fríggjadagur 11. februar 2011síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
28
VIKUSKIFTI LÝSINGARTILFAR
Týsdagurin 15. februar verður ein
søguligur dagur. Tá verður fyri fyrs
tu ferð hildin ein ráðstevna um el
bilar í Føroyum.
Tað er Elfelagið SEV sum saman
við Jarðfeingi skipar fyri elbiladeg
num í Norðurlandahúsinum. Elbila
dagurin er liður í eini norðurlendskari
verkætlan, sum er stuðlað av NORA
(Norrønt Atlantssamstarv) og um
fatar Grønland, Ísland og Føroyar.
Verkætlanin hevur sum endamál
at testa elbilar í norðurlendsku sam
feløgunum.
Til
dømis
hvussu
battaríini klára seg í ymiskum
temparaturi og hvørja ávirkan økt
nýtsla av elbilum fer at hava á fram
tíðar ferðslu. SEV umboðar Føroyar
í verkætlanini og mannar saman við
Jarðfeingi ein arbeiðsbólk, sum mill
um annað samskipar dagin í
Norðurlandahúsinum.
Elbiladagurin í Norðurlandahúsi
num byrjar týsmorgunin kl. 8.30.
Gjøgnum dagin verða fleiri fram
løgur. Føroysku luttakararnir verða:
Hákun Djurhuus, Finn Jakobsen,
Dánjal Jógvan Hansson og Terji Niel
sen frá SEV, og Jákup Sørensen frá
NORA. Donsku luttakararnir verða
Jacob Munch Jensen frá DONG
Energy, Jan A. Petersen frá Vikinge
gaarden, Henrik Isaksen frá Choos
EV og Esben Pedersen frá Tesla Mo
tors. Íslendsku luttakararnir verða
Guðrún Lilja Kristinsdóttir og Jón
Bjørn Skúlason frá Icelandic New
Energy og grønlendska umboðið
verður Jens H. Nielsen frá Nukissor
fiit. Aftaná framløgurnar verður
høvi hjá fólki at seta spurningar og
kjakast um evnið.
Eisini verður høvi at royndarkoyra
trý ymisk merkir av elbilum, tilsam
ans fimm bilar: tveir Peugeot Part
ner Van Electric, tveir Mitsubishi
iMiEV og ein Tesla Roadster, sum
kemur mánamorgunin við Norrönu.
Finn Jakobsen, tekniskur stjóri í
SEV, sigur, at hann væntar sær nógv
av hesum degnum og vónar at fólk
veruliga nýta høvið at seta spurn
ingar og kjakast um evnið.
Ráðstevna og royndar
koyring av elbilum
Elfelagið SEV saman við
Jarðfeingi skipar fyri eini
ráðstevnu um elbilar í
Norðurlandahúsinum
týdagin 15. februar.
Umframt framløgur um
elbilar í Norðurlondum
verða eisini royndarkoyr
ing av fleiri ymiskum
elbilum
Magnus Magnussen setur elbilin til løða
Jákup Sørensen, samskipari
hjá NORA, Magnus Magnussen,
maskinverkfrøðingur hjá SEV, og
Finn Jakobsen tekniskur stóri hjá
SEV, framman fyri høvuðssætið hjá
SEV við trimum av elbilunum
Tekstur: Magnus Gunnarsson · Myndir: Álvur Haraldsen