Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 35 VALGREINAR Føroyskur tónleikur luft undir veingirnar! Rani Nolsøe valevni Tjóðveldis- floksins í Norðoyggjum Skal føroyskur tónleikur fáa luft undir veingirnar á altjóða marknaðum, er neyðugt við einum før- oyskum/altjóða joint venture samstarvi. Tí, sum altíð hjá eini lítlari, men knáari tjóð sum okkara, so mugu vit duga væl at samstarva við útheimin Vit tónleikarar eiga tí sum skjótast at gera eitt upplegg um, hvussu vágafúsur kapitalur fæst í eitt venture felag, sum við økonomiskari styrki og við tónlistarligari og altjóða ekspertisu í leiðsluni, skal gera tað áhugavert og álítandi hjá altjóða útgávufeløgum at kasta saman við okkum, at produsera og promo- vera føroyskan tónleik á handilsligum grundar- lagi. Við hesum uppleggi skal komandi løgting fáast at viðurkenna tón- leik sum eina potentiella eksportvinnu og vera við til, yvir eitt áramál, at játta grundfæið í venture felagið. Við hesum peng- unum skal felagið fáa Framtaksgrunnin og Notio áhugaði at koma við tilsvarandi upp- hæddum. Kapitaliserað, vildi tað givið eitt áhuga- vert útgangsstøði at fari eftir privatum íleggjarum í Føroyum og avgjørt øðrum londum við. Á henda hátt fáa vit við føroyskum venture kapi- tali eitt sterkt útgangs- støði at fara út og bjóða altjóða útgávufeløgum at satsa - saman við okkum - uppá føroyskan tónleik. Eg trúgvi, at eitt slíkt føroyskt/altjóða samstarv er neyðugt. Tað er einasti realistiski máti at fáa økonomisku styrkina og neyðugu ekspertisuna at fáa potentialini í før- oyskum tónleiki umsett til eina áhugaverda eksportvinnu. Fyri Uni- versal og øll hini, er tað flintrandi líkamikið, hvar tónleikurin, teir promo- vera, verður skaptur. Í 1998 ringdi Finnbogi Arge, nýinnsettur og visionerur vinnumála- ráðharri, til mín og bað meg seta gongd á eina verkætlan, sum skuldi fáa føroyskan tónleik út um landoddarnar. Eg fór beinanvegin til verka, gjørdi eitt upp- legg, sum í høvuðsheit- um innihelt omanfyri standandi strategi at skapa eitt føroyskt/al- tjóða samstarv, sum var ført fyri at produsera og pormovera tað stóra til- feingið av føroyskt kom- poneraðum tónleiki. Eftir nakrar fundir í Tinganesi gjørdist tað tó greitt, at umsitingin í vinnumálastýrinum ivað- ist stórliga. Tí, skuldu pengar brúkast uppá slíkt, so máttu øll hava somu atgongd, vóru boð- ini. Og á hesum ‘antin øll ella eingin’ altari steðg- aði tað initiativið. Men til alla gleði hava vit álíkavæl sæð eina sanna kollvelting í okk- ara tónleikalívi! Hyggið at kolosalu útgávu- nøgdini og breiddini í henni, hækkandi tekn- iska støðinum hjá tón- leikarum og at umfatandi lag- og tekstsmíðinum. Altjóða er føroyska umboðanin í løtuni eisini omanfyri okkara statist- isku sannlíkindi. Hetta er alt úrslit av stóra innsatsinum hjá tónleikarunum sjálvum, Prix Føroyum, musik- skúlaskipanini og tøkni- ligu menningini. Tí er tað trupult at koma til aðra niðurstøðu, enn at føroyskur tón- leikur er ein potentiel vinna. Men enn er hon bert potentiel, tí vit hava ikki fingið ta somu øko- nomisku, sum listarligu menningina innan okkara listargrein. Hetta er eitt mál, sum lítla nyttu ger á val- skránni hjá c-vitamin- unum eina, men stóra nyttu í einum komandi samgonguskjali, um Tjóðveldisflokkurin fær ávirkan. Veljið framtíðina - veljið Tjóðveldisflokkin! Heini O. Heinesen løgtinsmaður og valevni Tjóðveldisfloksins í Norðoyggjum Sambansflokkurin berjist sum úlvur á skóð fyri at innlima Føroya land inn í EF sum danskan ríkislut. Teir vilja eisini fyri ein- hvønn prís fáa føroya fólk at frásiga sær frumburð- arættin til sítt egna føði- land, um teir fáa magt, sum teir hava agt. Tjóðveldisflokkurin bjóðar seg aftur fram at stýra landinum aftaná val- ið, tað gera vit við góðum treysti. Tí vit hava alit á okkara landi, og okkara ovurríka havi, sum skaparin í gávu- mildni sínum hevur givið føroysku tjóðini -og vit líta hesum sama Skapara til. Tað kann tí tykast løgi, at tað skulu finnast politikara í Føroyum ár 2004, sum eru til reiðar at frásiga sær frumburðarættin til okkara føðiland. Hesir vilja fyri ein hvønn prís innlima Føroya land í EF sum danskan ríkislut. Tað eru hesar somu politikarar, sum bevíst royna at taka mótið frá før- oyska fólkinum. Upp móti hesum armóðs politikki, setur Tjóðveldis- flokkurin stevnu sína. Hvat var tað, sum gjørdi at okkara samfelag reisti seg aftur aftana kreppuna? Tað var, hugsjónin um eina sjálvberandi føroyska vinnu, uttan studning og veðhald, sum hevur gjørt, at vit í dag kunnu tosa um ein tryggan føroyskan búskap. Hetta hevur skapt møgu- leikan at betra um okkara sosialpolitikk, skúla og mentanar politikk, sam- ferðslu og -íløgupolitikk, sum byggir á føroyskan búskap. Við hesu hugsjón sum grundarlag er tjóð- veldisflokkurin til reiðar at samstarva við allar flokkar. Heimasíða mín: http://heima.olivant.fo/~hoyh/ Jóhan Petur Johannesen Valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Eitt ið hevur veri nógv frammi í valstríðnum eru etiskmál, og tað er bara gott at vit fáa orðaskifti um hesi mál í okkara landi. Men eitt ið hevur verði sagt aftur og aftur er, at talan eru um ein persónliga støðutakan til málið. Sjálvur eri valevni hjá Sambandsflokkinum, og har hava eg frítt standa í hesum málum, og tað er ongin loyna, at eg byggji mítt lív á ta kristnusiða- læruna, og eg gleðist nógv um at tað eru fólk í øllum flokkum ið gera tað sama, Tí hevið tað verði uppá sítt pláss at vit fingu eina fólkaatkvøðu um tey etiskumálini, tað er jú ikki óvanligt, at í londum har átrúnnaður hevur ein tíðandi leiklut, at fólki kemur til orða, vit havi dømi úr okkara egnu søgu fólkatkvøðu í 1907 og 1973 um rúsdrekkamálið. Vit kundu siga at vit hava fýra mál til fólkaatkvøð- una, at fólk fýra seðlar við hesum spurinngnum JaNei 1. Skulu vit hava fría fosturtøku í Føroyum 2. Skulu vit hava lóg um skrásett parlag í Føroy- um 3. Skulu vit hava fría rús- drekkasølu í Føroyum 4. Skal javnstøðulógin av- takast Fáa eg tín stuðul 20 jan. Fari eg at arbeiða fyri at hesi mál koma til fólkaat- kvøðu, tað hevið gjørt tað lættari at rikið politikk í Føroyum um fólki talaði fyri seg í omanfyrinevdum málum, og hvør veit tá hevið uttan iva staði saman við onkrum, hvar vit í dag standa ímóti hvørjum ørðum í fullveldismálum, og øvugt. Kaj Leo Johannesen valevni Sambandsfloksins í Suðurstreymoy Tað er alneyðugt, at vit fáa styrkt vinnulívið, soleiðis at tað klárar seg í kapp- ingini við tað almenna. Tì ræður ikki minst um, av vit tálma galoperandi út- reiðsluvøksturin í almenna sektorinum. Eitt, sum vit eiga at hugsa meira um, er at privatisera almennar fyri- tøkur. Um vit hyggja at samlaða eginpeninginum í føroyskum partafeløgum, so er hann 4,3 milliardir krónur, harav 1,9 milliardir eru almenn ogn. Harumframt eigur tað almenna eginpening uppá 1,9 mialliardir krónur í feløgum, ið ikki eru parta- feløg, so hervið er samlaði almenni eginpeningurin 3,8 milliardir ella 61% av samlaðu potentiellu parta- feløgnum. Hetta er ræðandi, um vit samanbera við tað kommunistiska Kuba, sum hevur ein almennan ognar- part uppá umleið 40 % í almennum feløgum og grunnum. At vit mugu fara undir privatisering av almennum fyritøkum, verður undir- strikað av, at vit hava heimsmet í almennum stuðli til vinnulívið, um- framt at vit hava europeiskt met, tá talan er um skatta- trýst. Sjálvt um vit sjáldan hoyra um at vilja avtaka eitt heimsmet ella evropeiskt met, so vil Sambands- flokkurin avtaka henda ivasama heiður, og fáa eitt normalt vinnulív og eitt lægri skattatrýst. Eisini er tað neyðugt, at vit taka upp spurningin um miðsavnan kontra økis- menning. Tunlar, brúgvar, skip og vegir skulu binda Føroyar saman í eina eind, soleiðis at hetta skapar javnbjóðis kappingarføri á øllum økjum. Miðstaðarøkið og útjað- arin hava brúk fyri hvørjum øðrum og harnæst hevur tað týdning at arbeiðs- megin kann flytast millum øki í landinum. Tí bjóðar Sambands- flokkurin seg fram at fáa skapt veruligar karmar um vinnulívið, uttan tó at talan skal vera um almennan studning, so tað kann standa á egnum beinum, bæði viðvíkjandi kapitali og umstøðum at virka undir. Frásiga sær frumburðarrættin Fólkatkvøðu um etisk mál? Kommunistiskari enn Kuba VALGREINAR Hvørvisjón Javnaðarfloksins Klæmint Olsen valevni Sjálvstýris- floksins í Suðurstreymoy Veljarakanningin spáar Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum sigur á valinum 20. januar. Vert er tó at geva gætur, at kanningin var gjørd, áðrenn tað alment kom fram, at Javnaðarflokk- urin hevði skift ham. Gloymd var samtyktin frá 17. oktober 2003: "Tjóðskaparlig semja í sjálvstýrismálinum". Javnðarflokkurin sigur í samtyktini: - at ein sjálvstýrissátt - máli skal avloysa heimastýrislógina - at staðfest verður, at føroyingar eru ein tjóð og Føroyar eitt land - at Føroya løgting og landstýri skulu vera evsta vald í øllum før- oyskum viðurskiftum - at sáttmálin ásetur, at Føroyar kunnu taka seg úr samveldinum, og - at sáttmálin skal kunn- gerast ST, so hann fær altjóða gildi. Men alt var eitt spæl fyri gallerínum. Ein hvørvi- sjón. Á fundinum í lærara- skúlahøllini í farnu viku kom hetta undan kavi. Púra greitt gjørdist tað tó ikki, fyrr enn Jóannes Eidesgaard var "Í and- gletti" í sjónvarpinum. Sjálvstýrimálið var nú vorðið so "sekundert", at tað illa kundi takast upp á tungu. Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins er eisini ein farin søga. Lisbeth Petersen hevur so dyggiliga punkterað, at talan er um eina „nýggja stjórnarskipan" fyri Føroyar, sum tað annars stendur í val- skránni. Allir hóvliga hugsandi sjálvstýrisveljarar áttu tí at hugsað seg minst tvær reisir um, áðrenn teir settu krossin við hesar báðar flokkar. Eldraøkið Haldóra Ranghamar valevni Sambands- flokkurin í Eysturoy Eldraøkið verður tikið fram til hvørt val - lyfti, sum ikki blíva til veru- leika. Tørvurin eftir mann- sømuligum korum hjá okkara eldra ættarliði er rættuliga stórur. Hóast stóran búskap- arvøkstur tey síðstu árini, hevur ov lítil áhugi verið sýndur teimum eldru. Nationalistiskar hug- sjónir er komnar í fremstu røð. Hóast eldraøkið er ein landsuppgáva, so hava fleiri kommunur sæð seg noyddar sjálvar at gerða nakað við hesar umstøð- ur og hava so tikið stig til at bygt sambýlir. Avvarðandi eru mangðan í dýrastu neyð, royna eftir besta førimuni at hjálpa, eru noydd í ávísum førum at fara úr arbeiði, fyri at taka sær av sínum nærmastu. Somuleiðis hava heimarøktirnar tað held- ur ikki latt tá tær fara frá teimum, sum liggja hjálparleys. Tí vil sambandsflokk- urin bjóða seg fram og vísa ábyrgd og virðing fyri okkara eldru og virka fyri atveita teimum tað tænastu, sum nú eina- ferð er best fyri hvønn einstakan, um tað so er í heiminum ella á stovni. Dánial Petur Hansen Valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy At tað almenna er vaksið alt ov skjótt tey seinastu árini eru flest øll samd um, eisini tey sum starvast innan tað almenna. Ein av høvuðsorsøkunum til at so hevur verið er, at vit ikki hava verið nóg góð til at tikið eitt mennandi og uppbyggjandi kjak um hvørjar uppgávurnar hjá tí almenna skulu verða og hvussu hesar eiga at verða loystar - ein tillaging til føroysk viðurskifti hevur als ikki verið framd. Tosað hevur verið um at framt rationaliseringar. Eg sjálvur havi heldur hug til at taka fram hugtakið effektiv resourceallokering. Hetta er eitt hugtak, sum tað privata vinnulívið kennir væl til, og sum vísur á, hvussu avgerandi tað er, at vit nýta okkara tilfeingi rætt. Fyri tað almenna kundi ein spurningur m.a. í hes- um førum verið, um vit er nóg góð til at fáa nóg mikið burtur úr okkara væl út- búnu og dugnaligu starvs- fólkum. Alt ov stórur partur av okkara almenna virksemi er eisini í høvuðsstaðnum. Arbeitt eigur at verða nógv meira miðvíst við at fáa gjørt tað møguligt at al- menn arbeiðspláss kunnu verða spjadd runt landið. Eg eri onga løtu í iva um, at borgarin í fleiri førum vildi kunna fingið eina betri tænastu, við tað at tænastan nú lá nærri borgaranum. Talan er her eisini um økismenningar- og útjaðarapolitikk, sum er við til at stimbra og styrkja økir uttanfyri KonTórshavn. Ein nýggj og virkin byrj- an við Sjálvstýrisflokk- inum er tann gongda leiðin. Gott val! Jaspur Vang valevni Sambandsfloksins í Suðuroy Tá báðar tær seinastu full- veldissamgongurnar vórðu skipaðar, legði Sjálvstýris- flokkurin saman við Fólka- flokkinum og gjørdist jok- arin, sum fekk fullveldis- kabaluna at ganga upp. Tí hevur Sjálvsstýrisflokkurin fulla ábyrgd av førda bú- skaparpolitikkinum og full- veldistilgongdini. Torført at ríða á tveimum hestum. Alt meðan fullveldisbaljan hevur tikið vatn inn og at enda sakk, hevur Sjálv- stýrisflokkurin ryggsvomið og sagt seg vera ivasaman í spurninginum um fullveldi og yvirtøkur. Hóast tað hevur hesin flokkur saman við Miðflokkinum stuðla Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum í førda fullveldispolitikkinum og harvið tí førda búskapar- politikkinum. Eins og Miðflokkurin roynir Sjálvstýrisflokkurin at leggja seg á miðjuna í føroyskum politikki. Boð- skapurin verður av somu orsøk so ullintur, at sjálvt innanhýsis í flokkinum er fatanin av boðskapinum ymisk og hevur ført til opið stríð í flokkinum. Økismenningarmál Tað eydnaðist fyri 1 1/2 ári síðani Sjálvstýrisflokkinum at fáa landsstýrismannin í Økismenning og Oljumál- um. Hvat Økismenning viðvíkur lovaði nevndi landsstýrismaður at lesa sonevnda Økismenningar- álitið. Síðani hoyrdist einki aftur um økismenning. Helst er landsstýrismaðurin farin á glið í allari oljuni. Niðurstøða Uttan ein greiðan politisk- an boðskap hevur ein politiskur flokkur einki trúvirði. Vandin við hesum smáu flokkum er, at teir mangan fáa alt ov stórt politiskt vald í mun til undirtøkuna millum veljararnar. So- leiðis eru smáa flokkarnar ein veikleiki í fólka- ræðisligu skipanunum. Sjálvsstýrisflokkurin gjørdi tað møguligt at skipa fullveldissamgonguna eftir valið í 1998, eins og Sjálv- stýrisflokkurin og Mið- flokkurin gjørdu tað møgu- ligt at skipa seinnu full- veldissamgonguna fyri 1 1/2 ári síðani. Seinastu tvey valskeiðini hevur Sjálvsstýrisflokkurin soleiðis verið "eitt filial" undir Fólkaflokkinum. Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin vóru við til at skerja blokkstuðulin og hava verið við til at fyri- reika yvirtøkurnar av løg- reglu, rættarskipan og flogvølli. Nú val er útskrivað, er tað ov seint at skifta hest. Vónandi eydnast tað ikki Sjálvsstýrisflokkinum at renna undan ábyrgd tann 20. januar. Lasse Klein valevni Sjálvstýrisfloksins í Eysturoy Tá ein fíggjar- og búskap- arpolitikkur verður lagdur til rættis, er neyðugt at leggja dent á, at almenna støðið er hóskandi til før- oyska samfelagið. Tær tænastur, íð tað almenna skal veita landsins borgar- um, skulu vera í tráð við okkara søgu og mentan, og tí skal: · fíggjarorka landsins verða grundað á tað vinnuvirði, sum sam- felagið skapar, · landsumsitingin gerast einfaldari, soleiðis at hon hóskar til føroysk viður- skiftir, · allar íløgur verða lang- tíðarraðfestar, · løgtingsfíggjarlógirnar skulu javnviga í mest møguligan mun. Skattaviðurskiftir og onnur gjøld Eftir mínum tykki er neyðugt at arbeiða fyri stig- víst at avtaka progresiva skattastigan og avtaka flest allar frádráttir, og stuðlar við tí endamálið at lækka skattaprosentið, og her- undir eisini marginal- skattaprosentið. Skattapoli- tikkurin skal elva til øktan arbeiðshug, rættvísa skatt- ing av giftum og ógiftum, einfaldari umsiting og skal ikki elva til óneyðugari lán- tøku. Endamálið má í sam- ráðingum millum fleiri flokkar verða at røkka ein- um skattaprosenti fyri allar borgarar sum kundi í mesta lagið ligið uppá t.d. 30%. Talan kann tí verða um at breiðka skattagrundarlagið, men frávik mugu gerast fyri ávísar samfelagsbólkar. Eisini eigur MVG skipanin at verða endurskoða heilt av nýggjum. Neyðugt er at tryggja: · at lækka skattatrýstið á seinastu vunnu krónuna, · at tann einstaki skal føla, at hesin fær nakað fyri goldnaeisini hetta vera við til at lækka persón- liga skattin skattin, · rationaliseringar skulu gerast og við tíðini skal eisini hetta vera við til at lækka persónliga skattin. KonTórshavn má tódna! Sjálvsstýrisflokkurin ein fullveldisflokkur Tryggar fíggjarligar karmar C M Y K 35 34