Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 37 VALGREINAR Hin ósjónligi Tjóðveldisflokkurin Heðin Mortensen valevni Sambands- floksins í Suðurstreymoy Í eini roynd at eggja sín- um fólki til at arbeiða fyri flokkin, sleingir Høgni Hoydal um seg við tí, ið minnir ikki sørt um mistonkiliggerð av øðrum flokkum, tá hann setir spurnartekin við, hvaðani teir fáa pening til valstríðið. Vit, sum ferð eftir ferð hava hoyrt formann Tjóðveldisfloksins tosa um runublaking, eru farin at troyttast. Sjálvrættvísið lýsir av honum, tá hann við mikl- um álvarsemi og hátíðar- dámi roynir at læra politikarar - úr øðrum flokkum, sjálvandi - hvat politiskt reinføri er fyri nakað, og hvussu tú eigur at uppføra teg. "Vit mugu endurskapa álitið aftur á politisku skipanina" er ein av aft- urvendandi setningun- um, tá hann sum ein annar sálarhirði roynir at prædika ta uppaling og siðiligheit, hann eftir øllum at døma krevur frá øllum uttan sær sjálvum og sínum egnu. Eitt av valfeløgum tjóðveldismanna hevur skotið pappageykin og fingið sær heimasíðu við donskum navni. Tað er nú ikki tað einasta áhugaverda við hesi heimasíðu, tí hon hevur eina tænastu, ið gongur út um tað vanliga. Millum annað kann á hesi síðu lesast eitt bræv, Høgni Hoydal fer at senda limunum í Tjóð- veldisflokkinum ein av komandi døgunum. Og tað er vorðið sum bræva- skifti, víðopið á inter- netinum! Almenn runublaking Áhugavert, má sigast, nú vit svart upp á hvítt síggja Høgna Hoydal í leikluti, ið mest minnir um smádrongin, ið fyllir sær lógvarnar av runu, áðrenn hann ger seg kláran at tveita hana í allar ættir. Var tað ikki, tí hetta jú er púrasta óhugsandi, hevði eg næstan illtonkt hann fyri at leggja aðrar flokkar undir at fáa til vega pening á ivasaman hátt, soleiðis sum hann málber seg í tí eina brot- inum: "Sum tit hava lagt til merkis, hevur Tjóðveld- isflokkurin higartil í val- stríðnum ikki verið so sjónligur í almennu miðl- unum, sum aðrir flokkar. Og tað verður ikki øðr- vísi. Orsøkin til tess einføld: Vit hava ikki ráð til at reka eitt dýrt val- stríð. Aðrir flokkar brúka millum tvær og tríggjar ferðir so nógvar pengar sum vit, og teir lýsa í hvørjum blað. Hvaðani teir fáa peningin veit eg ikki - men vit hava so ikki ráð til slíkt." Var tað ikki, tí Høgni Hoydal jú er so fittur og skikkiligur, hevði ein næstan trúð, at hetta var at illtonkja hinar flokk- arnar á politiska vígvøll- inum fyri at fáa sær pengar til vega á slíkan hátt, at tað næstan er ódámligt. Nei, Høgni Hoydal, tú manst vita líka so væl sum øll onnur, hvaðani politiskir flokkar fáa sín pening. Tað er væl úr sama staði, sum Tjóð- veldisflokkurin fær sín? At tómligt er á kistu- botninum, kann hinvegin neyvan vera annað enn eitt týðiligt og greitt tekin um, at tá flokkurin ikki klárar at stýra sínum egna fíggjarrensli, so vildi tað verið ábyrgdar- leyst av landsins veljar- um at latið sjálvan lands- kassan og enntá landsins leiðslu upp í hendurnar á Tjóðveldisflokkinum eina ferð aftrat! So hyggjuráðini munnu vera, at veljar-ar- nir gera, sum ein klókur maður eina ferð segði: "Lær ikki av tí sum eg sigi, men av tí sum eg geri!" Johan Dahl valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Kunngjørdu broytingarnar av ferðaætlanini hjá Norrønu førir enn eitt bak- kast við sær fyri Suður- oynna og fiskaframleiðsl- una her suðuri. Eru almennu Føroyar ikki partaeigarar í bæði Smyril Line og Skipa- felagnum Føroyar?? Eiga hesi bæði feløg tí ikki at taka størri fyrilit fyri flutninginum - eisini úr Suðuroynni? Tá bæði Hetlendingar og Íslendingar kunnu krevja, at frekvensurin (títtleikin) av ferðum verður øktur til teirra økir - tí tað er væl m. a. orsøkin til tað, sum vit síggja hendir, so eigur tað absolutt ikki at verða upp á bekostning av okkum før- ingum!!! Smyril Line má eisini sum eitt ábyrgarfult flutn- ingsfelag taka hædd fyri at tann flutningur, sum verður sendur úr suðri við teimum, fær eins góðar sømdir sum restin av landinum. Hví broyta ferðaætlanina við hesum 2 tímunum og harvið gera støðuna vón- leysa tá tað kemur til at føra flutning við teimum? Sum er siglir Smyril av Drelnesi hósdag klokkan 17.30, men frá hósdegnum í næstu viku verður frá- ferðin flutt til klokkan 15.30. Ein skuldi trúð, at hvørt kilo av farmi, ið fáast kann hendur á hjá Norrønu ger mun - men tað er kanska ikki so??? Tað sigur seg sjálvt, at við feskfiskaframleiðslu frá mánadegi ella kanska týsdegi um rávøran kemur norðanífrá - til hósdag kl. 12 - er vónleyst at fáa rentabilitet í virkini. Fyri arbeiðsfólkið er hetta eisini ein óúthaldilig støða, tí inntøkan er alt ov lítil at lívbjargað sær av. Tað gongur eisini út yvir tær landingar, sum annars vildu verið í suðri!! Um ikki ein skilagóð loysn finnist straks, so verður tað sum nú hendir steinur oman á byrðu fyri vinnuna í oynni. Loysnin vildi kanska verið, - at loyaliteturin fyri Skipafelagnum Føroyar var so mikið stórur, at tað vildi ført við sær, at hvørt KILO bæði úr útlandinum til suðriar og til útflutnings úr suðri, framyvir bleiv flutt við teimum, um teir vilja broyta sína ferðaætlan so- leiðis, at seinasta havn niðurgangandi er úr Suðri fríggjakvøld. Mín áheitan á øll vinnu- rekandi í Suðuroynni er at umhugsa hetta stig. Heidi Petersen valevni Tjóðveldisfloksins í Norðurstreymoy Endalig innliman í danska ríkið. Sambandsflokkurin stendur til at vinna valið.Tað sum undanfarna samgonga setti sær fyri at náa við útbygg- ingum av samfelagnum á øllum økjum, samstundis sum hon gjørdu okkum minni og minni bundin at danska statinum, stendur til at falla, og ábyrgdarleyst heimastýrið er um at koma til valdið aftur. Og hetta er ikki nóg mikið, Sambands- flokkurin hevur eisini í valskrá síni eina endaliga staðfesting av danska yvirvaldsrættinum í Føroy- um. Og harafturat nakað so ótrúligt sum, at vit í Før- oyum ikki skulu hava møguleika fyri einari før- oyskari grundlóg. Og enn er ikki liðugt við ørskap- inum, tí næstu ferð danska grundlógin skal broytast, skal føroyska heimastýrið staðfestast í henni. So vandamiklari leið lýsir Sambandsflokkurin við til hetta valið. Lagnudagurin 20.januar So valdagurin 20. januar verður ein lagnudagur fyri Føroysku tjóðina. Føroyingar skulu 20. januar taka støðu til um vit framhaldandi skulu arbeiða fyri at skipa eitt Føroyskt tjóðveldi, ella eini enda- ligari innliman í danska statin? Vit skulu taka støðu til um vit framhaldandi vilja útbyggja okkara land, ella lata alt steðga upp? Vit skulu eisini taka støðu til um vit vilja hava eitt stuð- ulsfrítt vinnulív, ella eitt vinnulív sum fer beint í lumman hjá skattgjald-ar- anum eftir peningi tá tað gongur illa? Vit skulu eisini taka støðu til um vit vilja hava ábyrgdarfullan bú- skaparpolitikk ella ábyrgd- arleysan studningsbúskap? Vel framtíðina - vel Føroyar Okkum tørvar allar kreftir í Føroyum at standa saman um Tjóðveldiskósina, og vísa heiminum at vit eru eitt fólk við virðin fyri okkum sjálvum og øðrum. Eitt fólk við vilja og mátti at loysa uppgávurnar og taka tær avbjóðingar sum framtíðin bjóðar. Og eitt fólk við árraði og dirvi at taka ábyrgd. Tað liggur í tínum hond- um at gera av hvørja kós vit skulu halda. Við einum sterkum Tjóðveldisflokki á tingi 20. januar tryggjar tú at Føroyar vinna. Gott val. Kristian Eli Zachariasen valevni Sjálvstýrisfloksins í Norðuroyggjum. Fleiri valevni hava ført fram í valstríðinum, at sparingar skulu fremjast í tí almennu umsitingini. Alt gott um tað, og eri eg púra samdur í tí. Vøksturin má og skal steðgast innan ta almennu umsitingina. Spurningurin er bara hvussu? Ein hevur ikki hoyrt nakað ítøkiligt upp- skot í hesum valstríðinum, um hvussu hendan sparing skal fremjast, heldur hava uppskotini verið háfloygd og til tíðir heldur tunn. Men, fyri at venda aftur til yvirskriftina, "Broyt fiskidagaskipanina fyri bólk 5", so er nakað ítøki- ligt at taka fatur á her. Sum er, er bólkur 5, tað vil siga bátar undir 15 tons, býttir í ein A og B bólk. Í bólki A hevur hvør einstakur bátur eina ávísa nøgd av fiski- døgum tilknýtta. Ímeðan í bólki B fiska allir bátarnir uppá eina "felagskonto" av fiskidøgum. Umsitingarparturin av bólki 5 krevur óiva nógva orku, og tískil eisini pen- ing, eftirsum fiskidagatalið ið er tilgóðar í bólki 5 alla tíðina skal vera undir eftir- litið. Sjálvstýrisflokkurin vil arbeiða fyri, at allir bátar undir 15 tons, kunna fiska frítt. Ein slík skipan vildi verið til fyrimuns fyri bæði tað almenna og fiskimann- in, tí: • Tað almenna kemur at spara pening, av tí tað ikki verður neyðugt at seta orku av til at umsita fiskidagarnar í hesum bólkinum longur. • Fiskimaðurin sleppur undan at hugsa um, hvussu nógvar fiskidagar hann hevur brúkt ella hevur tilgóðar. Hetta tann gongda leiðin. Gott val Vinnan í Suðri endar við at bløða út!!! Svart Samband ella Tjóðveldi Broyt fiskidagaskipanina fyri bólk 5 VALGREINAR Eitt liviligt samfelag fyri ØLL Reimund Langgaard valevni hjá Sambands- flokkinum í Eysturoy Flestu føroyingar eru sera stoltir av Føroyum - og tað er góð grund til tað. Eitt sum fær meg til, at reypa eyka nógv, tá ið eg eri uttanlands, er at Føroyar í so stóran mun er eitt samfelag fyri øll. Her er lítil stættarmunur, og eisini óarbeiðsfør og arbeiðsleys hava rímiliga góð livikor. Eg eri sera bangin fyri, at um vit loysa, so kemur tað fyrst og fremst at ganga útyvir ein lítlan bólk av samfelagnum - so sum óarbeiðsfør, pen- siónistar og tey veiku í samfelagnum. Eg sjálvur skal nokk klára meg í einari møguligari loysing - havi hvørki hús ella børn. Men tað er okkara skylda at hugsa um øll í samfelagnum, og tá eri eg rættiliga vísur í, at tað verða nógv sum ikki koma at klára seg. Danmark gevur okkum hvørt ár umleið 15.000 kr í part í blokkstuðli - øll í Føroyum íroknað. Og tá rokna vit ikki tær tænasturnar við, sum vit fáa ókeypis, so sum lestrarmøguleikar. Hetta sigur okkum, at ein famlija uppá fýra, skal í meðal gjalda 60.000 kr. meir í skatti árliga eftir eina møguliga loysing. Nakað sum ikki øll hava fíggjarligar møguleikar til. Latið okkum heldur varðveita eitt samfelag fyri ØLL - eisini um vit afturfyri mugu missa møguleikan at fáa okkara flagg at veittra í New York. Farvæl framtíðin Tórarinn Niclasen valevni Tjóðveldis- floksins í Norðstreymi Loysir seg at vera ímóti Sambandsflokkurin stendur til at vinna valið. Flokkurin, ið hevur verið ímóti øllum framburði, síðani stovningina fyri knappari øld síðan, stendur til stórsigur. Tað tykist, sum tað loysir seg so sera væl at vera ímóti. Flokkurin var ímóti málinum, flagginum, fiskimarkinum, Atlantic Airways, ja øllum fram- burði yvirhøvur. Nú vinka teir fram- tíðini farvæl. Vit kunnu eisini vera ímóti Um tað veruliga er so, at tað loysir seg so væl at vera ímóti, so vilja vit tað eisini. Vit eru ímóti, at Før- oyar gerast limir í ES. Vit eru ímóti, at vera inn- limað í donsku grundlóg- ina. Vit eru ímóti skila- leysum skatapolitikki. Vit eru ímóti skilaleysum fíggjarpolitikki sum heild. Vit eru tó mest fyri Vit eru fyri einum sjálv- bjargnum, sjálvstýrandi Føroyum. Vit eru fyri framburði, tað hava vit prógvað farnu seks árini. Men tað kostar at sita við ábyrgd. Flokkarnir, ið hava verið úti í myrkrin- um í seks ár, standa á høvdinum og lova gull og grønar skógir fyri at sleppa framat og bróta niður tað, ið uppbygt er. Lat tað ikki henda. Hesum eru vit ímóti. Vónandi ert tú tað eisini. Trygdin er nú, eins og áður, at tit seta ein sterk- an Tjóðveldisflokk á ting 20. januar. Gott val og vel fram- tíðina. Vilmund Jacobsen valevni Tjóðveldisfloksins í Eysturoy Eysturoyggin er í stórari menning. Tað grør um gangandi fót í flestu kommunum. Við Fiska- marknaði Føroya og øðrum landingarmiðstøðum í oynni, kunnu øll virkir nú keypa ta nøgd av fiski og tey fiskasløg, tey hava lagt seg eftir at framleiða og selja. Í Nes kommunu, har Fiskamarknaðurin byrjaði fyri meira enn 10 árum síðan, eru fleiri nýggj vinnuvirkir komin upp at standa. Í Runavíkar kommunu er nógv og fjølbroytt virk- semi, sum bæði fevnir um fisk, maskinídnað, hand- verk, handil og tænastu. Á Strondum varð salt- fiskavirkið, Vaðhorn, kosið at vera ársins virki, og á Skála er vælvirkandi maskin- og el-ídnaður. Í Gøtu er stórt fiskavirki, maskin- og el-ídnaður um- framt virki, sum virkar ullavørur. Herfyri fingu gøtumenn eisini nýtt flaggskip til uppisjóvarfisk. Í Leirvík ganga tey nýggjar leiðir við eitt nú uppisjóvarfiski og toskar- høvdum. Í Fuglafirði byggir Havs- brún út, og har er felag eisini farið undir surimi- framleiðslu. Á Eiði er fiskavirki, nýggj útróðrarmiðstøð, og ungdómurin hevur fingið bestu umstøður við stásil- igari ítróttarhøll, sum er eitt vælaverk. Á Oyri arbeiða tey rækj- ur og skeljar, og sum ein- asta framleiðsla av sínum slagi í Føroyum, eiga sundalagsfólk rós uppi- borið fyri hetta áralanga virksemi. Alivinnan hevur verið fyri bakkøstum, men vón- andi fótar hon sær aftur, soleiðis at aling og virking av aldum fiski aftur fær ta støðu, henda vinnan hevur havt. Góð samferðsluviður- skifti er ein treyt fyri trivnaði, øktum virksemi og framhaldandi menning. Eftir at Norðoyartunnilin er komin, er eingin ivi í mínari sál um, at Eystur- oyggin eigur at verða bundin saman við megin- økið við einum undirsjóv- artunli undir Tangafirði. Tað er sjálvsagt, at hetta eigur at verða næsta stóra stigið á samferðsluøkinum í Føroyum. Góði eysturoyingar! Mín áhugi liggur fyrst og fremst hjá vinnuni og hjá tykkum, sum starvast í henni, bæði á sjógvi og landi. Við tykkara stuðli, fái eg høvi at gera mína ávirkan galdandi á løgtingi, har karmarnir fyri øllum vinnuvirksemi og sam- ferðsluni í landinum verða samtyktir. Poul Erik Jacobsen Valevni Tjóðveldisfloksins í Suðuroy Nú er so aftur val. 20. januar skal nýtt løgting veljast, og allir flokkar bjóða seg fram. Summir taka tað sum eina tign; hvat tað eisini er. Aðrir sum skemt ella stuttleika. Ein flokkur er líka glaður - hann heldur seg eiga rætt til 2 umboð frá tykkum hvørja ferð. Nú er tað upp á tíðina at suðringar vakna, og síggja, hvør ið veruliga setur Suð- uroynna á breddan og arbeiðir fyri trivna og framburði her suðuri. Fyri suðringar er tað ikki so trupult at vita, hvat ein skal velja, um ein vil oynni nakað gott. Tjóðveldis- flokkurin hevur í verki útint tað, sum hinir flokkarnir bara lovaðu til hvørt val- stríð, men einki gjørdu við. Hvat vilja hinir flokkarnir gera fyri suðringar? Sambandsflokkurin sigur, at einki skal gerast, teir hava altíð verið ímóti at fremja nakað á framburðs- leið. Vóru td. ímóti Smyrli í 1975, og seldu Teistan í 1996. Fólkaflokkurin hevur ongantíð víst ans fyri okk- ara oyggj. Sambandsmað- urin, Bjarni Djurholm, hevur alla tíðina veri ímóti, at nakað skuldi koma Suðuroynni til góða. Tá Fólkaflokkurin varð kroystur til at taka undir við nýggja Smyrli, ætlaði hann í staðin at blaka okkum gomlu danguna, Norrønu, og eitt berghol undir Hovstúgvuni. Alt var nóg gott til suðringar, søgdu teir. Miðflokkurin og Sjálv- stýrisflokkurin vita bara, hvar Suðuroyggin er, tá ið val er í hondum. Seinasta val stillaði Sjálvstýris- flokkurin ikki ein gang upp í Suðuroynni. Nýtt skip fyri 300 mió.kr. kemur í heyst. Nýggj havn verður gjørd á Trongisvágsfirði fyri 60 mió.kr. Vágs havn fær 5 mió.kr. í 2003 og 5 mió.kr. í 2004. Almanna- og heilsuskúli er komin á Tvøroyri. Miðnámsskúli í Vági. Tunnilin Øravík Hov verður ikki slongdur niðan undir Hovseggina, men eftir kravi frá Tjóðveldis- flokkinum lagdur í neðra. Hetta er alt gjørt, meðan Tjóvðeldisflokkurin hevur sitið við einum manni úr Suðuroynni í samgongu, meðan andstøðan hevur sitið við 3 havnamonnum valdum her suðuri. Um hvalbingar, sandvík- ingar og famjuningar ynskja sær betri koyrium- støður gjøgnum tunlarnar, so er tað bara ein garantur fyri at tað verður gjørt, og tað er Tjóðveldisflokkurin. Til síðsta val hevði eitt valevnið hjá Javnaðarflokk- inum tvey hjartamál. Gongdin í Suðuroynni skuldi vendast, og vatnið í Sumbiarbergholinum, sum í tonsavís rann í havið, skuldi gagnnýtast. Suður- oyartingmaðurin í sam- gonguni strongdi á, og loyvið er útskrivað. Valevnið hjá Javnaðar- flokkinum fekk vatnið, men tað rennur tíverri framvegis í havið. Eitt gott tjóðveldisval er eitt gott val Suðuroynna. Vel Tjóðveldisflokkin. Sverri Midjord Nú greitt er, at ongin olju- leiting verður á okkara leiðum komandi ár. Men vit kunnu ikki sita hendur í favn av teirri orsøk. Vit mugu fáa heilt greitt at vita frá oljufeløgunum, hvat meiri skal til fyri at fáa økt um áhugan fyri føroya- økinum aftur. Vit vita at ávísur áhugi er fyri Før- oyum, men út frá teimum úrslitum, sum eru almanna- kunngjørd, hava feløgini ísað hugin niður. Arbeiðast má fyri, at økja um hugin hjá feløgunum aftur, so vit kunnu vera við í kappingini við onnur økir aðrastaðni í heiminum. Við politiskum stabiliteti kunnu vit bjóða lagaligari treytir fyri manningar sum koma hendan vegin at arbeiða. Hetta vil vera ein natúrligur partur av einari nýggjari útlendingalóggávu. Tí útlendingalóggávan snýr seg ikki bara um hvørjar treytir vit skulu seta á, fyri at fáa innferðarloyvi, men so sanniliga eisini um, hvussu vit ætla at teir skulu liva og virka, aftaná at teir eru komnir inn í landið. Vónandi verða nógv økir umbiðin í komandi loyvis- rundu, so vit aftur kunnu fáa tann partin av vinnuni aktiveraðan her heima hjá okkum. Eitt er heilt greitt: vit høvdu ikki verið so frægt áleiðis við einum um- hvørvispolitikki sum vit eru, uttan eina føroyska oljuvinnu. Fleiri økir enn higartil kunnu og skulu fáa ágoða av einari føroyskari olju- vinnu. Tí kunnu vit fáa vakt áhugan hjá feløgunum aftur, kunnu vit vænta, at virksemið verður nakað meiri enn í fyrsta umfari. Oljuvinnan Eysturoyggin í stórari menning Tjóðveldisflokkurin fyri suðringar - sjálvandi C M Y K 37 36