Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 9 - 15. januar 2004 Stendur tað til nýggja valevnið hjá Sjálv- stýrisflokkinum í Suðurstreymi, Malan Johansen, fáa kreppu- raktu vinnurnar ikki eina krónu í stuðuli. Hon heldur eisini, at útlendingar eiga at hava betri møguleika at koma í føroyskt vinnulív NÝGGJ VALEVNI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo At vera vinnulívsmaður skal ikki altíð vera nakar dansur á rósum. Hetta er beinrakni boðskapurin hjá nýggja stjørnuskotinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suð- urstreymi, Maluni Johan- sen. Hon vil ikki hoyra nak- að um almennan stuðul til ali- ella rækjuvinnuna og hon heldur tað er burturvið, at føroyingar framhaldandi halda fast um, at útlend- ingar skulu haldast uttan fyri føroyskt vinnulív. Malan Johansen stillar fyri fyrstu ferð upp til løg- tingsval og hon dylir ikki fyri, at vinnulívið hevur hennara størsta áhuga. Hóast hon fyrst sýtti fyri at stilla upp, eydnaðist tað kortini Sjálvstýrisflokkin- um at sannføra Maluna um at taka eitt tørn fyri flokkin í Suðurstreymi. Stórt trýst Malan Johansen hevur nomið sær útbúgving innan búskaparfrøðina og hon starvast í dag í Vinnuhúsin- um. Hjartamálið hjá Mal- uni er eisini vinnulívið og hon er rættiliga avgjørd, tá vit spyrja hana um tað al- menna eigur at veita kreppuraktu ali- og rækju- vinnuni stuðul. – Tað er ógvuliga stórt trýst á politikkararnar at geva stuðul, men tað er al- neyðugt at hildið verður fast um ikki at veita stuðul. Uppgávan hjá tí almenna er fyrst og fremst at veita vinnulívinum karmar og ikki geva tí stuðul, sigur Malan Johansen frá. Nýggja valevni hjá Sjálv- stýrisflokkinum sigur, at tað er neyðugt hjá vinnuni at virka undir teimum um- støðum, sum einaferð eru. Hon ber stóran ótta fyri at um stuðul verður veittur til rækjuvinnuna, fara bæði alivinnan og flakavinnan eisini at gera vart við seg og krevja stuðul. Malan vil ikki hava, at føroyskur vinnupolitikkur gerst til eitt slag av sosialpolitikki, har vinnu- lívið fær hjálp, hvørja ferð tá á stendur. – Eg veit, at tað er hart hjá rækjuvinnuni í løtuni og fleiri fólk eru í vanda fyri at missa arbeiðið. Tað er kortini betri í longdini fyri vinnuna, um hon ikki fær stuðul. Uttan stuðul er vinnan noydd at tillaga seg til umstøðurnar og tað er betur í longdini, greiðir Malan Johansen frá Veð og útlendingar Karmar fyri vinnulívið. Henda vending hoyrist frá nærum hvørjum valevni undir valstríðnum, men verri gongur at fáa valevn- ini at greiða ítøkiliga frá, hvørjir karmarnir skulu verða. Vit spyrja Maluna, um hvørjir karmar politiski myndugleikin eigur at geva føroyska vinnulívinum - Taka vit eitt nú alivinn- una, haldi eg, at føroysku fíggjarstovnarnir skulu hava rætt til at fáa veð í ali- loyvunum. Útlendingar eiga eisini at fáa størri leiklut í alivinnuni, enn teir fáa í dag. Hetta er ítøkiligir karmar, sum tað almenna eigur at geva vinnulívinum at virka undir, sigur nýggja valevni hjá Sjálvstýris- flokkinum. Malan sigur seg ikki skilja stóra óttan fyri út- lendskum pengum í før- oyskum vinnulívi. Stendur tað til hennara, skulu út- lendingar hava møguleika fyri at eiga 100% í alivinn- uni. Hon setur kortini ta treyt, at aliloyvini verða nýtt á føroysku firðunum. – Útlendingar kunnu geva føroyingum holla vitan, sum føroyingar kunnu læra nógv av. Tað má eisini verða positivt, at útlendingar taka eina risiko í føroyskum vinnum, so at føroyingar sleppa undan, og tí skilji ikki heilt stóra óttan fyri útlendskum pen- ingi, vísir Malan á. møgu- liga leggja okkurt afturat Eingin búskapar- kreppa Malan Johansen er ikki samd við teimum, sum vilja vera við, at føroyska sam- felagið er aftur á veg í eina stóra búskaparliga kreppu. Hon ásannar, at føroyski búskapurin hevur í løtuni eina niðurgongd, men sum heild er føroyski búskapur- in væl fyri. Valevnið hjá Sjálvstýris- flokkinum vísir á, at bæði gjaldførið hjá landinum og fíggjarstovnum er gott. Før- oyska vinnulívið er eisini nær um skuldarfrítt og út- landsskuldin hjá føroyska samfelagnum er netto 4. mio. krónur, og ti metir Malan, at tað er at gera ov nógv av at tosa um eina stóra búskaparkreppu í før- oyska samfelagnum. Hevur førleikan - Sjálvstýrisflokkurin er ein pragmatiskur flokkur, sum fyrst og fremst arbeiðir fyri at finna loysnir heldur enn at halda fast í fastløstum ideologium. Vit hava eisini ein stig fyri stig politikk á sjálvstýrisøkinum og flokk- urin hevur eisini ein libe- ralan politikk, sum eg fult taki undir við Malan Johansen er rætti- liga sannførd um, at hon er komin á røttu politisku hill- ina við at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri politikki og nú møguleikin at stilla upp beyðst, hevur hon valt at royna seg. Maluni dámar at væl at kjakast og hon metir seg hava neyðugu førleikan og viljan til at fremja nøkur politisk mál í verki. Búskapurin avgerandi Malan Johansen sigur seg raðfesta sjálvstýrismálið høgt. Spurd, um hvussu skjótt blokkstuðulin eigur at lækka, svarar Malan, at blokkstuðulin eigur at lækkaður í tráð við yvirtøk- urnar av donskum málsøkj- um. Nógvir flokkar hava eins og Sjálvstýrisflokkurin sagt seg verða sinnaðan at lækka blokkstuðulin eftir búskaparligu gongdini í føroyska samfelagnum. Spurd, um hvussu høgt Sjálvstýrisflokkurin rað- festir ein blokkniðurskurð, svarar Malan, at flokkurin raðfestir niðurskurðin høgt og flokkurin vil arbeiða miðvíst ímóti. Hon leggur tó dent á, at fíggjarliga sjálvbjargni má verða ein fyritreyt fyri politiskum sjálvbjargni. Stutt um... Malan Johansen er 37 ára gomul. Hon er bæði fødd og uppvaksin í Havn. Hon starvast í dag í Vinnuhúsinum, har hon serliga hevur oljuvinnumál um hendið. Malan hevur lisið búskaparfrøði á Handilsskúlanum í Keyp- mannahavn. Eftir lokna útbúgving í 1993 fór hon í starv á Føroya Landsbanka. Hon arbeiddi í landsbankanum til 1996, tá hon gjørdist fulltrúi í kommunusamskipanarnevndini. Í 1998 gekk leiðin til Onglands, har Malan í fimm mán- aðir starvaðist hjá oljufelagnum, Lasmo. Heimaftur- komin til Føroya fór hon í starv í Sjónvarpi Føroya. Vinnupolitikkur er ikki sosialpolitikkur Nýggja valevnið hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymi, Malan Johansen, dylir ikki fyri serliga vinnulívið hevur hennara stóra áhuga. Hon heldur ikki tað er rætt at geva føroyska vinnulívinum stuðul, hóast fleiri vinnur so dánt hóra undan. Mynd: Jens Kristian Vang Nr. 9 • hósdagur • 15. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Country konsert við Kristel og Jens Lisberg Finalistarnir funnir Dráttur og ÍF vórðu liðini, sum vunnu rættin til at spæla ímóti SÍ og TB í steypafinalunum í flogbólti FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Um vikuskiftið varð árliga Mjølnir-kappingin fyri vaksin í flogbólti leikt. Hjá teimum bestu liðunum er hetta kappingin, har seinnu finalistarnir til steypafinal- urnar skulu finnast, og tí er einki at siga til, at stór orka verður løgd í kappingina. Nýggir vinnarar Fyrsta av ymsu kappingun- um, sum eru á skránni í flogbóltsárinum, var Fleyr- kappingin, og her eydnaðist tað SÍ hjá monnum og TB hjá kvinnum at vinna seg fram til finaluna. Hvørgin teirra endaði tó ovast, tá kappast varð í Klaksvík. Hjá monnunum stóð finaludysturin ímillum ÍF og Mjølnir, og her gjørd- ist talan um ein spennandi dyst. Ending varð tó, at ÍF við einum 3-2 sigri tryggj- aði sær rættin til at spæla í finaluni. Hetta var líka sum eitt punktum fyri einum vón- broti hjá Mjølni, tí heldur ikki í kvinnudeildini eydn- aðist klaksvíkingunum at spæla seg fram til steypa- finaluna. Her stóð finalan millum ÍF og Mjølnir, og fuglfarðakvinnurnar gjørdu bart, tá tær vunnu ein tryggan 3-0 sigur. Annars vann SÍ kvinnu- kappingina í bæði 1. og 2. deild. Í fyrstu deild var tað Fleyr, sum mátti lúta fyri sørvingunum, og í triðju deild gjørdist fuglfirðingar ov stuttir. Hjá monnunum gjørdist Fleyr vinnari í 1. deild eftir finaludyst móti Fram, men sum eitt plástur á sárið fekk Fram tó steypið fyri kappingina í 2. deild. KONSERT tíðindaskriv Leygarkvøldið 24. januar kl. 20 verður forvitnislig country- og gospelkonsert í ítróttahøllini á Hálsi í Havn. Tað er hondbóltsfelagið, Kyndil, ið skipar fyri, og verða tað tey bæði, faðir og dóttir, Jens og Kristel Lis- berg, sum saman við nøkr- um av okkara bestu tónleik- arum, fara at syngja og spæla. Tónleikararnir verða : Ólavur Øster, Edvard Ny- holm Debes, Magnus Jo- hannesen, Rógvi á Rógvi, Arnbjørn Sivertsen, Jákup Zachariassen og Marner Lisberg. Kórsangarar eru Barbara og Harriet. Unga stjørnuskotið Krist- el er einans 15 ára gomul, men hevur longu gjørt vart við seg í føroyska tónleika- lívinum og hevur saman við pápa sínum áður havt 4 konsertir. Jens Lisberg kenna vit m.a. frá kenda tvørábólkin- um Sputnik, har ið hann spældi saman við m.ø. bróðirinum Marneri. Atgongumerkini kunnu keypast á Shell støðum í Havn og í Vestmanna, á , sum kosta kr. 150,- er at fáa á Shell-støðunum í Havn og í Vestmanna, í Kunningar- stovuni í Havn, í Jinx og í 3-aranum í SMS. Sørvingar verða aftur í ár partur av steypafinaluni. Hetta tryggjaðu teir sær, tá teir vunnu ein sera spenn- andi finaludyst móti Mjølni Mynd: SáH Eisini hjá kvinnunum tapti heimaliðið finaluna. Her gjørdist tað Dráttur, ið vann kappingina Mynd: SáH C M Y K 31 30