hósdagur 15. januar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 9 - 15. januar 2004
Nr. 9 - 15. januar 2004
29
UTTAN ÚR HEIMI
Bilasølur illa fyri
Bilasølan í Danmark er minkað so nógv, at næstan
helmingurin av øllum bilasølunum hava latið aftur ella
fara at lata aftur.
Í fjør keyptu danir 96.000 bilar ella14 prosent færri
bilar enn árið fyri. Sambært bilasølufelagnum hava
millum 900 og 1.000 fyritøkur fingist við at selja bilar,
men hildið verður, at talið nú er einastaðni ímillum 500
og 600. Umframt sjálva bilasøluna hevur tað eisini víst
seg, at eykalutasølan er minkað munandi, og tað ger
ikki støðuna betur. Tann minkandi bilasølan kemur ikki
bara bilasølunum illa við. Tann lítla sølan í fjør gjørdi,
at ríkiskassin fekk 3,4 milliardir krónur minni, enn
roknað varð við.
Donsku bilasølurnar seldu fleiri vøruvognar og last-
bilar í fjør enn í 2002, men persónbilasølan minkaði
nógv. Mest seldi persónbilurin í Danmark í fjør var
Peugeot 307, og næstur honum kom Peugeot 206. Á
triðja plássi var Skoda Fabia, skrivar Jyllandsposturin.
Einskiljingar kannast
Tá gamla Sovjetsamveldið datt sundur, og fleiri al-
mennar fyritøkur fóru á privatar hendur, vóru tað nakr-
ir menn, sum eftir stuttari tíð vunnu sær ovurhonds
nógvar pengar. Men nú skal kannast, um alt er farið
rætt fram.
Stjórnin hevur biðið ríkisgrannskoðanina kanna við-
urskiftini hjá fleiri fyritøkum, sum vórðu einskildar, tá
Sovjetsamveldið datt sundur. Kanningarleiðarin,
Vladislav Ignatov, sigur við blaðið Gazeta, at tað van-
liga fólkið í Russlandi er als ikki nøgt við tað, sum
hendi tá og krevur viðurskiftini endavend. Ignatov
ásannar, at fleiri møgulig brotsverk eru vorðin ov
gomul, til at tað ber til at rættarsøkja fólki, men at
Vladimir Putin, forseti, kortini ætlar at skipa so fyri, at
brotsverk verða sektað.
Tann ovurríki oljumaðurin Mikhail Khodorkovskij
hevur sitið í varðhaldi teir seinastu mánaðarnar í sam-
bandi við fyritøkuna Apatit, sum varð einskild í 1994.
Myndugleikarnir hava meiri enn eina ferð bent á, at
hann hevur forvunnið nógvar pengar á sera ivingasam-
an hátt. Málið er tó ikki liðugt kannað enn.
Hungur í Sudan
Fleiri túsund fólk har vesturi í Sudan, sum eru rýmd frá
húsi og heimi og hava leitað sær til grannalandið Tsjad,
eru so illa stødd, at neyðugt er at útvega teimum mat-
vøruhjálp sum skjótast. Tað sigur matvørustovnurin hjá
ST.
Sagt verður, at talan er yvirhøvur um kvinnur og
børn, sum eru flýdd undan hernaðarligum bólkum,
sum herja smábygdirnar har vesturi í Sudan. ST heldur,
at umleið 3.000 fólk eru deyð í hesum álopunum.
Ófriðurin tók seg upp fyri einum ári síðani, tá tveir
bólkar gjørdu av at gera uppreistur ímóti stjórnini í
Khartoum. Hildið verður, at umleið 600.000 fólk eru
flýdd undan bardøgunum, og at umleið 95.000 teirra
eru farin um markið til Tsjad.
ST og altjóða hjálparfelagsskapir siga, at fáa flótta-
fólkini ikki mat og aðra hjálp skjótt, kann støðan enda
sum ein sonn vanlukka. Tað hevur eisini víst seg at vera
vandamikið hjá hjálparfólkunum at arbeiða á sudanska
markinum, tí uppreistrarmenninir virða tey ikki sum
óheft hjálparfólk.
KLM góðtekur vápn
umborð
Niðurlendska flogfelagið KLM hevur nú slakað fyri
amerikanska kravinum um at hava vápnaðar vaktar-
menn umborð á flogførum, sum flúgva til og úr USA.
Sambært niðurlendska sjónvarpinum hava vaktar-
menn hjá KLM verið til venjing í Ísrael og Týsklandi,
og ætlandi fara teir fyrstu umborð á KLM-flogførini í
næsta mánað. Sum skilst skulu hava einans hava
skammbyrsu uppi á sær, og tær skulu løðast við
gummikúlum ella doyvandi evnum.
Frammanundan hava bretska British Airways og
franska Air France játtað at hava vápnaðar vaktarmenn
við flogførunum, sum flúgva til og úr USA. Tað týska
Lufthansa hevur ikki svarað alment, men týskir
fjølmiðlarnir vilja vgera við, at felagið hevur longu
vápnaðar vaktarmenn umborð flogførunum, sum
flúgva til USA.
ES-nevndin ætlar sær
nú at seta fíggjar-
málaráðharrarnar
upp á pláss. Teir skulu
fyri ES-dómstólin, tí
teir hava ikki hildið
reglurnar um evru-
samstarvið.
ES
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er einki minni enn ein
dystur um valdið, nú ES-
nevndin hevur tikið tað
óvanliga stigið at krevja
fíggjarmálaráðharrarnar í
limalondunum fyri ES-
dómstólin í Luksenburg.
Orsøkin til avgerðina er
ein samtykt, sum fíggjar-
málaráðharrarnir gjørdu á
einum fundi tann 25. nov-
ember í fjør. Har feldi
meirilutin av ráðharrunum
eitt uppskot um at sekta
Týskland og Frakland. Ætl-
anin við uppskotinum var
at revsa londini, tí tey hóast
fleiri áheitanir hava brotið
regluna um, at hallið hjá tí
einstaka limalandinum skal
ikki fara upp um trý pros-
ent av tess bruttotjóðar-
framleiðslu.
ES-nevndin sigur, at av-
gerðin hjá fíggjarmálaráð-
harrunum var heilt burtur-
við, og hon krevur nú, at
málið ímóti ráðharrunum
skal viðgerast sum eitt mál,
ið hevur skund. Tað merkir,
at tað helst kemur fyri ES-
dómstólin
um
nakrar
mánaðir.
Spurningurin
er
so,
hvørjar avleiðingar málið
fær, ella um tað yvirhøvur
fær nakrar avleiðingar. Tað
ljóðar longu, at partar av
ES-nevndini eru ímóti at
draga málið fyri dómstólin,
tí tað fer bara at gera ilt
verri.
Serliga Týskland, Frak-
land og Bretland sigast vera
ímóti teirri harðrendu støð-
uni hjá nevndini, men kort-
ini eydnaðist tað hinum
partinum at fáa sítt ígjøgn-
um. Á odda í hesum bólkin-
um ganga sjálvur formað-
urin í nevndini, Romano
Prodi, og spanska umboðið í
nevndini, Pedro Solbes.
Eygleiðarar í Bruxelles
siga, at kemur dómstólurin
til ta niðurstøðu, at fíggjar-
málaráðharrarnir fóru út
um reglurnar, kann tað í
ringasta føri enda við, at
Týskland skal rinda einar
80 milliardir krónur í sekt.
Dregur ráðharrar fyri dómstól
Ferðamannaskip møgulig
yvirgangsmál
Trygdartiltøkini eru
sera strong, nú heims-
ins størsta ferða-
mannaskip, "Queen
Mary 2", er farið á
sína fyrstu ferð
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært
tíðindastovuni
Fox News er tað ikki
óhugsandi, at "Queen Mary
2" kann vera álopsmál hjá
yvirgangsfelagsskapum.
Skipið fór úr Sout-
hampton í Onglandi mána-
kvøldið til Fort Lauderdale
í USA, og trygdartiltøkini
verða søgd at vera sera um-
fatandi. Sambært amerik-
anarunum hevur ein av
teimum tiknu leiðarunum í
al-Qaeda avdúkað fleiri
møgulig álopsmál hjá fel-
agsskapinum, og eftir øll-
um at døma eru vestur-
lendsk
ferðamannaskip
ímillum málini, skrivar Fox
News.
Michel Cyne, sum situr í
International Council of
Cruise Lines, sigur, at reið-
aríini, sum eiga ferða-
mannaskipini, seta trygdina
hjá
ferðafólkunum
og
manningini í fremstu røð,
og at allar mannagongdir
eru væl skipaðar.
Trygdartiltøkini eru sera
strong, nú "Queen Mary 2"
er á sínum fyrsta túri um
Atlantshavið
C
M
Y
K
29
28