Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 9 - 15. januar 2004 Nr. 9 - 15. januar 2004 33 Carl August Arge valevni Sjálvsstýrisfloksins í Suðurstreymi Fyribyrgingarpolitikkurin skal styrkjast munandi. Ungdómurin skal verjast betur fyri skaðiligum árini av misbrúki. Misbrúksvið- gerðin skal endurskoðast og betrast. Øll kenna vit onkran alko- holikara ella misbrúkara av øðrum slag, t.d. rúsevnis- misnýtara ella medisinmis- nýtara. Nógv hava onkran í familjuni, í nærmastu slekt ella arbeiðsfelaga. Kanningar í hinum Norð- urlondunum benda á at heili 10% av vaksna fólkin- um hava henda ræðuliga trupulleika. Veruliga talið á teimum sum líða illa av misbrúkin- um er tó væl hægri. Mis- brúkarar hava nevniliga avvarðandi, børn og ar- beiðsfelagar,- teirra líðing er ofta líka tung sum hjá misbrúkaranum sjálvum. Ikki er ov nógv sagt at misbrúk er ein tann størsti heilsutrupuleikin vit hava í samfelagnum. Hann kostar ómetaliga nógv - bæði menniskjansliga og fíggjar- ligt. Trupuleikin finst í øllum samfelagsbólkum. Hann er sanniligi ikki bert at finna á Herberginum. Hann er eis- ini væl umboðaður í Ting- inum! Eg meti sjálvur at misnýtslan millum fleiri leiðandi landstýrismenn í áttatiárunum var ein stór medvirkandi orsøk til djúpu kreppuna. Vit hava í dag 2 við- gerðarheim sum tilsamans fáa uml. 10 mill. kr. árliga, beinleiðis frá fíggjarlógini. Eingin annar fær eitt oyra. Viðgerðarheimini veita, í tí eina førinum onga og í hinum førinum, sera av- markaða hjálp til tey av- varðandi. Ongin eftirmeting er gjørd av viðgerðarúrslitun- um síðani heimini blivu stovnaði miðskeiðis í áttati árunum. Nógv fólk meta at við- gerðarheimini hava sera vánalig úrslit. Tosað verður um "Tordensskjolds sol- dater" ella "svinghurðs- modellið" Eg veit væl at nógvar sólsskinssøgur eru. Eg eri sjálvur ein teirra. Eg eri alkoholikari, men fekk hjálp í Føroyum og Íslandi fyri smáum 17 árum síðani. Eg havi verið heilt rúsfríur nú í 15 ár. Hetta er heilt einfalt tað besta sum er hent mær og mínari familju. Og eg skyldi sam- felagnum eina stóra tøkk fyri hjálpina. Men eg veit tíverri eisini um sera, sera nógv, sum ikki hava eydnast at fáa nakra broyting hóast tey hava verið fleiri ferðir í viðgerð. Og teirra avvarð- andi fáa sum nevnt at kalla onga hjálp. Tey positivu viðgerðarúr- slitini eru neyvan meira enn 10%. Nógv børn og ung eru misbrúkarar ella eru í vanda fyri tí. Alt ov lítið verður gjørt fyri at fyri- byrgja hesum. Vit hava eitt Fyribyrg- ingarráð við einum hálv- tíðarsettum skrivara. Ráðið hevur sera breiðan arbeiðs- setning. Alkohol, rúsevni, tubbakk, AIDS, kostvanar, fýrverk og mang annað skal hetta undirmannaða ráð taka sær av. Her má broyting koma í! Eg skjóti upp: • Ein óheft eftirmeting av úrslitunum, síðani byrj- an, hjá viðgerðarheim- unum skal gerast. • Greið mál verða sett upp fyri hvat mann vil náa við misbrúkstiltøkunum og regluliga skal metast um viðgerðarheimini røkka málunum. • Peningur skal ikki játtast í einum klumpi til við- gerðarheimini. Hetta er í dag ein stór sovipúta hjá verandi privatu viðgerð- arheimum. Peningurin skal fylgja klientinum og fleiri viðgerðarar skulu sleppa frammat. Hetta gevur kapping og tryggj- ar nógv betri úrslit. • Fyribyrgingarráðið eigur eisini at fáa greið mál at arbeiða eftir. Og fígging til at røkka uppsettu mál- unum. Tað sjálvbodna fyribyrgingararbeiði sum verður framt eigur at stuðlast betur. • Tey sum koma í samband við misnýtarar, serliga læknar, heilsurøktarfrøð- ingar og heilsusystrar, men eisini skúlafólk, løgreglufólk, sosialráð- gevar o.o., skulu fáa ein væl betri førleika í at kenna aftur tekini uppá misbrúk í byrjunarstigun- um og í at hjálpa hesum fólkum. • Vit hava 18 ára aldurs- mark fyri rúsdrekkakeyp. Men ung undir 18 drekka sera nógv - og stórt sæð blunda øll fyri hesum. Tað skal vera eitt krav at vísa samleikaprógv tá rúsdrekka verður keypt. Vit skulu reagera álvars- liga tá ung undir 18 ár rúsa seg. • Reglugerðirnar fyri skoynkingarstøðini skulu yvirhaldast. Tað er for- boði teimum at skeinkja til rúsaði fólk, men regl- an verður als ikki hildin. Far inn á eitt vertshús eitt fríggjakvøld - ella hví ikki sunnudag seinrapart - og hygg, um tú ikki trýrt mær. Dýrandi full fólk hava ongan trupuleika at fáa meira rúsdrekka. Vertshúsini eiga at fáa stóra bót og at enda missa skeinkiloyvi um tey ikki halda reglurnar. • Dansitíðirnar fyri børn og ung eru púra høpis- leysar - og eru harafturat brot á galdandi halgi- dagslóg. Har má broyting koma í. • 18 ára aldurmark fyri tubbakssølu. Líkaleiðis við kravdum samleika- prógvi og við álvarslig- um fylgjum um lógin verður brotin. Tubbakk er sera skaðiligt og sera fá byrja at roykja aftan á 18 ár. Royking er harafturat ein vælkend byrjan til annað misbrúk. Sjálvstýrisflokkurion hev- ur, bæði í stevnu- og val- skrá, sett sær fyri at styrkja fyribyrgingararbeiði. Latið okkum hjálpast at at fáa skil á hesum! Atkvøð fyri Sjálvstýris- flokkinum 20. januar! Hvør kann? D kann! VALGREINAR Møguleikarnir eru beint her - og teir bíða ikki eftir okkum! Helena Dam á Neystabø valevni Javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Øll tosa um betri vinnu- lívskarmar, men eingin ger nakað við tað. Tað er sum við veðrinum! Vit vita, at vinnulívið í Føroyum skal hava fleiri bein at standa á, men nú bæði alivinnan og rækju- vinnan hava trupulleikar, sær út til at beinini held- ur fækkast. Tað er ikki tí at eingir møguleikar eru, vit tora bara ikki at lofta teimum. Veruleikin er, at møgu- leikarnir eru beint framman fyri nøsina á okkum, um vit bert vilja hyggja, lurta og lofta teimum. Smátt er gott "Vit eru fá og smá". So- leiðis hevur mangan ljóðað í Føroyum. Og rætt er tað, at ringt er at fáa fyrimun av stórdrift í Føroyum. Men í dag sær heim- urin heilt øðrvísi út. Veruleikin er, at stórar fyritøkur, í ramasta álv- ara hava bankað á dyrnar, og sagt frá, at teir fegin vilja gera íløgur í Før- oyum bæði innan tøkni- frøði og arvagransking. Men eingin hevur haft dirvi ella áræði til at taka ímóta avbjóðingini. Høvdu vit sagt ja, fingið lógarkarmarnar uppá pláss beinanvegin, vóru Føroyar ivalyst longu í dag komin langt áleiðis at ment nýggjar nútímans vinnur. Og vit høvdu ikki suffað eftir vælútbúnum fólki í heilsuverkinum og innan aðrar granskingar- greinar. Tað sum fyrr var okkara størsti trupulleiki, at vit eru fá og smá, er nú sjálvt tilfeingið. Burturúr hesum tilfeingi ber til at vinna virðismikla vitan, sum kann koma bæði okkum og øðrum til gagns. Hesar fyritøkur ynskja at koma higar, at gera íløgur her, og at sam- starva við okkum á sera høgum stigi, tí teir kunnu blíva klókari. Teir kunnu ivaleyst eisini blíva rík- ari, men tað kunnu vit føroyingar eisini. Um vit bert bera okkum rætt at. Soleiðis verður eisini um ein oljuvinna nakrantíð verður veruleiki. Vit tosa um at umsita okkara náttúrugivna tilfeingi á skilabesta hátt, til frama fyri okkum og fyri komandi ættarlið. Tá verður sum oftast hugsað um fiskin ella um oljuna, sum enn ikki er komin. Her finst eitt tilfeingi, sum allur heimurin tráar eftir at sleppa at gagn- nýta, men vit liggja og sova omaná tí. Tað er ikki skilagóð umsiting av virðismiklum tilfeingi. Dan R. Petersen valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Fyrst má eg siga, at Gull- brandur Olsen óiva var tann skilabesti í sendingini um alingina hóskvøldið, og eg havi varðhugan av, at hann eisini politiskt er skila- maður. Síðan eru vit ikki samdir meir. Tað tykir mær løgið, at samgongumaðurin Jógvan skuldsetur javnaðarflokkin í andstøðu fyri ikki at hjálpa alivinnuni. Jú, javn- aðarflokkurin hevur fleiri uppskot um loysnir, tá vit nú koma til aftur: Lækka tyngjandi avgjøld. Loyva fremmandum kapitali inn. Takað upp samráðingar við ES um útflutning av ILA- vaccineraðum laksi. Loyva Framtaksgrunninum at keypa seg inn í alingina. Og til seinast, men ikki minst at stovnseta ein kreppu- grunn, sum kann lofta vinnuni, tá hóttafall er. Eg tók tað sum eitt er- kennilsi, tá Tobbi segði, at virkin vinnulívspolitikkur ikki var rikin tey seinastu árini. Slíkt er jú ræðandi. Viðvíkjandi Føroya Fiskaaling so er játtanin so lítil, at tær royndir, sum verða gjørdar við toski og kalva, eru við at detta niður fyri. Kalvin missir pigmen- teringina, tí tey ikki hava fíggjarorku at gjøgnumføra verkætlanina. Og ljósa- reyður ella hvítur kalvi er ikki serliga delikatur. Bjarni Djurholm úr fólkaflokkinum umsitur vinnumál og sostatt Føroya Fiskaaling og er tí ansvar- ligur. Annars síggi eg fram til at loysa trupuleikarnar í alivinnuni saman við Jógvani í einum nýggjum løgtingið. Finnleif Guttesen Valevni Sambandsfloksins Suðuroy Vit mugu standa saman og virka í felag, óansæð poli- tikk, bygdaklandur og upp- runa. Skal okkara besta til- fangi, ungdómurin, hava nakran møguleika fyri at koma aftur til oynna, skulu nógv nýggj arbeiðspláss setast á stovn. Her skal hugsast nýtt og hugburðir mugu broytast til gagns fyri Suðuroy, so at okkara ungdómur hevur hug til at koma aftur. Hetta kann gerast við at flyta almennar stovnar og størv úr miðstaðarøkinum. Land og kommunur mugu stuðla ígongdsetarum og betra karmarnar hjá privata vinnulívinum. Viðmerking til Jógvan á Lakjuni Fleiri arbeiðspláss í Suðuroy er ein treyt fyri, at fáa ungdómin aftur Fólkaheilsan og fyribyrging av misbrúki eru hjartamál hjá mær C M Y K 33 32