokk, sum veru-
liga vil Fullveldi og, sum
undir ongum umstøðum,
vil ganga uppá kompromis
um fullveldiskósina.
Tað er bert ein flokkur
sum uppfyllir hesi krøv.
Tað er Tjóðveldisflokkurin.
Fullveldiskósin
Sámal Petur í Grund
valevni Sjálvstýrisfloksin í
Suðurstreymoy
Vindur og regn eru í Før-
oyum grundarlagið undir
alternativari orku, meðan
oljan sum er førd líka úr
arabaralondunum er grund-
arlagið undir natúrligari
orku.
Vilja tit vera við at broyta
hetta, so bróti uppum armar
saman við okkum.
X við lista D.
Á den øvugta verð
C
M
Y
K
39
38